Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-02-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. februar 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

s0sialurin Nr. 22 — 22. februar 1983 tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Bladfélk : Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 oddagreinir TAD HEVUR mangan verid haft å munni — kanska serliga av teimum monnum, sum mynda hetta landsstýrið — um politikkur landsstýrisins verunliga var í tráð við ta borgarligu reseptina, teir á sinni vóru valdi ruppá. Hesin spurningur hevur sjálvandi verið ógvuliga torførur at svara. Tí, til tíðir hava vit als einki landsstýri havt, og hava vit so aftur havt var- hugan av, at har var onkur á »nes- inum«, hevur hesin politikkur verið so tilvildarligur, at torført hevur verið at seta nakað eyð- kennismerkt á hann. MEN NÚ SÆR út sum teir ráðandi hava funnið, um ikki annað, so nakað av eini borgarligari recept. Kanska takka veri løgmanskoyrl- inum, sum hann herfyri sveiggjaði so fast eftir samgongumonnum sínum, at teir hava funnið seg sjálvan aftur politiskt. SUM SAGT hevur politikkurin hesi fyrstu tvey árini av lands- stýrisskeiðinum verið ógvuliga til- vildarligur. Mál fyri mál er lagt fram á ting mestsum upp á kvamsvís. Summi eru tikin aftur. Og nøkur av teimum komin fram aftur í broyttum líki. Men nú eru vit so smátt farin at kenna eina meira miðvísan borgarligan sviða. Borgarligur politikkur vendir sum kunnugt altíð — sum politikarar plaga at siga — hin tunga endan niðureftir. T.v.s. tey minst mentu fíggjarliga verða harðast rakt. Og soleiðis er eisini við teimum sein- astu uppskotunum frá landsstýr- inum. PAKKIN MIKLI — ella kramarhús- ið — varð opnaður herfyri. Úr honum kom m.a. uppskot lands- stýrisins um at nullstilla prístalið. hetta tyngir medalinntøkuna við nøkrum túsund krónum árliga. Hækkaðu avgjalds- og tollbyrðar tyngja somuleiðis. Uppskot lands- Tungi endin niðureftir Postsmoga 76. 3800 Argir, telefon 11820 styrisins um at broyta avgjaldslóg- ina til 45% í útgjaldi tyngir somu- leiðis, og nú kom so landsstýrið aftur við einum uppskoti, sum so avgjørt aftur vendir hin tunga endan niðureftir. HER HUGSA vit um broytingina í skattalógini. Landsstýrið hevur skotið upp, at rentur fyri skatta- eftirstoðu ikki kunnu dragast frá. Fíggjarmálaráðharrin hevur sagt sum grund fyri hesi broyting, at hetta skal vera ein roynd til at fólk ikki longur skulu spekulera í skattaeftirstødu. VIT META, at her hugsar figgjar- målarådharrin stutt. Er madurin vid ti vanligu inntøkuni komin aftur ut í skatti, er tað ikki ti at hann spekulerar. Í flestu forum er tað rætt og slætt tí, at hann íkki fær endarnar at rokka saman og tí verður onkur mánaður lagdur burturímillum. Orsøkirnar til at tað kann henda, kunnu vera so mangar. Tað kann vera, at minni fiskur er komin upp á land til flaka- virkini sum aftur merkir arbeiðs- loysi. Tað kann vera vána veður sum forðar hinum timalønta at vinna sína dagligu úrkomu. Tað kann vera sjúka sum broytir inntøkuna o.s.fr. Somuleiðis er hjá teimum, sum t.d. eru farin undir at byggja sær eini hús, og kanska í ávísum tíðarbili av teirri orsøk illa fáa hildið skattin ajour — tey skulu nú eisini vera harðari skattað. Tað eru ikki hesi, sum spekulera. Men koma hesi afturút í skatti, skulu tey hóast alt revsast við íkki at hava loyvi at draga tað rentu frá sum teimum er skuldskrivað. TANN SUM hevur møguleika og ráð til at spekulera, er tann, sum framman undan er frægari fyri. Og her ber sjálvandi til at broyta nú- galdandi lóg, soleiðis at tey, sum spekulera í skattaeftirstødu við at upptaka lån, verda stedgad i hesum. Hetta kann gerast å annan og betri hått enn tad, sum lands- styrid vid hesum broytingarupp- skoti hevur skotið upp. Tvey mótmæli móti setan- ini av sjónvarpsstjóra Foroya Blaðmannafelag hevur á fundi 16.2.83 vidgjørt setanina av fyristoðufólki við Sjónvarp Foroya. Felagið hjá foroysku tíð- indafólkunum á bloðunum og í útvarpinum mótmælir, at ein maður uttan journalistiska útbúgving og royndir verður settur í starvið. Umframt Blaðmannafelagið hevur meirilutin í sjónvarps- nevndini, Ingrid Sondum, D. P. Danielsen og Hans Jørgensen, mótmælt mannagongdini hjá landsstýrinum. Tey siga, at lands- stýrið hevur skúgvað vanliga mannagongd til viks. Eisini átalar meirilutin