týsdagur 11. januar 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 4 — 11. januar 1983
Síða 6 tíðindablaðið
tíðindablaðið
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk : Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
HESA seinastu tíðina hevur nakað av
skriving verið um narkotika í Før-
oyum. Narkotisk evni í Føroyum er
einki nýtt fyribrigdi. Júst nær og í
hvussu stóran mun narkotisk mis-
nýtsla hevur tikið seg upp her á landi
veit helst eingin. Men, at hendan
misnýtsla hevur vundið uppá seg hesi
seinastu árini, er tíverri einki at ivast í.
SAMBÆRT politiið verða meir enn
100 kg. av hash smuglad gjøgnum
postin árliga umframt aðrar nøgdir á
annan hátt. Eisini veit politiið at siga,
at sambært kanning í 1978 royktu ikki
færri enn 450 fólk í Havn hash, bert
tey fingu tað.
HESIR upplýsingar og hesi tøl koma
als íkki dátt við, men tað, sum undrar í
hesum sambandi er tað, sum politiið
sigur um hetta mál. Politiið metir tað
vera legið, at tað kemur so óvart á
fólk, at narkotika er i Føroyum. Tann,
id einki veit um hetta, hevur fylgt ov
illa við, verður sagt
HESI UTTALILSI undra, tí okkum vit
andi hevur politiið ongantíð vilja við-
gingið, at narkotika í Føroyum hevur
verið nakað álvarsligt vandamál. Vit
kunnu vísa á tað, sum Jákup Linden-
skov sigur í blaðnum í dag um skriv og
samrødur við fútan miðskeiðis í sjeyti-
árunum, har fútin beinleiðis sigur, at
talan er um so smáar negdir, at ikki er
neyðugt við nøkrum lógarbroytingum
ella ødrum tiltøkum.
FRÅ BLADSINS sidu kunnu vit eisini
tala vid, tå tad snyr seg um, hvussu
politiið hevur sæð uppá narkotika-
spurningin i Føroyum. Longu í seksti-
årunum vistu vit i fleiri førum um, at
ungfólk savnaðust á åvisum stødum i
Havn og royktu hash. Fleiri ferdir
vendu vit okkum til politiið, men
søgan var hin sama hverja ferð. Teir
vistu ongantíð nakað — segan hevði
helst einki uppá seg!
AT POLITIID nú gevur øðrum ábyrgd-
ina av, at einki er gjørt, er ógvuliga
ósakligt. Fyri at kunna loysa eitt
vandamál má ein fyrst viðganga, at
tað er til. Tað hevur politiið ongantíð
gjørt fyrr enn nú. Men, sjálvandi,
betur seint enn ongantíð.
TAÐ ER tí hóast alt at fegnast um, at
politiið nú fer at gera nakað við hetta
mål, sum onnur hava mint teir á gjøgn
um mong ár. Er verunliga talan um ein
positivan vilja hjá politinum, er einki
at ivast í, at bæði politikarar og onnur
vilja gera alt, sum gerast kann og skal
fyri at hjálpa
sosialurin heldur:
Hevur hann nú
gjørt tað, Essa?
Í eini annars sakligari sam-
rødu í Dagblaðnum kemur
Essa Arge við nøkrum pá-
standum og skuldset-
ingum, sum ikki heilt sam-
- svara vid veruleikan. Essa
Arge sigur, at býráðslimir
Javnaðarfloksins í Havn
hava ligið
undir trýsti frá leiðsl-
uni í Javnaðarflokkinum:
»Eg haldi meg kunna
hóma fingrarnar hjá ov-
astu leiðslu i Javnaðar-
flokkinum, sum hevur
givið sínum byrådslim-
um, Jákupi Suna og
Leivi, boð um at antin
markera teir seg meiri
sjålvstødugt elia taka
upp ein annan tått«.
