Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-02-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 5. februar 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Nr. 15 — 5. februar 1983 tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller Lýsingar: Árni Joensen - Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 F Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Terrorferð Fólkafloksins heldur fram SUM FYRISKRIVAÐ og vanligt er, verður sekt eftir fólki, tá onkur fer úr starvi, og annar skal setast í hansara ella hennara stað. Hetta varð eisini gjørt herfyri, tå Brunatryggingin søkti eftir nýggjum stjóra, eftir at verandi stjóri leggur frá sær vegna aldur. Tað vóru fleiri, sum sektu, og enn fleiri, sum ikki søktu. Tað, at hava rætt til at søkja sær starv, átti at verið hvøns- mansrættur. Men tað er enn eina ferð prógvað, at tað vil Hin Føroyski Fólka- flokkurin ikki. Í STÓRT uppsettari fyrstusíðugrein í málgagni Fólkafloksins herfyri stóð at lesa í samband við nevndu starvslýs- ing, at Lindenskov hevði besta møgu- leikan. Umframt Jákup Lindenskov fingu eisini aðrir javnadarmenn av at vita, tí helst bleiv tað ein av teimum, sum starvið skuldi hava, gitti Fólka- flokkurin. Nú skal tað sigast beinan- vegin, at hesin sami Lindenskov als ikki hevði sekt hetta starv. ENDAMÁLIÐ við greinini kenna vit. Vit hava sæð tað áður. Tað var at siga hesum javnaðarmonnunum, at teir skuldu ikki vága sær at søkja hetta starv, tí so skudu teir fáa av at vita frá Fólkaflokkinum. Tað verður sera torført at finna betri dømi um persón ligan terror móti ødrvisi hugsandi. Og hendan terrorferðin móti td. javn- aðarmonnum er sera miðvís frá Fólka- floksins síðu. TAÐ skai eisini verða sagt, at hendan terrorferðin ikki er bert móti javnaðar- monnum, men øllum, sum fólkafloks- monnum ikki hóvar. Samstundis er eisini vert at bíta merki í okkurt av tí, sum fór fram í tingsalinum undir um- røduni av fíggjarlógini. Tá sást, at eisini sambandsmenn vóru greiðir yvir. at Fólkaflokkurin terroriserar ødrvisi hugsandi. Ikki eru vit altíð samdir við sambandsmonnum. Men í hesum førinum er full semja. AT FREMJA beistagerðir og sam- stundis vera erkvisin er ikki heilt ókent. Hetta sama er eisini galdandi fyri Fólkaflokkin. Teir hava rætt til alt. Loyvi til alt. Kunnu siga og skriva tað, teimum lystir. Teimum kánn vera loyvt at terrorisera fólk, sum teimum ikki hóvar. Hjá hesum flokki er misálit og illgitan gott politiskt våpn. Alt hetta er alment accepterað. MEN HVAT hendir so, um onkur dittar sær til bert at siga sína hugsan um hin karráa Fólkaflokkin? Hann verður stevndur!!! Men tað ger einki. Tað skal eingin steðga okkum í — tað vit eru mentir — at ávara ímóti teimum tendensum, sum tóku seg upp júst fyri fimti árum síðani. Slit samgonguna! Undir umreðuni av fíggj- arlógini kom týðiliga fram hvussu ósamdir Fólka- flokkurin og Sambands- flokkurin eru. Samgongu- menninir nýttu megin- partin av tíðini til at við- gera flokkarnar hjá hverj- um eðrum. Fólkaflokkurin reypadi sær eisini av, hvussu teirra málseki, m.o. havna- og vegamál vóru niður- skorin í krónum og prosentum í mun til sein- astu fíggjarlógaruppskot. Við eðrum orðum reyp- aðu teir sær av, hvussu nógvum neyðugum út- byggingum runt um í landinum teir hava megnað at steðga — fyri- bils. Hvussu nógv samfel- agið kemur at spara, við tí prísvekstri vit hava í dag, er so ein onnur sega, sum partar av andsteðuni royndu at vísa teimum á. Tað vísir seg, sum um Fólkaflokkurin leggur al- stóran dent á og týdning í frá ári til annað at kunna vísa á eina minking í nýtsluni av skattakrónum innan teirra málseki (iso- lerað), óansæð hvat og hvar minkingin stavar frá. Sjálvt um samanber- ingin ikki er av teimum bestu, so svarar hetta í prinsippinum til, um ein stjóri á t.d. einum flaka- virki hvert ár á aðalfund- inum nýtti tíðina at reypa av, hvussu litlar ílogur hann hevði gjert í krónum og prosentum í mun til seinasta ár. Hann nýtir tær somu, slitnu, gomlu maskinurnar nekur ár afturat, og letur vera við at útbyggja. Hvat, ið tað hevði endað við, er ikki torfert at finna útav. Hinvegin skuldsetir Fólkaflokkurin Sam- bandsflokkin fyri „einsa- mallan (aftur isolerað) at hava ábyrgdina av krónu og prosentvekstrinum í sosial- og skúlamálum, tí Sambandsflokkurin av til- vild umsitur hesi mál. Fólkaflokkurin átti at vitað, at henda skeiva politiska gongdin ikki bert er > Sambandsflokkinum fyri at takka, men eisini Sambandsflokkinum fyri at takka. Henda skeiva politiska gongd er nevniliga eitt samla úrslit av teimum grundleggjandi skeivu hugsjónum, sum politikk- ur Sambandsfloksins og Fólkafloksins er bygdur á. Vit vita øll, at Pauli Ellefsen og Sambands- flokkurin av ellum alvi royna at sleppa burtur úr samgonguni. Sambands- flokkurin vil bert íkki verða tann sum slítur hana. Nú sigur Pauli Ellefsen, at ongin nýggjur landsstýrismaður verður settur, fyrr enn hol er sett á pakkan, ella sekkin, og tað vita vit hendur ongan- tíð, uttan at fólkaflokk- urin, sum frammanundan er ein hugsjónarligur hurlivasi, slakar enn meira. Tað er vert at undir- strika, at tað fyrst og fremst er hugsjónarligi samfelagsskapurin, Fólka- flokkurin, sum hevur ábyrgdina av hesi sam- gonguni. Hann sleit sein- astu samgongu. Hann stendur veikast politiskt, og hann skyldar feroyska samfelagnum at slíta hesa samgonguna, eftir at hann nú má hava ásannað, at tað ikki ber til at stýra uttan Javnaðarflokkin. jfd. Almennir upplýsingar Kann ein almennur nevndarformaður nokta at úttala seg um týðandi almenn viðurskifti? Eg havi mangan spurt bæði politikkarar og embætismenn. Men eingin hevur kunnað svarað mær Nú er tíðin komin, at vit fáa greiðar reglur, soleiðis at vit annaðhvert fáa eina lóg um alment innlit í fyrisitingarviður- skifti ella um vit skulu halda fram at liva í »vafturlætnum« sam- felag. Formaðurin i nevndini fyri Ráfiskagrunnin, Jákup Mørkøre, noktar at úttala seg til Dagblaðið í samband við málið um Fiskaselu, bedragarí, Ísak Matras, Oyggjatíðindi og D. P Einasta Jákup Mørkøre ger, er at gera málið upp aftur meira mystiskt og tokufjalt. Hvat býr undir? Vit lata ell pening til Ráfiskagrunnin, og okkara krav má vera at fáa allar upplýs ingar, sum hava almennan áhuga, og hetta málið hevur av gjørt almennan áhuga. Hvar liggur mistakið, um nakað er? Hjá Fiskaseluni, D. P. Danielsen ella hevur Ráfiskanevndin gjert ein roknifeil? Jóhann Mortensen Nú má rukkulívið halda uppat Nógv eru tey, sum nú um dagarnar siga sum so: Hevði politiska rukkulívið hjá Paula Ellefsen og Óla Breckmann ikki verið út- varpað, so slapst undan at legtingsskommin bleiv til landsskomm. Hinvegin eru onnur, ið siga: tekk havi Utvarp Feroya fyri, at tað gevur veljarunum hevi til at síggja nakna veruleikan sum hann er, tí nakin er hann. Berari og naknari politikkari enn Pauli Ellefsen hevur ikki 1 Feroya segu staðið á einum reðarapalli. Og sjálvur er hann maðurin, ið hevur smoykt klodd- arnar burtur av sær. Hevði tað ikki verið so illa- vorðið, kundi tað verið freistandi at skýrt hann ein politiskan strippara. Borgarliga samg- ongan ikki grundað á viljan um politisk- ar loysnir Eins ein tosandi fossur druknaði Pauli Ellefsen, í felag við einum illkynj- aðum Dimmalættingar- blaðstjóra, tann gamla hóvliga