hósdagur 10. mars 1983síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 29 — 10. mars 1983 tíðindablaðið s | SÍ luri | Síða 3 2
Idag verdur pristalid avgjørt:
Ætlaða broytingin
gevur 2000 kr. i missi
bert i år
Reallønin minkar, um pris-
talið skal setast aftur til
100. Men hvussu nógv
minkar reallenin, sum er
tann parturin av lenini,
sum tú hevur eftir, tá alt
annað samfelagsgjald er
farið burturav?
Undir 1. viðgerð av upp-
skoti landsstýrisins um at
nullstilla prístalið, varð
upphæddin kr. 6000
nevnd.
Í álitinum frá fíggjar-
nevndini í málinum kemur
talið kr. 2000 fram í einum
svari frá Karli Andreass-
en, fulltrúa á Hagdeildini
til ein spurning frá for-
manninum i figgjarnevnd-
ini, Ivani Johannesen:
»Um hildið verður fram i
1983 vid verandi pristali
ella um prístalið pr. 1.
januar 1983 verður sett
aftur til 100, hverja
ávirkan fær so hetta á inn-
tekurnar hjá vanligum
fólki? .
— Við einum prisvøkstri
upp á 10 pst. um árið
skuldi = munurin verið
umleið kr. 2000 fyri árið.
Hetta er svarið, fíggjar-
nevndin og umboðini fyri
fakfelegini, sum vóru á
fundinum, fingu.
Men lentakararnir hava
havt ein miss undanfarin
ár. Tá missurin aftur til
1975, tá prístalslógin varð
munandi broytt, verður
roknaður út, verður hann
12.000 kr. árliga, vísir Ove
Mikkelsen á í áliti sínum.
Andsteðan: nýtt
grundarlag og
óbroytt prístal
Fíggjarnevndin hevur
býtt seg í ein meiriluta —
samgonguflokkarnir — og
tríggjar minnilutar — and-
steðulimirnir í nevndini —
men sum hevur eitt saml-
að minniluta uppskot.
Meirilutin mælir til at
samtykkja uppskot lands-
stýrisins, men skjýtur
upp at heita á landsstýrið
um at seta nevnd at
endurskoða prístalsgrund-
arlagið.
Atli Dam mælir til at
kanna allan spurningin
um prístalið eins og onnur
megulig búskaparlig
tiltøk so sum avskriv-
ingar, skatt av bankayvir-
skotið, serskatt av háinn-
tokum og meguliga
broytan av skipanini, so-
leiðis at ein »pristals-
familja« altíð fær fult
endurgjald, meðan hægri
lenirnar fáa skerda prís-
javning eftir broytingum í
útflutningsprísunum
Men saman við minni-
lutunum, Ova Mikkelsen
og Adolfi Hansen, setir
hann soljóðandi uppskot
til samtyktar: >Legtingið
samtykkir, at sett verður
ein nevnd at útarbeiða eitt
nýtt prístalsgrundarlag,
og at lógin um prístal skal
standa óbroytt, til álitið
frá nevndini fyriliggur«.
Fakfeløgini hava
mótmælt ætlaðu broyting-
unum hjá landsstýrinum
og hava sett krav fram
um, at sjálv dýrtíðarvið-
bótin verður hækkað úr 60
oyrum upp í kr. 1,50.
Eftir fundin saman við
figgjarnevndina komu
fakfeløgini til ta stødu, at
verandi pristal ikki må
verða broytt og at ein
nevnd verður sett at
endurskoða grundarlagið
fyri prístalinum.
Allur veksturin frá
70-unum hvervur
— Arini 1980, 81 og 82
hevur verið ein reallenar-
afturgongd hjá lentak-
arunum upp á minst 10
pst. bert orsakað av infla-
tiónini. Í áliti sínum vísir
Atli Dam á, at árini 1980,
81 og 82 er reallenin mink-
að 10 pst. bara av inflati-
ónini. Harafturat kom
tollhækkingar fyri 50 mill.
kr., hækkingar í flutnings-,
post-, telefon- og eðrum al-
mennum gjeldum.
— So valla er ivi um, at
reallønargongdin seinastu
tvey árini er so stór, at
hon saman við gongdini í
1980 hevur tikið megin-
partin av vekstrinum
sjeytiárini aftur frá len-
takarabólkunum, sigur
Atli Dam.
