Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-02-01, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 1. februar 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Javnaðarflokkurin ella »kaos« Í OLAVSØKURØDUM, nyggjårs- rødum og ødrum rødum vid hevur sitandi løgmadur ferð eftir ferð sóknast eftir eini andstødu á Tingi. Hann hevur fleiri ferðir spurt, nær andsteðan fer at fáa fótin fyri seg sum andstøda. TREYTIN fyri at ein andstøda kann virka, er tann, at vit fyrst hava eina virkna samgongu, men eina tílíka hava vit tíverri ikki. Á Tingi hava vit onga samgongu. Vit hava bert andstødur og hetta kemst av, at teir sum tóku sær ábyrgdina av at stýra landinum veruliga onga ábyrgd kenna. BORGARLIGA alternativið hevur spælt fallitt. Hevuðsleikararnir í hesum spæli eru teir báðir stóru samgonguflokkarnir: Sambands- flokkurin og Fólkaflokkurin. Sein- ast hesir sótu saman í samgongu var í tíðarskeiðnum frá 1950 til 58. Hetta vóru døpur ár fyri føroyingar og Feroyar. Har kom einki av skafti. TEY ÁRINI høvdu vit størsta arbeiðs- og vinnuloysi, nakar veit um f nýggjari tíð. Føroyingar í tús- undatali vórðu noyddir av land- inum fyri at vinna sær og sínum til líusins uppihald. Øll havna- og Felagið Landleiðin: Daggamal fiskur má úr Ráfiska- vegagerð lá á láni. Tað sama kann sigast um sosiallóggávuna. Somu- leiðis um heilsuverkið, skúlaverk- ið o.s.fr. SAMA ÓSKILIÐ hevur verið hesi tvey árini. Einki kemur av skafti. Talið av óloystum málum veksur dag frá degi. Ruðuleikin gerst alsamt stórri og stórri. Hetta er alt til óbótaligan skaða fyri føroyingar og Feroyar. Men stríðið í sam- gonguni heldur fram. Eingin av samgonguflokkunum tykist tora taka stig til at fåa ein enda av hesi naggatédn. Z HESIR flokkar tóku sær ábyrgd av at stjórna landinum. Hetta megnaðu teir ikki. Tað er endaliga prógvað hesi tvey árini. Tað er sligið fast við 10-tummaseymi. Men tað sum verri er: eingin torir at taka ta ábyrgd á seg at áa ein enda á hesum 6skili. TÁ TALAN er um at stjórna land- inum eru tað í øllum førum tveir flokkar, sum hava diskvalifiserað seg, og hesir eru teir báðir stóru samgonguflokkarnir, Sambands- flokkurin og Fólkaflokkurin. SAMSTUNDIS hava vit fingið haldgóð prógv fyri, at tað ber ikki til at stjórna landinum uttan hjálp frá Javnaðarflokkinum. Eitt kom- andi val — nú ella seinri — má tí standa millum tveir meguleikar: Javnaðarflokkurin ella »kaos«! grunninum og fáa betri pris Felagið Landleiðin vísir í einari frágreiðing á, at íslandskvotan í 1981 gav trolaramonnunum 130.000 kr. í part, meðan snellu- og línumenn fingu 60.000 kr. Men trolararnir nýttu 115.000 kr. pr. mann, meðan snellu- og línubátarnir brúktu 10.500 kr. pr. mann Á fundi við fiskivinnu- nevnd løgtingsins 11/1 1982, førdi felagid »Land- leidin« fram nakrar hug- leiðingar, felagið kemur at arbeiða við. Fiskinevndarformaðurin bað eftir fundin um at fáa nakað av tí, fram var farið, fest á blað. Tí henda frágreiðing. Felag okkara metir, at fiskivinnunevndin sbr. legtingslóg nr. 8 29/3—78, broytt 6/5—82, skuldi havt eina so stóra ávirkan á fiskimynstur okkara, at náttúrligt er, at venda sær til tað forum fyrst. 