Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-05-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 6 tíðindablaðið Nr. 53 — 10. maí 1983 tíðindablaðið Utgevari: p/f sosialurin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Truplar samrådingar oddagrein FLESTU LØNARSÅTTMÅLARNIR eru sagdir upp. Millum annað er talan um arbeiðarafelggini í Havn og í Klaksvík, Foroya Arbeiðarafle- ag. Fiskimannafelagið, Feroya Handverkarafelag og Prentarafel- agið. SAMRÁÐINGAR hava verið, og halda fram. Í flestu førum er sem- ingsstovnurin komin upp í og sam- bært reglugerðina hjá semings- stovninum, hevur hann longt tidarfreistina til ein møguligan arbeiðssteðg til einaferð í hesi vikuni. Í onkrum føri til næstu viku. Men fyri Føroya Handverk- arafelags viðkomandi er freistin longu úti, og verkfallið byrjaði mánadagin á miðdegi. TAÐ VERÐUR ofta sagt, at verkfall ikki tænir nøkrum av pørt- unum. Tað er í fleiri fórum beint. Men vælskiljandi er, at tá ein løn- arbeiðarabólkur sær, hvussu livs- grundarlagið verður máað undan honum, er lítið annað til at taka, enn at leggja arbeiði niður. SUM EIN felagsnevnari fyri øll fakfeløgini, sum hava sagt sått- målan upp, er ikki so nógv ynski um eitt ávíst krónutal, men heldur ivin og óttin um, hvat vit í fram- tidini fáa fyri hverja krónu. HER HEVUR lenarbeiðarin alla orsøk at vera á varðhaldi. Longu hava teir fingið knívin í baki við 0- stillingini av prístalinum. Og íkki økti tað um optimismuna hjá hesum bólkum, tá sjálvur løg- maður í síni 1. mairødu í ár vissadi um, at teir møguligu batar, sum annar parturin á arbeiðsmarknað- inum gav og hin parturin fekk, skuldi takast frá teimum aftur á ein ella annan hátt. Fyri at undir- strika hetta, legði løgmaður dent á, at reallønarminkingin, sum hevur verið stór hesi seinastu árini, eigur at halda fram. VIÐ HESUM hevur løgmaður ikki bert lagt seg út í samráðingarnar á arbeiðsmarknaðinum, men hann hevur eisini gjørt hesar samráð- ingar sera truplar fyri allar partar. So truplar, at torført verður at finna nakra semju. Fyrsta dømi um hetta hendi í gjár á miðdegi. EFTIR MIKLU 1. mai rødu løgmans bóðu nøkur av fakfeløgunum um fund vid hann, og ynsktu eina nærri frågreiding um, hvat løg- maður í veruleikanum hevði i hyggju at gera. Í fyrstu syftu fingu feløgini munnligt svar og nakrar dagar seinri skrivligt. Í báðum førum eins einkisigandi sum eyð- kenni er fyri henda mann. LØGMAÐUR er kendur fyri at tala við tveimum tungum í sama heysi. Í svari sínum til feløgini sigur hann, at hann stendur við tað, hann segði 1. mai, men veit ikki hvat og nær landsstýrið fer at gera nøkur tiltøk. Men, undirstrikar hann, at hin tungi endin ikki fer at venda niðureftir. NÚ HAVA VIT hug at spyrja løg- mann. Hevur løgmaður etið alt í seg aftur, sum hann bar fram 1. mai? Ella eru orðini um hin »tunga endana bert at rokna sum hitt van- liga orðaskvaldur, sum vant er at renna av hansara munni? VAR TAÐ IKKI júst til »hin tunga endana, ið løgmaður talaði til 1. mai? Videohalloy'id I blaðnum DU — Dansk ungdoms fællesråd nr. 4/83 — stendur hetta pett- ið »Pas pá videospil«: Í en tid, da videospil vinder indpas i stadig flere hjem, er det måske