Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-03-17, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. mars 1983síða 3

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 32 — 17. mars 1983 tíðindablaðið Landsstýrið komið fram aftur við forsorgarlógint: Stuðulin til arbeiðsleys er nú skerdur í mun til ætlan Sambandsflokkurin hevur boygt seg eftir krevum frá Fólka- flokkinum og Sjálvstýrisflokkinum. Tí er stuðulin til arbeiðs- leys skerdur í mun til tað upprunaliga uppskotið, sum lands- stýrið legði fram seinasta heyst. Men í mun til núverandi stuðul eftir forsorgarlógini er talan um ein bata upp á 25 pst. Ert tú einsamallur og einki arbeiði hevur, kanst tú, um uppskotið hjá landsstýrinum verður samtykt, fáa einar 3.600 kr. í stuðli um mánaðin. Ert tú hinvegin giftur og hevur eitt barn, fært tú stívliga 6000 kr um mánaðin. Landsstýrið hevur av nýggjum lagt uppskot fram um at broyta for- sorgar- og barnaforsorgar- lógina Landsstýris- maðurin í almannamálum, Eilif Samuelsen, legði tað fyrra broytingaruppskotið fyri løgtingid í september í fjør. Men hini rbådir sam- gonguflokkarnir, Fólka- flokkurin og Sjálvstýris- flokkurin, fóru í stríð móti uppskotinum og kravdu, at landsstýrismaðurin tók uppskotið aftur. Og Eilif Samuelsen eftirlíkaði. Orsekin var hon, at landsstýrismaðurin í við- merkingunum til upp- skotið nevndi orðið »ar- beidsloysi«: >...og heldur landsstýrið, at tað sostatt verða rímuligir megu- leikar fyri at hjálpa fólki, ið verður rakt av veru- ligum arbeiðsloysi, og skuldi hetta fert við sær, at tervur verður ikki á ser- stakari skipan fyri arbeidsleys«. Bøtti um upp- hæddina I ti upprunaliga uppskot- inum hjå landsstyrinum, sum tað undanfarna landsstýrið samráddi seg fram til, var stuðulin til arbeiðsleys í minsta lagi fólkapensiónsupphæddin. Men upphæddin kundi laga seg eftir viðurskift- unum hjá viðkomandi, sum var arbeiðsleysur — um hesin hevði nógv bern og stórar rentu- og av- dráttarbyrðar at dragast við o.s.fr!. Upphæddin kundi soleiðis hækka upp til vanliga sjúkradagpen- ing, sum um vikuna er 1828 kr. ella um 7.850 kr. um mánaðin. Harafturat kundi Al- Pallborðsfundur Í samband við framsyningina í Læraraskulahøll- ini í hesum degum, verður pallborðsfundur í dag kl. eitt seinnapartin. Pallborðsfundurin hevur fingið heitið >Kristni undirvísingin í Folkaskulanum«, og eru luttak- arnir næmingar í Studenta- og Fólkaskúlanum, lærarar og næmingar á Læraraskúlanum, umboð fyri Landsskúlafyrisitingina og umboð fyri Fólka- kirkjuna, umframt eitt umboð fyri heimini hjá skúlabernum. Fundurin er almennur og hava fólk meguleika at seta spurningar til pallborðsfólkið, eftir at hesi hava lagt fram síni sjónarmið. Dag. Norðuroyar Heimavirki Tann 23. mars kl. 20 hevur Norðuroyar Heima- virki ársaðalfund. Felagið, sum varð stovnað fyri umleið trimum árum síðan, hevur nú 200 limir. Hóast tað var hugsandi, at hesir limir vóru úr Norðuroyggjum, so er tað ikki so. Heimavirkið sigur, at limir teirra eru frá Stóru Dímun, Vágum, Suðuroy, Norðuroyggjum eins og danir og feroy- ingar, sum búgva í Danmark eisini stuðla felagið við innliman. Á ársaðalfundinum hevur Heimavirkið fingið Nicolinu Jensen, at koma til Klaksvíkar at greiða limunum frá handfaring av ull. Dag. mannastovan gera frávik og játta meira, um serlig viðurskifti gjørdu seg galdandi. T.d. fólk í ný- bygdum húsum og stórum lánum. Men hesin meguleikin at fáa stuðul eftir forsorg- arlågini, grein 9, var ikki nakað nýtt, sum nógv fólk fingu varðhugan av, tá fyrra uppskotið hjá lands- stýrinum varð lagt fram. Møguleikin fanst frammanundan. Hann finst enn, og finst somu- leidis i ti nyggja uppskot- inum, hóast Dagblaðið ígjár mikudag í yvirskrift skrivar: »Arbeidsloysis- stuðulin ikki við hesu- ferð<. Upphæddin skerd Men upphæddin í tí nýggja uppskotinum er skerd í mun til tað fyrra uppskotið. Í tí