leygardagur 7. mai 1983síða 16
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 16
SS
Að
viku-
$KiftIO
| Leygardagur 7. maí 1983
Føroyskar bókmentir úr samfel-
agsligum sjónarmiði
Martin Næs: Færøsk
litteratur — udvikling
og vilkår
Danmarks Biblioteks-
skole 1981.
99 síður
Kr. 57,20.
Martin Næs skrivar í inn-
ganginum, at hann í
stóran mun hevur valt at
loypa tann eldra skald-
skapin um og leggja hev-
uðsdentin á gongdina í
feroyska bókaheiminum
aftan á 1920, men greiðir
tó í stuttum frá tí sum er
farið fram frammanundan.
Hann arbeiðir við avísum
og hagtelum og ger tí ikki
so nógv við at meta um
innihaldið í bókment-
unum, men dregur fyrst
og fremst korini hjá hev-
undunum fram. Hann
sigur:
»Jeg har valgt at kon-
centrere mig mere om den
aktuelle bogproduktions
situation og ikke så meget
om selve litteraturens ind-
hold, altså mere om vil-
kårene forfatteren ar
bejder under, måden for-
lagene arbejder på osv., og
så vidt muligt prøvet at
sætte det ind i en littera-
tursociologisk sammen-
hæng«
Eftir tað stutta yvirlitið
yvir eldri feroyskan skald-
skap verður gjert greiði
fyri talinum av bókaút-
gávum seinnu árini, og tey
armóðsligu fíggjarligu
viðurskiftini hjá
føroyskum rithevundum
verða tikin igjøgnum.
Forløg
Í partinum um forløg
verður fyrst sagt frá
trupulleikunum at hava
vegið forlag“, t.d. hevur
Jens Pauli Heinesen altíð
handrit liggjandi í bíðandi
skuffuni, tí hann hevur
ikki ráð at geva ta næstu
bókina út, fyrrenn tann
frammanundan hevur
borið seg Allíkavæl
meinar Jens Pauli Heine-
sen, at ein hevundur
stendur seg frægast við at
vera óheftur av forløgum.
Tá tosað verður um
egna tilrættaleggjan
slepst ikki uttan um
Magnus Dam Jacobsen,
sum tók sær av øllum
liðum sjálvur: høvundur,
útgevari, útsjónd, lýs-
ingar, selumaður. Um
tann seinasta leiklutin í
reðini sigur Martin Næs
málandi og beinrakið:
»— Færinger i Køben-
havn i 70-erne skulle ikke
stå forundret, hvis der en
skønne aften kom en dig-
ter susende ind ad døren«
Greitt verður frá ti fjøl-
broytta útgávuvirksemin-
um hjá Bókagarði, men
hevundurin hevur hug at
muta eitt sindur imóti út-
gávupolitikkinum, har
denturin er lagdur á
endurprent av klassik-
arum:
»Genudgivelser skaber,
i mange tilfælde, et behot
Jeg synes nemlig, at det
ville være passende at for-
laget nu, efter 12 års for-
løb, lavede en omstruk-
turering af sin forlagspoli-
tik, idet man hen ad vejen
forlader de mange genud-
givelser, og samler sig om
øjeblikkets situation og
tænker på nutiden med
fremtiden som garant.
Man kan ikke blive ved
med at planlægge frem-
tiden med fortiden«.
Tað er greitt, at Martin
Næs meinar, at Bókagarð-
ur átti at stuðlað nýfer-
oyskum skaldskapi, men
eg haldi, at tað er skeivt at
lasta forlagnum, at tað
gevur eldri bókmentir út.
Tað er um at gerast ein
stórur trupulleiki í fleiri
av okkara grannalondum,
at klassikararnir ikki eru
at fáa hendur á og at lýsa
eitt slíkt útgávuvirksemi
við orðunum: »Genudgi-
velser skaber, í mange
tilfælde, et behov«, orðum
sum fåa teg at hugsa um
brennivins- ella narkotika-
misnytslu, er beinleidis
villleiðandi. Og hóast eg
bert haldi meg hóma, hvat
tað er, Martin Næs meinar
við tí seinasta setning-
inum í tí endurgivna, so
meini eg, at útsegnin er
burturvið. Um tú ikki
skalt brúka fortíðina sum
barlast fyri nútíðarráða-
leggjan um framtíðina, so
kemur alt at hanga enn
meira í leysari luft enn
frammanundan. Men
summi meina, at menn-
iskjan ikki higartil hevur
lært eitt vet av fortíðini,
so tað man heldur ikki
fara at verða!
