Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-03-12, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. mars 1983síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 2 , i tíðindablaðið B Sk mi | Nr. 30 — 12. mars 1983 Til partaeigarar Í okkara banka KÍ á vøllin Fyrsti dysturin hjá KÍ verður sunnudagin. Tað er ein vinardystur ímóti ÍF. Jens Hvidemose, sum er venjari hjá KÍ í år, hevur sett liðið, sum skal spæla sunnudagin á vellinum í Klaksvík. Teir eru: Símun Pauli Sivertsen, Pól Sundskarð, Markus T. Jacobsen, Bent Baldvinsson, Finn Joensen, Beinur Poulsen, Haldur S. Johansen, John Joensen, Petur Andreasen, Oddbjern Joensen, Jóhan Joensen, Bent Tommi Linklett og Sonhard Johannesen. Hóast liðið enn er fyribils, er longu nú greitt, at tað verða rættuliga ungir spælarar KI fer at stríð- ast við í liðkappingini. Dysturin sunnudagin byrjar kl. 14,30. Norðoyar Fornminnis- savn hevur framsýning Norðoyar Fornminnissavn hevði aðalfund mána- kveldið, har umleið 30 limir vóru uppmettir. I fjør tók felagið avgerð á eykaaðalfundi at taka lán og umvæla gomlu handilshúsini úti í Klaks- vík. Hetta varð gjert við tí endamáli at miðja fram í móti at lata upp eina framsýning í helinum. Framsýningin, sum felagið hevur stevnt ímóti, stendur væntandi klárt í august mánað. Tá fara í øllum førum partar av bygninginum at verða lidnir at umvæla, so at lutirnir kunnu vísast fram. Norðoyar Fornminnissavn eigur ikki pening at seta fólk í arbeiði fyri, men roynir at basa tiltak- inum við láni, og kontostudul frå kommununi. Í fjør fekk felagið 40.000 krónur í stuðli frá kommununi. Landið letur 40% av útreiðslunum hjá felagnum. A aðalfundinum mánakveldið var ikki nakað umráðandi mál á skránni. Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali, og vórðu báðir afturvaldir. Í nevndini fyri Norðoyar Fornminnissavn sita Jógvan Ravnsfjall, Frits Olsen, Símun J. Hansen Petur J. Jacobsen og Erik Hansen. Nevndir hevur ikki skipað seg enn. Um fyrsta apríl, fer Norðoyar Fornminnissavn at senda frágreiðing út til teir gott 200 limirnar. Stra. Fame óferan fiskiskap Tað gongst væl hjá føroysku rækjubátunum, sum royna við Svalbard. Tá samband var við Fame hósdagin høvdu teir 275 tons av rækjum. Teir høvdu júst tá havt eitt hál uppá 8 tons. Trolið var úti í tríggjar tímar. Tað er helvt stórar og smáar rækjur. Kjelur, t.e. fyrrverandi Vesturvarði, er eisini á fiskilæð við Svalbard. Hann fekk 3 tons í einum háli hósdagin. Teir tóðaðu í tríggjar tímar. Feroysku skipini fiska suður ímóti 77—á 230 favna dýpi. A leiðini har føroysku skipini royna eru eisini tveir norðmenn og so eitt grønlendskt skip. jan Påskasølustevnan i Trongisvågi utsett Eftir ætlan skuldi påskasølustevna verða i nýggju Ítróttarhellini í Trongisvági 19. mars. Hóast góða undirteku frá handilsfólkum, so verður stevnan útsett. Orsøkin til hetta er, at handlarnir ikki fáa veruna heim úr Danmark, grundað á verkfallið, sum nú er av. Av tí at so nógvur farmur liggur á goymslu hjá farma- skipunum í Danmark, so hevur verið torfert at fáa um- bidnu veruna heim. Selustevnan í Trongisvági er tí útsett til 16. apríl. ON UMBOÐS /- Ef Á y Býtisseðlaprógv Býtisseðil fyri næstu ár fáast við at lata hetta býtisseðlaprógv inn til / bankan. P/F SJÓVINNUBANKIN TORSHAVN / 14 Nr. 100 kr./ ; BÝTISSEÐIL nr. 22 Eftir lýsing í bleðunum verður vinnings- býti fyri eitt ár av einum parti, stórur 100 | bý krónur, goldið, móti at lata henda býtisseði! krót Sagt verður partaeigarunum frá, at býtis- seðlar fyri næsta ár verða útflýggjaðir við at lata býtisseðlaprógvið inn til bankan inn til ban inn/ JOVINNU” RO / TORSP N w SJOVINNUBANKIN Eg havi altíð ljós á Fimleikafelagid >Ljósiðxa hevur stóra fimleikaframsýning í Ítrótt- arhøllini í Trongisvági sunnudagin 13. mars kl. 15. itr6ttarhøllini á Hálsi mánadagin 14. mars kl. 19. KJARTAN ':/ DALSGAARD VV ER