týsdagur 15. februar 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Utgevari: p/f sosialurin
gstalurin
tíðindablaðið
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgð)
Blaðfolk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Møller
Lýsingar: Árni Joensen
oddagrein
PAKKI landsstýrisins er meira ein
kinesisk eskja enn ein vanligur
pakki.
EIN KINESISK eskja er sum kunn-
ugt ein stór eskja við nógvum
smáum eskjum inni í, so tann sum
pakkar upp alla tíðina fær ein
nýggjan pakka. Ofta er hesin
nýggi tómur og tí verður gramliga
farið eftir næsta pakka, sum
so aftur er tómur o.s.fr. Soleiðis
kann verða hildið fram til ein
kemur inn til ein pakka við gávuni
í.
VIT VILJA nú ikki siga, at allir
pakkarnir í ti kinesisku eskjuni eru
tómir, men legið er innihaldið, tað
má vera loyvt at sláa fast.
OVAST Í tí fyrsta pakkanum
liggur tann nýggi sjónvarpsstjórin.
Hann er tað einasta tinganestið,
sum samgongan er so toluliga
samd um. Øll minnast sjónleikin
og gølurnar við teimum trimum
starvssetanunum seinasta summ-
ar: Fólkaflokkurin fekk rektarin í
Eysturoy, sambandsflokkurin
fekk skúlastjóran í Trongisvági,
og universalkittfiokkurin skuldi so
eiga sjónvarpsstjóran. Tað er vert
nú aftur atminna á, at hesar báðar
starvsetanir gingu tverturímóti
teimum innstillingum, sum lógu
fyri í nálunum.
NÚ HEVUR so kittflokkurin fingið
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
Ólóglig mannagongd?
sín judaspening útgoldnan. Sum
tøkk fyri, at hann sveik sín trúgva
partamann eidisprest — sum tøkk
fyri, at hann, finiflokkur sjålvur,
gjørdi hinum bådum tann beina, at
svíkja oll tey grundsjónarmið, sum
flokksins stovnarar bygdu á í
1906, hevur hann fingið sjónvarps-
stjóran.
VIT FARA at loyva okkum at vísa
á, at henda tilnevning er líka so
ódemokratisk og lítið í samsvar
við ta innstilling, sum fyriliggur,
sum hinar báðar omanfyrinevndu.
Tað er eisini ein stórur spurningur,
um hon er lóglig og verður hetta
nevnt uttan tað á nakran hátt skal
uppfatast sum eitt persónligt álop
á tann mann, sum er tilnevndur.
STØDAN ER jú sum øllum kunn-
ugt tann, at sjónvarpsnevndin
skuldi bert gera eina innstilling.
Nevndin fekk frá hægsta juridiska
myndugleika í umsitingini at vita,a
at hetta kundi bert skiljast soleið-
is, at meirilutans innstilling var
galdandi. Sostatt kundi lands-
stýrið bert velja millum teir tríggj-
ar umsøkjararnar á meirilutans
innstilling.
MEN HENDA eftir okkara tykki
einasta lógliga mannagongdin
hevði ført til, at kittflokkurin ikki
kundi fara til kassan og fáa sín
judaspening útgoldnan.
TÍSKIL valdi alternativið sum ikki
einaferð at,nýta eina manna-
gongd, sum nógv fólk — langt út
um andstøduna, ivast stórliga um.
Livi TV-Aktuelt!
Feroyingar eru bangnir Press).
fyri tí teir elska. Sjónvarp-
Hetta hevur verið ein-
sum hesar.
Ein samreða í Fugloy
ið er her onki undantak.
Seinast er tað listafel-
agið »LISA« sum ávarar
móti hesari »avbjoding
móti feroyskari mentan og
hugsan«. Hvat er tað fyri
avbjóðan? Og hvat hava
førovingar havt áður, sum
er so nógv betri, og sum er
hótt?
Jú — áður enn sjónvarp-
ið kom, var t.d. »DIMM A-
LÆTTING« einasti fjøl-
miðil upplýsti um
uttanríkismál, um hvat ið
hendi í heiminum. Henda
borgarliga avis fær øll síni
tíðindi. fyri ein part á
donskum, beinleiðis frá
amerikansku propaganda-
stødini AP (Associated
sum
asta upplysingarmidstød,
førovingar hava kunnad
fingið um hendingar úr
umheiminum. Tann ameri-
kanska propagandan
hevur ofta ikki verið fræg-
ari í útvarpinum
Nú hevur tað danska
»TV-Aktuelt« gjert ein
hóp fyri at víðka sjónar-
ring feroyinga burt frá
Dimmu og Utvarpinum og
til eina meira realistiska
meting av heiminum. Vit
eiga at halda fast í >TV
Aktuelt< og »TV-Avisen«
sum alternativ til okkara
reaktioneru borgarligu
tidindaberarar.
