Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-03-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 30. mars 1983síða 17

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 38 — 30. mars 1983 Formaðurin í Læknafelagnum: Børnini eru ringast fyri — Eg vil tí appellera til játtandi myndugleikar um skjót- ast at fáa játtað starvid sum yvirlækni i barnasjúkum — Tað krevur nógv av tí einstaka politik- aranum at seta seg inn í sjúkrahúsviður- skiftini. Her ræður um at taka rættar heldur enn skjótar avgerðir. Nýggj barna- deild, setan av yvirlækna í barnasjúkum, útbygging av Suðuroyar sjúkrahúsi o.a. eru spurningar, sum steða eigur at takast til sigur Petur Ellefsen, formaður í Læknafelagnum m.a. í hesum seinasta partinum av samreðuni, sum Tíðindablað- ið Sosialurin hevur havt við hann um ætlaðu útbyggingina av feroyska sjúkra- húsverkinum Vit hava tosað um grein 5, um sergreinir og um áhugan hjá politikarum fyri útbyggingini av sjúkrahúsverk inum. Síðani spurdu vit Petur Ellefsen Men hevur tað verið ov nógv av politikki uppi í sjúkrahúsmálinum? Eg minnist tú spurdi sjúkrahússtjóran, um tað er komin politikkur upp í sjúkrahúsmálið. Har kann ein spyrja: Nær hevur tað ikki verið politikkur uppi í sjúkrahúsmálinum. Ann- ars dugi eg ikki at síggja, hví ikki sjúkrahúsmálið skal hava politikk í sær sum alt annað her í sam- felagnum. Eg meini bert, at javnvágin gerst lætt- liga skeiv, tí vit hava ein bólk av politikarum, har allir standa sum ein maður og krevja útbygging av Klaksvíkar sjúkrahúsi, meðan ein hevur varhugan av, at stersti parturin av hinum politikarunum hugsa um alt annað enn sjúkrahúsverkið Nú verður eitt orða- skifti í tinginum um sjúkrahúsmálið. Hvat væntar tú tær av tí orða- skiftinum? Hatta er tað ein kallar ein góður spurningur. Eg trúgvi, at tann ríkiliga skrivingin hjá læknunum er gjerd út frá teimum vánaligu royndunum frá sjúkrahúslógarviðgerðini í 1976. Tað, sum kann spennandi í komandi orða- skifti, er, hvussu nógv politikararnir hava roynt at seta seg inn í hesi viður- skifti, sum avgjert ikki eru líkatil. Vandin er, at politisku »subspecialist- arnir« koma at dominera orðaskiftið og geva eina tervandi javnvág. vera Erligar upplýsingar - Sjúkrahúsbygging kost- ar nógv, hvar skulu vit steðga? Í princippinum meini eg ikki, at tað eru lækn- arnir, sum eiga at siga stopp. Hjá læknanum má tað vera um hann metir, at ein ávís ílega hjálpir sjúkling- unum, so eigur hann at tilráða tað. Tað er givið, at tað er líka so stór og týdn- ingarmikil uppgáva hjá politikarunum at meta um, hvussu langt teir skulu fylgja tilráð- ingunum frá læknunum Hetta kann bert virka, um læknarnir eru erligir í sínum upplýsingum, og um politikkararnir hava sínar egnu, kvalificeraðu ráðgevarar Tað hevur verið fert fram, at vit skulu íkki út- byggja feroyska sjúkra- húsverkið stórt meira, men heldur senda sjúk- lingar til Danmarkar um tað er neyðugt? Sum eg havi nevnt er alla tíðina ein framhald- andi broyting í fyritreyt- unum, so vit kunnu ongantíð steðga. Vit í Feroyum kunnu vera noydd at nýta eitt sindur meira av ílegum, soleiðis at vit hava fleiri sergreinir enn júst fólkatalið sammett við Danmark gevur terv á. Tí vit koma ikki uttanum — nú nevndi soleiðis, at eg til demis barna“: psykiatri — at tað eru ávísar sjúkur og brek, sum ikki kunnu viðgerast líka væl av einum donskum lækna, sum av einum feroyskum. Lands- sjúkrahúsið kundi tí komið at líkst einum centralsjúkrahúsi meira enn fólkatalið gevur grundarlag fyri Har afturat kundi ein sjálvsagt hugsað sær, at serfreðingar koma úr Danmark av og á at hjálpa við serligum kanningum ella viðgerðum Bernini ringast fyri Nú hevur tú nevnt bernini = á sjúkrahúsi. Heldur tú, at tey eru tann bólkurin av sjúklingum í Feroyum, sum eru