Annars fært tú undir
lesnaðinum av pettinum
um Bókagarð kenslu av,
at hevundurin smoyggir
seg rundan um evnið sum
hundur um heitan greyt
og í veruleikanum kundi
hugsað sær at verið meira
opinskáraður. Kanska
hevur varsemi í viðgerðini
av hesum í feroyskum
samanhangi so viðkvæma
evni verið ein fyritreyt
fyri útgávuni av ritgerð-
ini?
Tey almennu forlegini
fáa eina stutta viðgerð og
víst verður á, at tann pen-
ingur, tey hava at rekja
sínar ómetaligu uppgávur
við, ikki rekkur til nógv
sterri verk og harafturat
seinnu árini hevur staðið í
stað. Stuðulin sum
Mentunargrunnur Leg-
tingsins er ferur fyri at
veita sum studning og
kostnaðarlítil lán hevur
eisini staðið í stað, um
hann ikki er beinleiðis
minkaður. Ein grannskoð-
ari, sum eisini er okkara
legmaður, gjerdist gitin,
tá hann undir tjakinum í
Tinginum, svaraði
teimum, sum vildu lata
pengar til Mentunargrunn
Legtingsins, at um grunn-
inum restaði pengar at
býta út, at um tær rentur
hann fekk ikki vóru nóg
mikið, so kundu teir bert
taka burtur av stovnpen-
inginum. Tað er helst
einum og hverjum greitt,
at Mentunargrunni
Legtingssins hevði ikki
verið langt lív lagað við
hesum politikki.
Í forlagspartinum nertir
Martin Næs eisini við ta
margháttligu skaldsegu-
kappingina, har Valdemar
Poulsen fekk aðru virðis-
løn fyri »Osvald«, og
eingin fyrsta virðislen
varð býtt út. Meguliga er,
sum Martin Næs meinar,
rætt atborið, men manna-
gongdin er legin og ikki
heilt uttan skemtidám.
Týðingar, prent
og sela
Tað finst eitt sindur av
feroyskum bókmentum á
fremmandum málum,
siålvt um tað er eitt
stríggið arbeiði at fáa út-
lendsk forleg at geva tann
føroyska tekstin út, tí tað
frammanundan er greitt,
at útgávan fer at geva
undirskot. Einasti mátin
ein útgáva kann bera seg
uppá, er við at hon fær
ríviligan stuðul frá
ymsum grunnum. Sum
t.d. i George Johnstons
føri, har hesin i mong år
hevði roynt at fingið
enskar týðingar av fer-
oyskum yrkingum út,
inntil UNESCO og eitt
skotsk forlag miskunnaðu
bókini (Rocky Shores).
Martin Næs vísir tí á,
hvussu stóran týdning
studningurin frá Norður-
landaráðnum til týðingar
millum tey norðurlendsku
málini hevur; serstakliga
fyri tey smáu málsekini
Uppi í myndini av fer-
oyskum skaldskapi á
fremmandum målum
hoyrir eisini ein meting av
dygdini av týðingunum,
so vit ikki lata okkum rún-
arbinda av talinum av
bindum. Við nekrum fáum
undantekum, so er hendan
myndin ikki alt ov vekur,
krotusmíð og umseting av
handahógvi úr einum
máli, tú ikki skilur í odd
og egg. Alt ov ofta hevur
hugurin at týða úr
føroyskum verið væl
sterri enn evni á hesum
ekið. Teir feroyingar sum
skriva á donskum hava
væl heldur ikki altíð havt
teir hegnigastu týð-
ararnar til alheimsmálini,
og tað er kanska ikki so
legið, at áhugin fyri feroys-
kum bókmentum uttan-
fyri norðanlond er av-
markaður, tá vit hava í
huga, at stórur partur av
teim teku tekstunum eru
listarliga avskeplaðir.
Í sambandi við prent-
viðurskiftini verður víst á,
at stórur partur av fer-
oyskum bókum verður
prentaður uttanland: og
greitt verður frá grundini
til hetta. Prentlistarliga
eru fleiri føroyskar prent-
smiðjur nevniliga á hædd
við tær frægastu í okkara
grannalondum, meðan tær
hvat viðvíkur kostnaði og
tíðarfreistum aloftast ikki
standa seg í kappingini.
Men hví tað í flestu førum
er bæði skjótari og bíligari
at prenta bekur uttan-
land- er ikki rættiliga
greitt.