Í slíkari steðu er trið-
ingsskerjing av endur-
gjaldinum fyri prísvekst-
urin ikki heppið búskapar-
ligt tiltak, men heldur eitt
skaðaskot.
Atli Dam vísir á, at tað
er munur ímillum at royna
at tálma eini lenarhækk-
ing í einum tíðarskeiði við
sterkum reallenarvekstri,
og beinleiðis at fremja
lenarniðurskurð í eini tíð,
har reallenin minkar
skjótt, er alstórur.
Eisini metir Atli Dam
grundgevingina hjá lands-
stýrinum vera jánkasliga
og einkisigandi:
— Tí sokallaða grund-
gevingin »at harvið er
prístalið b etur í samsvar
við prisgongdina« er so
einkisigandi, at skomm
mátti verið fyri ábyrgdar-
politikkarar at smoykja so
harðligt tiltak niður yvir
lentakaran við so óprógv-
aðari grundgeving.
Her er eingin próv-
fersla fyri, at tiltakið er
neyðugt av samfelags-
ligum orsekum. Einki
prógv er fyri, at kapp-
ingarferi okkara mennist
og heldur eingin meting
um orkuna hjá vanligum
lentakara at bera hesa
byrðu afturat teim
mongu, sum borgarliga
»alternativiå« hevur givið
honum at bera, hevur
skotið upp at leggja áhann
og hevur í umbúna at
koma við seinri.
Stersta umbýtið
nakrantíð
- Borgarliga
»alternativiå« hevur eftir
bert tveimum árum
megnað at fremja stersta
umbýtið av samfelags-
orkuni = (við legmans
orðum: lagkekuni), sum í
Feroyum nakrantíð er
upplivað, tí sjálvsagt er
allur vinningurin frá
sjeytiárunum fluttur til
onnur í samfelagnum.
— Ongantíð fyrr er slík
háð sýnd virkandi fjeldini
sum nú, tá hegg eftir høgg
tekur aftur tað, hon við bit
og slit vann sær av teirri
risaútbygging av okkara
samfelag, hon var við til at
fremja seksti- og sjeyti-
árini, sigur Atli Dam.
Formaður Javnaðar-
floksins metir eisini, at
samgongan setir tann
arbeiðsfrið og lenaraftur-
haldni, ið ábyrgdarfullir
fakfelagsleiðarar hava
sýnt í torførum árum, i
váða fyri at fremja eitt til-
vildarligt tiltak, sum
onkur er komin í tankar
um.
Atli Dam vísir eisini á,
at tað er ikki vanligi len-
takarin, sum ehvur tað
stóra brúkið:f
— Meðan prís-, takst-,
skatta- og tollhækk-
ingarnar dyggiliga av-
marka forbrúksmegu-
leikar lentakaranna, tyk-
ist forbrúk avskrivaranna
og háinntekumanna at
vaksa so nogv, at handils-
javnhallið ár um ár setir
met, og meðan uttanlands-
låntøkurnar av hesum
rekka stjørnuhæddum,
orkar skjótt lentakarin
valla at taka sær lán til út-
vegan av íbúð, sigur Atli
Dam m.a. í minnilutatil-
ráðing síni.
Fyra kr. um tíman
Ove Mikkelsen vísir í
sínum minnilutatilmæli á,
at í telum er missurin frá
1975 til 1982 fýra kr. um
tíman. Harafturat góvu
tollhækkingarnar tvær kr
Soleiðis fær lentakarin
seks kr. minni um tíman.
Hetta gevur árliga ein
miss upp á kr. 12.000
— Mælt verður tí frá at
seta hetta lógaruppskotið
í gildi. Her mugu vit ting-
menn eisini hava í huga, at
gongdin hesi seinastu
árini er vorðin tann „at
steðugt minkandi arbeiði
hevur verið at forvinna,
sigur Ove Mikkelsen m.a.
Adolf Hansen hevur
eisini sítt egna tilmæli.
Hann vísir á, at Feroyar
livir av útflutninginum,
meðan prístalið hevur teir
eginleikar, at dýrari tær
innfluttu vørurnar eru,
tess hægri verður prístal-
ið. Hetta uttan mun til,
um grundarlag er undir
okkara keypiorku.
