hósdagur 21. apríl 1983síða 16
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — ivamál?
Ein spurningur, ella tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
55
ad
Lýsingar:
Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Foreldrini velja
sjónvarpið
— bernini velja
sum foreldrini
Í 1981 setti Nordisk Kul-
tursekreteriat í verk eina
kanning um sjónvarps
vanar og frítíðarvirksemi
hjá bernum í Feroyum.
Í danska blaðnum
Skolebiblioteket er
samreða við Jetta Forch-
hammer, ein teirra í kann-
ingarbólkinum, sum hevur
vitjað í Feroyum fleiri
ferðir.
Fyrsta kanningin fór
fram á vári 1981, onnur á
heysti 1982 og í maí í ár
fer triðja kanningin fram,
sum síðan verður arbeitt
og skriva frágreiðing um,
ið væntandi kemur um
stutta tíð.
Kanningarnar eru
farnar fram á tann hátt, at
bern hava verið biðin um
at fylla út eitt spurnar-
blað, eins og tey hava
skriva stíl um evnið frítíð-
arvirksemi. Umleið 350
bern á átta ymsum pláss-
um hava verið við í kann-
ingini, umframt starvs-
fólk, sum hava við bern at
gera í frítíðarvirksemi av
ymsum slag.
Av tí at kanningin er
farin fram júst í tíðini tá
sjónvarpið byrjaði at
senda í Feroyum, hevur
serliga verið skoytt til
ávirkanina millum bern av
hesum nýggja fjølmid-
ilnum.
Greinin i blaðnum
-, lendskan
Skolebiblioteket | byrjar
við eini søgu um gren-
veiðumann.
Hesin kemur aftur av
veiðuferð, og freðist yvir
at siga familjuni frá upp-
livingunum á ferðini, men
eingin tímir at lurta eftir
frágreiðingini, tí gil
hyggja sjónvarp!
Henda segan verður tikin
fram sum demi um
mentannarskelk av ring-
asta slag, sum sjónvarpið
er orsøkin til í einum sam-
felag sum tað gren-
lendska.
Jette Forchhammer sig-
ur, at fult so stórur var
mentannarskelkurin ikki,
tá Feroyar fekk sjónvarp,
tó at nógv bendir á, at
sosiala samveran millum
fólk sum er serstek av
sínum slag í dag, kann
væntast at vera skerd í
framtíðini.
Annars kann samanber-
ing millum t.d. Grenland
og Feroyar ikki gerast
beinleiðis, tí Feroyar er
meira tengt at viðurskift-
um í útheiminum, eins og
ídnaðarframleiðslan í
Feroyum er ment í sterri
mun enn t.d. í Grenlandi,
sum uppaftur ger, at
foroyingar ikki eru so
fremmandir fyri tí, sum
fer fram í londunum kring
okkum.
Serstakt fyri Feroyar er
eisini at áhugin fyri at
varðveita smáu bygda-
skúlarnar eins og væl út-
bygda veganetið kring
landið, verður í samreðuni
í Skolebiblioteket tikið
fram sum demi, at varð-
veita tað gamla, sam-
stundis sum tikið verður
móti tí nýggja.
Hetta skuldi verið góð
mótvápn, sum verja móti
hópmentanini í sjónvarp-
inum.
Av tí at sjónvarpið bert
sendir fýra dagar um
vikuna, so hevur verið
meguligt at leggja til
rættis frítíðarítriv og
annað virksemi, sum
hevur verið her á landi
áðrenn sjónvarpið kom.
Jette Forchhammer
sigur, at sjónvarpið sum
fjølmidil fær hópin at berj-
ast ímóti, og at sjónvarpið
sum so ikki fær fastatøkur
í fólk á sama hátt sum í
eðrum småsamfeløgum.
Viðvíkjandi frítíðarvirk-
semi millum bern, so vísir
kanningin, at viðurskiftini
her líkjast nógv teimum,
sum t.d. bern í Danmark
hava. Tíanverri eru sosiala
samveran millum bern
skerd síðan sjónvarpið
kom, tí nú sita ell framm-
anfyri sjónvarpið, ístaðin
sum áður, tá bern eitt nú
um summarið spældi til
langt út á kveldi, sigur
Jetta Forchhammer.
