týsdagur 8. mars 1983síða 9
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 28 — 8. mars 1983
Bjørn Borg gevst:
Bjørn Borg gevst við
»topp«tennis - hann
hevur mist hugin
Svensk! = »tennis-kongurin«
Bjørn Borg hevur mist hugin
at luttaka i fremst tenniskapp-
ingunum. Hann hevur boðað
frá at hann gevst aftaná kapp-
ingina í Monaco í mars
mánað. Hann fer tó framvegis
at spæla uppvísingardystir.
Ein annar av heimsins bestu
tennisleikarum, Jimmy Conn-
ors, hevur eisini boðað frá at
hann gevst í ár.
Fleiri vilja sleppa at yvirtaka
»trununa« aftanå Borg.
Fremst standa Ivan Lendl og
John McEnroe. Men ein
annar ungur svíi Mats
Wilander, troðkar seg eisini
fram
Soleiðis stóð at ast tað Ein ungur mað
lesa í einum av hvers vilji, treiskni og
evnir gjerdi hann til nakað
ensku bleðunum —
í stórari yvirskrift
— í 1973. Hetta var
árið tá ein 17 ára
gamalur svenskur
unglingi megnaði
at spæla seg fram
til kvartfinaluna í
kendastu tennis-
kappingini í heim-
inum, Wimbledon-
kappingini. Og
samstundis hugtók
tann ungi Bjern
Borg øll tey ungu
og gjerdist teirra
»Stjørna« burturav.
Nú tíggju ár seinni er
framúrskarandi í ítróttar-
heiminum, ið
sæð áður, hevur nú gjert
av at gevast. At »pension-
neyvan er
era< seg sjálvan — sum 26
ára gamal.
Tíggju ár, har hann
næstan hevur liva í einum
»kufferti« eru nú komin at
enda.
Tað er annað í lív-
inum enn tennis, sigur
Bjern Borg nú sjálvt
um ein ikki skuldi trúð tí
soleiðis sum hesin framúr-
skarandi ítróttarmaðurin
hevur livað og andað fyri
tennis hesi 10 árini
Men tey hava eisini
gjørt hann til ein tann rík-
asta ítróttarmannin í
heiminum.
Bjern Borg hevur havt
góðar ráðgevar á fíggjar-
Síða 9
Bjern Borg — kanska stersti tennis-leikarin heimurin hevur sæð. Nú gevst hann
liga ekinum, og hevur
hann, nú tá hann sigur
farvæl, ognað sær bústað-
ir í Monaco, á Long Ísland
(USA) og í svenska sker-
garðinum. Hann hevur
vunnið meira enn eina
kvart milliard krónur
uppå tennisleik sin, og nu
er hann vorðin so kendur,
at fyritøkurnar standa i
rað fyri at sleppa at nýta
hann í lýsingum sínum, so
Bjørn Borg er vísur í at
fáa stórar inntekur kom-
andi árini eisini, sjálvt um
hann ikki nertir ein tennis-
ketsjara
Tá Bjern Borg var 16
ára gamalur segði hann, at
hann hevði eina fimm-ára
ætlan. Um hann ikki náddi
at verða millum bestu leik-
ararnar í heiminum áðrenn
hann var 21, so ætlaði
hann at gevast og í staðin
byrja at lesa á onkrum
lærustovni nema sær
onkra útbúgving.
Sum 17 ára gamalur
náddi hann kvartfinaluna
í Wimbledon — og fekk
nærum ikki frið fyri
ungum gentum, ið
jagstraði hann fyri at fáa
vautograt< hansara.
Trý ár seinni tjúgu
ára gamal — gjerdist hann
á fyrsta sinni Wimbledon-
meistari.
Og varð verandi meist-
ari næstu fimm árini á rað
í sær sjálvum nakað, ið
tykist nærum ógjerligt, tá
ein sær hvussu herð
kappingin er.
Heimurin upplivdi ein
tennis-millióning í tuflum
og cowboy-buksum. Ein
unglingi, ið líktist ellum
hinum — við longum hári
og tunnum, fullum skeggi
Longu sum 14 ára
gamalur visti Bjern Borg
hvat hann vildi. Tennis
var alt lív hansara. Hann
fór úr skúlanum fyri at
royna at berja seg fram
millum teir bestu, meðan
hann framvegis
ungur. Um hann longu tá
var byrjaður at hugsa um
ovurhonds nógvu peng
arnar er ilt at siga, men
var
hann hevði bert eitt í
hevdinum: tennis — sá tað
út til.
Framhald á síðu 10