Ikki eiti á! Men Essa fer
skeivur. Og tó, býráðs-
arbeiðið er fleiri ferðir við-
gjørt í Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag, er Sosialin-
um upplýst. Felagið hevur
sjálvandi havt peikifingurin
frammi. Gjørt viðmerk-
ingar, eina fundarsamtykt
og komin við áheitanum
um ymiskt. Men býráðs-
umboðini hava íkki verið
undir trysti. Hvorki frå SSj
ella flokkinum.
Harafturímóti hevur tvi-
drátturin ella ósemjan
í býráðnum og møgulig-
ir nýggir samgongumegu-
leikar = verið —vidgjørdir
saman við stjórnini í SSJ
og av floksleiðsluni. Ti
byrådslimirnir umboða ein
demokratiskan felagsskap,
og tað er áskoðanin hjá
hesum felagsskapinum,
býráðslimirnir = eiga at
umboða!
Annars sigur Essa Arge
nøkur orð um ábyrgd móti
flokki sínum:
»Vit hava hildið okkum
standa undir ábyrgd
móti einum politiskum
flokki, og tí hava vit
hildið saman við hinum
politisku flokkunum í
býráðnum...a
Skemtiligt! Fyrsta
valskeið sítt í býráðnum
fylgdi Essa Arge ikki floks
feløgum sínum og før í
samgongu við politisku
flokkunum, men leitaði
sær undir veingjaskjólið
hjá minnilutanum — and-
støduleidaranum, Peturi í
Gong!
Hverja ábyrgd kendi tú
tá móti tínum politiska
flokki, Essa??? Sjálvandi,
tað stendur tær frítt.
Essa loyvir sær at insi
nuera í grein síni skulu
vit gera tað sama, og gita,
hví Essa helt seg til minni-
lutan? Kann tað ikki hugs
ast, at stuðul frá Peturi í
Gong til eitt komandi
løgtingsval, í 1974, lá
fremri í huga, enn putlið
og tað ofta skitna og per-
sónliga býráðsarbeiði??? |
øllum førum varð Essa
Arge uppstillaður og
valdur á Ting. Men seinri
mátti hann so dvína í leik-
inum móti tí álopssinnaða
uttara høgra í flokkinum,
sum yvirhálaði yvirlæknan
fleirfalt!!!
Skoyting
Nú hevur man sæð og
lisið, at. ætlanin er at gera
eina skoytuhell, men um
tað at gera eina slíka, skal
eg ikki siga. I onkrum
sterri donskum býi hevur
man eina, men vitjanin er
ikki so stór, at tað melur
runt. Er tað ikki nóg mikið
við eini skoytubreyt um
veturin, tá hitin/kuldin
liggur um frostmarkið?
Skoytari
Åheitan å byrådid:
ti røpa vit
á gøtum frælsisróp
SOLIDARITET
Sangur um kúging
Lech Walésa situr frystur fastur
muður manna samanlæstur
sum ferskur fiskur vorðin ræstur
sum eg fekk frá míni frísku fastur
í gotunum í Gdansk tey stríðast
verkafólk tey saman ýðja
tey hava eitt at stríðast um:
móti frælsiskúgarunum:
merkir SAMEINING OG SOLIDALNOSC!
Pólverjavinir
Steðgið roykingini í Sundhellini!
Tá ið nú okkara kosnu bý-
ráðslimir hava skaffað
okkum eina so stásiliga og
kostnaðarmikla SUND-
HØLL, áttu teir eisini at
syrgt fyri, at tað ikki er
loyvt at roykja í høllini,
hverki av arbeiðsfólki, ið
har starvast, ella av gest-
um, ið har koma.
Tubbaksroyking kann
vera eitt einkamál, men
hvar, ið roykt verður, er
eitt samfelagsmål, ið
rakar øll, ið eru á nánd,
bæði tey, sum roykja og
ikki minst tey, sum ikki
roykja. Sterri parturin av
fólki, ið vitjar hellina, eru
bern, og tey eru viðkvom,
og tað minsta man kann
bjóða teimum er eitt royk-
leyst umhvervi.