Hetta er spell, tí tað kann
frameftir forkoma gamla
samveruháttinum millum
bern í Feroyum.
Eftir spurnarbleðunum
og stílum er komið fram,
at bern ikki eru so áhugað
fyri at hyggja sjónvarp,
men at tey kortini sessast,
tí foreldrini gera tað, —
men eisini tí eingi bern eru
út, tá sjónvarpið sendir.
Tí hevur tað týdning
framyvir, hvussu feroysk
foreldur nýta frítíðina, og
hvussu nógv tíð verður
brúkt frammanfyri sjón-
varpið.
Arbeiðsbólkurin saman
við Jettu Forchhammer
hevur at enda gjert sær
nakrar reglur fyri kann-
ingarúrslitið í Feroyum,
sum tó ikki skal takast
sum ein niðursteða, men
bert út frá sjónarmiðnum,
hvat bern velja í mun til
tey tilkomnu ella foreld-
rini.
Tað ljóðar:
Tey vaksnu velja sjón-
varpið
bernini velja tey vaksnu
og fáa sjónvarpið sam-
stundis.
Tí noyðast tey vaksnu at
læra at velja børnini
so meguleikin at virka í
felag — uttan sjóngarp —
8 | staðar
Gr
v Dag.
— Nú skal eg flysa teg. Peer Leykur: her er gullgrav-
urin...
arin, her pelsjekarin, her profeturin, trælahandilsmað-
r
man kjarnin fara at koma undan skjótt, nei, ber skel,
heilt til tað innasta innasta, bara minni og minni...
|
>
...hvat verður tað næsta?
Framhald av síðu 10
ari, at teir upplýsingar
nevndin hevur fingið frá Rá
fiskakeyparunum ganga út
uppá, at grund er fyri at
lækka avrokningarprísin og
ikki minst avgerðin teir hava
tikið um at steðga mótteku
av upsanum. Teir meina so
statt, at grundarlagið, sum
nevndin hevur tikið steðu út
frá, er ov vánaligt.
— Eru nýggir sáttmálar
gjørdir síðani seinastu prísir
vórðu settir?
- Ja, m.a. við saltups-
anum, men har er bert lítið
framleiðsla nú. Síðani er ein
listaprísur, Coldwater USA,
64 cent pr. kilo fyri B-upsan
Hann er inni í útrokningini í
dag. Eisini er ein sáttmáli
gjørdur við Rusland um selu
av 1000 tonsum av upsa.
- Verður hann tikin við í
prísgrundarlagið nú?
- Um hann verður tikin
við eftir galdandi prinsippi,
so verður hann tikin inn í
roknistykkið við ávísari
seinkan í form av framleiðslu-
grundarlagnum. Tvs. at hann
setir ikki heilt fult ígjegnum
fyrr enn um ein mánað og
tveir. Men vikir ein frá gald-
andi grundarlagi, so er væl
gjørligt at taka hann við
beinanvegin.
— Lækka tit avrokningar-
prísin til tað steði, sum Rá-
fiskakeypararnir ynskja
hann, so merkir tað jú, at
meiri pengar skulu út úr
grunninum!
Ja, tað er rætt. Vit mugu tá
fara so langt út um játt-
aninar, sum Ráfiskagrunn-
urin kann lata — væl at
merkja, um hetta verður eitt
langtíðar problem, at vit
antin noyðast at lækka av-
rokningarprísin heilt mun-
andi, ella at vit mugu fáa
stórar eykajáttanir úr lands-
kassanum — ella eitt sindur
av hverjum.
Fundurin í Råfiskanevnd-
ini verður kl. 15. Miðað
verður ímóti at taka eina av-
gerð tå, men nevndin hevur
eina freist til fríggjadagin, tí
prísskeiðið byrjar ikki fyrr
enn sunnudagin.
li A