Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-04-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 23. apríl 1983síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

hi re, a Nr. 46 — 23. apríl 1983 tíðindablaðið F | S : | | | | | ] Sida 21 stilla upp: stædisflokkurin urin demokratar), nýggju kvinnurørsluni. Tá var kommunuval í nánd. Bara 6,2% av umboðunum í býráðum og kommunu- stýrum vóru kvinnur, og tí hildu kvinnur tað vera upp á tíðina at gera okkurt. — Tað varð so av- gjørt at stilla upp bæði í Reykjavík og á Akuroyri. Lítið tóktist at vera hent, síðan nýggja kvinnurersl- an kyknaði upp um 1970 — kvinnur stóðu enn uttanfyri og høvdu lítla ávirkan; tað sá út, sum stríðið var um at detta nið- urfyri, og hetta skuldi nú roynast at beta um. Royndirnar siga okkum, at kvinnur hava ógvuliga lítlar meguleikar í teimum politisku flokkunum. Har fer alt arbeiðið fram eftir fyritreytunum hjá monn- unum: fundarskipan. fundartíð. málfersla o.s.fr. Skulu kvinnur kunna vera virknar í politikki, mugu ávísar samfelagsligar fyri- treytir vera uppfyltar. Kjak í lag — Hvat var endamálið við at gera kvinnulista til kommunuvalið? Kristín: Tað var ikki minst at fáa kjak í lag um steðuna hjá kvinnum í sjálvandi at fáa kvinnur inn, at kvinnurnar aftan fyri kvinnulistan kundu fáa sína hugsan fram. Og úrslitið var gott: 2 kvinn- ur vórðu valdar í Reykja- vík (fingu 11% av atkveð- unum) og 2 á Akuroyri (17% av atkvødunum). i framhaldi av hesum kom upp umreða um at stilla upp til Altingið, ti har eru kvinnur lutfalsliga enn færri (5%; å Altingi sita 60 umboð, i løtuni 57 menn og 3 kvinnur). I mars varð so gjørt av at stilla upp í trimum val- demum: Reykjavík, Reykjanesi og eystara norðurlandsvaldemi. Okk- ara sjónarmið er, at tað er natúrligt, at kvinnur hava helvtina av umboðunum, um javnrættindi skulu ráða í samfelagnum. — Hvat leggja tit hevuðsdentin á í politikki tykkara? Vilja tit arbeiða fyri serligum kvinnumál- um? . Kristín: Kvinnur hava <hugamál at verja á øllum samfelagsekjum. Øll mál, Til altingsvalið í Íslandi 23. apríl Teir fýra »gomlu« flokkarnir: Sjálf- Framsóknarflokkurin (miðjuflokkur, gamal bóndaflokkur), Alþýðuflokk- (høgrasosialdemokratar og Albydubandalagid harumframt flokkurin Bandalag jafnadarmanna (hava klovid seg ur Albyduflokk- inum) og Kvennalistinn, sum stillar upp i trimum valdømum. (høgraflokkur), (vinstrasosial- nyggi búskaparmál eins væl og uppaling, koma kvinnum við sum limum í íslendska samfelagnum. Tí eru øll mál kvinnumál. Í politikki okkara vilja vit royna at definera ell mál út frá kvinnuligum sjónarhorni, ganga út frá kvinnuligum fyritreytum og royndum. Stevnuskrá — Eru nekur ski, sum tit vilja leggja serligan dent á? Kristín: Í stevnuskrá okkara leggja vit hevuðs- áherðslu á fýra evnisbólk- ar: Kvinnustrid, desentra- lisering, umhvervisvernd og stríð fyri friði. Vit hava eisini okkara egnu steðu til búskaparmál, vinnu- og onnur mál, men hetta eru hevuðslinjurnar — Hvussu vilja tit fera kvinnustrið? Kristin Stødan og korini hjá kvinnum eru lutvíst avgjerd av lógum, og tí vilja vit á Altingi gera okkara til at hava ávirkan á ta lóggávuna, sum serliga viðvíkur kvinnum. Eitt av mál- unum er her barnburðar- orlov. Sum