týsdagur 25. januar 1983síða 5
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 10 — 25. januar 1983
Landsstý rið fríkent:
tíðindablaðið
Starvsmannafelagið
ikki i iva:
Starvsmannafelagið hev-
ur longu avgjørt at appell-
era dómin hjá Feroya
rætti i sakarmálinum
millum felagið og Lands-
stýrið.
Ernst Hansen, formaður
í Starvsmannafelagnum,
Herverksbylgja
í Klaksvík
herverks-
skolað
Ein sonn
bylgja hevur
yvir Klaksvík nú eina
tíð.
Um vikuskiftið
vórðu rútar knústir í
báðum barnaskúlun-
um, Fornminnissavn-
inum og sethúsum.
Innbrot hava eisini
verið. Í einum handli
bleiv kortini onki stolið
men á einum virki vóru
nakrar hundrað krónur
horvnar.
Politiið hevði í gjár
ikki tikið nakran í sam-
bandi við herverkini og
. innbrotini.
Fríggjakveldið = og
leygarnáttina vóru
seks ferðsluóhapp í
Klaksvík.
Tann eini bilferarin
var tó atvoldin til tvey. ”
Hann koyrdi fyrst á ein
bil inni í býnum. Og
letu seinni fór hann út
av vegnum millum
bergholini.
Hann er skuldsettur
fyri at hava koyrt við
kenning.
hd
Onki sakarmál
um nýggjársbál
Ongin verðu skuld-
settur ella ákærdur fyri
nýggjársbálið í Runa-
vík í fjør.
Vanligt er, at bál
verður kynt á hevuðs-
vegnum í Runavík, við
havnina, nýggjárs-
aftan. Í fjør varð ein
maskinbátur, sum stóð
á havnarøkinum, drig-
in niðan á vegin, har
eldur varð settur á
hann.
Politiið í Runavík
sigur, at bátseigarin
hevur ikki meldað
hendingina. Politiið ger
tí ikki nakað við málið.
Báturin kolaðist
annars upp. Tí slekki-
liðið, sum kom á staðið,
fekk ikki frið at slokkja
eldin. Tá slanga var
sett til ein brandpost,
varð hon spent frá
aftur við knívi og
hvarv í mannamúgv-
uni. Hetta metir
politiid so ålvarsligt, at
tað nú kannar málið.
hd
segði í gjár, at hann hevði
ikki sæð dómin, uttan tað,
sum stóð í Dimmalætting
leygardagin.
Hann heldur, dómurin
er so burturvið, at hann
ikki tímir at gera viðmerk-
ingar til hann.
Starvsmannafelagið
stevndi
eftir 240.102 kr. umframt
rentu, 6% frá stevningar-
degnum 22. juni 1981.
Hetta er hýra til mann-
ingina á Magnusi Heina-
soni fyri mai og juni 1981.
Skipið lá hesar báðar mán-
aðirnar og Landsstýrið
vildi ikki gjalda hýru.
Starvsmannafelagið legði
tí pengarnar út. Tá Lands-
stýrið framvegis noktaði
at gjalda, avgjerdi Starvs-
mannafelagið at stevna
eftir pengunum.
Men Landsstýrið fekk
viðhald í Føroya rætti.
Landsstýrinum |
appellerar
Ongin avtala
Feroya rættur sigur í
dóminum, at menninir á
Magnuni Heinasoni ikki
voru starvsmenn (|t.v.s.
funktionerer sambært
funktionerlógini).
Men sáttmálin millum
Starvsmannafelagið = og
Landsstýrið hevur tó
undantaksreglur fyri
limir, sum ikki kunna
roknast sum starvsfólk.
Men, sigur Feroya rætt-
ur, ongin avtala um
Magnus Heinason var í
sáttmálanum, sum tá var.
Limir Starvsmannafelags-
ins, sum vóru við Magnusi
Heinasoni í apríl 1981,
hevdu tí ikki steðu sum
starvsmenn.
Og tí skal Landsstýrið
ikki gjalda hýruna fyri teir
báðar mánaðirnar, skipið
lá. hd
Súkklu-
felag
Ungdóms- og Menningar-
deild ÍSF's hevur tikið
stig til at stovnað verður
eitt súkklufelag, sum m.a.
skal skipa fyri kappsúkkl-
ing.
Byrjað verður í Havn,
men ætlanin er eisini at
fáa gongd á úti á bygd.
Í Havn eru 2 mans
farnir undir at fyrireika
stovnseting av felag, og
kunnu vit vænta fyrsta til-
takið hjá hesum felag
longu í vár.
Ungdóms- og Menn-
ingardeildin hevur verið í
samband við Danmarks
Cykle Union, sum er
sinnað at senda ein mann
til Feroyar í næsta mánað
at greiða frá um hesa hjá
okkum so ókendu ítrótta-
grein.
Í vár eru teir somuleiðis
sinnaðir at senda nakrar
danskar súkklarar higar
at sýna fram ítróttagrein-
ina.
