leygardagur 19. februar 1983síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
PA sørme
Nr. 21 — 19. februar 1983
Tingmenn ivast um
tíðindablaðið
ítróttar-veddingin fer
at hava nakað avlop
Fer tann ætlaða
ítróttarveddingin —
tippingin — at geva
ítróttinum nakað
íkast. Ella fer fyri-
sitingin av vedding-
ini at eta inntekuna
upp. Er spenning-
,
urin i kappingini i
Føroyum nóg stór-
ur, tí longu tíðliga
kemur fram,
hvussu liðini liggja
fyri.
Hetta eru nakrir av
teimum spurningum, sum
blivu reistir, tá Tingið hós-
dagin vidgjørdi uppskotið
hjá landsstýrinum um at
seta á stovn ítróttarvedd-
ing i Føroyum. Landsstyr-
ið hevur mett, at avlopið
av eini vedding i Føroyum
fer at geva ISF einar
800.000 kr. Men bæði
Javnaðarflokkurin, Sjálv-
stýrisflokkurin og Tjóð-
veldisflokkurin mettu
talið ov optimistiskt.
Við at gerast plága
Agnar Nielsen,
bandsflokkinum, segði, at
peningurin var væl undtur
ítróttinum.
úr Sam-
- Hvat er meiri áhuga-
vert enn at síggja ungl-
ingar sýna sítt kynstur á
leikvelli, Agnar
Nielsen.
Hann hevði tó eitt men.
Eftir hansara tykki var
ítrótturin líka við at koma
á markið — við at gerast
ein plága. Hann vísti á
allar kamparnar, sum eru
bæði tíðliga og seint alt
vikuskiftið.
Agnar Nielsen segði, at
vit skulu vera varnir ikki
at niðurbróta gamlar siðir,
sum hava verið við at
uppbyggja tjóðina.
segði
Lítið tilfar
Atli Dam, úr Javnaðar-
flokkinum, mælti til at
kanna inntekuspurningin
gjølla. Hann helt, at lítið
tilfar var at byggja á.
Hann vísti eisini á møgu-
leikan, at undirtekan
kundi gerast so lítil, at
ágóðin fór at verða etin
upp av fyrisitingini.
Annars upplýsti Atli
Dam, at fyrst í 70-unum
kannaði landsstýrið
møguleikarnar fyri einum
samstarvið við Dansk
Tipstjeneste, soleiðis at
foroyingar skuldu fáa ein
part av avlopinum, sum
samsvaraði við føroyska
umsetningin.
Eisini upplýsti hann, at
ein slík skipan er komin í
gildi í Grenlandi. Hann
helt, at gronlendski ágóð-
in lá um 1,6 mill. kr. og
metti, at føroyski ágóðin
vid eini slikari skipan fer
at liggja um eina million.
Ikki politiskur
meiriluti
Asbjørn Joensen, úr
Sjålvstyrisflokkinum, våt-
tadi, at hann sum lands-
stýrismaður kannaði
meguleikarnar at luttaka í
Danks Tipstjeneste. Hann
segði, at málið var komið
so langt, at farast kundi at
tippa í 1972.
Men, segði Asbjern
Joensen, politisk mót-
støda var at fara at
luttaka í danskari tipping.
So ístaðin varð játtanin til
ISF á fíggjarlógini hækk-
að.
Asbjern Joensen metti,
at inntekurnar í tí fram-
lagda uppskotinum eru ov
optimistiskar, tí mun-
urin millum liðini teknar
seg so tíðliga.
Annars helt sjálvstýris-
maðurin ikki — og sipaði
til Agnar Nielsen — at
ítrótturin hevur verið
demoraliserandi.
Spllisuge 5
Kampdag 5-6. februar 1983
Birmingham - WestHam
Everton - Notts County.
Ipswich - Manchester U
Luton - Live' !
Manchester C -
Tottenham
Nottingham F -
Aston Vilie
Southampton
"… øn á
Norwich
Sunderland - Coventry
Barnsley
Wolverhampton
ø…
10. Blackburn - Grimsby ..
11. Bolton - Fulham
12. Carlisis - Leicester
13 Leeds - Sheffield W
hevur mett, at foroyski umsetningurin liggur um 10.000 kr. um vikuna
Mark fyri spæli
Finnbogi Isaksen, úr Tjóð-
veldisflokkinum, tók
undir við tankanum at
stuðla ítróttinum, men
hann ivaðist í, um nakað
fór at verða til ítróttin.
Hann vísti á, at vit hava
Happadráttin og V4, og
roknaði vid, at luttøkan
fer at minka, ti fólk kunnu
ikki bliva vid at spæla.
Annars upplysti Finn-
bogi Isaksen, at uppruna-
liga varð hildið, at Happa-
drátturin fór at geva
landskassanum munandi
inntekur. Men hann hevur
ikki givið landskassanum
nógv.
Men øvugt er vid V4-
spælinum, sum hevur
givið útvarpinum nógv,
segði Finnbogi Isaksen. Í
hesum viðfangið visti
hann á, at henda ætlaða
veddingin er innviklað, og
krevur eina hampiliga
fyrisiting, meðan V4 er
lætt at umsita og krevur
bert fá fólk at blaða sedl-
arnar igjøgnum.
Um vinningin segði
tjóðveldismaðurin, at
hann verður kanska
hampiligur, men ítrótturin
fær ikki nógv. Sambært
uppskotinum skulu 60
pst. fara til vinningar. Í
V4 fara 30 pst. til vinn-
ingar.
Ítróttur góð
reklama
Adolf Hansen, úr Fram-
burðs- og fiskivinnuflokk-
inum, segði, at vit mugu
ásanna, at ítrótturin er við
at gera landið kent, og at
hann er góð reklama fyri
útflutningsverurnar.
