hósdagur 27. januar 1983síða 7
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 11 — 27. januar 1983
— Hví heldur tú Olaf
Olsen ynskir at
sleppa frá sum lands-
stýrismaður?
Steinbjern Lillá, full-
trúi:
— Eg hevði ikki vilj-
að verið fiskimálaráð-
harri undir Paula
Ellefsen sum leg-
manni, sum jú skal
hava sín vilja igjøgn-
um fyri einhvenn
prís. Fyrst gevur
hann fransum loyvi
at fiska við smærri
meskum undir Fer-
oyum og so letur
hann yvirvaldsrættin
av Svalbardsleið-
unum til norðmenn,
nakað sum teir onga
heimild hava til.
Hetta trumfar leg-
maður igjøgnum
ímóti Olaf'sa vilja.
Tað eru neyvan
aðrar grundir enn
samarbeiðstrupulleik-
ar í landsstýrinum,
sum eru orsekin til, at
Olaf vil frá, og tað vil
eg eisini kalla persón-
ligar orsekir. Eg
hevði ikki sum fiski-
málaráðharri funnið
meg í yvirfyri samfel-
agnum at fáa slíkt
trýst niður yvir heys-
in.
Eg kenni Olaf
Olsen sum ein mann
við ábyrgd fyri sínum
arbeiðseki, og eg
trúgvi hann er væl
vitandi um tað hann
ger í hesum ferinum.
Nú fer hann í tingið,
og har kann hann
lættliga koppa lands-
stýrinum, um hann
vil tað.
Steinbjørn í Dali,
skrivstovumaður:
— Eg hevði ikki vilj-
að sitið í Olaf'sa stað
í slíkum klandursholi
sum úti í Tinganesi,
har øll mál verða
blokerað av Paula
Ellefsen. Alt bendir
á, at eingin kann
arbeiða saman við
verandi legmanni.
Annars haldi eg, tað
er rætt av Olafi Olsen
at taka hetta stigið
nú, tí hetta setir eitt
spurnartekin við
Paula Ellefsen.
Okkurt má henda, tí
ell týðandi samfel-
agsmál verða bloker-
að í Tinganesi bert av
einum manni.
- -
SN s0Slalurin
Lenarkravið altid strids-
spurningur men aftanå
samrådingarnar yvirbjóða
arbeidsgevarar hvønn
annan
sjónarmið
Ídag:
Høgni Højgaard, formaður í
Havnar Handverkarafelag
Um vit líta aftur um bak, kunnu
vit siga, at tey tvey seinastu árini
royndust væl betur til arbeiði,
enn nakar tordi at rokna við, tá
sáttmálarnir vóru gjerdir. Í
Havnini hevur verið so mikið av
handverksarbeiði, at tað hevur
ikki fingist nokk av handverk-
arum innan ávísar handverks-
greinir. Tó má ásannast, at úti
um landið hevur tað verið slakari.
Har hevur ofta knípt at fingið
varandi arbeiði.
Tað er at fegnast um, at Tórs-
havnar kommuna hevur samtykt
at seta arbeiðsávísing á stovn.
Enn er hetta ikki komið at virka,
men vónandi gongur ikki alt ov
long tíð, til hetta kemur í fasta
legu. Spell er, at vit ikki hava
fingið eina almenna, landsumfat-
andi arbeiðsávísing.
I hesum sáttmála skeiðnum
eydnaðist at fáa tann fyrsta sátt-
málan við Feroya Landsstýri um
fastløntar handverkarar í lands-
ins tænastu. Eisini kann nevnast,
at nú kunnu allir limirnir í Havn
fáa eina ókeypis lívstrygging frá
felagnum.
Tilgongdin av lærlingum er nú
aftur eftir ein steðg stødugt vaks-
andi. Hetta er at fegnast um. Til-
gongdin innan málarafakið er
næstan útdeyð. Til el- og autofak-
ið er tilgongdin ievn, meðan tað
fyri jarnsmiðir og maskinsmiðir
er vaksandi. Fyri húsasmiðir og
snikkarar er tilgongdin eitt
sindur ójevn, men so líðandi
vaksandi.
Tað er eisini at fegnast um at
Tekniski Skúlin er farin at skipa
fyri skeiðum í eftirútbúgving.
