Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-01-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. januar 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 8 tíðindablaðið Nr. 6 — 15. januar 1985 tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tårfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Ein tøkk til góðar OTØKK er verdins løn. Hetta er Dimmalætting og løgmadur Pauli Ellefsen komin til. Í oddagrein i Dimmalætting hósdagin verður millum annað sagt, at løgmaður fekk 6tøkk fyri, at hann hevði borið fram beiska sannleikan um stóðu landsins, tå ið nýggja stýrið tók við, og fær enn størri 6tøkk fyri, at eftir hesum fyrstu tveimum árunum hjá hesum landsstýrinum, er stødan munandi betrað. Í slíkum føri man vera ikki sort ótakksamt at standa løgmaður í einum landi sum Føroyar! - JÚ, SANNILIGA, soleiðis stóð at lesa í Dimmu. Til hetta seinasta er fyrst at siga, at vit eru als íkki ósamdir við Dimmalætting. At vera løgmaður i Føroyum er eitt sera ótakksamt arbeiði. Hugsið td. um tey 10 — tíggju — árini, sum Atli Dam sat sum løgmaður! — Og Pauli Ellefsen sat sum and- støduleidari! Tå mundu ikki allar løtur = vera líka takksamar. Núverandi løgmadur gjørdi í hvussu er ikki løgmansstarvid lættari við sínum út um alt mark ósakliga andstødupolitikki. Tá hevði hann patentloysnir uppá eitt og alt. NU VILDI so (illa) til, at hesin sami andstøduleidari bleiv løgmadur. Við eitt vóru allar patentloysnirnar horvnar. Í staðin fyri eitt tíðar- skeið við miklum framburði og út- bygging á øllum økjum fingu vit fyri tveimum árum síðani eitt stýri, sum neyvan finnur sín líka nakra- staðni. Er tað hetta, ið løgmadur vil hava tøkk fyri? Og frá hverjum? SKULU vit siga tøkk fyri metið í handilsjavnahallinum uppá 400 milj. kr.? Tøkk fyri, at vit nú standa á berum í millumlandasiglingini? Tøkk fyri helikoptaramálið? Tøkk fyri niðurskurðin í heimahjálpini? Tøkk fyri øll uttanlandalånini? Og tøkk fyri nyggjårsrøduna? ?? NEI DIMMALÆTTING og Pauli Ellefsen. Tit eiga eina tøkk til- góðar hjá okkum. Og tað verður, tá hetta landsstýrið leggur frá sær. Tá — og ikki fyrr enn tá — skulu vit fáa eina stóra takk. NEI DIMMALÆTTING og Pauli Ellefsen. Tit eiga eina tøkk til- góðar hjá okkum. Og tað verður, tá hetta landsstýrið leggur frá sær. Tá — og ikki fyrr enn tá — skulu tit fáa eina stóra tøkk. Hilmar flongdi fólkaflokslimir- nar í marknadarnevndini — og teir tóku undir við norra-sátt- málanum Eru landsstýriskreppur- nar bert kávalótir, ætlaðar at káva út yvir tey veru- ligu vandamálini ? Hatta eru kávalótir "vóru tey gomlu von at hava fyri munni, um so var, at tey hevdu frænir av lótum, ið ætlaðar vóru fyri at fáa eitt hvat líka sum at hverva burtur úr dagligari talu millum manna. Kundi vera eitthvat, ið fyrifórst í bygdini, ið ikki varð hildið at vera nóg gott ella nóg heppið. Ella onkur hevði avrik- að okkurt, ið hann seinri kom at síggja, at bygdar- fólkinum ikki sýntist um. So varð funnið fram á eitt hvat, ið á frægasta hátt kundi káva út yvir tað, ið gjørt varð. Ketta nýtir jú henda framferðarháttin. Tað ræður um at fáa út yvir tað, ið gjørt er. Líkt kundi veri til, at landsstýrið og samgongan gera eina roynd á hesum eki. Teir royna við káva- lótum, at fáa teir fiski- vinnusáttmálar, ið níggju- mannaliðið kom heim aft- ur við, at hverva undir