er hava allar kvinnur rætt til 3 mánaða orlov, men pen- ingurin verður útroknaður eftir arbeiðstímum, og tí er tað sera ójavnt, tær fáa. Hetta vilja vit broyta, og vit krevja 6 mánaða orlov, eisini fyri menn, tí vit mugu seta tað samfelags- liga krav, at bæði foreldr- ini ala bernini upp. Í pensións- og trygg- ingarmálum vilja vit, at ell njóta sama rætt. Sum er fáa húsmeður ongan sjúkradagpening — teirra arbeiði er einkisvirt. Vit vilja hava ein pensións- grunn fyri el, sum tryggjar ellum eina sámi- "iga lágmarkspensión. Vit eru ímóti at býta fólk upp í ung, gomul, brekað o.s.fr. — vit vilja hava sokallað integrerað samfelag, har hin einstaki fær sin tørv uppfyltan, uttan at skula koyrast niður í ein kassa fyri tað. Vit vilja arbeiða fyri at skúladagurin hjá bernum verður samfeldur. Enn er skipanin í skúlanum so vánalig, at bernini í mongum førum ikki hava samfeldan skuladag, men hava fritimar og fara i skúla fleiri ferðir um dagin. Hetta er eitt vanda- mál, sum skapar stóran ótryggleika í barnafam- iljum — taðer eins og roknað verður við, at onkur er heima við hús allan dagin, men so er ikki. Í Íslandi eru 86% av gift- um kvinnum á arbeiðs- marknaðinum, sum er eitt tað hægsta lutfallið í heiminum hesum viðvíkj- andi. Hetta vóru bara nekur få dømi um tey nógvu mál, sum kunnu ávirkast gjøgnum broytta loggåvu, og sum vit vilja arbeida fyri. Broyting i hugsun- arhåtti Men til at broyta støduna hjá kvinnum til lítar krevst meira, nevniliga grundleggjandi broyting í hugsanarháttinum. Mill- um tey allarsterstu mál- ini, sum vit vilja leggja doyin á, er endurmeting av arbeiðinum hjá kvinn- um, tí tey størv, sum kvinnur hava um hendur, eru ringast lent, men eru nógv tey týdningarmestu stervini, vit kunnu nevna barnauppaling, sjúkrarekt umframt góðsking av hev- uðsútflutningsveruni, fisk- inum. Hetta má metast, sum tað er vert. Sum er, verður starv títt mett og virt mest eftir, um nógvur peningur er í veði, uttan at spurt verður um hvat peningurin verður nýttur til, og uttan at spurt verður, hvenn týdn- ing starvið hevur fyri menniskju. Her mugu bæði tær ítekiligu umsteð- urnar og hugsanarhátt- urin broytast. Okkara útgangspunkt er, at kvinnur hava eina aðra virðismeting enn menn, tí tær síggja heimin úr einum eðrum sjónar- horni enn teir og eru for- maðar av eðrum umstød- um. Tann kvinnuliga virðismetingin og kvinnu- liga sjónarhornið eiga at koma líka nógv fram í politikki og samfelagslívi sum tað mansliga. — Er tað ikki hættisligt at seta kynini upp sum mótsetningar? Hvussu við stættamótsening- unum? Lata tit ikki á henda hátt eyguni aftur fyri, at kvinnur ikki eru ein stætt, men hoyra til ymsar stættir? Kristín: Sjálvandi eru kvinnur býttar upp eftir stættum, men vit mugu ikki gloyma, at kvinnur hava altíð verið definer- aðar stættarliga út frá familjum sínum og monnum sínum — ikki út frá sær sjálvum.Kvinnur eru nógv tann størsti lág- lenarbólkurin í landinum (og í verðini: árið 1980 áttu kvinnur bara 1% av ognunum á jerðini, men arbeiddu 2/3 av øllum ar- beiðstímum, sum arbeiddir vóru á jerðini). Tað er okkara hugsan, at nógv meira er, sum sam- einir kvinnur enn skilur tær sundur. Um vit hyggja at heildini, hoyra kvinnur til