— Skulu vit nýta gott
av ítróttinum, mugu vit
stuðla, segði Adolf
Hansen.
Hann vísti á, at luttak-
arnir liggja á markinum
ímillum sjálvi at forvinna
pening og fáa frá foreld-
runum, og segði, at tí
liggur her ein uppgáva hjá
tí almenna.
Í verandi landsstýris-
samgongu er ikki meiriluti
at luttaka í donsku tipp-
ingini. Hetta upplýsti Tor-
bjørn Poulsen, landsstýr-
ismadur.
Hann segåi, at uppskot-
id er i tråd vid ynskini hjå
ítróttinum, sum hevur
ynskt málið reist. Tor-
bjørn Poulsen metti, at
ítrótturin kann fáa eitt
íkast. :
jo-mo
Ikki bygdamenning ivd skattafrádráttum
— heldur beinleiðis ikast
Arbeiði má skap-
ast úti á bygdun-
um, soleiðis at
fólkið kann steð-
ast. Hetta eru
flest allir politikk-
arar samdir um.
Men hvussu kann
hesin spurning-
urin loysast. Er
uppskotið hjá
Tjóðveldisflokkin-
um ein gongd leið
— ella fer okkurt
upp aftur betri at
spyrjast burtur úr
uppskotinum?
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur lagt eitt bygdamenn-
ingaruppskot fyri
Tingið. Sambært
uppskotinum. skulu
fólk. sum seta pening í
virki í tilafturskomnum
bygdum, fáa loyvi at
draga í mesta lagi 10.000
kr. frá í skatti. Somuleið-
is skal tað vera lands-
kassanum heimilað at
seta upp til 20 pst. í
parta- ella lutapeningi.
Fyri uppskotsstillaran
Erlendur Paturs-
son, at tað hevur verið
trupult at finna fram til,
hvat er ein tilafturskom-
in bygd og hver er ikki.
Ti hevur Tjóðveldis-
flokkurin valt, at Idnad-
arstovan og Menningar-
grunnurin skulu gera
eitt yvirlit yvir tær
bygdir, sum kunnu
koma upp á tal
Hann vísti á, at fólk
hevur hópað seg saman á
summum plåssum,
meðan fólkið i ødrum
bygdum er minkad. Er-
lendur Patursson segði.
at tað at bygdirnar
minka. må vera høvuds-
segði
kriteriið fyri eina til-
afturskomna bygd.
Erlendur Patursson
vísti eisini á tað, sum er
gjørt fyri at gera tað livi-
ligari á bygd: gott vega-
samband, telefon, ektur
heimaútróður, útvarp og
sjónvarp, møguleikar
fyri bygdahusum, bøtt
Strandferðsla o.s.fr
Sovibygdir
Men vit hava fingið
nakrar sovibygdir. Fólk
arbeiða aðrastaðir enn
tey búgva. Hetta er ikki
Vinnan
ið fólkið
framsøgu-
ein góð loysn.
má vera har,
býr, segði
maður Tjóðveldisfloks-
ins.
Asbjørn Joensen, úr
Sjálvstýrisflokkinum,
helt tað vera rætt at seta
inn á bygdunum. haðani
fólkið flytir. Hann rokn-
aði tó ikki við, at tað
slepst undan sovibygd-
um.
Hann saknaði upplýs-
ingar um, hvat tervur er
á, og hvat er lønandi at
gera iløgur í Hann
kundi tí hugsa sær, at
menn fingu sett á blað,
hvat menn kundu hugsa
sær at stovna og hvar
tað skal vera.
Jógvan Sundstein
vísti á, at samstundis
sum nógv útbygging er
farin fram, soleiðis at bú-
staðarmeguleikarnir eru
betri, er stórur tervur á
arbeiðsplássum.
Framsøgumadur Fól-
kafloksins helt tað vera
ein góðan tanka, at
iløgan skal kunna
dragast frå, men metti
tað vera trupult at skilja
bygdir ut.
Adolf Hansen, úr
Framburðs- og Fiski-
dámdi
býta
vinnuflokkinum,
ikki tankan at
bygdir upp í klassar — u-
bygdir og ikki — u-bygd-
ir. Hann mælti tí til at
gera uppskotið generelt.
Ikki skatta-
frádráttir
Atli Dam, úr Javnaðar-
flokkinum, helt tankan
at fremja bygdamenning
vera positivan, men
metti tað vera torfert í
praksiss, tá lóggávan
ikki er generell.
Annars segði hann, at
honum dámdi ikki at
brúka skattaskipanina
til frádráttir. Og vísti á,
at roynt hevur verið at
fáa flest møguligar frá-
dráttir burtur úr skatta-
skipanini.
Ístaðin mælti Atli
Dam til at brúka minni
pening til álíkningina og
meiri í beinleiðis íkasti
til vinnuna.
Finnbogi Isaksen, sum
segði seg vera stórt sæð
samdan við uppskotið.
var eisini betonkiligur
við at fara at skapa
partsreiðaríir á landi.
Hann segði, at hann
mangan hevði mælt til
at avtaka alla avskriv-
ingarlóggávu og ístaðin
mælt til, at tað almenna
luttók í storri mun
Annars helt Finnbogi
Isaksen tað vera torfert
at býta
Hann segði, at stórpláss-
ini kunnu ikki koma upp
á tal, men hann legði
afturat, at einki forðar
t.d. einum klaksvíkingi
at seta í eitt
bygdir upp
VIFKI á
einum smáplássi
Fíggjarnevndin skal
nú viðgera uppskotið
jo-mo