týsdagur 25. januar 1983síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — Ivamál?
Ein spurningur, efla tíðindi, so ring til okkara.
Vi eru til reiðar!
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritøkum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Sleppa ikki at liva
i sinum egna landi
Umleið hálvannað
hundrað fólk hava í
Klaksvík sæð ljós-
myndir frá eini ferð í
Palestina, har Jógvan A.
Joensen, Leif Olsen og
Øssur Wintereig vóru
við í ferðalagnum.
Umframt at teir trígg-
ir hava vitjað skúlarnar í
Klaksvík, bleiv mynda-
reðin víst á bókasavn-
inum hóskveldið fyri
gott 30 fólkum.
Tað varð á ongan hátt
fjalt út yvir, at teir tóku
steðu við tí
palestinetiska fólkinum.
Ljósmyndareðin = varð
gjerd við tí endamáli, at
vísa steðuna í Palestina í
dag, út frá einum palest-
inentiskum sjónarmiði,
segdu teir.
- Vit meta, at tann
órættur, sum er gjerdur
ímóti fólkinum í Pales-
tina ikki er nóg væl
lýstur á feroysku press-
uni.
Steðan hjá tí
palestinetiska fólkinum
er altsamt versnandi.
Hóast tey skulu eitast
fyri at hava rætt at
búgva í tí sokallaða
Ísrael, verður lívsgrund-
arlagið so við og við
máað undan teimum. Tað
palestinentiska fólkið
verður troðkað burtur
frá egnum bústeðum og
sjálvt í flóttarlegum eru
tey ikki trygg.
— Eisini verður tað
gjørdur ein ótolandi
mannamunur í land-
„inum, hvat viðvíkur
arbeiði og útbúgving,
men eisini munurin í tí
vanliga gerandisdegn-
um.
— Málið eigur í dag at
verða, at arbeitt verður
fram ímóti einum stati,
har bæði fólkaslegini
sleppa at búgva í friði og
við jøvnum rættindum,
siga Jógvan, Leif og
Øssur.
Ljósmyndareðin fer ata
verða víst kring landið.
Aftaná sjálvar ljós-
myndirnar er hevi at
seta spurningar ella
koma við viðmerkingum.
Kveldið á bókasavn-
inum var væl eydnað.
Stra.
Trot á virknum
limum — ti skip-
ar amnesty fyri
skeiði
Næstformaðurin í norsku deildini skipar
fyri. Fangi í Suður-Korea, ið foroyska
deildin hevur arbeitt fyri, er latin leysur
Í døgunum 28. til 30
januar er ætlanin at skipa
fyri einum skeiði um
Amnesty International
Skeiðið verður hildið í
húsum Feroya Arbeiðara-
felags við Hoyvíkstjern,
og byrjað verður fríggja-
kveldið 28. januar kl. 19,30
við orienterandi fundi.
Endamálið við skeið-
inum er at upplýsa um
Amnesty International,
skipan, endamál og virkis-
hættir felagsskapsins í
arbeiðinum fyri manna-
rættindum víða um
heimin. Tað hevur
eydnast okkum at fáa
næstformannin fyri
norsku deildini av
Amnesty International,
Kjartan Serland, at
standa fyri“ skeiðinum.
Hann hevur virkað innan-
fyri felagið í nógv ár og er
vanur at standa fyri tílík-
um skeiðum, so tað er
einki at ivast í at luttak-
ararnir fáa nógv at vita.
Í mun til fólkataiið er
foroyska deildin óivað
tann stersta í heiminum,
og undirtekan í Feroyum
er eisini í aðrar mátar heilt
góð. Eitt nú hava nógvar
kommunur og stovnar
stuðlað arbeiðið væl við
peningahjálp. Bleðini
hava eisini altíð verið
ógvuliga makaleys og
taka upp tíðindi um
arbeiðið hjá Amnesty
International.
Kortini er trotið á aktiv-
um limum stórt, og i
longdini verður arbeiðið
ov strævið hjá teimum ov
fáu limunum, ið starvast
regluliga við brævskriv-
ing og eðrum. Nevndin
vónar at eitt tílíkt skeið
fer at vekja áhuga hjá
fleiri limum fyri arbeið-
inum, og á hendan hátt fáa
enn betri burturúr í fram-
tíðini.
Tey, ið hava áhuga at
luttaka í skeiðinum, verða
biðin um at siga frá á tele-
fon 12257 ella 11569.
Vit hava júst nú fingið
at vita at ein fangi í Suður-
Korea, ið feroyska deildin
hevur arbeitt fyri, er latin
leysur. Tað er ein student-
ur CHO Tae-won, ið varð
settur fastur í 1980 fyri at
hava luttikið í fridarligari
kravgongu. Hann fekk 3
ára fongsul, og feroyska
deildin hevur skrivað eitt
ótal av brevum til
myndugleikarnar í Suður-
Korea við áheitanum um
leysgeving av honum. Tað
eydnaðist at endanum og
kann takast sum eitt
prógv um at tað hóast alt
nyttar at arbeiða fyri betri
korum hjá teimum, ið
verða revsað fyri tílíkt
sum vit taka sum ein
sjálvsagdan rætt.
AI — Feroya deild
Oli í Aarstovu
Í Norðlýsinum hevur
Oli Dahl ummæli av
sjónleikinum fríggj-
araflekjan. Oli skriv-
ar: »Nu er tað so
ymiskt sum fólki
líkar. Skemt ella ál
ara. Men eg haldi, at í
hesi tungu myrku,
keldu og tristu tíð
kemur fríggjaraflekj-
an sum ein sól-
strála...“
A, jú. Hetta var so
metingin hjá Ola eftir
at sjálvsstýrisflokk-
urin hevur sitið í
landsstýrinum í tvey
ár.
Fylg við,
hvat hendir
— les
SOSIALIN
Eg havi altid ljós á
sukkluni
Meinar tú tað, at
tú er profetur?
Eg eri keisari.
...nei hygg hvussu handa spettan
brestir við nakkanum!