leygardagur 8. januar 1983síða 9
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 8. januar 1983
Ungdómssíða í Sosialinum:
Ungdómurin
verður sjáldan
hoyrdur
— teirra hugsanir eiga eisini innivist mill-
um onnur mál, sum blødini viðgera
Leygardagin komandi fer
Tíðindablaðið Sosialurin
undir nýggjan tátt í blaðn-
um, sum í innihaldi skal
viðgerða ungdómsspurn-
ingar.
Tað er Steintór
Rasmussen, Klaksvík,
sum skal rekja hesa upp-
gávu.
Í sambandi við nýggja
tåttin, hava vit havt
samreðu við Steintór
Rasmussen um ymsar
spurningar, sum hevur
við ungdómin at gera, og
sum ikki beinleiðis hevur
havt innivist í feroyska
blaðheiminum áður.
Steintór Rasmussen
hevur arbeitt nógv innan
ungdómsfeleg og hevur
verið við í fyrireikingar-
arbeiðnum, tá ungdóms-
landsfelagið í fjer varð
stovnað. Hann er for-
maður í Landsfelagnum
fyri ungdómsfeleg i Før-
oyum.
Sosialurin hevur stovn-
að blaðdeild í Klaksvík,
har Steintór skal arbeiða.
Steintór sigur, at hann
ætlar at leggja dent á
feroyskt tilfar í skriving
síni, um viðurskifti teirra
ungu í Feroyum.
— Ungdémstilfarid í fer-
oysku bleðunum hevur
verið ein misrekt
uppgáva: Feroyski ung-
dómurin hevur hug at
skriva. Roynt hevur eisini
verið at gjert ungdóms-
bleð. Tíverri hevur tilfarið
ofta verið útlendskt og
umsett tilfar úr eðrum
bleðum.
Hetta haldi eg vera
skeivt, tí tað hendir nógv
millum ungdómin í Feroy-
um, sum kundi verið gagn-
ligt og áhugavert at tikið
upp.
— Tad er vert at royna
slikt tiltak, men um hetta
skal eydnast, so krevst, at
ungdómurin tekur undir
við hesum, og gevur seg
til kennis í blaðnum.
Skapa kjak
Hvat fyriferst millum
ungfólk í Føroyum?
— Tað er torfert at vita
nágreiniliga, tí vit eru so
nógv og umsteður okkara
so ymiskar.
Kortini er nóg mikið at
taka upp, um tað eydnast
at skapa rættuligt kjak
um viðurskiftini.
Eitt nú hevði verið
áhugavert at vita, hvat
ungdómurin fæst við í ger-
andisdegnum, hvar hann
heldur til og hví hann
savnast saman í bólkum.
Hverjar hugsanir hann
ger sær um egnu viður-
skifti, og hverjar fordóm-
ar hann hevur
Hetta eru viðurskifti
sum eg kundi hugsað mær
at fingið meira innlit í.
Av tí at eingin verulig
skriving er um ungdóms-
spurningar, — tó at okk-
urt verður skriva av og á,
so kemur sjáldan veruligt
kjak burturúr, sum lýsir
steðuna hjá ungdóminum.
Hugsandi er eisini, at ung-
fólk fingu áhuga fyri at
mynda hugsan og mein-
ingar í skriving, tekning
og á annan hátt.
Annars eru eisini bein-
leiðis ítekilig evni at taka
upp, eitt nú tað sum
hendir á ungdómsekinum.
Her hugsi eg um popp-
konsertir, kveldsetur og
onnur tiltek, har ungfólk
savnast saman.
Eisini hevði verið
áhugavert at tikið upp
ónegdina hjá ungdóm-
inum um umsteður teirra
at virka í samfelagnum.
Eitt nú diskotekviður-
skifti, skúlameguleikar,
arbeiðsumsteður o.a. Ann-
ar táttur er at upplýsa um
rúsdrekkamisnýtslu, sosi-
al frávik og viðurskifti hjá
ungfólki, sum eru við-
komandi og áhugaverd
fyri ungdómin.
— Best hevði verið um
slík skriving kundi vakt
áhugan millum ungfólk,
so tey sjálvi komu til orða,
har ávís fyribrigdi vóru
tikin fram og umredd.
Oftast er tað soleiðis, at
okkurt evni stingur seg
upp, men av tí at so
trupult hevur verið hjá
ungdóminum at sleppa til
orða í bleðunum, so doyr
tjakið út, áðrenn nakað
veruligt spyrst burturúr.
Rótleys
Er ungdómurin ov passiv-
ur?
— Nógv bendur á, at
ungdómurin í dag er ov
passivur, men hetta botn-
ar oftani í tí samfelag hesi
somu ungu liva í. Ein ávís-
ur valmeguleiki er, tá ein
skal velja sær starv og
annars hugsa um framtíð-
ina, men her eru megu-
leikarnir kanska ikki so
nógvir, sum vit vanliga
halda.