Higartil hevur hetta bert verið
fyri avmarkaðar handverksgrein-
ir, men nú eru útlit at hóma, so
vit tora at vóna, at tað verður
gjørt meira við at eftirútbúgva
handverkarar. Henda eftirút-
búgving kemur bæði tí einstaka
og arbeiðsgevaranum til góðar. Á
nógvum ekjum gongur útvikling-
urin so skjótt, at skulu vit vera
kappingarførir, er neyðugt við
eftirútbúgving. Umsteðurnar á
Tekniska Skúlanum eru blivnar
munandi betur enn fyrr, nú er út-
gerðin á verkstaðardeildunum á
hædd við tað, sum verður nýtt
aðrarstaðir. Tó er eftir at vóna, at
skúlin kann fáa síni egnu hølir,
sum ætlanin var, tá farið varð
undur skúlaheimsbyggingina.
Eisini kann nevnast, at tað
samarbeiði, sum nú er byrjað á
norðuratlantiskum plani, er við
til at útvíðka okkara sjónarring.
Har kunnu vit læra og síggja,
hvussu korini hjá oðrum eru. Til
demis í Grenlandi hava teir tveir
vinnuskúlar, meðan vit í Før-
oyum ongan hava.
Tað eru nógv onnur demi um
bæði sosialar og økonomiskar
fyrimunir í okkara grannalond-
um, sum vit ikki hava.
Hesir fyrimunir — umframt
lønina — gera, at sleppast kann
undan fleiri fostum útreiðslum til
tryggingar og annað, sum annars
skuldi verið goldið av lenini
aftur.
I hesum sáttmálaskeiðnum
slapst heldur ikki undan nøkrum
av hesum óhugnaligu uppsagn-
unum av fólki, sum kann fáa ein
at ivast, um ein er staddur í
Feroyum ella í onkrum eðrum
ávísum londum. Hesar uppsagnir
eru tíðum væl kamufleraðar, men
ein og hver veit, hvat liggur
aftanfyri. Tað verður sagt, at í
Feroyum er frælsi bæði til at
skriva og tala, men hvussu langt
gongur hetta frælsi? Eitt er
givið, tú kanst bæði skriva og
tala, men eitt er vist, at tú kemur
sjálvur at merkja avleiðingarnar
av hesum. Hetta ger, at tað eru
so fá, sum tora at krevja sín
sjálvsagda rætt á arbeiðspláss-
inum, sjálvt um hesin rættur er
sáttmálabundin ella lógarfestur.
Nú er aftur at hoyra, at tað er
ikki so nógv arbeiði í væntu, men
tað er kanska ikki so legið, tí nú
er bert stutt tíð, til sáttmálarnir
verða uppsagdir.
Tað hevur verið vanligt, tá lítið
er av arbeiði, at ein viss >skrekk-
kampanja« fer í gongd frå ar-
beiðsgevarans síðu. Hetta er
allarhelst gjort fyri at taka mótið
frá fólki, so at tey missa stríðs-
hugin og prísa seg lukkuligan
bara tað eydnast ikki at missa
arbeiðið. Hesin prísurin fyri ikki
at missa arbeiðið kann blíva
dýrur, um talan er um fleiri sátt-
málaskeið.
Tá føroyski handverkarin setur
fram krev um meira len, verður
hetta við samráðingar til ein stór-
an stríðsspurning. Men tá sátt-
málarnir = eru undirskrivadir,
kunnu somu menn yvirbjóða
hvønn annan, tá teir sekja eftir
fólki. Tað eru fleiri føroyingar,
sum fáa nakrar krónir meira um
tíman enn sáttmálin sigur, men
tað er lítið móti teimum fyri-
mununum sum teir útlendsku
handverkarnir fáa í Ferovum. Ég
kann taka demi sum eru heilt
vanligt og sum eg havi prógv
fyri. Á somu arbeiðsplássum
arbeiða føroyingar og útlend-
ingar. Feroyingarnir fáa løn eftir
sáttmálanum, sum gevur umleið
niggju-tiggju túsund um månan,
meðan útlendingarnir hava
avtalu um fast yvirtímatal um
vikuna, frían bústað og pening
fyri kost. Hetta samanlagt gevur
nítjan túsund um mánan.
