Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-03-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. mars 1983síða 11

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 35 — 24. mars 1983 Sólborg 750 tons í 39 dagar: Ein stórur norskur rækjufloti fiskar i Svalbardøkinum — skjótt koma bulgarar, eysturtyskarar og spaniólar at fiska her sigur skiparin á Sólborg Ingolf Rasmussen Tað er okkurt, sum bendir á, at upplýsingar frá norskum fiskivinnumynd- ugleikum um rækjufiski- skap við Svalbard ikki samsvara teimum upplýs- ingum, sum Tíðindablaðið Sosialurin hevur fingið m.a. frá føroyskum rækju- skiparum. Blaðið tosaði seinna- partin mikudagin við Ingolf Ramussen, skipara á Sólborg, sum júst nú hevur rokfiskiskap við Svalbard. Sólborg, sum í ár hevur fiskað í tilsamans 39 dagar, hevur fingið íalt 750 tons av rækjum. 350 tons av smærri rækjum vórðu herfyri avreidd til eina rækjupilkiverk- smiðju í Tromsø. I løtuni hava teir umleid 370 tons inni. Umleid 30% av hesum eru størri rækjur, restin er nakað minni. Ingolf Rasmussen upplýsir, at fiskiskapurin hevur verið sera góður. Teir hava onkran dagin fingið upp í nekur 40 tons. Teir royna á 76 og 77 stig- um. Veðrið hevur eisini verið gott, mest vestur- ætt, soleiðis at har hevur verið lítið av ísi. Nu er hann tó komin hegur — eysturætt, soleiðis, at har er nakað kaldari. Sólborg fiskar mánaðin út, men so fara teir til Danmarkar at landa. Teir hava eina lítla kvotuí Eysturgrenlandi. Hetta skuldi verið besta tíð til fiskiskap har. Tí fer Sól- borg nú ein túr til Eystur- grenlands, áðrenn teir fara aftur á Svalbardleiðina. Ein partur av teimum sterri rækjunum er longu seldur til Japans, restin verður selt til keyparar í Europa. Uppá fyrispurn- ing um teir ætla at avreiða smærri rækjur aftur í Noregi, sigur — Ingolf Rasmussen, at nú eru norðmenn av álvara farnir til Svalbard at fiska rækj- ur, og tí verður helst trupult hjá okkum at sleppa at avreiða í Tromse. Men hann heldur har- afturímóti tað vera eitt sera gott hugskot, at fer- oysku skipini gera seg út til at koma heim við teimum smærri rækj- unum, soleiðis at eitt virki á landi í Feroyum pilkar og arbeiðir rækjurnar. — Men tá skulu so í minsta lagi vera tvey skip, heldur hann fyri. Nógv til Ingolf Rasmussen hevur ført Sólborg í nekur ár. Hann hevur m.a. verið við at fiska í Grenlandi, tá fer- oyingar hevdu fríari ræsur har. Vit spurdu Ingolf, um tað eru líka stórir rækju- meguleikar við Svalbard sum í Grenlandi. Til tað sigur hann, at tað uttan iva liggja ikki færri møgu- leikar við Svalbard. Vit hava enn bert fiskað rækjur á einum av- markaðum eki. Tað eru nógvar leiðir, sum als ikki eru royndar. Og har vit royna á nýggjum leiðum vísir tað seg at vera rækj- ur alla staðni. — Tað hevur verið rætti- liga nógv kjak í Feroyum um svalbardrækjurnar. Ein norskur fiskifreðingur hevur m.a. úttalað seg, at stovnurin er sera stórur, men at tað er ikki pláss at fiska við fleiri skipum við Svalbard enn skipatalið er í letuni, og at stovnurin í dag verður nógv troyttur. Hverja viðmerking hevur tú til tað? — Hatta meti eg vera ein pástand, sum tað als ikki ber til at undirbyggja. Vit hava bert fiskað á nekrum fáum leiðum hig- artil, og tað er so eisini nú- staðni at bæði norðmenn og føroyingar eru farnir at fiska á djúpum vatni. At her er pláss fyri fleiri skip- um er als einki at ivast i, tí vit hava sum sagt bert roynt å einum avmark- aðum eki og alla staðni vísur tða seg at vera rækj- ur. Eg kann bert nevna, at ekið millum Bjarnoynna og Svalbard strekkir seg yvir 400 fjórðingar. Og har eru rækjur alla staðni. Ein stórur rækju- floti — Hverji onnur skip fiska rækjur nú, — Tann stóri rækjufiski- skapurin er ikki rættiliga byrjaður enn, men hann byrjar skjótt. Tá koma bæði norðmenn, spaniólar, eysturtýskarar og bulgar- ar higar at fiska við nógv- um skipum. — Men