Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-02-08, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 8. februar 1983síða 5

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 16 — 8. februar 1983 A S0SjalUrin Keypa nú Gustav Vasa — skal byrja sigling longu í summar Tingið samtykti í farnu viku um at seta partapen- ing í keyp av nýggjum ferðamannaskipi til mill- umlandasiglingina. Eisini skal tað almenna veðhalda fyri eini ávísari upphædd. Í lógaruppskotinum stendur: 8 1. >Landsstýrið saman við fíggjarnevndini verður heimilað landskassans vegna at seta upp til 20% av partapeninginum í felag til keyp og umbygg- ing av ferðamannaskip- inum »Gustav Vasa« til millumlanda sigling og at læna neyðugan pening til hetta endamål. 2. stk. Landsstýrið saman við fíggjarnevndini verður heimilað landskassans vegna at veðhalda fyri pri- oritetslánum til nevnda skipakeyp og umbygging upp til 15% av íleggingini eftir meting. 3. stk. Lánið, landskassin veðheldur fyri, skal tryggjast við pantirætti í viðkomandi skipi innan fyri 90% av virðinum. $ 2. Henda lóg kemur í gildi beinanvegin. Í viðmerkingunum til lóg- aruppskotið verður m.a. sagt: Síðani 1975 hevur »Smyril« rekt ferðamanna siglingina millum Feroyar og útheimin á sumri. Tey fyrstu árini øktist ferða- fólkatalið ár um ár, men í 1982 minkar talið nakað í mun til 1981. Strand- feråslan hevur upplýst, at bíleggingarnar í ár upp á seg eru sterri enn framm- anundan. Uttanlandasiglingin he- vur útvegað umleið 50 eyka arbeiðspláss, teir mánaðirnar hon hevur vart. Sum tíðin er farin, er »Smyril« vorðin eldri og minni nútímans til ferða- mannasigling millum lond. Hann uppfyllir ti ikki krevini longur til nú- tímans sigling, eins og hann ikki hevur rúmd fyri tí ferðafólkatali, sum eina ávísa tíð av sumrinum ynskir at ferðast við hesi rutu Sitandi samgonga hevur í samgonguskjalinum sett sær fyri, at flyta millum- landa siglingina hjá strandferðsluni = yvir privat partatelag Fyriliggjandi lógarupp- skot er ein liður í hesi um- skipan. Tað snýr seg um at geva landsstýrinum heimild at seta upp til 20% av partapeninginum í eitt slíkt felag og at veita landsstýrinum tilsvarandi lánsheimild. Samlaði partapeningurin kann ætlast til umleið 12 milj. kr. og verður landskass- ans partur so statt umleið 2,4 milj. kr. Umhugsað verður at keypa skip fyri umleið 100 milj. kr. og at umbyggja hetta fyri umleið 20 milj. kr. Felagið hevur samrátt seg fram til ein keypsprís upp á US-dollars 11.500.000, og sum nevnt verður roknað við, at um- byggingin kostar umieið 20 milj. kr. Eisini inniheldur lógar- uppskotið heimild til landsstýrið at veðhalda fyri upp til 15% av útveg- aðanarvirðinum, herundir umbygging Etlanin er — og tað er eisini em fyritrevt (fra landsstyrisins síðu at skipið bert skal sigla upp á Ferovar um summarið Hinvegin meta menn, sum hava kannað málið, at góðir meguleikar eru fyri at leiga skipið ut ein ávis- an part av restini av árinum. I hesum sambandi kann viðmerkjast, at »Teistin« er leigaður út til Trinidad. væntandi fyri eitt longri tíðarskeið, undir góðum figgjarligum treytum fyri strandfaraskip landsins Hetta skip vil útvega útvið 100 arbeiðspláss i mun til tey 50 framman- undan« Meningococmeningitis Meningitistidleikin er framvegis stórur i Føroy- um, men hann tykist ti- betur at vera nakad mink- andi. Meningitis er bruni i heila- og tnønuserki og er ein álvarsom sjúka. Í 1982 vóru 25 tilburðir av meningitis ella blóð- eitran (sepsis), elvdir av bakteriunum