Parturin »Anmeldelser
og salgskanaler« lýsir
tann syndarliga standin
innan føroysk bóka-
ummæli. Nógv verður
aldrin ummælt, og megin-
parturin av teim sonevndu
ummælunum eru meira at
kalla umreður enn við-
gerðir. Hartil kemur so
tað argiliga, at tey fáu um-
mælini mangan — sum í
hesum feri — koma langa
tíð aftan á, at bókin er
komin út.
Bókahandlarnir fáa at
vita, at teir gera alt ov
lítið fyri at selja fer-
oyskar bekur, at teir
heldur vilja selja tær út-
lendsku, sum teir fáa upp
Martin Næs ger
ikki
so nógu
burtur úr inni-
haldinum í bók-
mentunum, men
dregur fyrst og
fremst korini
hjá rithøvund-
unum fram,
skrivar Jógvan
Isaksen i
ummælinum um
bókina Færøsk
litteratur — ud-
vikling og vil-
kår
til 40% av søluprisinum
fyri, medan tær føroysku
bert geva 25% av sølupris-
inum. Tað hevur helst
verið soleiðis inntil fyri
kortum — ritgerðin hjá
Martini Næs er skrivað í
1978 — men eg*haldi, at
tey seinnu árini hava
bókahandlarnir í Havn
gjert fitt fyri at sýnt tær
føroysku bøkurnar fram.
Kanska gera teir ikki
meira burtur úr teim
feroysku bókunum enn úr
teim útlendsku, men tað
verður eisini ilt at krevja.
Bókasoun
Í einum parti fáa vit eitt
yvirlit yvir bóka- og lán-
aratalið á békasøvnunum,
sum sambært hagtelini er
steðugt vaksandi. Sam-
stundis, skrivar Martin
Næs, verður tað sagt, at
føroyingurin sum heild
lesur ógvuliga lítið, í
hvussu er av feroyskum
tilfari, og grundin er uttan
iva tann, at skriftmálið er
nýtt og skúlaskapurin hjá
mongum ikki altíð hevur
verið ov nógvur. Tað
kundi verið áhugavert at
fingið at vita, um tann
vekstur í útláni og selu,
sum bókasevn og bóka-
handlar siga frá, hevur
staðið við, eftir at sjón-
varpið datt niður av
himni, ella um bókalest-
urin mótvegis einum so
sterkum kappingarneyti
hevur givið skarvin yvir.
Er tað so, at bókalesturin
rer andróður í letuni, so eri
eg um somu tíð vísur í, at
hetta bert er eitt stutt bil,
áðrenn dik aftur kemur á.
Utbugvingarstigid veksur
nevniliga å hvørjum åri,
og tað førir sum heild
meira lestur við sær, og
bókin hevur stórar fyri-
munir fram um aðrar
fjølmidlar: tú kanst steðga
á og hugsa teg um, blaða
aftur, leggja hana frá tær,
tá tú hevur hug, altíð fara
yvir til hrllina og taka
eina bók fram, o.s.fr.
Ongin annar fjelmiðil
gevur tær somu megu-
leikar at takast við eitt
evni, tá tú hevur hug at
takast við.
Einastaðni sigur Martin
Næs, at tað tíverri ikki
sæst av hagtelunum,
hvussu nógvar av teim út-
læntu bókunum eru fer-
oyskar. Hetta skilji eg
ikki rættiliga. Býarbóka-
savnið í Havn, sum-
stendur fyri helvtini av
øllum útlánum i Feroyum,
ger jú skilnað á útláni av
útlendskum og feroyskum
bókum í hagtalsyvirlit-
inum, í hvussu er á
vaksnadeildini. Hetta
kundi so givið eina hylling
á, hvussu nógv vaksin
læntu av feroyskum bók-
um í mun til danskar.
Bókmentir og høv-
undar
Yvirlitið í endanum av
bókini yvir feroyskan
skaldskap í hesi eld er
upplýsandi og hampuliga
fullfiggjad, tå havt verður
í huga, at bóklingurin er
skrivaður til danskar les-
arar. Hetta gevur honum
sjálvandi eitt annað snið
og ein annan dám, enn um
hann fyrst og fremst
vendi sær til feroyingar. Í
eini so stuttari frásegn
verður eisini viðhvert
neyðugt at stytta sær so
mikið um leiðina, at alt
kemur íkki við og
stundum er tað sum
verður sagt, um ikki bein-
leiðis skeivt, so heldur ikki
heilt rætt. Men tað eru
korini, tá so nógv tilfar
skal kroystast inn í so
trongar karmar.
»Og den fordel har man
Framhald å sidu 19