Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-03-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. mars 1983síða 16

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Formaðurin í Læknafelagnum: Grein 5 í sjúkrahúslógini forðar fyri einum reellum og skilagóðum orðaskifti — tí má henda grein broytast Orð og myndir: Jan Miiller Læknarnir á Landssjúkrahúsinum halda, at tað er rættast, at nýggjar sergreinir verða lagdar her og ikki á smærru sjukrahusunum Vit spurdu hann fyrst, hvussu nógv Læknafel- agið hevur verið uppi í at tilrættaleggja útbygg- ingina av feroyska sjúkra- húsverkinum komandi árini. Til tað sigur hann: Læknafelagið hevur verið uppi í á tann hátt, at vit hava roynt at fylgt við í teimum álitum og lógar- uppskotum, sum eru gjørd. T.d. tå ið »Betænk- ning om ny lov for Færø- erne om sygehusvæsenet« kom í 1974. Tá setti Læknafelagið eina nevnd at gera viðmerking til hetta álitið og koma við broytingaruppskotum. Læknafelagið varð eisini boðið til samreðu í nevndini, sum viðgjerdi lógaruppskotið í 1975. Her hevdu læknarnir tíverri bert hevi til at úttala seg um upprunaliga uppskotið, men ikki um broytingarnar, sum vórðu framdar undir nevndarvið- gerðini og sum komu at standa í sjúkrahúslógini. Tá Rådleggingarnevnd- in í 1979 setti undirnevnd- ir at viðgera tey ymisku ekini, fingu læknarnir eisini umboðan her. Tríggir bólkar avlæknum Her kundi eg hugsa mær at lagt afturat, at Lækna- felagið er samansett av trimum ymiskum bólkum av læknum: yngri læknum, kommunulækn- um og serlæknum. Hetta eru tríggir rættuliga sjálv- stýrandi bólkar innan Læknafelagið, við tveimum læknum hver í Læknafelagsnevndini. Tað er heldur ikki altíð, at áskoðanir og áhugamál hjá hesum bólkum eru eins, so tað er ikki altíð, at Læknafelagið sum so kann siga nakað um ávís mál. Hetta síggja vit eisini, tá limir innan sama bólk eru rættiliga ósamdir, t.d. um hvussu sjúkrahúsverkið skal út- byggjast. Tá ið tú spyr meg um hesi viðurskifti kemur svarið tí í fleiri førum at standa fyri mína egnu rokning. — Sjúkrahúslógin kom í 1976. Tað hevur veriðn nevnt síðani, at læknarnir vórðu ov litið eftirspurdir, tá henda lógin varð sam- tykt. — Sum eg nevndi, so vóru læknarnir eftir- spurdir um tað uppruna- liga lógaruppskotið men finguikki hevi til at geva sína metan av endaliga lógaruppskotinum. = Her skal eg nevna nakað, sum eg meti avgjert hevur áhuga í hesum sambandi. Í Feroyum hava vit onga nevnd ella bólk, har politikarar, læknar og embætismenn framhald- andi hava meguleika at tosa um viðurskiftini. Hetta hava teir aðra- staðni. T.d. í Danmark hava teir nevndir bæði centralt og úti í amtinum. Hetta er fastlagt í $23 í »Bistandsløgini«. Eg havi hoyrt, at tað hevur verið tosað um at gera okkurt líknandi í Feroyum. Men enn er so einki konkret komið fram um hetta. — Eg meini at tað er sera óheppið, at vit, hverja ferð okkurt nýtt innan heilsuverkið skal umreðast og avgerast, við stuttari freist skulu koma fram við okkara met- ingum, ofta bert í stuttari samreðu við eina og hverja nevnd, sum er sett at viðgera málið. Heldur átti alla tíðina at sitið ein slíkur bólkur ella nevnd, sum arbeiddi við og tosaði um teir spurningar, sum taka seg upp innan eitt nú sjúkra- húsverkið. Grein 5 — Men aftur til sjúkrahús- lógina. Er tað ikki okkurt, sum tú kundi hugsað tær eðrvísi í sjúkrahúslógini? — Jú, hartil er at siga, at tað lógaruppskotið, sum varð lagt fram av táver- andi landsstýrismanni, var ikki so kontroversielt, sum lógin gjerdist aftaná nevndarviðgerð, har ser- liga $5 varð