meningo- coccum, og higartil í ár (3. februar) er fráboðan komin um 2 tilburðir (1 í januar og 1 í februar). Talið fyri november 1982 var tvey og fyri desember tvey; í januar í fjør vóru 6 tilburðir, meðan talið í januar 1980 var 5 og í januar 1981 13. Meningococcarnir smitta vid dropasmittu frå nasa- og svelgrúmi. Tað eru fleiri sløg av meningitis, men tað er bert hetta eina slagið, sum er smittandi. Royndir vísa, at tað er bert heilt sjáldan at bak- terian, meningococcurin, elvir meningitis. Vanliga livir bakterian í nasa- ella svelgrúmi hjá tí smittaða uttan at hetta ferir við sæt sjúku. Tað er ein rættiliga stórur partur av frískum fólki, ið gongur við meningococcunum, serliga bern. Tað kann hugsast, at millum 10 og 35% av okkum í Feroyum í letuni hýsa hesum bakterium. Tær halda sær í okkum í vikur ella kanska upp í nógvar mánaðir. Sum nevnt ferir hetta vanliga ikki til sjúku hjá okkum. Hví tað eru nekur okkara, sum fáa meningitis, tað vita vit ikki. Sum tað skilst, so er hetta ein bakteria, ið er vanlig okkara millum, og tí er fyribyrgjan torfør. Tær fyribyrgjandi at- gerðir, sum hava verið nýttar móti meningo- cocmeningitis, hava verið skiftandi. T.d. kann nevn- ast, at áður var sulfa brúkt at fyribyrgja við, men hetta kann ikki brúkast longur, av tí at bekteriurnar eru vorðnar resistentar ella mótsteðu- førar móti sulfa. Tær fyribyrgjandi at- gerðir, ið vit í letuni fylgja her í Feroyum, eru komnar í lag eftir samráð við Statens Seruminstitut og Sundhedsstyrelsen í Keypmannahavn, sum vit hava samband við viðvíkj- andi tí ekta tíðleikanum av meningitis, sum enn er i Føroyum. Av hesum fyribyrgjandi stgerðum er tann, ið hevur nógv sterstan týdning, at tey, ið hava havt nært samband við meningitis- sjúklingin í tíðini við sjúkubyrjan, skulu vera serliga ansin við sjúku- teknum, ið kunnu stava frá meningitis, serliga eitt nú hevuðverkur, skjálvta, fepur, ússalig almensteða, eitt útbrot við smáum bleðingum í húðini, ið kunnu gerast sterri, spýggja, svimbul og stirni i nakka og ryggi (fáa ikki høkuna nidur å bringuna), og tey skulu, um sjukutek- in visa seg, beinanvegin fåa fatur i lækna vid skjot- ari viðgerð fyri eyga. Hin atgerðin er fyri- byrgjan við heilivági, van- liga rifampicin, sum vit í Feroyum hava nýtt við atliti til fyribyrgjan síðan februar 1981. Rifampicin verður mett betur hósk- andi sum fyribyrgjandi evni enn penicillin, ið varð nýtt til februar 1981. Í teimum førum, har talan er um ein einstakan til- burð av meningococmen- ingitis, verður mælt til, at rifampicin verður givið til fólk í næsta umhverv- inum, tað vil í flestu ferum siga til húsið. Rifampicin verður givið í tveir dagar. Tolir fólk ikki rimampicin, ella er annað, ið ger, at tey ikki skulu taka tað, verður annar heilivágur givin. Allir kommunulæknar í Feroyu hava henda heilivág tekan at geva teimum fólkum, ið skulu hava hann eftir nærri tilskilaðum reglum. Tað er av stersta týdn- ingi at tey, ið fáa hesa við- gerð, eru sera ansin ella at ansað verður væl eftir teimum, so at tey við byrj- andi sjukuteknum sum skjótast verða sædd av lækna. Snýr tað seg um ein til- burð í barnagarði, veggu- stovu ella barnaheimi, skulu ell bernini á barna- stovninum og starvsfólkið viðgerast við rifampicin Harumframt skal húskið hjá tí sjúka viðgerast, men ikki húskini hjá starvsfólkinum ella hinum børnunum. Snýr tað seg um ein til- burð hjá skúlabarni skulu øll børnini í flokkinum og lærararnir, ið undirvisa flokkin, viðgerast við rit- ampicin. Húskið