leygardagur 23. apríl 1983síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Leygardagur 23. apríl 1983
Hugbirtingar á eini listarframsyning
Eitt frískt várlot. Við eitt
fært tú blaka av tær
henda tunga illsliga,
dapra, váta og tvassuta
vetrardagin Hann er
gloymdur. Sólin skínur og
Listaskálin ýðjur av lit
kæti
Framsyningin hjá teim
um trimum Amariel,
Olivuri og Torbirni er
ikki bert hugtakandi, men
lívsjáttandi, ein játtan um
skapan og dirvi hjá trim-
um álvarsamt arbeiðandi
listarmonnum
Allir hava sligið nevn
síni fæst sum listarmenn
- kanska serliga Amariel,
sum hesar seinastu mán-
Amariel hevur fleiri tekningar
firði
aðirnar hevur luttikið á
stórari framsýning í USA,
og sum er tann elsti av
teimum trimum men
henda framsýningin vísir
listarmenn við
talenti
Nú er tað fyrstu ferð, at
eg havi sæð eina sterri
framsýning við málning-
um, tekningum og eðrum
hjá Olivuri við Neyst, og
festi meg kanska tí serliga
við verk hansara. Mál
ningarnir hjá honum eru
næstan uttan undantak
fullgjørdir. Tað tykist
stórum
ikki, at hann er farin lætt
um teir. Líkt er til, at stórt
arbeiði liggur aftanfyri
úr Oynda-
Forbjørn Olsen hevur
gjert málningar sínar
tættari, hevur strammað
teir upp. Teir eru ikki so
leysir, sum teir hava verið,
men kortini hevur hann í
stórum og heilum varð-
veitt stíl.
Báðir tveir eru eftir
mínum tykki stórir kolor-
istar. Allar hesar smáu lit-
nuansurnar skapa livandi,
leikandi lættar og litfagr-
ar málningar
Littónarnir leika
uttan misljóð
Olivur er úr Klaksvík og
flestu motivini eru úr
Norðoyggjum og vísa tað
sermerkta landslagið
bygdir og býlingar og
virksemi har norðuri — út
róðrarmenn. Serliga væl
dámdi mær málningin av
einum »motori« vid
bryggju Utróðrarmenn
fáast við at fáa línustamp-
arnar umborð. Tú for-
nemur hesa árlu morgun-
letuna eftir at tað hevur
regnað. Í baksýni síggja
vit Haraldssund. Saltrák-
in stendur í nasarnar. Skal
ikki taka aðrar fram, men
málningarnir »Årna-
fjørdur« og »Ur Gerðum<
tóktist mær serliga full-
gjerdir
Olivur er musikalskur í
sínum myndamåli. Pensil
in strykur eftir løriftinum
og skapar eina rytmu, eina
livandi flatu, vid ganda-
kendari styrki. Hann fær
eftir minum tykki teir
mongu littónarnar, i
mongum kombinatiónum,
at leika saman uttan
misljóð
Umframt oljumáln
ingarnar, ofta í kubistisk-
um sniði, hevur hann
eisini nakrar tekningar
smærri kolasjur og onkran
træskurð. Av hesum verk-
unum gav eg mær serliga
far um lýsingina av einum
eldri manni, í pastell og
olju. Ein frálík lýsing av
manni, sum fæst við
okkurt handaligt. Og so
fiskimennirnar í teimum
gulu oljudansunum. Tú
fært ein »lit-hvøkk«, tá tu
letur eygað reika eftir
tekningum og við eitt
hvekkur tú við. Eisini ein
frálík lýsing
Olivur, sum er seinast í
20-unum, hevur gingið á
kunstakademinum í Keyp-
mannahavn Síðan
hevur hann gingið á list-
pedagogskúla og hevur
undirvíst í list. Hann býr í
Danmark.
Beinraknar
fólkalýsingar
re
Frålik lysing av eldri manni. Olivur hevur målad
Torbjørn Olsen er úr
Havn. Motivini eru eisini
ofta hiðani, fleiri eru úr
Hoyvík hesuferð, men
fleiri málningar eru frá tíð
hansara Keypmanna-
havn
Fólkalýsingarnar hug-
tóku meg. Barnið við
teimum biðjandi eygunum
Herluf
Olsen, sum øll havnarfólk
er ein sonn perla
kenna, er eisini beint
raktur. Tað er sum at
meta honum við tí eyð
kenda andlitsbráðnum
Málningarnar av Palla
From og Olivuri við Neyst
eru eisini góðir eins og
tann stóra sjálvsmyndin.
Myndin av fólkið »I ann-
andagslag<...ja, tú kennir
lagið aftur og hevur hug
at rista við hevdið og
akslum...ein skjálvti fer
igjøgnum teg
Myndirnar av lands-
legum og býarpertum í
Havn standa ikki aftan
fyri. Stuttligar — og sjáld-
samar — eru eisini mynd-
irnar av toynum á snóri
Myndin ->Morgunsól á
Liitzenstrød«, vid ti
frålika skuggaspælinum,
er góð.
Torbjern Olsen hevur
gingið á Glyptotekinum.
Hann hevur sekt um at
koma inn á listahåskulan
men er tað ikki blivið til
tað
Tekningarnar eru
ljósari og lættari
Norðoy
bæði málningar og tekn-
Amariel hevur
ingar á framsýningini
Stilin i málningunum
kenna vit aftur. Ofta hava
vit sæd målningar hjå
honum við døkkum lands-
legum, sett upp móti ljós-
ari luft ella roðandi himli
Og tað síggja vit eisini
hesuferð, men kontrast-
irnir eru ikki so stórir
Málningarnir eru heldur
dekkari, men í steðum
hómast tann vónfulla ljós-
glæman
Teir nýggjastu måln-
ingarnir hevur Amariel
gjørt síðan hann kom til
Feroya fyri stuttum. Tað
illsliga veðrið hevur ikki
ávirkað hann sert. Hugsi
um málningin, har Nóls-
oyggin er í baksýni,
meðan hav, himmal og
jerð alt er í einum.
Amariel er ein av
teimum fáu feroysku
listarmonnunum, sum
hevur gjert steinprent,
litografi. Á framsýningini
hevur hann eisini tvey
nýggj
Umframt hesi
hann eisini nakrar tekn
ingar. Leysligar littekn
ingar og nakrar kolasjur
Fleiri av teimum eru heilt
góðar eftir mínum tykki
Tær víkja nógv frá máln
ingunum. Eru lættari og
ljósari
Amariel er norðingur
ættaður úr Mikladali, upp-
vaksin í Klaksvík og býr
niðri. Motivini í málning
um hansara eru eisini
oftast úr Norðoyggjum
hevur
Framsýningin vísir
kanska ikki nakað nýtt,
nakað ótraditionella ný
skapan,
Men hon vísir skapandi
listarmenn menning
eftir mínum tykki. Ætli
mær at vitja hana aftur
vikuskiftinum. Framsýn
ingin er opin í dag og
morgin frá kl. trý til átta
sjálvum sær
jóhann