— Tú skalt hugsa um út-
búgving og við hesum
fylgir kapping í skúlanum,
tær vónir sum foreldrini
seta til einstaklingin
0.s.fr. Sidan koma
samfelagsligu ynskini, har
politikarar og myndug-
leikar smíðja lógir fyri
ungdómin, — uttan tó at
spyrja eftir, hvat hesin
hevur brúk fyri ella kundi
ynskt sær.
Her eiga myndug-
leikarnir at vera varnir, tí
tað snýr seg ikki bert um
at gera stovnar, har ung-
dómurin kann uppihalda
sær, bert fyri at fáa hann
at tiga. — Vit kenna so
væl orðini, >Tit hava
hetta, tit hava hitt, verið
negd við viðurskiftini,
sum vit hava skapt fyri
tykkum«.
— Her haldi eg, at
politikarar hava misskilt
nakad og eisini, at teir
hava vist tørvandi fatan
av ti, sum ungfólk veru-
liga ynskja ella hava bruk
fyri.
I Føroyum eru nógv
ungdómsfeleg, sum fyri
ein part verða stýrd av
ungfólki. Hetta er av stór-
um týdningi, tí bert um
ungfólk sjálvi sleppa at
skipa fyri kunnu tey virka
eftir teimum fortreytum,
sum tey sjálvi seta sær.
Hetta er mennandi í
sjálvum sær.
Nú hevur verið tosað
nógv um frítíðarpedagog-
ar ella vaksið fyristeðu-
fólk í ungdómsfelogum.
Beinavegin ein lyklakona
ella lyklamaður kemur og
sigur, at kl. átta taka vit
spelini fram, kl. 11 verður
stongt o.s.fr., so er ung-
dómurin tikin av ræði. Tað
eigur ikki at verða peda-
gogar sum skapa virksemi
innan ungdómsfelegini, og
tí hevði tað ikki í ellum
førum verið gagnligt, um
ein persónur soleiðis
kundi fjarstýrt einum
ungdómsbólki.
— Nú skal tað als ikki
skiljast soleiðis, at ung-
dómurin ikki hevur brúk
fyri leiðbeining og peda-
gogum, men ein skal verja
seg móti, at ungdóms-
feløgini ikki verða gjørd til
almennar stovnar.
Umframt ungdómstilfar, so skal Steintór Rasmussen á blaðdeildini i
abcdefghi}
abcdefghijk
abcdefghijk
abcdefghijkimn
abcdefghijk/mno
| abedefghijkimr
| abcdefghijkimr
Samstarv millum
feløgini
I fjør var eitt landsfelag
fyri ungdómsfelag stovn-
að. Hverjar uppgávur skal
hetta felagið rekja?
— Landsfelagið skal
arbeiða fyri einum ávísum
samstarvi millum felegini,
eins og tað skal virka til
gagns fyri feløgini mót-
vegis politikarum og
myndugleikum. Landsfle-
agið skal eisini samskipa
ymiskt tilfar sum arbeitt
verður við í einstøku feløg-
unum. —:Tað er nú soleið-
is, at vit eru fáment og
mangan er torfert at hava
samband við hini ung-
dómsfelegini. Her verður
uppgávan hjá Landsfel-
agnum, at senda út tilfar
sum er til at taka, so sterri
partur av ungdóminum
fær lut í hesum.
Týdningarmikið er eis-
ini, at tað er tikið hædd
fyri, at nevndirnar í ymsu
feløgunum ikki skulu sita
ov leingi, so teir gerast
minni virknir við tíðini, og
at limirnir fáa sterri innlit
og hava ávirkan á tær við-
tekur, sum verða gjerdar í
felagnum.
Í letuni sóknast Lands-
felagið eftir skrivstovu-
heli og helst skuldi ein
[
rokja tíðindaflutning úr Norðoyggjum
aðalskrivari verið settur
t.d. hálva tíð, at átaka sær
fyrisitingarliga arbeiðið,
at senda tilfar út til ung-
dómsfelegini kring landið
og annað virksemi
Landsfelagið hevur eis-
ini ávíst samstarv við
feleg uttanlanda, sum eru
lík okkara. Eitt nú er
ætlanin at samstarva við
feløg = í Suðurslesvík,
Noregi og Ísland, har
viðurskiftini kunnu sam-
metast við okkara, t.d. í
fólkatali.
— Enn vita vit tó ikki
um hetta samstarvið er
gagnligt fyri okkum, men
vit noyðast at kanna um-
steðurnar aðra staðni, vita
um nakað er til at taka hjá
okkum, og so annars at
vera opin fyri spurn-
ingum, sum hava við okk-
ara ungdóm her á landi at
gera.
— Ikki eiga vit soleiðis
at leypa á leistum fyri tí,
sum fyriskipað verður
aðrastaðni, men út frá
hesum og við egnu
royndum áttu møguleikan
at verið til staðar, at
skapa betri viðurskifti fyri
ungdómi okkara her á
landi.
Dag.
Klaks
ik eisini