hverji royna í letuni: — Kjelur og vit eru á fiskileið her nú. Her eru eisini einir 10 til 12 norks- ir bátar, ein grenlendskur og so eru tað russararnir. Annars vænti eg skjótt ein stóran norskan flota á rækjuveiðu við Svalbard og í Barentshavinum um stutta tíð. Talan er um einar 250 bátar. - Tað hevur verið sagt, at norðmenn bert fiska við 6 til 7 sterri skipum við Svalbard. Er tað so? Teir hava helst eini 15 til 20 sterri skip, ið fiska rækjur her ein part av árinum. Tað eru teir bát- arnir, sum fiskaðu undir Grenlandi á sinni, og sum so eina tíð á árinum fiska lodnu í Barentshavinum eisini. Men stersti parturin av flotanum hjá norðmonn- um eru bátar millum 100 og 200 tons. Bátar sum taka tað sum m.a. Kjelur lastar (fyrrv. Vesturvarði). Hesir bátarnir ísa rækj- urnar í kassar og fera tær til lands við stuttum mill- umbilum. skip Líka effektivir — Tað hevur annars verið fert fram frá norskari síðu at tann norski rækjuflotin, ið ísar í kassar og avreiðir í Tromse, hann fiskar ikki við Svalbard, men aðra- staðni í Barentshavinum og við norsku strondina. — Tað eg veit og havi sæð, so fiska teir flestu av teimum bátunum her við Svalbard, her vit aðrir fiska. Harumframt royna nógvir við Hopen og Bjarnoynna, sum vit vita eru gomul og góð rækju- mið. Og hesi bæði ekini hoyra eisini undir Sval- bardøki, eftir hvat eg veit. — Men tað hevur verið sagt frá norskum keldum, at hesir bátarnir, sum ísa í - - SE) S0SIalurin kassar, fiska ikki við Sval- bard, ti tað er ov langt hjá teimum at sigla heim við veiðuni. — Eg vil meta, at tað tekur teimum i mesta lagi tveir dagar at sigla ur landi å fiskileid, og teir kunnu lættliga fylla seg i einar 3 til 4 dagar. Er veðrið gott, so eru teir båt- arnir líka so effektivir sum Vit. — Norska fiskivinnuráð- ið hevur upplýst, at tað vórðu veidd 5500 tons á Svalbardekinum í fjer. Hetta samsvarar illa við upplýsingarnar, at nógvir av teimum smærru bát- unum fiska í Svalbard- ekinum? Samlaða rækjuveiðan í Barentshavinum íroknað Svalbardøkid var í fjør uppá 40.000 tons. Tað ljóðar fyri mær ógvuliga lágt, at veiðan við Sval- abrd bert hevur verið 5500 tons, tí sum sagt, teir norsku bátarnir fiska her nærum alt árið, og serliga nú tað líður út á summ- arið. Nógvir russar — Hvat veit tú um russar? — Teir fiska eisini á hesum leiðum, men meira á djúpum vatni. Teir geva ikki veiðuna upp. Í fjer taldi eg 10 stórar russ- iskar rækjubåtar. Vit spurdu síðani Ingolf Rasmussen, hvat honum dåmar såttmålan, sum landsstýrið hevur gjørt við norðmenn, har m.a. rækjuflotin er skerdur? Ingolf Rasmussen: — Sum eg dugi at síggja í letuni, so fer sáttmálin ikki at tarna okkara veiðu munandi í hesum árinum, men eitt annað er koma.di ár. Eg má siga, at tað er sera óheppið, at vit lata okkum avmarka, sum teir einastu. Okkum kunnugt hevur eingin onnur tjóð, sum fiskar ræjkur her í Svalbardekinum avmarka sina veiðu. Heldur ikki norðmenn. Tað er heldur tverturímóti vil eg meina, endar Ingolf Rasmussen í telefonsamrøduni við Sosi- alin. jan H.vindeygu vid smærri brekum Serstøddir og standardstøddir biliga til sølu br. x h. 30 x 120 41 x 136 60x 120 60 x 125 70 x 120 70 x 130 90 x 130 90 x 140 90 x 150 3 stk. 90x 160 1stk. 95x110 1 stk. 100 x 140 1 stk. 100 x 160 1 stk. 110x 80 3 gl. 1 stk. 110 x 130 1 stk. 110 x 130 smurt 3 stk. 110 x 150 2 stk. 110 x 160 1 stk. 112x 101 1 stk. 120 x 140 1 stk. 120 x 140 2 stk. 120 x 156 1 stk. 130 x 70 1 stk. 140x 70 1 stk. 140 x 130 1 stk. 170 x 60 1 stk. 170 x 120 topph. 1 stk. 180 x 120 smurt H.vindeygu vid sprossum 1 stk. 100 x 120 3. stk. 150 x 120 1 stk. 160 x 130 1 stk. 198 x 117 v/ 2 rm.-3 gl. 1 stk. 1 stk 2 stk 1 stk 1 stk. 1stk. 1stk. 1stk. 1stk. H.vindeygu við fastari rammu 3stk. 60x120 3 gl. 1. stk. 70x120 3 gl. 1 stk. 80x120 3 gl. å kr. å kr å kr. P/f Vatnsoyra Snikkaravirki 3812 Vatnsoyrar, Tlf. 32177 —32677