Árinið á heilsuna í
einum roykleysum um-
hvervi kemur ellum til
góðar. Tey, sum ikki
roykja, verða ikki uttan at
vilja tað, at koma í vanda
av tubbaksroyki, og
teimum skaðiligum
árinum, ið fylgja við, og
roykjarin: verður eggj-
aður til at minka um sína
nýtslu.æ
Foreldrini
hava eisini
uppiborið at vita, at tey
trygt kunnu lata bernini
niðan í hellina og vita, at
har er ikki loyvt at roykja.
WHO (Heimsheilsustovn-
urin) metir tubbaksnýtsl-
una og eina mest sigarett-
irnar at vera eina av teim
álvarsomu hóttanum
ímóti fólkaheilsuna og
biður limalondini viðgera
málið sum slíkt.
Hesa áheitan vilja vit
lata ganga til býráðslim-
irnar.
Heilbrigdi
Felag Móti
Tubbaksroyking
Bussferarar, hugsið um tey á.
gongubreytini
Sum ein av teimum, helst
ikki fáu, sum hava fingið
eina nýársheilsan frá buss-
rutuni í Havn 5. januar á
serstakan hátt — tað
hendi úti á Frælsinum
beint uttanfyri bedellhús-
ini hjá skúlanum á Treðni
kl. uml. 15,20 — havi eg
hetta lítla hjartasuff.
I tí ofta tøssuta veðr-
inum — sum nå miku-
dagin, tå ein bussur vid
nogvari ferå kom grøvandi
og harvid oysti allan krap-
an og evjuna inn å gongu-
breytina, so tann, id var
fyri, gjørdust gjøgnum-
bloyttur, var undirritadi
ut fyri hesu serligu aktu-
ellu heilsu frå Bussleidini.
Nú skal tað ikki burtur-
av lastast hinum, ið henda
dag koyrdi bussin, tað er
ikki tann beri stuttleiki at
koyra í slíkum líkindum.
Men, góðu bilferarar,
hugsi eitt sindur um tey á
gongubreytini. Tað ger
einki um tit koma ein
minutt seinri vegin fram,
so vit, ið enn brúka beinini
til tað tey eru ætlað, verða
spard fyri karmarnar
Havnafólk
við ongum bili
Alginatvirkið eina ferð enn
I Sosialinum fyri hósdagin
6. januar 1983 skrivar ein
fyrrverandi partaeigari í
Alginatvirkinum, Johan
Niclasen, millum annað, at
skrivarin í Menningar-
grunninum átti at »tænke
for han taler«. Her sipar
Johan til, at eg skal hava
sagt vid Dimmalætting,
hvussu stora skuld parta-
eigarnir i Alginatvirkinum
standa eftir vid, nu virkid
er selt å tvingsilssølu. Til
Johan og aðrar fyrrver-
andi partaeigarar, bædi i
Danmark og Bruxelles,
kann eg bert siga, at eg als
ikki havi givið Dimma-
lætting upplýsingar um
tykkara evt. skuld ella
hvussu stórt tap tit hava
havt av Alginatvirkinum.
Til seinast eini góð ráð
til tín Johan og aðrar
partaeigarar, haldi uppat
at geva ellum eðrum
skyldina fyri, at Alginat-
virkið fór av knóranum, tí
tit og bert tit hava alla
skyldina fyri, at tað gekk
sum tað gekk, tí tað skal
leitast = leingi eftir so
ósamdari nevnd
sum
tykkara, hvar formaðurin
situr í Bruxelles og er líka-
sælur. Í hesum sambandi
kann alt um tykkum
partaeigarar og nevnd
Alginatvirkisins sigast
við ti danska orðafellinum
>Man ber tænke for man
handler«
Martin Djurhuus
skrivari M.gr.
i dag, tysdag, fyllir Niels Hjemsten, i Klaksvik 85
ar.
Niels var ein av teimum, sum stovnaðu javn-
aðarfelagið i Norðoyggjum í 1930. Niels var sjó-
maður og førdi skip.
Hann er burturstaddur.