værd at lægge mærke til en rapport fra Malaysia, der har betydet, at landet nu følger Singapore, Indo- nesien og Philippinerne med et forbud mod video- spil. Uddrag af rapporten siger bla. om vold: Spil- lene forherliger vold, øde- læggelse, rumkrig, drab og fart. Det skader børn og voksnes kulturelle, sociale og psykiske udvik- ling. Der nævnes bl.a. et spil, hvor spillerne skal køre en bil i fuld fart ad en vej fyldt med fodgængere. Målet er at køre så mange mennesker ned som trafik- med et muligt, og hvert drab markeres kors Nú er tað soleiðis i Før- oyum, at man ofta tekur dagar ímillum, um tað er nakar, sum fær nakað burtur úr einum ella ikki — og hareftir dømir man. Sosialurin var so óferur herfyri úti eftir einum per- sóni, sum hevði eitt ávíst spæl. Men hvussu er við hesum mongu -Video- halloyum«, sum breiðir seg sum arvi úti um 1 teimum føroysku heim- unum Hver er tað, sum fær nakað burtur úr hesum? Mentanarliga er tað helst ikki nakar fongur og upp- aftur minni peningaliga fyri samfelagið. Ívasamur „Lev stærkt — dø ung«? Tjóðveldisflokkurin frá Erlendi og D. P. til Finn Johansen. Ein Reydlingasøga, id fær hugin til Dallas at fåna Teir byrjadu so væl. Teir kollveltingarhugadu, Er- lendur Patursson og D. P. Danielsen, teir eftir tåver- andi umsteðum mergjadu sosialistarnir, sum skaptu tjóðveldisflokkin og gjerdu hann til eina fólka- rerslu í 50-unum, bæði innan tinggátt og fak- felog. Við grundarlagi í sosia- listiskum og tjóðskapar- sinnaðum rembingum í Íslandi og á meginland- inum, varð tann fyrsta fer- oyska politiska stevnu- skrá, sum krevur at ar- beiðararnir skulu eiga virkir, skip og fram- leiðslutók annars, fest á blað. Hon er til enn. Og menn- inir eisini. Annar uttanfyri flokkin, hin sum skerdur fuglur í tí ivasama >sam- mensurium«, sum í dag enn ber heitið >Tjóðveldis- flokkurin«. Tað sigst at stevnuskråin er til enn, men at tad ikki krevst at tú hevur lisið hana fyri at gerast býráðslimur fyri flokkin. Og prostitueradur er hann, bæði í ymsar átrún- aðarligar, politiskar, familjuligar, haldaraligar, lýsaraligar, veljaraligar og aðrar meira mystiskar ættir. Passuppáhvattúsig- ur — vit kunnu jú missa atkveður, haldarar, lýs- arar, hondspáleggjarar, hetta er tann nýggja stevnuskrá flokksins Tað hevur verið sagt um tjóðveldisflokkin, at hann onki tilverugrundarlag hevði longur, um Feroyar hevdu fingið tjóðveldi. Tí tá var tað einasta mál, limir hansara hevdu til felags, verið fullgjert. Tá mundu verkamenn, reið- arar, prestar, sertrúar- menn, danskara-hatarar, útróðrarmenn, kapitalist- ar og aðrir bólkar í flokk- inum farið hver til sítt, hver við sínum politiska endamáli. Eins og ís- lendski »Sjålfstædisflokk- urin« sum aftaná at Island fekk »sjålfstædi« frå Dan- mark gjørdist grammasti flokkur fyri tilknyti til størri og grimmari heims- veldi. Men spurningurin er, um eitt slíkt »sammen- surium« av áhugabólkum og politiskum prostituer- adum nakrantid kann vera grundarlag fyri skapan av einum tjóðveldi. Seinasta „stríðslinjan“ er nú legd av býráðslimi flokksins, Finni Johansen, ið opið hevur kravt, at fólk við ávísum politiskum sjónar- miðum eiga at »fara hagar, sum tey hoyra