Hann metir, at tað besta
prístalið er eitt javnvágar-
prístal, ið virkar soleiðis:
at prístalið fer upp, tá
eindarútflutningsprísirnir
fara upp, og fer niður, tá
eindarútflutningsprísirnir
fara niður, og at prístalið
fer upp, tá eindarinnflutn-
ingsprísirnir fara niður, og
at prístalið samsvarandi
fer niður, tá eindarinn-
flutningsprísirnir fara
upp.
— Við einum soleiðis
virkandi prístali taka vit
øll lut i samfelagságóð-
anum, tá hann er til stað-
ar, meðan vit hinvegin øll
mugu spenna lívreimina
inn, um hall er á okkara
samhandli við aðrar, sigur
Adolf Hansen m.a. í tilráð-
ing síni.
Eftir fundarskránni
kemur uppskotið til aðru
viðgerð á legtingsfund-
inum, sum byrjar kl. 10,30
í morgin. jo-mo
Trygdin
á Viðarnesi
skal kannast
Trygdarviðurskiftini á
Viðarnesi skulu kann-
ast, áðrenn Tórshavnar
býráð leingir leigusátt-
málarnar við P.f. Esso
og við P.f. Shell
Við navnakalli sam-
tyktu fýra býráðslimir
á býráðsfundi týs-
kveldið eitt uppskot
frá Heðini Mortensen
um, at býráðið fær eina
frágreiðing um trygd-
arviðurskiftini áðrenn
sáttmálin verður undir-
skrivaður.
Ikki tí, eg havi
einki ímóti uppskot-
inum til sáttmála. Men
har hevur verið eldur í
har úti og býráðið
hevur jú samtykt, at
skipasmiðjan skal
byggja eina monter-
ingshøll í Alakeri. Eg
vil bara hava trygdar-
vidurskiftini = kannað,
sigur Heðin Mortens-
en.
Strangari
sáttmáli
Uppskotið til leigusátt-
mála, sum býráðið
hevur gjert, er strang-
ari enn verandi sátt-
máli.
Poul Michelsen. by-
ráðsformaður upp-
lýsir, at kommunan nú
hevur treytað sær rætt
til, at tangarnir kunnu
flytast áðrenn 1990, tá
sáttmálin gongur út,
um kommunan kann
vísa oljufelegunum á
annað eki.
Harafturat hevur
kommunan ikki skyldu
at rinda oljufelegunum
endurgjald fyri td.
bygningar, sum oljufel-
egini gera, eftir at sátt-
málin er undirskriv-
aður, og fram til 1990.
Orsøkin til, at
nyggjur såttmåli skal
gerast, er hon, at olju-
feløgini leiga å fleiri
matrikkul-nummurum.
Såttmålin fyri summi
av hesum er gingin ut.
Annars upplysir by-
ráðsformaðurin, at
oljuøkid á Vidarnesi er
undir regluligum eftir-
liti av brandeftirlit-
inum og arbeiðseftir-
litinum.
Roknskapir góðkendir
Tórshavnar býráð samtykti einmælt týsdagin
roknskapirnar fyri 1981 og -82. Onkuntíð er rokn-
skapurin sendur í hvert hús. Men tað verður hann
helst ikki í ár. Í hvussu so er ikki í fullum líki.
Men meguleikin at senda út eina minni útgávu
við hevuðskonto'unum er nevndur.
Figgjarætlanin fyri
Tórshavnar býráð skal á fundi í kveld hava fíggj-
arætlanina fyri kommununa fyri á fundi í kveld.
Sambært kommunulógini skal fíggjarætlanin við-
gerast tvær ferðir og samtykkjast undan 1. apríl.
Sáttmálarnir skulu
góðtakast
Tað var i fjør, at Tórshavnar byråd segði fleiri
lenarsáttmálar upp á teknisku deild komm-
ununnar. Samráðingarnar, sum hava verið drúgv-
ar, eru loknar, og funnið er fram til semju uttan
við arkitektarnar. Hinir bólkarnir eru: verkfreð-
ingar, maskinmeistarar, byggifreðingar og tekn-
iskar teknarar.
Sáttmálasamráðingarnar hava m.a.
miðjað
ímóti at fáa hesi starvsfólkini undir feroyskar
lønarsåttmålar. Harafturat hava samráðingarnar
snúð seg um fastleggjan av ábyrgdarískoyti og
loysn av spurninginum eftirlenartrygging.
Ebenezer
Bíbliuflokkur verður íkveld kl. 20,30. Svenning av Lofti
talar um evnið >Trúgv virksom í hugsan, orði og verki«