landsstýriskreppuni, ið teir royna at skapa, fyri at fólkið skal venda eygu síni handa vegin, og at fiski- vinnusåttmålarnir skulu eins og førast i skuggan av hesi kreppu. Hetta eru kávalótir ið duga. Men neyvan munnu teir, ið skulu liva av at veiða á føroyagrunnunum lata hesaar kávalótir ganga fram um grunnin, ið vit og komandi ættarlið skulu liva av. Tá ið ein hoyrdi leg- mann okkara í útvarpi- num greiða frá fiskivinnu- sáttmálum, ið hann var komin heim aftur við, so fekk ein frænir av, at allir hesir sáttmálar vóru gjørdir á einum hægri steði, enn undanfarin ár, men er hetta so? Nú er tað soleiðis, at menn hava roynt at ekt um meskavíddina, fyri at eira fiskastovnin mest meguligt. Tosað hevur verið um at seta meska- víddina upp til 155 mm, tí annars kann steðið verða tikið undan føroyska sam- felagnum. Fyri í skundi at fáa henda sáttmálan hevur níggju-mannaliðið hjá Paula Ellefsen og Hilmari Kass játtað 10 EF-trolar- um at trola innan fyri fer- oyska sjómarkið við 120 mm meskum, og á ávísum steðum við 100 mm eftir blálongu. Okkara egnu trolarar nýta eina meskavídd upp á 135 mm. Norra sáttmál- in er góðkendur í markn- aðarnevndini av sam- gongumonnum, og okkara trolarar kunnu fiska eyst- anfyri. Sum limur í løgtingsins marknaðarnevnd helt eg meg ikki kunna taka undir við hesum sáttmálanum, tí her var komið nakað nýtt inn í sáttmálan. Teir hevdu skert rættin hjá føroyingum við Svalbard at fiska rækjur. Tað vóru fleiri, ið mettu, at hetta ikki hoyrdi heima í einum fiskivinnusátt- mála. Vit mettu at teir skuldu verið heimaftur komnir til Feroya í fyrstu syftu við ongum sáttmála, og kanna hvussu steðan var heima til hesa avgerð, og so held- ur roynt aftur. Fleiri limir í marknaðar- nevndini mettu, at teir hevdu verið ov skjótir at undirskriva sáttmálan við Norra. Hesa meting hevdu eisini bæði fólka- floksumboðini. Teir vóru samdir við andsteðuni í hesum — júst tað, at heita á landsstýrið um at fara aftur til Noregs, og fáa rækjurnar burtur úr aftur sáttmálanum. Teir vórðu flongdir av Hilmari Kass, og tóku undir! Vit minnast atfinningar- nar, ið ferdar vóru ímóti undanfarna landsstýri, tá ið teir ferðaðust uttan- : lands til samráðingar um fiskiveiðisáttmálar. Pauli Ellefsen var vanur at siga, at hetta kundi ger- ast við einum frímerki ella gjøgnum telex. Nú er vent i holuni. Nú ferðast hesin sami maður sjálvur níggjundi í fylgi. Ein av fyrstu døgunum kemur so undan kavi, um landsstýriskreppan er gjørd — um hetta eru kávalótir, ið skulu skugga fyri tí óbótagerð at loyva fransmonnum at oyða okkara grunnar. Jergen Thomsen Nøkur orð um Føroya Jarðarráð Nú kenni eg ikki enda- málsorðingina hjá Feroya Jarðarráð, men eg vil meta, at tess endamál er at vera ráðgevandi og in- spirerandi fyri feroyskt jarðarbrúk, eins og tað við fíggjarligum tiltøkum skal stimbra og virka ny- skapandi føroyskum land- búnaði at gagni. Eftir at hava sitið í bý- ráðnum í góð tvey ár, og har havt eitt sindur at gjørt við Føroya Jarðar- ráð, má eg siga, at teir utt- an iva arbeiða eftir heilt eðrum endamálum. Nú er tað ikki feroyskt jarðar- brúk, ið skal stimbrast, men harafturímóti privat- persónar, eins og tað eisini vísir seg, at privat áhuga- mál viga tyngst í teirra av- gerðum. Fyri góðum ári síðani fór ein ungur maður hiðani undir at fyrireika eitt heilt nýtt tiltak