Er annað, tit vilja
frætta um hetta mål,
kunnu tit seta týkkum í
samband við undirritaða.
Vinarligast
v. Ungdóms- og Menning-
ardeildina
Niels Nattestad
Doyði á staðnum
Ein ferðsluvanlukka í
Eysturoyarbergholinum
seinnapartin leygardagin
kravdi eitt mannalív.
Tann 44 ára gamli
Hansemann í Delum læt
lív, tá hann misti tamar-
haldið á bili sínum einar
600 metrar frá tí eystara
munnanum. Bilurin rakti
báðar bergholsveggirnar,
áðrenn hann steðgaði.
Hansemann í Delum
doyði á staðnum.
Politii í Runavík fekk
fráboðan um vanlukkuna
kl. 16,07 og heldur, hon er
hend millum kl. 15,30 og
15,45.
Bilurin, ein Renault
veruvognur, fekk stóran
skaða.
Feyk útav
Tíðliga mánamorgunin
tók vindurin ein persónbil
út av Oyggjar vegnum
sunnan fyri Lambafelli.
Bilurin fór ikki runt og
maðurin, sum var í, fekk
ikki skaða.
Tá Grenland fer úr Felagsmarknaðinum byrjar
nýggj tíð hjá fiskivinnuni
Grønlendingar úr EF:
Stór fiskivinnu-
ráðstevna í
Holsteinsborg
Reiðarafelegini í Fer-
oyum, Grønlandi, Is-
landi og Noregi skipa
fyri stórari og fjel-
broyttari ráðstevnu
um fiskiveiðu-
spurningar í Norðurat-
lantshavi í summar.
Ráðstevnan verður
hildin um mánaðar-
skiftið mai-juni í Hol-
steinsborg í Grenlandi,
og luttakararnir verða
einir 50 í tali.
Tað er grenlendska
reiðarafelagið AAK,
sum hevur tikið stig til
hesa ráðstevnu, serliga
tí at Grenland hevur
avgjørt at taka seg
burturúr Felags-
marknaðinum, og tí
kann rokna við um fá
ár ikki longur at skula
liggja undir EF-fiski-
vinnupolitikki, men
skal reka sín egna fiski-
vinnupolitikk.
Hendan stevnan
kann metast sum ein
liður í teimum gren-
lendsku fyrireik-
ingunum til egnan
fiskivinnupolitikk mót-
vegis grannalondunum
framvið Norðuratlants-
havi.
Ur Feroyum verða
einir seks umboðsmenn
og millum teirra, sum
fara at luttaka verða
formaðurin og næstfor-
maðurin í Feroya Reið-
arafelag Osmundur
Justinussen og
Torstein Vilhelm, for-
maðurin í Fiskivinnu-
ráðnum Karl Andreass-
en, fiskifreðingurin
Hjalti í Jákupsstovu,
formaðurin í Feroya
Fiskimannafelag Oli
Jacobsen og ein
skipari.
Å rådstevnuni, sum
varir eina viku, og
verður hildin í grøn-
lendska býnum Hol-
steinsborg, skulu fiski-
freðingar úr teimum
fýra londunum greiða
frá steðuni í fiska-
stovnunum í Norðurat-
lantshavi, og luttak-
ararnir skula viðgera
spurningin um góða og
skynsama rekt av
teimum ymsu stovn-
unum.
Fyrilestrar verða
eisini hildnir um fiski-
vinnu- og fiskiveiðu-
spurningar í hesum
londum kring Norður-
atlantshav, og fyri
Feroyar fer Karl
Andreassen at greiða
frá fiskiveiðiorku,
kvotum og TAC. Óli
Jacobsen fer at greiða
frá fiskaprísum, prís-
ásetingarskipanum og
hýrum, meðan Osmund
Justinussen skal siga
frá fridingartiltøkum,
meskareglum, reið-
skapsnýtslu og eðrum.
Ein partur av ráð-
stevnuni verður skip-
aður sum bólkaarbeiði,
har ein bólkur skal við-
gera spurningin um
optimala nýtslu av
rækju- og laksastovn-
unum í Norðuratlants-
havi. Ein annar bólkur
skal tosa um optimala
nýtslu av toska-,
kongafiska-, kalva- og
svartkalvastovnunum,
ein skal viðgera rektina
av ídnaðarfiskastovn-
unum, herundir eisini
svartkjaftinum og
tann fjórði bólkurin
skal viðgera spurn-
ingar í sambandi við
fiskiveiðieftirlit, frið-
ingartiltøk og fiska-
prisir i londunum kring
Norðuratlantshav.
Ætlanin er at halda
fleiri tílíkar ráðstevnur
í framtíðini, og seinni
er ætlanin eisini at
hava umboðsmenn fyri
canadisku fiskivinnuna
við.
I felags nevndini,
sum skipar fyri ráð-
stevnuni, eru Osmund-
ur Justinussen, Fer-
oyar, Ola Solbjørg,
Noreg, og Niels
Fensbo, Grønland.
|
|