ringast fyri? Ja, tað haldi eg, Tað er nokk í báðum endunum av aldurspektrinum vit eru ringast fyri. Í ráðlegg- ingini fyri sjúkrahús- verkið er barnadeild eisini tað fyrsta, har ein vil hjálpa. Tað hevur verið eitt ógvuliga stórt fram- stig at fáa Odmar Fære heim, og tað vildi verið ómetaliga spell, um hann fór av landinum aftur, tí hann ikki kann fáa rimi- ligar arbeiðsumsteður. Eg vil tí appellera til játtandi myndugleikar um skjót- ast at fáa játtað starvið sum yvirlækni í barna- sjúkum. Ber tað til at minka um talið av sjúklingum, sum verða sendir til 4 A) AA Á Danmarkar? Tað dugi eg ikki at siga. Vit eiga alla tíðina at analysera, hvat vit senda og hví. Ut frá hesum skulu vit víðka og rætta kann- ingar- og viðgerðarmegu- leikar „Ein kann siga nógv um CT-scannaran, men eg vil meta, athann vil minka um talið av sjúklingum, sum verða sendir av land- inum. - Eru vit sum samfelag væl fyri innan heilsu- verkið? Ja, tað haldi eg ein má siga. Taka vit heima- hjálpina, heilsu- og heima- sjúkrasystrar og nýggju kommunulæknaskipanina so eru hendar stórar broytingar til tað betra í okkara samfelag Utbúgving Utbugvingarspurning- urin er eisini tengdur at utbyggingini av sjukra- husverkinum! Ja, avgjørt, og har vil eg geva teimum yngru læknunum rætt í, at savnar ein ikki specialini á Landssjúkrahúsinum og hevur eyga við uppteku- ekinum hjá Landssjúkra- húsinum, so koma teir í ta stødu, at teir ikki fáa virð- ismett ta útbúgving teir fáa í Føroyum í eini víðari útbúgving. — Spurningurin um visi- Petur Ellefsen, formadur i Læknafelagnum tationsnevnd hevur eisini verid frammi og ikki allir eru samdir um henda spurning! Nei, og tað hevur sjálvandi tilknýti til, hvussu ein metir uppgåv una hjá eini slíkari visita tionsnevnd. Fyri mær at síggja kundi hon havt fleiri uppgávur. Hon eigur at upplýsa og leiðbeina læknarnar, bæði uttanfyri og innanfyri sjúkrahús- verkið, um hvar og hvussu tann einstaki sjúklingurin verður best viðgjerdur hjá kommunulæknanum, á smærru sjúkrahúsunum ella á Landssjúkrahús- inum. Eg komi at hugsa um, at í blaðskrivingini, ið hevur verið, varð nevnt, at ein av yvirlæknunum á - Suduroyar sjukrahusi hevði ávísa útbúgving i plastikkirurgi. Hetta er nýtt fyri mær og meini eg at hetta er nakað ein slík nevnd skuldu upplýst um. Um vit.kava læknar. sum eru ferir fyri at klára ávísar uppgåvur eiga vit at gera nýtslu av tí. Eisini analysan av sjúklinga- flutningi til Danmark kundi ligið her UP I heila tikid skuldi nevndin hildid eyga vid, at tann einstaki sjúklingurin fekk skjótastu og rætt- astu leið til og igjøgnum sjúkrahúsverkið, og at orkan í okkara heilsuverki varð brúkt á bestan hátt — Hverji ráð hevur tú til politikkarnar? Eg havi áður nevnt hverjar meginspurningar legtingið má taka steðu til. Eg meti tað má vera ringt og krevur eitt stórt arbeiði av tí einstaka politikaranum at seta seg inn hesi viðurskifti Eisini tí læknarnir, sum arbeiða innan sjúkrahús- verkið, tykjast so ósamdir. Her mugu teir so stuðla seg til sínar ráðgev- arar, sjúkrahússtjóra, landslækna, heilsustýri 0.s.fr Her rædur um, eftir mini metan, at taka rættar heldur enn skjótar avgerðir. Um teimum tervar eina gjelligari viðgerð, so kunnu teir nýta fríleturnar til at umhugsa tann neyðuga útbyggingartervin á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum allir partar tykjast samdir um er. Sjálvur vil eg meta at Suðuroyggin hevur minst líka so stóran terv á útbygging sum Norðuroyggjar. Her skulu vit eisini svara spurn- ingunum um, hvussu nógvar sengur skulu vera, um yngri læknar skulu vera her, um medicinsk og kirurgisk deild skal vera har og um landsumfatandi specialfunktiónir skulu vera har eisini, endar Petur Ellefsen í sam reðuni við Tíðindablaðið Sosialin Orð og myndir: Jan Miiller