innan føroysk- an landbúnað, nevniliga svínahald. ØI neyðug loyvi vóru fingin, og nú stóð á at útvega fígging og eitt egna grundeki at byggja stallin á. Sum eyð- vitað var, setti hann seg í samband við jarðarráðið fyri at loysa hesar spurn- ingar. Men måttøkan var keld og avvísandi. Hann fekk hverki stykki ei held- ur eina krónu, hverki sum lán ella studningur. Sjálvt tá sami maður sekti jarðarráðið - um stykkið, sum var sera væl- egnað, lá við sjógv og langt burtur frá aðrari bygging, fekk hann nei. Jarðarráðið hevði enntá latið burturav sama stykki til ídnaðarendamál fá ár frammanundan. Eitt annað, ið var vert at leggja merki til, var orða- ljóðið í aftursvarinum. Eitt kalt, avvísandi svar uttan eina einastu grund- geving. Men tá hevur Feroya Jarðarráð uttan iva verið undir ávikran av onkrum privatum monnum, sum ikki vildu tiltakinum lív lagað, ella tí, at jarðarráð- ið vildi hava svínahald norðanfjerðs. Tiltakið er -tó seinni vorðið veruleiki, tí har vóru aðrir stovnar, ið hevdu ein meira framtaks- hugaðan landbúnaðarpoli- tikk enn Feroya Jarðar- ráð. Seinasta megnartiltak- ið, jarðarráðið hevur tikið her í bygdini, fingu vit bræv um henda dagin. Har verður sagt frá, at jarðarráðið hevur sam- tykt, at selja einum pri- vatum manni eina helvt av einari leigutreð. Stykk- ið, sum selt verður, er 5.975 m', og prisurin er 250 kr. Nei, rætt stendur skrivað: 250 kr. Hetta er ein kvadratmetraprisur uppá góð 4 oyru. — Stykkið, talan er um, er av best hóskandi byggi- eki, sum byarskipanarætl- anin eisini vísir. Stykkið liggur til almennan veg, og ætlanin er at leggja kommunala kloakk gjøgnum júst sama stykk- ið, so hetta er við eðrum orðum kvadratmetraprís- ur fyri eitt hálvgum byggibúgvi eki. Ein treyt jarðarráðið tó setur er, at hús ikki mega byggjast uttan loyvi frá ráðnum. Men ein onnur treyt er, at jarðarráðið hevur rætt til við selu av treðni ella pertum av henni, at helvtin av keyps- peninginum fer í jarðar- grunnin. Við jarðarráðsins margháttliga arbeiðshátti, kann ein privat útstykk- ing skjótt gerast veru- leiki. Hesar knappar 6.000 m? kunnu utstykkjast til 10 grundøki, sum nå hava eitt seluvirði uppá minst eina hálva miljón. Við tí prísvekstri, ið vit hava í dag, verður seluvirðið um fá ár 6—700.000 kr., men sum sagt, keypsprísurin 17. des. 1982 var 250 kr. Alt hetta hendir, sjálvt um Tveroyrar býráð í sín- um ummæk av hesum máli, týðiliga ger jarðar- ráðnum greitt, at vit vilja ikki ganga umsóknini á meti, men heldur, sum átti at verið ein sjálvfylgja, at býráðið keypti stykkið til eina kommunala útstykk- ing. Málið hevur enntá verið tvær ferðir fyri í bý- ráðnum, nú og fyri fáum árum síðani, og báðu ferð- ir var býráðsins svar tað sama. Men hetta hjálpti eftir øllum at døma ikki, og so er at spyrja, hví? Jú, her hevur uttan iva ein ávísur kendur bygdarmaður, sum nú húsast í Tinganesi arbeitt væl fyri at tæna privatum áhugamálum, tí ein treyt við hesari látur- ligu selu var, at hin helvt- in av hesari trød 7.330 m? fall aftur til tað uppruna- liga festi, sum tingmaður- maðurin sjálvur umsitur. Opportunistar valdast. Og her situr so Tveroyr- ar býráð og sær, hvussu privat persónar og Feroya Jarðarráð senda dýrabar- ar, almennar jólagávur hver til annan. Vónandi er seinasta er- indi í hesum tragikomiska kvæði ikki kveðið. Jóannes Ejdesgaard