láglenarbólkin og hava verri útbúgving enn menn, og hesi bæði eyðkennini gera tað greitt, at kvinnur eiga at stríðast í felag. Segan sigur okkum, at í stætta- stríðnum hava rættindi hjá kvinnum altíð verið skúgvað til viks, og tí mugu kvinnur standa saman. Serliga kvinnu- stríð er neyðugt, so leingi sum patriarkatið hýkur uppi. Kapitalisman og patriarkatið, hesi bæði eru fíggindarnir hjá kvinnum. Desentralisering Í pyramidustrukturi sam- felagsins liggur stórt vald. Miðstýringin vaksur meira og meira, og fólk hava minni og minni ávirkan á, hvussu samfel- agið verður stýrt og menn- ing tess. Eftir okkara hugsan er hetta skeiv gongd. Vit vita, at kvinn- ur hava ógvuliga lítla ávirkan á valdpyramid- una. Í kvinnurersluni og aðrastaðni hava kvinnur tilevnað sær aðrar arbeiðs- mátar: Í staðin fyri at skipa samveru og arbeiði sítt sum pyramidu, hava tær eina »flata« skipan, ið hevur við sær sterri fólka- ræði. Hetta er eisini enda- málið við at desentraliser: ell: spjaða valdið Vit hava åvis uppskot til at fremja spjaðing av valdinum t.d. innan heilsu- og almannamál, menta- og skúlamál. Vit vilja t.d., at hver skúli skal fáa eina ávísa figgj- araupphædd, sum næm- ingar, lærarar og foreldur í felag avgera nýtsluna av. Vit vilja hava smáar eindir. Búskaparmál — umhvervisvernd Tað eru ongar lættar loysnir til teir búskapar- ligu trupulleikarnar. Vit hava onga »gandaloysn«, sum kann sleppa okkum av við ta ovurstóru inflati- ónina, og hon er kanska betri enn arbeiðsloysi. Tað er neyðugt, at hug- sanarhátturin broytist frá tí fyrilitsleysa brúks- mynstrinum við markleys- um innflutningi. Vit mugu rekja og nýta tað ríki- demi, sum er í landinum. Letuvinningssjónarmið ráða — ovfiskiskapur er ein hóttandi vandi av hesi somu orsek — tað er eins og ell ábyrgdarkensla mótvegis framtíðini og komandi ættarliðum vant- ar. Vit meta, at teir ís- lendsku dreymarnir um stórídnað eru burtur úr vón og viti. Higartil hevur slíkur idnadur (kisilidnad- urin å Noråurlandi, alu- miniumsídnaðurin á Straumsnesi) bara sett okkum í stóra skuld. Tá ið risafyritekur verða settar upp á so fámentum steðum, hendir tað, at øll fara at arbeiða í hesum fyritøkum, og tað hevur við sær erkymlan og spill- ing av tí arbeiðs- og búset- ingarmynstri, sum var í bygdarlagnum framman- undan. Harumframt eru hesar fyritøkurnar dyrar at byggja upp og skulu troka seg inn å yvirfyltar marknaðir við framleiðslu síni. Og stórídnaðurin er samantvinnaður við al- tjóðafyritekur, sum sópa alt til viks fyri at tryggja sær hámarksvinning og eru ein hóttan móti mannalívinum allastaðni, har tær sleppa framat. Vit eru tí ímóti stórídnaði í Íslandi, men vilja fremja smáídnað til egna nýtslu, og fisk og aðra veru vilja vit flyta út sum fullvirk- aða veru av 1. floks góðsku. Friðarmál Vit vilja royna at fáa kjak í lag um lutteku Íslands í Nato og um hersteðirnar í Íslandi. Umreðan av hesi mál hevur leingi staðið í stað og hevur verið brúkt av teimum politisku flokk- unum til at skjóta eftir hverjum eðrum við. Minni hevur verið tosað um tað, sum veruliga hevur tyd- ning: Hver krígsútgerð er Keflavíkarsteðini og aðrastaðni landinum? Hver vandi stendst hesi útgerð? Leingi stóð umreðan bara um ta mentanarligu ávirkanina