1. Sbr. nýliga kunn- gjørda álit fiskivinnuráðs- ins, og vísandi til málsetn- ing ráðsins 1 & 2 verður heitt á fiskivinnunevnd- ina um dyggiliga og bein- anvegin at taka undir við friðingarætlanum ráðsins: frá Mýlingi til Fugloynna 3 ár, og ekið vestan Sand- oynna verður friðað 1. mars 30. mai. Hermenn Tað er makaleyst hvat kann koma á pappíri. Friðarfólk skrivaði nú ein dagin um leikutoy og klæðir sum ímynda ófrið. Hevur fingið ilt av goml- um herklæðum og leiku- toy undir jólatrænum. Væl kann man fáa mein av at detta úr einum jóla- træ ella av at stinga seg av einari leikutoys- bayonett. Men hvussu mangar glaðar letur hava smádreingir ikki havt av spæli við tinsoldátar og krígsskip. At fyrigigla fólki at fer- oyingar eru so friðelsk- andi, at teir skýggja alt sum hevur við herval at gera er at siga at svart er hvítt. Skulu vit so eisini til at klippa í okkara gomlu kvæðamentan, sum fyri stóran part handlar um bardagar og annað stríð? ein teirra tjak og meiningar Vit gera lesarar okkara varugar við, at treytin fyri at fáa lesarabrøv upptikin undir hesum teiginum er, at blað- stjórnin veit,-hver hev- ur skrivað brevini. Biðið verður um, at fiskivinnunevndin tekur stig til at broyta kunngerð nr. 20 frá 29/4—81, so hon samsvarar hesum tilmæl- um frá komandi vártíð at rokna. 2. Sbr. upplýsingum fiskivinnu ráðsins, so kundu vit við betri stovns- rekt fiska ca. 36.000 tons meira av upsa, toski og hýsu enn meguligt var í 1981. Henda meirnegd vildi av fyrstafloks góðsku givið eitt fyrstahonds meirvirði til tjóðina uppá 350—400 milliónir. Felag okkara metir, at tjóð okkara átti ikki havt ráð til at verið hetta fyri uttan, og um tikið verður undir við pkt. 1, so meta vit meguleika vera fyri, at nærkast endamálinum. 3. Góðska: Ferskur daggamal fiskur er og eigur at verða fyrsta floks góðska. Húkaveiddur fiskur er gjøgnumgangandi av betri góðsku enn fiskur, veiddur við eðrum veiði- amboðum. Soleiðis eigur henda vera, um hon verður mark- nadarførd rætt, og mark- nadarførd leyst av eðrum fiskaverum, at geva góðan marknaðarprís. | Hyggur ein so at, hvussu prísáset- ingin viðger henda partin, so sæst, at her má mis- skiljan vera íkomin. Nr. 13 — 1. februar 1983 Hevur nakar javnaðar- flokkur havt helvtina av atkveðunum ? Nú eitt kveldið komu vit nakrir kammeratar at diskutera um poli- tikk og sosialismu og javnaðarflokkar. Onk- ur vildi vera við, at so skjótt ein javnaðar- flokkur fór at fáa meiri- luta, so fór hann at fremja sosialismu eftir russiskum mynstri, men tað hildu vit aðrir ikki. Nú er tað, at vit fara at spyrja, um nakar javnaðarflokkur í onkrum norrenum landi hevur havt meiri- luta einsamallur. Kann Sosialurin upplýsa okkum tað? Per og Hegni Í Sveríki Mær vitandi er tað bert tann svenski javnaðar- flokkurin, Sveriges