Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-04-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. apríl 1983síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Ørvur Thomasen, stjóri á Hotel Føroyum greiddi pressuni frá, meðan Meinhard Jensen, fyristødumadur saman við pressuni og Hegna Mohr, nevndarlimi, lurta eftir Fremsta hotellið í Norðuratlantshavi Kann hýsa hverjum føroyingi eina nått arliga Nýggja Hotel Feroyar er so mikið stórt, at tað kann hýsa hverjum feroyingi eina nátt árliga. Av fremmandum, sum hava skil á hotel- virksemi, verður nýggja Hotel Feroyar mett sum eitt tað fremsta hotellið í Norð- uratlantshavi Tað verður nú arbeitt dag sum natt at fáa nýggja Hotel Feroyar liðugt til tíðina — tað er mánadagin 2. mai, tá teir fyrstu gest- irnir hava bílagt pláss. Hóast tað í fyrstu atlegu kann tykjast einum fremmandum, sum vitjar hotellið í hesum degum, at vera ein sera torter uppgáva at gera alt arbeiði liðugt teir fáu dagar, sum eru eftir til 2 mai, so er leiðslan á hotell- inum ikki í iva um, at tað verður liðugt til tíðina Hetta var tað fyrsta, tú gav tær far um, tá tíðinda- fólk vórðu boðin at síggja nýggja hotellið í vikuni Tveir frá leiðsluni, Ørvur Thomassen og Meinhard Jensen um- framt Hegni Mohr, sum er nevndarlimur fyri Hotel Feroyar, greiddu frá og vístu runt Imeðan stákaðust fólk í kekinum við at rigga til ein bita og ein dropa afturvið Fad er trupult longu nú at gera sær eina mynd av hotellinum, tí nógv er um at vera hjá arbeiðsfólki, og nógv tilfar fyllir geingir. Men lítil ivi er um, at hetta hotellið verður ein varði í hotelsegu Feroya. Í meira enn tvey ár hava nógvar hendur lagt sína orku í at bora, smíða, mála, tekja osfr. Ut- lendskar sum feroyskar fyritøkur hava verið við i arbeiðinum, sum kemur at standa ognarunum i umleid 65 mill. kr. tå alt er íroknað Umframt tey mongu hotelrúmini, tey eru 108 í ait, eru veitsluhøllir, sum Kunnu rúma upp i 450 tólkum, har eru fundarhøli við allari nútímans tekn iskari útgerð. Og soleiðis kunnu vit halda Feroyskir listarmenn £ Leygardagur 23. apríl 1983 seta eisini sin dam á hetta nýggja gistingarhúsið Hetta fara vit at venda ftur til í Sosialinum um ikki so langa tíð Nýggja hotellið er ætlað at hýsa bæði feroyingum og gestum úr okkara grannalondum Har umframt verður stórt arbeiði lagt í at leiga heli út til veitslur, til fundir, til skeið 0.1 Longu nú eru nógv verilsi bílegd og somu- leiðis heli til skeið í vetur. Tað, sum kanska mest hugtekur, sjálvt ein havn- armann tá tú vitjar hotell- ið, er útsýnið yvir Nóls- oyarfjørå. Hetta man helst fara at toga mangan ferðamannin og eisini føroyingin til hotellið. Hotellið er eisini bygt soleiðis, at brekað og onnur hava eins megu leika at koma og fara Hóast hotellið ikki verður tikið í brúk fyrr enn 2. mai, so hevur tað bjóða pensionistum at gista hetta vikuskiftið og brekaðum næsta viku- skiftið. Hetta m.a. fyri at venja starvsfólkið til at arbeiða undir nýggjum umsteðum og at vísa hotellið fram. Tað fara at arbeiða umleið 40 fólk á hotell- inum dagliga. (Sosialurin fer í komandi blað at hava reportasjur frá nýggja hotellinum við Oyggjarvegin).