Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-01-29, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 29. januar 1983síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Leygardagur 29. januar 1983 Herverk, innbrot, misbrúk av rúsandi evnum. Nógu ung finna ongantíð út av at tilpassa seg í lívinum, men hvi… ? hasardkoyring og rættinum Ungdómssíðan hevur vent sær til Magnus Isaksen, sum hevur lært til sosial- ráðgevara, og til Karste n Hansen, sum er steðleiðari á politisteðini í Klaksvík, fyri at fáa nakrar hugsanir fram, hví tað er so nógvur kriminalitetur millum fer- oyskan ungdóm. — Tey allar flestu, sum koma í holt við politiið or- sakað av harðskapi, her- verki ella innbrotum, hava tað ikki so lætt í lívinum. Tað eru ofta netupp tey, sum vóru happað ella ikki kláraðu seg so væl í skúl- anum. Sum koma frá ótryggum heimum, har skeldarí og penganeyð eru vanlig, sigur Magnus Isaksen. — Tað eru nógvar so- kallaðar problemfamiljur í Føroyum. Við eðrum orðum, fólk, sum ikki hava nóg góða samveru við onnur menniskju. Tey trívast kanska ikki á arbeiðsplássinum, ella mangla evnini at kontakta onnur. Trupulleikar í heiminum smitta skjótt barnið, sum eisini verður merkt av tí. Betri ein hjálpandi hond, enn ein spill- andi tunga — Tað er rættiliga ringt at koma kriminalitetinum til lívs. Men ein leið at ganga, trúgvi eg er, at vit taka ímóti trupulleikunum, og royna at loysa teir á ein meira menniskjansligan hátt enn nú verður prakti- serað. Tað nyttar ikki nakað at brynja seg út við meira politii á getunum. Heldur skulu- vit hava nakað at bjóða ungdómi, sum er rótleysur ella á onkran hátt hevur tað trupult í lívinum. Í staðin fyri at slatra og illgita um frávíkjandi fam- iljur, skulu vit í staðin javnseta og virðismeta okkara medmenniskju, og læra hvenn annan veruliga at kenna, heldur Magnus Ísaksen. Lítil kriminalitetur millum gentur Og hann heldur fran. — Hóast gentur verða á sama hátt sum dreingir, happaðar og tilsíðissettar, er tað nógv vanligari, at tað eru dreingirnir, ið bróta lógirnar. Men sum nú er, hevur ein drongur verri við at liva upp til mansrolluna enn tað evugta. Tað at ein drongur ikki klárar at verða tann stóri, dugnaligi maðurin, ferir ofta við sær at hann á annan hátt noyðist at hevja seg. Tá verða meguleikarnir brád- liga nógvir. Fyrsta sigarettin verður tendrað, og kenningin skal roynast. Ógvuliga lætt er at bróta nakrar rútar, men tað er sterri æra í einum inn- broti, umframt at tað kann geva annan vinning eisini. Ikki kapping millum spekulantar — Tað hevur nógv at siga, at vit hava tilboð til ung- dómin, so sum eitt stað, har hann kann koma saman til skemt og álvara. Eitt ungdómshús, har tey ungu kunna finna eitt gott samanhald og vinarlag. Tað krevur tó, at teir sum ráða fyri borgum verða meria vinarligir yvir fyri ungdómsarbeiði sum heild. Ungdómsarbeiðið eigur ikki at verða ein kapping millum spekulantar, hver ið klárar at toga oyruni hjá ungdóminum upp úr buksulummanum. Men eitt heimligt stað, har vinningurin fer aftur til ungdómin. Skúlin hevur eisini eina ótrúliga ávirkan. Tann harða kappingin um at duga best frásorterar tíð- liga bern, sum koma í skúla uttan forkunnleika. Tá ið so tann fyrsta karak- terbókin verður býtt út, vita oll, hver ið er sibbi og