frá herinum, t.d. sjónvarpinum og út- varpinum á Keflavíkar- steðini, umframt ta óbein- leiðis ávirkanina á hugs- anarháttin hjá fólki. Tað er ikki fyrr enn nú, at áherðslan er legd yvir á, hvat hersteðin er í roynd og veru. Vit vilja, at Ísland skal standa uttan fyri allar her- naðarsamgongur. Ræðu- javnvág hevur ikki við sær tryggleika, og ís- lendskir myndugleikar eiga tí at taka steðu ímóti herdubbing, bæði heima og hjá okkum sjálvum og aðrastaðni. Vit vilja minka um virksemið hjá herinum, meðan hann er her á landi, tí ekt hernað- arútbygging hvar sum helst í heiminum veksur um kappdubbingina. Vit vilja, at strangt eftirlit skal vera við herinum. Myndugleikarnir = skulu greiða opið frá ellum virk- semi og útbúnaði hjá amerikanska herinum í Íslandi. Avirkanin hjá herinum á íslendskan bú- skap skal minkast, so tað verður tryggjað, at steðu- teka til herin ikki er treyt- að av fíggjarligum viður- skiftum. Íslendskt vinnu- lív skal vera óheft av her- inum. Tað má tryggjast, at kiarnorkuvápn ongantíð verða loyvd í Islandi, og havið og luftin rundan um Ísland mugu friðast móti kjarnorkuvápnum og ferðslu av atomriknum forum. Vit mótmæla harð- liga, at atomburturkast og onnur eiturevni verða koyrd í havið og sostatt hótta alt livandi, harímill- um fiskin. Vit styðja hug- myndina um, at ávís eki verða lýst at vera kjarn- orkuvápnafrí, tí vit halda tað vera eitt stig fram móti avvápnaði. A hesum steði vilja vit, at íslendsk- ir myndugleikar stuðla, at norðanlond sum heild verða lýst kjarnorku- vápnafrítt eki. Hollari kós — Hvussu heldur tú, at meguleikarnir hjá kvinnu- listanum eru til altings- valið 23. apríl? Kristín: Tað er ilt at siga. Men vit halda tað vera av stersta týdningi, at vit nú framman undan valinum hava hevi at fáa okkara áskoðanir fram, bæði í fjølmidlunum og úti millum fólk, hvussu úrslit- ið av valinum so enn verður, tí tey málini, sum vit leggja mestan dent á, eru mál, sum teir gomlu flokkarnir í veruleikanum gera ógvuliga lítið við. Okkara stevnuskrá hevur nógv felags við umhverv- isrerslur aðrastaðni og eitt nú við >grena flokkin« Vesturtýsklandi. Hetta eru streymar í tíðini. sum vilja beina samfelags menningina inn á elma hollari kós, áðrenn Vestur- heimurin ikki bara koll- siglir seg sjálvan, men eisini dregur onnur við sær í dýpið. — Hverji argument verða brúkt ímóti tykk- um, eitt nú frá teimum politisku flokkunum? Kristín: Tað verður sagt, at vit umboða ein negativan avbyrgingar- politikk við at gera reinan kvinnulista; at tað natúr- liga er, at kvinnur eru virknar innan fyri flokk- arnar, og at tað væl er gjørligt hjá teimum. Frá vinstru verður sagt, at kvinnur klúgva vinstra- vongin við at stilla upp fyri seg, og at bara aftur- haldið vinnur við tað. Men allar royndir siga okkum, at tað ikki ber til hjá kvinnum at arbeiða innan fyri teir verandi flokkarnar. Tí stilla vit upp, og tí vilja vit royna at seta eina nýggja kós i politikki, har tey kvinnu- ligu sjónarmiðini koma til sín rætt. Vit vraka ta borgarligu definitiónina av javnrætt- indahugmyndini, men vilja hava kvinnufrælsi; tað snýr seg ikki um rættin til at vera sum menn, heldur um rættin til at vera kvinnur út frá okkara egnu fyritreytum. Turið S. Joensen