sett inn í lóg- ina. Henda grein sigur millum annað: i stk. 1: »at læknar skulu hava skyldu at geva og móttaka hjálp frá hinum sjúkrahúsunum“<. Í stk. 2: »at tað í minsta lagi skal setast tveir yvir- læknar á smærru sjúkra- húsunum, ein medisinari og ein kirurgur«. Í stk. 3: »at tú á teimum smærru sjúkrahúsunum kann gera serdeildir, um tú hevur læknaliga kva- lifikatiónir á staðnum, og um sjúkrahússtýrið gongur við til tað. — Er tað okkurt í sjúkrahúslógini, sum kundi hugsað tær broytt? — Eg haldi at grein 5 er óheppin. Fyrsta pettið verður vanliga hildið at vera óneyðugt í slíkum lógum. Tað er sjálvsagt, at ein lækni eigur at leita sær hjálp til sjúklingin, har besta hjálpin er at fáa. Her hava politikararnir hildið tað veriðn eyðugt at undirstrika hetta yvirfyri føroysku læknunum. Ikki ti, hetta kunnu vit helst liva við. Annað pettið skuldi eftir míni metan ikki verið viðtikið, hvussu so er ikki fyrr enn Rådleggingarnevndin hev di gjørt sitt tilmæli. Hetta snyr seg um avist service- steði á smærru sjúkra- húsunum. Her haldi eg, at ein av fremstu uppgav- unum hjá Ráðleggingar- nevndini júst var at taka steðu til, hvussu hegt ser- vice-stoði og útreiðslu- steði átti at verið á hesum sjúkrahúsunum. Triðja pettið havi eg tó ringast við at góðtaka. Hetta ger, eftir mínari metan, alla ráðlegging tverliga, serliga um her verður meint við landsum- fatandi serdeildir. Endurskoðast — Hava vit tá við grein 5 longu læst okkum fest, og kunnu vit við hesi grein yvirhevur fáa eitt gott og sakligt kjak um sjúkra- húsverkið? — Síggja vit núgaldandi sjúkrahúslóg sum nakað, sum er gjert til ævigar tíðir, so meini eg avgjørt, at grein 5 forðar fyri einum reellum og skila- góðum kjaki um hesi viðurskifti. Eg meti av- gjørt, at eitt lið í kjakinum má vera, um grein 5 skal broytast. Í princippinum má sjúkrahúslógin kunna endurskoðast eins og allar aðrar lógir. — Hví heldur tú, at handan greinin er komin við í lógina, er tað av politiskum orsekum? — Grein 5 kom, sum nevnd, inn í sjúkrahúslóg- ina undir nevndarviðgerði ni, aftaná at læknaum- boðini hevdu havt hevi til Nr. 36 — 26. mars 1983 at geva sínar metingar Mær er sagt frá, at hon varð skotin upp av ávísum politikara úr Klaksvík og er óivað sett inn fyri at geva meguleika fyri útbygging av teimum smærru sjúkrahúsunum. - Hevði tann møguleik- in ikki eisini verið til stað- ir uttan grein 5? Sjálvandi, og so kann ein siga, at Ráðleggingar- nevndin hevði staðið so nógv fríðari í síni ráðlegg- ing. Tá hendan nevndin skuldi gera sítt álit, var tað alla tíðina hildið fast um, at hon sanniliga ikki skuldi fara út um núgald- andi lóg. Tað vardileingi, áðrenn menn góðtoku, at skuldi ein ráðlegging fyri súkra- húsverkið gerast, so kundi tað ikki bara hald. st innan fyri tann ógvuliga tronga karm, sum grein 5 gevur. »Ide-katalog« — Hvat heldur tå um ålit- id frå Rådleggingarnevnd- ini? — Á eini samkomu fyri danska heilsustjóranum á Landssjúkrahúsinum, kall- aði undanfarni formaður í Ráðleggingarnevndini, Leif Groth, álitið fyri eitt »ide-katalog«. Tað merkir, at í álitinum eru fleiri meguleikar opnir. Hetta meti eg kemur av, at lim- irnir í nevndini hava kent seg bundnar av núgald- andi sjúkrahúslóg, serliga grein 5. Sum eisini sjúkra- hússtjórin ferir fram kann nevndin ikki koma víðari í sínum arbeiði, fyrr enn legtingið hevur vidgjørt fyriliggjandi álit. Sjálvur meti eg, at legtingið sum avgerandi myndugleiki, må taka stæðu til uppgávubýtið millum sjúkrahúsini og harvið servicesteðið á smærru sjúkrahúsunum, serliga í g i | i au