í nevndini, at sjónvarpsneundin ikki fekk at vita, at JJ. P Joensen, sum var innstillaður sum nummar eitt, hevdi tikið umsóknina aftur: Mótmæli hjá meirilutanum í sjónvarps- nevndini er soljóðandi: Undirritaðu limir í Sjón- varpsnevndini mótmæla, at Førova landsstýri hevur skugvad vanligu mannagongdina um setan av fólki í almenn leiðara størv til viks. Setanin av fyristoðu- fólki til Sjónvarpið víkur frá vanligari mannagongd í Førovum og fólkaræðis- ligu grannalondum okkara. Allar tilikar setan- ir fara fram eftir einari innstilling frá avvarandi nevnd Soleiðis = eigur sjálvsagt eisini at vera, í hesum føri. Vísast skal annars til logtingslóg um sjónvarp frá 21. mai 1982 $ 2 stk. Í sum tydiliga góðkennir vanliga fólka- ræðisliga sidin í okkara parti av heiminum. Vit heita tí á landsstyri um at Førova broyta avgerðina, og antin velja fyristoðufólkið millum tey, sum meiriluti var fyri í nevndini at innstilla, ella senda málið aftur í Sjón- varpsnevndina. Almenningurin er nú kunnugur vid, at Joan Pauli Joensen, sum nevnd- in innstillaði sum nr. 1, hevur tikið umsóknina aftur. Vit vilja åtala, at nevndin ikki hevur fingið boð um hetta, tí tað broytir ikki sert um grundarlagid, sum nevnd- in hevdi fyri uml. hålvum ári síðan, tå innstillingin var gjørd Ti er tad eftir okkara meting rættast, at målid um fyristeðufólk til Sjón- varp Føroya verður sent aftur til Sjønvarpsnevnd in Tann, 15. februar 1983 Ingrid Sondum, Danjal Pauli Danielsen, Hans Jørgensen. Vit gloyma tey yngru Nu hondbóltskappingin er um at vera liðug, er vert at líta aftur um bak, við at lesa bleðini, og skjótt verða varðugur við at bert 1. deild menn og 1. deild kvinnur hava luttikid 1 k appingini í vetur, men allíkavæl = verða fleiri onnur lið eisini ferova- meistarar. Hetta eru lið í teimum yngru deildunum á bygd og í bý sum við sannari spæligledi hava luttikid í kappingini í vetur. Ferð- ast aftur og fram fyri at spæla ímóti teirra javn- aldrum. Men ikki eitt orð er grett um øll hesi hundraða- vís av børnum i blødunum. Hetta eru bert børn munnu okkara ítrótta- skrivarir tonkja, sum illa nokk duga at spæla men bert renna aftur og fram og fáa bóltin tilvildarliga í netið vidhvørt. Tit skuldu heldur farið og hugt eftir teimum yngru deildunum og skjótt funnið útav at her er okkara framtid í hond- bólti. Sum áskoðari til nógvar dystir í teimum yngru deildunum undrast tú yvir at siggja so nógvar framúrskarðandi hond- bóltsspælarar, men tað má kanska ikki koma fram í bloðini, so fólk kanska fáa sterri áhuga fyri teimum enn fyri 1. deild. Eisini hevur bert yvirlit yvir støduna i 1. deild fyri menn staðið í blødunum i vetur. Tað skuldi verið tað minsta at kravt at tit eisini gjørdu støduna upp i hinum deildunum, men heldur ikki tað hevur tykkar áhuga, sjálvt um oll úrslitini hava staðið í bløðunum hverja viku. Og ikki at gloyma Ut- varp Foroya, sum fær alt ítróttartilfarið lagt á borð- ið klárt at lesa upp. Eisini teir lata verða við at lesa allar dystirnar upp. men bert nevna, nær 1. deild menn og kvinnur spæla. Leygardagin tann 12. Mótmæli hjá F. B. er soljóðandi: Sjónvarpið er ein fjøl- miðil. Heilt náttúrliga hava journalistar størstan kunnleika til fjølmidl- ar Sjønvarpsnevndin innstilladi triggjar journalistar til starv- ið sum fyristødu- maður fyri Sjónvarp Føroya. Kortini avgjordi landsstýrið at seta mann, sum hvorki hevur journa- listiska útbúgving ella royndir, í starvið. Foroya Blaðmanna- felag hevur á lima- fundi tann 16. | februar 1983 samtykt at mótmæla harðliga | avgerð lands- stýrisins. Blaðmannafelagið tekur undir við sjón- armiðum meirlutans í Sjónvarpsneyndini, Ingrid Sondum, Hans Jørgensen og D. P. Danielsen, um setan- ina, soleiðis sum tey eru sett fram í skrivi til landsstýrið. Samstundis vilja vit vísa til skriv frá Førova Bladmanna- felag til Foroya Landsstýrið og Sjón- varpsneyndina fest 07.08.1982 hesi dag- Við hávirðing f.v. Jan Miiller form. febr. segði frásegumað- urin, at tveir dystir blivu í Ítróttarhellini í Havn sunnudagin, sjálvsagt teir í 1. deild. Ikki eitt orð um at 8 aðrir dystir blivu tann dagin haruppi, men hvat. teir blivu bert í teimum yngru deildunum, so hver skal siga, tað er ikki nakað, sum hevur áhuga millum fólk. So nógv virða teir tað arbeiði, sum verður gjort fyri okkara ungdóm, at taðer ikki umtalu vert. G. S.