og íhaldna Sam- bandsflokkin. Á toftunum á hesum gamla Sambands- flokki, ið varð myndaður av monnum sum Johan Poulsen, Hans Iversen og Kristianni Djurhuus, reisti teir eitt eiti av einum flokki, hvert politiska innihald var heili og hálvi ósannindi, miðal- aldarligar ræðumyndir, 6undirbygdir skuldseting- ar og hepisleysir pá- standir. Við áhaldandi at endurtaka seg sjalvan og síni ósannindi, og sáa óvissu og ótta millum manna, eydnaðist tað Dimmalættingarblaðstjór- anum og Paula Ellefsen at seta henda seinna i løg- mansstólin. Men tað er ein ljóð slóð, ið liggur eftir henda legmann. Hver minnist ikki royndir hansara at draga kristni- lívið hjá fólki niður í politiska kestin, hver minnist ikki kommunista- og loysingarskrímslið, hver minnist ikki skrokk- in (hvat er P. E. nú annað enn ein upptardur politiskur skrokkur) og hver minnist ikki allar patentloysninar hann hevði, bert hann slapp framat. Og framat slapp hann væl studdur av Fólkaflokkinum, ið beint tá hevði fingið nýggja politiska leiðslu, ið varð myndað av Óla Breck- mann, einum erkleraðum antidemokrati. Hesar nýggju leiðslur Fólka- og Sambandsfloksins funnu skjótt saman. Ikki um at fremja nakran ávísan politikk, men um eina her- ferð móti Javnaðarflokk- inum og leiðara hansara Atla Dam. Stýra uttanum Javnaðarflokkin Nú skuldi teir visa, at Før- oyar kundu stýrast uttan um Javnaðarflokkin. Og stýrt hava teir, Fólka- og Sambandsflokkurin, hesi bæði árini, og tað í ólukku- mát. Bert tað seinasta árið skuldabundu teir hvenn tann einasta feroying fyri millum 15 og 20 túsund krónur, alt meðan øll vinnulívsútbygging nær- um er steðgað, og meðal alt samfelagsvirksemi liggur lamið ella í plan- loysi, og meðan fiski- vinnupolitikkurin er farin í skeljar og dýrastu áhugamál fiskimansins eru avreidd í Bruxelles og Noregi, alt orsaka einum »vi alene vide«-løgmanni. Onnur mål kundu verið nevnd s.s. myllusteinurin hjá Fólkaflokkinum: skip til millumlandasiglingina og helikoptaramáli og m.m.o., men lat tað vera nógmikið við hesum, tí ongin greiður betri frá politisku armóðini enn teir sjálvir, fólka- og sam- bandsmenn. Berjast og klórast fyri opnum tjaldi Nú politiska krubba teirra er skralltóm, hava teir sett á hvønn annan. Í blødum, á tingi, á fundum og millum manna, berjast teir fyri opnum tjaldi. Tað kundi verið freist- andi hjá javnaðarmonn- um, at sett seg uppafturá at »hovera«: hvat søgdu vit. Men tað hevur ongantíð verið lyndi í Javnaðarflokkinum held- ur harmast javnaðar- menn, meðan Pauli Ellef- sen og Óli Breckmann við teirra sambands- og fólka- flokshala åhaldandi máa virðingina og álitið undan fólkastýrinum, og fera for- oyska samfelagið longur og longur út í máttloysi og óferi. Korthúsið hjá Óla er rapað Øll tekin eru nú til, at „vi alene — vide«-løgmadurin hevur sannkent sitt evna- og dugnaloysi og nú roynir øll »triks og kneb« fyri at fáa fólkaflokkin at sleppa honum aftur í køst- in, har hann treivst so væl uttan ábyrgd og avleið- ingar. Men neyðars fólka- flokkur. Undir koyrdi Óla noyðist hann at blíva hangandi. Oli veit sum er, at tann dagin samandotna kort- húsið hjá honum og Paula verður borið út úr Tinga- nesi, verður tað seinur dagur, áðrenn tað kemur uppaftur at standa, um tað nakrantíð kemur. Paula út og Atla inn Sambands- og Fólkaflokk- urin hava so dyggiliga, gjøgnum egið verk, víst Feroya fólki á, at skal skil og virðing aftur fáast á politisku viðurskiftini í hesum landi, so er bert ein gongd leið, og hon er, at menn við virðing fyri sær sjálvum, fyri fólkastýr- inum og við ábyrgd fyri samfelagnum, og menn við politiskum hegni, aftur taka sæti í landsins stýri. Pól