Førovingar verða aldri
førir fyri at gera sendingar
ella ein andakt i Skúvoy
ella okkurt róp úr onkrari
estari samkomu kunnu
vera góð fyri tey innvígdu,
men at gera heimsumfat-
andi sendingar, sum
danska sjónvarpið ger,
koma feroyingar aldri at
hava ráð til.
Tí LISA: Skulu vit velja
millum danskt sjónvarp
og Dimmalætting, so eiga
tit at velja tað fyrra.
Nakað annað er. at foroyk-
ir tekstir áttu at verið
settir á. Og: Dallas og
annað fjas kunnu vit gott
vera fyri uttan. Men TV-
Aktuelt taka vit íkki
skaða av.
-Kosmopolit
Nr. 19 — 15. februar 1983
Hvar fór alternativið?
— spyrja rædsluslignir fólkaflokksmenn í Dagbladnum
Øll minnast vit ta grovu
og óflýggjaligu herferð,
sum hegravongurin Í
fólkaflokkinum
móti javnaðarmonnum
tað seinasta árið, id hin
fyrra samgongan sat við
ræðið í Tinganesi.
Samgongupolitikkurin
var vorðin ov herskin fyri
teir afturhaldskroppar og
høgraekstremistar, sum
tå vóru við at taka ræðið
av álvara í fólkaflokkin-
um. Tað ráddi um at fáa
javnaðarflokkin burtur frá
politiskari ávirkan, áður
enn tey javnaðarmál, sum
voru avtalað í samgongu-
skjalinum, kundu verða
framd.
So varð farið til verka.
Við vanligum fólka-
floksgrovheitum, við
óflýggjaskapi, lygnum og
persónsforfylging legdu
hetjurnar Óli Breckmann,
Óla Jákup Rólantson og
teirra spilliklútar til brots
eftir javnaðarmonnum.
Aftan fyri teir stóðu teir
penu fólkafloksmenninir,
sum ikki vanliga dálka seg
um hendurnar, men still-
tigandi góðtaka alla
óhumskuna.
Javnaðarflokkurin varð
gjørdur til tann heilt stóra
syndarin í feroyskum
politikki. Kommunista- og
heidningagrýlurnar vórðu
drignar fram úr skýma-
skotinum á Dimmalætt-
ing og bornar fram á for-
síðuna i Dagblaðnum.
Lygnirnar og ókvæmis-
orðini hjá 6-talsadjunktin-
um og hansara skutil-
sveini fossaðu út um land-
ið. Eingin varð eirdur og
eingin varð spardur á hesi
herferð, ið meir enn nakað
annað avdúkaði terror-
lyndið og hálvfascistisku
muruna í fólkaflokkinum.
Nú var í grundini ikki so
nógv ítekiligt at finnast at
í politikkinum hjá fyrru
samgonguni. Samfelags-
hjólini mólu toluliga væl,
arbeiði var til allar hendur
á sjógvi og landi og hóast
slangurnar hjá fólkafloks-
fyritskunum ikki lógur
fastsurraðar niðri í lands-
kassanum, so fekk eisini
vinnulívið hampiliga væl
burtur úr: nógvar breytir
vórðu keyptar, milliónir
vórðu veittar til teir hart-
fyrispentu reiðararnar, so
tann floti, sum tann nú
detroniseraði landsstýris-
maðurin á sumri 1979
hótti við at binda fyri
teym, slapp útaftur í
ollum góðum.
So vóru onnur ráð til at
taka.
Høgraekstremistar eru
sum allir feroyingar
»finniuppamenniskju« og
funnið varð upp á eitt
„borgarligt alternativ«!
Til at marknadarføra
hetta alternativ varð til-
nevndur ein stavnamaður
at ganga á odda í herferð-
gjørdi
kollektivistum
javn
ini moti
kommunistum,
pamparum,
ovingum, intelektuellum,
akademikarum, fakfelags-
formonnum og kvinnum,
reyðum, grønum, gren-
lendingum, vikarum og
ollum teimum eðrvísið
hugsandi, sum órógva
følkaflokksmonnum nátt-
arsvevnin.
Aftanfyri stavna-
mannin stóð ein egiligur
herur av tilbúgvum og
stríðsfýsnum fólkafloks-
monnum og kvinnum:
Tann silvurprýddi á
Skansavegnum, verson-
urin, tann dynamiski
skúlastjórin í Eysturskúl-
anum, Óla Jákup R., tann
peni Jógvan Sundstein,
tann ikki minni peni
Edmund í Garði — fyri
ikki at tala um allar teir
goyggjandi lærhvelparnar
hjá stavnamanninum úr
Viljanum.