hetma«. Meinar hann her, at sambandsmenn áttu at verið deporteraðir til Dan- markar? Neinei. Tað eru teir »reydu« sum áttu at verið fluttir onkra aðra- staðni á klótuni. Finnur kunnger eisini eina ser- kenniliga rasu-teori, sum er geografiskt grundað og ætlað sum analysu-amboð innan flokin. Hansara sosialogiska niðursteða er henda: >Norðanfyri< (hvat?) er alt í lagi við tjóðveldis- monnum. Har eru teir alt møguligt, men bara ikki »reydir«. Harafturímóti »sunnanfyri« (Hórisgetu ella Hvalbiarfjerð?) eru »grimmu reyðlingarnir“, sum hava sníkt seg inn í flokkin og áttu at verið deporteraðir til Sibiria. Hvat sigur tú nú, Ove Mikkelsen? Ríð tær íkki reytt so sunnarliga, maður! Kom norður i hólmgongu við Finn reyð- lingaverja! Nú er eitt sindur síðan, at tjóðveldisflokkurin seinast hevði útreinsing innan flokkin, har »reydir« sum Tórður Jóansson og aðrir góðir menn vórðu ekskluderadir. Men nú krevst ikki bert eksklu- sion, men harafturat deportation. Finn-in-linjan hevur hevjad sverðið. Men tað sigst, at Finnur livir í einum mystiskum dupultlívi. Í tí privata dyrkar hann Mao, Kine- siskt, Reyð flogg og lítlu reyðu bókina. Í tí »al- menna< lívinum brínir hann harafturímóti sverð til bardaga mót reyðling- um tjóðveldisfloksins »sunnanfyri«. Jújú, skjótt fáa vit tjóð- veldi í Feroyum við nýggju komikaragarduni innan flokkin. Tað sigst, at stevnuskráin nú verður prentað á ellum 4 síðunum av wcpappíri hvenn mánadag í >14. Septem- ber«. Við Árna Gregersen, fyrrverandi sports-journa- listi á konservativa danska blaðnum »B.T.« sum chef-ideologi skal reinsast út i tjóðveldis- flokkinum, og hann skal gerast til ein reinan ÍTRÓTTARFLOKK. Bad- minton í staðin fyri ar- beiðaraveldi og flogbólt í staðin fyri tjóðveldi. Standið stinnir, tit alva- aðilar Jóanesar Bónda. Á Leikvellum funnust jú í forðum. Hvat? Jú, eh, eh, kanska nak- rar tjóðveldisatkveður. Eisini í missiónshúsinum á Slættanesi. Verjið skansan, brátt eg komi, men passupáhvattúsigur, tí vit kundu jú mist eina atkveðu har.. Í summarhúsinum hjá Hans J. Debes... Melvin Jones' Rubber- prick Cirkus Vidmerking: Brævskrivar- in mistekur seg helst, tå hann sigur, at Finnur Johansen hevur gjert skilna millum tjóðveldis- fólk norðan fyri og sunn- anfyri, um hann sipar til tað, ið kom fram á býráðs- fundi fyri stuttum. Tað var Petur í Gong, sum kom við hesum, og í fjøl- miðlunum varð hann endurgivin. Blaðm. Pylsubúðin Mangt kunnu teir taka sær tykni av í Dagblaðn- um. At fáa ilt av at ein lítil fitt pylsubúð kemur at standa í hjartanum av okkara vala-býi. Og so skal tað bjargalendi tað eru vera sovorðið uttanum, at bara djarvastu bakkamenn, ið hótta sær at ganga. Nei, hoyr tú, hatta er skról. Ella sum maðurin segði: Nú gert tú nakað nógv av... Tvørtur- ímóti haldi eg hatta vera eitt frágera tiltak. Eitt nú tá ið ein hevur verið í Blað- búðini og keypt sær eitt »Rapport« — ein uggileiki hjá gomlum dreingjum — hvat er tá meira natúrligt enn, at man dettur inn á gólvið í Pylsubudini og keypur sær eina heita pylsu. Á tann hátt fær ein bæði andaliga og likam- liga fødi. Hin gamli drongurin Luttakið í almenna ordaskiftinum i Sosialinum — skrivid vinarliga stutt og greitt