Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-05-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mai 1983síða 14

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

did sgsialurin Nr. 50 — 3. mai 1983 »Sluppdansur« verður hóskveldið: Við Knorr umborð Hóskveldið verður almennur dansur í Havnar Klubba til frama fyri sluppini Westward Ho. Tað eru sluppstuðlar í Havn, sum á henda hátt vilja vísa áhuga sín fyri sluppini. Øll inntøka av dansinum fer óskerd til sluppina. Føroyski tónleikabólkurin KNORR spælir til dans, Martin leggur plátur á, og Kári Petersen undirheldur. Føroya Bjór og Restorffs stuðla eisini tiltakinum við at lata ókeypis øl og sodavatn Tey fimm, ið spæla og syngja við Knorr avmyndað umborð á sluppini í góðveðrinum seinasta leygardag. Frá vinstru: Ennur Lamhauge, Karl Johannis Djurhuus, Erik Larsen, Ingum Simonsen og Jón Thorsteinsson