nýggja uppskot- inum verður stuðulin í sambandi við tverrandi arbeiðsmeguleikar av- markaður til 125 pst. av fólkapensiónini og 125 pst. av barnastudning- inum. Fólkapensiónin i dag liggur um 2.940 kr. Ein einsamallur persónur fær soleiðis hesa upphæddina og 25 pst. afturat, tá við- komandi er arbeiðsleysur. T.v.s. einar 3.600 kr. Ein giftur persónur fær undir arbeidsloysi um ER a 111 EU BAÐ ER 8 5 I BR "TR kaka OR KG ve ne ner ro 5.550 kr. um månadin (Fólkapensiónin fyri hjún er 4436 kr. Afturat koma so tey 25 prosentini). Hev- ur viðkomandi bern fær hann eisini 125 pst. av barnastudninginum, sum er 512 kr. Ella v.ø.o. einar 640 kr. fyri hvert barnið. Í mun til fyrra uppskot- ið er soleiðis talan um eina skerjing av stuðilinum til tey, sum einki arbeiði hava Samlaða upphæddin hin sama henda ætlaða Hóast broytingin er gjørd í upp skotinum um at broyta forsorgarlógina, er tann samlaða upphæddin fyri útreiðslurnar mett til tað sama — seks mill. kr Av hesum rindar ríkis kassin 1,1 mill. kr., meðan landskassin skal rinda 4,9 mill. kr. Harafturat koma ut- reiðslur til økta manning á Almannastovuni. Henda er mett til 400.000 kr Eftir ætlan skulu try folk setast afturat. Utreiðsl- urnar hjá kommununum eru mettar at økjast vid 2—300.000 kr Tingmenn hava ast, at upphæddin er tann sama sum i ti fyrsta upp- skotinum. Teir hava ti biðið um góða tid at kanna málið. Uppskotið kemur ti ikki til 1. viðgerð á leg- tingsfundinum í morgin. Men væntandi fyrst í komandi viku, kanska mánadagin. varn- jo-mo Lærlingalønirnar skulu nú fáa vanliga prístalsviðbót Men lærlingalonin í handverksfakinum skal ikki vera prosentpartur av handverkaralonini. Víðkaða læruráðið skal áseta lærlingalonina Verður eitt uppskot til løgtingslog samtykt, fara handverkslærlingar at fáa fulla prístalsviðbót. Upp- skotið, sum landsstýrið hevur lagt fram, samsvar- ar tí við lyftini frá politisku flokkunum til Handverkslærlingafelagið. Handverkslærlingar hava higartil bert fingið hálva prístalsviðbót. Prístalsviðgerð av lær- lingalønunum var til við- garðar á legtingi í fjør. Tá varð málið send lands- stýrinum. Í nevndar- ålitinum frá logarnevndini var ynski sett fram um at broyta lærlingalógina so- leiðis, at lærlingalenirnar verða ásettar av yrkis- feløgum ella víðkaða læru- ráðnum og at lærlingaløn- irnar verða pristalsvid- gjørdar sum aðrar lønir. Hesum hevur lærlinga- felagið tikið undir við. Men lærlingafelagið ynskir, at lærlingalenin framvegis verður knýtt at handverkaralenini sum ein prosentpartur av henni. Foroya Handverkarafel- ag tekur undir við lær- lingafelagnum, meðan Feroya Handverksmeist- arafelag tekur undir við lærlingafelagnum, meðan Føroya Handverksmeist- arafelag ikki hevur sent aftur eitt ummæli av upp- skotinum. Men landsstýrið hevur í samband við sjålva lønina ikki fylgt ynskinum hjá lærlingunum og handverk- arafelagnum. Landsstýrið skýtur upp, at lærlingalenir verða åsettar av yrkisfelogum ella víðkaða læruráðnum, um so er, at yrkisfelegini ikki hava ásett lenirnar. Í handverksfakinum verða lærlingalenirnar tó einans ásettar av víðkaða læru- ráðnum. Annars verður upplýst í viðmerkingunum, at Før- oya Læruráð hevur mælt frá, at lenin hjá hand- verkslærlingum skal ásetast av víðkaða læru- ráðnum, tí henda skipanin hevur ikki riggað fyrr. Ti metir læruráðið tað vera hættisligt at taka skipan- ina uppaftur. Sum grundgeving fyri, at lærlingalønin í hand- verksfakinum ikki skal vera prosentpartur av handverkaralenini, sigur landsstýrið: „Um lærlingalønin skal verða nytt at handverk aralenini og samstundis fáa fulla prístalsviðgerð. kemur so við og við prosentvísi munurin mill um handverkaraløn og lærlingaløn at minka. Fis ini má roknast við, at onnur, sum eru lent við prosent- ella brotsparti av fullari len fara at krevja tað sama. td aðrir lærlingar og arbeidsfolk undir 17 år.« | | | | | | |