lítiðvitandi. Lættari verður tá eisini hjá bern- unum at vita, hvenn tey skulu happa, sigur Magnus Ísaksen Manglandi kærleiki og umsorgan Karsten Hansen, steðleið- ari, sigur, at herverk van- liga verða framd av ung- dómi millum 13 og 17 ár. tá ið tað snýr seg um væl fyriskipað innbrot ella kravgongur, eru ofta eldri innblandað. Ungdómar, sum gera herverk, bróta inn, ella á annan hátt bróta lógirnar, hava sum oftast trupul- leikar í heiminum. Teim- um mangla kærleika og umsorgan frá foreldrun- um. Uppgávan „ hjá politinum er at skapa frið, at temja og forða atgerð- um móti samfelagnum. Men samfelagið ger ov lítið fyri at vinna á trupul- leikunum. Politiið átti at havt meiri pening at ráða yvir. Tá kundu vit tikið okkum meira av problembern- unum. Vit høvdu havt betri meguleikar at vitja skúlarnar og á tann hátt komið á tal við ungdómin. Eftirlitið um næturnar kundi eisini verið betri, um vit vóru nakað betur mannaðir. Vit mugu miða ímóti, at forholdið millum politi, borgarar og ungdómin verður betri. Ofta verður politiið brúkt sum ein ræðumynd, og úrslitið verður sjálv- andi, at nógv fáa eitt ónátúrligt forhold til okkum, sigur Karsten Hansen. Nyttar lítið við mildum ávaringum — Tá id fólk bróta lógirnar er tað okkara uppgáva, at viðkomandi kemur at standa til svars fyri sínar atgerðir. Tey flestu av teimum ungu, sum vit handtaka, koma frá buld- raligum heimum, har for- eldrini ikki eru serliga fyri- myndarlig sum so. Men vit kunna ikki keypa eitt úrslit. Tað nyttar ikki, at, foreldur uppala bernini eftir ávísum reglum, um UNGDÓMSSÍÐAN Fyrst verða vit lærd at tosa. So verða vit biðin um at tiga. tey sjálvi ikki lúka treyt- irnar. Tað loysir seg ikki at bera yvir við ungdómi, sum hevur forbrotið seg. Tað nyttar lítið við ávar- ingum, bótum og beting- aðum dómum. Tað er frægari at geva harðari revsing beinan vegin. Annars ger tann ungi lóg- arbrótarin ofta fleiri brot, áðrenn hann av álvara merkir, at hamarin fellur. Linari lógir nytta ikki, tí tá veksur bara talið av herverkum. Trúgvandi ungdóm- ur lættari at hava við at gera Tað er torfert at vita, hvussu ein fyribyrgir kriminaliteti millum ung- dóm. Tó hava vit ikki havt trupulleikar við trúgvandi ungdómi. Tað sigur nakað um, at ungdómurin, sum hevur eitt lívsinnihald, ikki er í mótstríð við lógirnar. Tey hava meguleikan at vera við í einum góðum ung- dómsarbeiði i samkomuni. Føroyskt politi Tað vildi verið munandi betur, um politiið varð N — Tað loysir seg ikki at bera yvir við ungfólki, sum brýtur lógirnar, sigur Karsten Hansen. Myndin tikin uttan fyri Feroya rætt eftir ófriðin í Havn í august 1981 feroyskt. Tá kundu vit betur lagað arbeiðið eftir umsteðunum. Tað loysir seg ikki at tjokka gøt- urnar við politistum. Men, sum steðan er nú, vildi tað verið avgerandi fyri- munur, um vit vóru heldur fleiri, heldur Karsten Hansen. — Lógarbrotini hava verið vaksandi seinastu árini. Vit hava fleiri sakir, sum vit arbeiða við. Tað eru serliga herverk og inn- brot, sum politiið í Klaks- vík hevur at dragast við. Men vit arbeiða eisini við onkrari narkotikasak og skilaleysari koyring. Tað er tó ikki ein ávísur bólkur í samfelagnum, sum koyrir skjótt og skilaleyst. Men tað eru ungdómar úr alskyns bólkum, sum taka lut í hesi vandakoyring, endar Karsten Hansen Stra.