Socialdemokratiske Ar- bejderparti, sum hevur havt yvir 50 pst. av at- kvødunum. Danski javnadarflokkurin hev- ur onkuntíð havt nøkur og 40 pst. og tad hevur norski arbeidaraflokk- urin eisini. Hann hevur Sbr.: prísmunaruppgerð råfiskagrunnsins 20/13-82 gjalda T- og H-sløgini 0,83 kr./kg inn i grunn. U-sløg- ini 1,38 kr/kg ut. Sbr. meting råfiskagrunnsins 4/1—82 roknast fiskad i 1982: T & H 40.000 tons, U 35.000 tons. Taka vit omannevndu uppgerå sum dømi, so gjalda T & H 33 mill. inn i grunn, U. 49 mill. åt år grunni. Um T & H fingu sama úr grunni sum U, vildi bátur við 5 monnum, í 1982, ið fiskaði 200 tons av T & H, kunna givið 44—45.000 kr. meira í mannskapspart. Felag okkara leggur á- herðslu á góðskuna. Vit krevja ferskan daggamlan fisk út úr ráfiskagrunn- inum, og lagdan í ein prís- klassa ovari, har hann natúrliga hoyrir heima. 4. Íslandskvotan. Býti 1981. Trolbátar 6: 6021 tons 35,4% 78 man, 77 tons pr mann. Línubátar 17: 7094 tons 41,7% 240 mans, 29 tons pr man. Snellubåtar 40: 3822 tons 22,4% 280 mans, 13 tons pr mann. Trolarnir nyttu til at fiska kvotuna ca. 9 mill. kr. i olju, 1,50 kr./kg., ella 115.000 kr. pr. mann. Hyra ca. 10,2 mill. kr. ca. 1,70 pr/kg., hyra pr. mann ca. 130.000 kr. nærkast teimum 50 prosentunum. Seinast svenski javn- adarflokkurin hevdi helvtina av atkvødun- um var í 1968. Við kommunuvalid tad årid, fekk hann 50,1 pst. Seks år framman- undan, í 1962 heuði hann 50,5 pst. av at- kvødunum. Men í 40- unum hevði hann upp aftur størri undirtøku. Í 1940 fekk svenski ar- beidaraflokkurin 53,8 pst., i 42 50,3 pst., med- an flokkurin i 1938 hevdi 50,4 pst., av velj- arunum aftan fyri seg. Nidan fyri 40 pst. hevur svenski flokkur- in ikki verið síðan 1926, tá hann heuði 37,0 pst. I meðal hevur hann havt úr 43 upp i 47 pst. av atkveðunum tey seinastu 50 árini. Til sammetingar kann nevnast, at for- oyski javnaðarflokk- urin hevur í dag um 22 pst. av atkvødunum. Tá hann hevur havt mest hevur hann havt um 29 pst. av atkvød- unum. jo-mo Línu á snellubátarnir nýttu til at fiska sína kvotu ca. 5,5 mill. kr. í olju, 0,50 kr./kg ella 10.500 kr. pr/mann. Hýra ca. 31,4 mill. kr. 2,80 kr./kg. Hýra pr. mann 60.000 kr. Hetta býtið meta vit er skeivt, fiska verður ov orkukrevjandi. Tons pr. mann eru órættvíst býtt. Vóna, at nevndin ger sítt til at broyta hesi viður- skifti. 5. Uttan at kenna ná- greiniliga innihaldið í EEC-sáttmálanum, so skilst, at loyvi skal gevast til 9—10 skip, at trola (fransar og týskarar royndartrola ikki longur við Feroyar eftir upsa, so innat 21 fj., við 120 mm. meskum. >Í krig og kærlighed gælder alle kneb« sigst, men at løgtingslimir fara at smoyggja hesa diskriminering niður yvir okkara fiskimenn, kann neyvan hugsast. Fiski- vinnuráðið mælir til 145 mm. mesk. Hetta var samandráttur av tí ið fram fór. Vit vóna at vit fáa gott samstarv frammyvir, og um úrslit náast, fara tey at gera, at Feroyum verður lív lagað. »Landleidina« Absalon i Bud, frm.