Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-04-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 19. apríl 1983síða 9

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 44 — 19. apríl 1983 Sørin Christiansen: Ikki feilurin hjá spælarunum — Tað er avgjørt íkki feilurin hjá spælarunum, at NUM-kappingin gekst so illa ítróttarliga sæð, segði Sørin Christiansen, formaður í Hondbóltssambandi Føroya, m.a. í eini við- merking, tá kappingarnar vóru loknar sunnu- kvoldið Tá kappingin var lokin sunnukveldið spurdu vit Serin Christiansen, for- mann í Hondbóltsam- bandi Føroya, hverjar við- merkingar hann hevði til kappingina. Serin sigur, at sjálv kappingin var ógvuliga væl fyrireikað av nevnd- ini, sum hevur havt ta uppgávuna — Tað, at tann ítróttar- liga síðan av tiltakinum gekk so illa fyri okkara viðkomandi, kunnu leik- ararnir í hvussu er ikki lastast fyri, sigur Serin Christiansen, — har er tað Hondbóltssambandið, sum hevur alla skuldina. Men hetta viðgitna mistakið hjá okkum er eitt, heldur Serin fram Nakað annað er, at spæl- ararnir eru alt ov illa fyri viðvíkjandi konditiónini, og teir hava ikki tað kroppsstyrki, ið ein kundi vænta og vóna. Hetta er avgjørt ein uppgáva hjá feløgunum, sum leik- ararnir koma frá. — Men vit hava lært av hesum, og eitt mistak tílíkt skal aldri endurtaka seg. Tað skal ikki henda, at vit fara so illa fyrireikaðir til nakra millumlanda kapping Hondbóltssamband Fer oya skal hava aðalfund 30 apríl, og tá er ætlanin at fáa greiðu á ungdóms- landsliðsvenjingini heild Serin Christiansen sig- ur, at tað er av avgjørdum týdningi, at felegini eru við alla tíðina í landsliðs fyrireikingum. Ætlanin er, at á aðalfundinum hjá HSF skal veljast ein ung- dómslandsliðsnevnd, sum sum skal hava ábyrgdina av venjing av ungdómslands liðum Serin greiðir víðari frá at á heysti næsta ár verður Norðurlanda unglinga meistaraheitið fyri kvinnur leikt í Fer- oyum. HSF er í letuni við at leita eftir venjara til kvinnuunglingalandsliðið, og hann vónar, at venjarin verður funnin áðrenn aðal- fundin hjá HSF. Men, tekur Serin afturíaftur, — spælararnir hjá okkum hava veruliga gjert nógv fyri at koma so frægt sum meguligt burtur úr kappingini. Teir hava veruliga bart hvenn dyst, og tað hevur bjarga æru okkara Upp á fyrispurning un hvussu hetta titak he undirskot, me ikki, at tað verður Tiltakið er fíggjað við So stor oO SLOri stuði einum munagóðum frá Jólamerkjagrunn inum, umframt at Norður landaráðið hevur latið eina minni upphædd Har- afturat kemur so sjálvandi tann peningur, ið áskoðararnir lótu í at- gongumerkjagjaldi Upp á fyrispurning um hvussu áskoðaratalið hevur verið, sigur Serin Christiansen, at teir eru stórt sæð negdir við tað Havnin hevur svikið, meðan Skála og serliga Klaksvík hevur havt meira áskoðarar