hjá tí sjúka skal eisini hava við- gerð, men ikki húskini hjá hinum bernunum ella lær- arunum. Børn og starvfólk í dag- rektarstovnum og í flokk- um, ið eru í profylaktisk- ari viðgerð, nýtast ikki at halda seg við hús undir viðgerðini, eins og fólk annars, ið fáa profyl- aktiska viðgerð, vanliga kunnu rekja dagliga arbeiði sítt. Í hinum norðanlondum hevur verið ein nakað ektur tíðleiki av meningo- cocmeningitis í árunum 1975—1976, men nú er tal- ið minkað aftur. Vit vita tíverri ikki nakra ávísa orsek til, at tíðleikin er skiftandi. Vit kunnu at enda nevna, at talið á tilburðum her i Føroyum hava verið nógv vaksandi til 1981. I 1977 vóru 11 tilburðir, í 1978 13, í 1979 24, í 1980 32, meðan 42 tilburðir vóru fráboðaðir tillands- læknan í 1981. Í 1978 var í føroyum ein deyðatil- Framhald á síðu 6 ———i Skipamálið loyst: Øll kunnu nú seta pengar í ein nýggjan »Smyril« Aftaná nógv stríð og strev hevur Ferova Legting nú tikið eina avgerð i siglingarmål- num. Felagiå Smyril- Line hevur fingið grønt ijós frá landsins mynd- ugleikum at keypa eitt stórt og tíðarhóskandi ferðamannaskip Og nú eru fólk frá fel- agnum farin til Sverík- is at hyggja eftir skip- inum Gustav Vasa, sum liðugt umbygt fer at kosta einar 120 mill. kr. Í lýsing í bleðunum verður heitt á fólk at stuðla hesum tiltaki við at seta pening í skipið. Fólkakrav Ein av teimum, sum øll hesi seinastu árini, hevur gingið inn fyri keypi av einum sterri og meira tíðarhóskandi skipi til uttanlandssigl- ingina hjå førovingum, er Atli Dam, formaður javnadarfloksins Sosialurin hevur bið- ið hann um eina viðmerking í samband við at siglingarmálið er ioyst: Hann sigur m.a Tað er við eini åvis- ari negd, at ein sær, at eitt úrslit spyrst burtur ur. nú aftaná sjey ára stríð og strev í hesum málinum. Tað er spell at loysnin er so ofullfiggjad, sum landsstýrið hevur skotið upp. Hinvegin sæð skuldu íslend- ingar. norðmenn, danir og aðrir ikki fara við fruktini av tí megnar arbeiði, sum Strand- ferðslan hevur gjert, so mátti okkurt henda nú. Tað er nektandi at vita, at hetta arbeiði gjegnum hesi árini hevur verið til at reisa eitt fólkakrav. sum hevur gjert tað, at drivnir, eldri politik- arar í flokkunum hava lagt trýst á sínar ting- menn í teimum ymsu flokkunum, serliga í fólka- og sambands- flokkunum at teir hava noytt teir at fremja eina ella aðra loysn« Klædnainnsavnan til Polen Frå hjålparfelagsskap- inum »Caritas« er komin áheitan til okkum um at stuðla tveimum katólskum gentuskúlum í Potznan og Wroclaw í Polen. Teimum tervar so at siga allar neyðsynjar- verur, klæði, skógvar og mangt annað. Tað er ikki so lætt at senda matveru úr Feroyum, men góð, brúkt klæði ber til at senda, og hava fleiri spurt, hvussu tey * kunnu hjálpa við at geva eitt sindur av klæðum. Sjálvandi er tað av- markað, hvussu nógv klæði tær 105 gent- urnar hava brúk fyri, men so eru nógv onnur fólk í Polen, sum høvdu verid glad um eitt plagg moti vetrarkuld- anum. Skipað verður tí fyri klædnainnsavnan fleiri staðni kring landið, og verður tað sagt nærri frá, nær og hvar fólk kunnu lata klæðini frá sær Í Havn fer savnanin av klæðum fram hós- dagin tann 10. og fríggjadagin tann 11. i h., báðar dagar millum kl. 15 og 18 á Sankta Frans skúla, Varða- getu 2. Limir i sjómans- kvinnuringunum hava átikið sær at pakka klæðini, sum verða send sum skjótast við skipi til Keypmanna- havnar, haðani »Caritas« syrgir fyri flutninginum til Póllands. Tekk til ell, sum vilja styðja tiltakið. Ejvind Vilhelm