Tað er ikki bara arbeiðsgevarin
sum hevur skyldina fyri henda
mismunin, men ofta eru tað teir,
sum bjóða arbeiðini út, sum á
henda hátt hundsa við almennum
pengum, sum verða lætnir til al-
mennar og kommunalar bygg-
ingar.
Um tí føroyska handverk-
aranum varð bjóðað hetta, tá
sekt varð eftir fólki, hevði
neyvan verið neyðugt at sekt
eftir handverkarum uttanlands.
So verður sagt, at tann fer-
oyski handverkarin ikki klárar
seg so væl í arbeiðnum sum út-
lendingar. Hetta er sjálvandi
mesn og verður sagt fyri at rætt-
vísgera eina diskriminering av
foroyingum. Um handverkarar
her á landi onki duga, kann
skyldin bara liggja hjá arbeiðs-
gevaranum sjálvum, sum upp-
lærir handverkararnar.
Demir eru um stórar fyritekur,
sum hava arbeitt her á landi í eini
tjúgu ár, men ongantíð havt ein
einasta drong ella mann í læru.
Vilja tit hava nokk av góðari før-
oyskari arbeiðsmegi, so taki
føroyingar í læru, so fáa tit hand-
verkarar ið svara til tykkara
format. Tit fáa ikki góðar hand-
verkarar við einvísari profittjagt,
sum er baserað upp á letuvinn-
ing.
Tað er hugstoytt at síggja, at
fleiri og fleiri føroyskar byggi-
fyritøkur meira og minni virka
sum agentar og strámenn fyri út-
lendskar fyritøkur.
Nu er tid til, at vit ganga i
okkum sjålvar, og at allar fram-
burðshugaðar kreftir i hesum
landi finna saman, so at vit
saman við arbeiðsgevarunum
kunnu finna fram til gongdar
leiðir arbeiðinum viðvíkjandi. So
sterri mun koma at fram
leiða alt tað, vit hava brúk fyri í
samfelagnum.
Um meguleiki var skaptur fyri
at vit 1
at framleiða meir og meir av tí
lidugtgjørda, sum vit annars
flyta inn, var ongin vandi fyri
arbeiðsloysi, og so kundu øll tey
ungu, sum kanska onki vita sær,
fingið lærupláss ella arbeiði.
Tað kann roknast við, at sátt-
málarnir verða uppsagdir nú í
vár. Hvat í fer at koma burtur úr
hesum samráðingunum er sjálv-
andi ilt at siga nú. Sum tað er
sagt fyrr hoyrist, at tað meguliga
verður gjert nakað frá polittisk-
ari síðu við prístalið. Um hetta er
so, vil eg heita á politikkararnar,
sum at fáa hetta gjert beinan
veg, so at vit vita á hverjum
grundarlagi vit skulu samráðast
út frá.
Eg vil ikki hopa, at tað aftur
hesaferð verður bíðað, til allir
sáttmálar eru gjerdir, at tað tá
verður broytt upp á prístalsút-
rokningina. Hetta hevur fyrr
verið gjørt og hevur tá virkað
sum ein knívur í ryggin á lenmót-
takarunum
Sárini av hesum koma at hava
langa tíð um at grødast.
Tann vinningssteðgurin sum
varð settur fyri tveimum árum
síðan virkaði kanska tað fyrstu
tíðina, men sum gongdin er nú,
hevur hann lítlan og ongan týdn-
ing.
Eina arheiðaraverndarlóg hava
vit fingið. Leingi varð bíða eftir
henni, men nú er hon so í gildi.
Henda lóg er gjerd til frama fyri
arbeiðaran, til at verja hann
ímóti skaðatilburðum og ellum
teimum heilsudrepandi ávirkan-
um, sum kunnu koma fram undir
arbeiðinum.
Tað er harmuligt at síggja,
hvussu illa henda lóg verður yvir-
hildin, einahelst av tí at fólk ikki
torir at krevja sín rætt.
Mín áheitan skal vera: hand-
verkarar veljið tykkum trygg-
leikaumboð á ellum plássum og
krevjið tykkara rætt.
Tað er tykkara egna heilsa,
sum stendur í vága. Tá tit hava
mist hana, spyr ongin arbeiðs-
gevari eftir tykkum meira.
Krevja vit ikki sjálvir tað, sum
vit hava lógligan rætt til, fáa vit
onki.
Tað vera fáir arbeidsgevarar,
sum koma at geva okkum nakað.