Samantikið ein fylking,
ið kundi fingið eina og
hverja S. A. deild til at
blikna og ein Røhm, ein
Hitler ella ein hvenn
Gauleitara at rodna av
evundsjúku.
Henda fylkingin fekk
sín vilja. Hon fekk brotið
tað seks ára gamla sam-
starvið, ið hóast síni brek
kortini man vera frægasta
stýri, ið Feroyar hava
havt nakrantíð.
„Hvar fór alternativid?«
spyrja teir nú í hverjum
Dagblaðið. »Alternativid
farið upp í royk«, ella var
ongantíð nakað
alternativ? spyrja nú
stormtropparnir. »Hvar er
nú ríkið hjá Ola«? spyr ein
púra ørkymladur Ola
Jákup og rennur aftur og
fram í teigum Dagblaðsins
sum ein harraleysur hund-
ur. Um somu tíð rennur
yvirhundur hansara
tann alternativi yvir ollum
alternativum, sjálvasti
stavnamaðurin, runt og
runt í ring eftir halanum,
tí alternativa halanum —
altso!
„Er alternativid burtur«
otør
ingum,
spyrja fólkafloks-
menninir, ið standa, sum
Kánus rundan um
løgtingssirkusi hjá Jógv-
ani og Paula?“ Hevur tað
ongantíð verið nakað
alternativ? Hvat er hetta
fyri nakað? Er Jógvan
ikki sterkur maður? Eru
Óli og Åge og Páll ikki
sterkir? Tey skilja púrt
einki — standa sum ryssa
uppi yvir deyðfolaðum
fyli! .
Einki alternativ! ?!?!?
Og oll høvdu tey glett
seg sum børn, men nu er
einki alternativ, sjålvt Ola
Jákup, yvirróparin og
»underdog« Ola sigur nú í
dag 9. februar í Dagblaðn-
um, at einki alternativ er,
tað er vorðið til eitt sam-
bandsalternativ, sigur
hann
Sambandsalternativ fer
tað nú at éita nekur
hundrað Dagbleð fram. So
kann man byrja at føra
kriggj móti alternativ-
inum, júst sum ímóti javn-
inginum, tí kriggj må altíð
førast, um tú ert ein
rættur = fólkafloksmaður.
Pauli — tað stóra »EGid«
hevur oyðilagt alt sigur
Óla Jákup, og fólkafloks-
menn sum trúu, at teir
hevdu einarætt uppá ego-
ismuna, uppá óflýggja-
skaþin í politikki, kenna
seg snýttar.
Nú má mytan um sam-
bandsalternativið útrudd-
ast einaferð með alla, geyl-
ar Óla Jákup frá sær sjálv-
um í Dagblaðnum 9.
februar. |
Jamen, góðasti Óla
Jákup, hevur tú gloymt
hver uppfann hasa myt-
una?
Uppfinnarin býr í tínum
egna húsi, situr í blað-
stjórasessi „Dagblaðsins.
Tað var hann við sínum
afturhaldsliði av smáborg-
arligum innikroystum,
kompleksutum og javn-
aðarhatandi hegraeks-
tremistum, sum fann
uppá, at alternativið í
fyrstu atlegu var at finna í
sambandinum.
Síðan skuldu báðir
hegraflokkarnir fólka-
flokkurin og sambands-
flokkurin saman við uni-
versalkittinum sjálv-
stýrisflokkinum bjóða seg
fram sum eitt borgarligt
alternativ til tann fram-
burðs- dog vælferðar-
politikk, sum hin sam-
gongan førdi
Tað eydnadist! — havið
tad nu og so segåi hann
maður: »Væl igagnist!«
Sosialistur
P. S. At enda ein serstøk
heilsan til Gøg og Gokke å
Dagblaðnum — altso til
stavnamann og fótalunn:
— Hava tit nakrantíð
hugsað um hetta, at tað
kanska alt er tykkara
egna skyld? Hevur tað
ongantíð fallið tykkum
inn, at tað kanska er
nakað galið við fólkaflokk-
inum?
Eitt er í hvussu so er
vist: har sum fólkaflokk-
urin er uppi í, er altíð galið
við onkrum.
Hesin spurningur krev-
ur eitt sindur av sjálvs-
rannsakan og hesin egin-
leiki hevur nú ongantíð
verið fólkafloksins sterka
síða so: einaferð enn: »Væl
igagnist!«