Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-05-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 1983síða 8

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Fyrilestur á aðalfundi ÍSF's: Ítróttarvenjing - ítrittarskaðar Á aðalfundinum hjá ÍSF, sum var leygardagin, helt Oddmar Færø, lækni, fyrilestur um ítróttarvenjing og ítróttarskaðar og um hvussu vit eiga at fyribyrgja skaðar. Oddmar Færø segði m.a.: „Ongin í dag ivast um tað positivu ávirkan, sum ítróttarvenjing hevur á okkara likam og heilsu. Nógvar kanningar eru gjørdar á hesum eki og prógva til fulnar týdn- ingin av likamsrøkt og likamsvenjing fyri eina sunna sál í einum sunnum likami. Longu 400 ár fyri Krist segði Hippokrates, sum verður nevndur faðirin til læknavísundina: »Um hvert mansbarn fekk passandi negd av fødi og motión, ikki ov lítið og ikki ov nógv, so var tað besti mátin at fáa eina góða heilsu«. Hóast vísdómurin hjá Hippokrates, so er ítrótt- urin ikki vorðin góðtikin fyrr enn í nýggjari tíð, sum ein nattúrligur partur av okkara likamsrekt. Vit vita í dag, at ítrótturin stimbrar sál og likam sum heild, bæði veddar og lið. styrki, rerslu, blóðrensl, nervalag, balanca og kon- centrationsevnir gerast betri og hevur eisini týdning í fyribyrgjan av sjúkum Sålarligt og sosialt Kunnu elsini visast a fyri- munir bæði í kapping sovæl sum í menniskjans- ligari kontakt og samveru. Samstundis sum vit eru vorðin greið yvir hesi mongu samanhang, ekjast krøvini tó alt meira til tey íðkandi. Herumframt økist talið av ítróttarfólki í stórum. Her er sostatt ein skjótt vaksandi tervur á tí upplýsandi og fyri- byrgandi arbeiðinum. Á hesum ekinum eru vit i Feroyum komin ov stutt enn, og vildi tað verið ein náttúrlig uppgáva hjá ISF at farið í holtur við komandi tíð. Í Danmark meta teir seg heldur ikki vera komnar nóg langt á hesum eki, men har eru tó ítróttar- klinikkir og ítróttarlækn- ar, sum geva vegleiðing, >Um hvort »Vit skulu vera varin vid at seta born i »systemir« kanningar og serliga taka sær av skaðatilburðum. Ein væl tilrættisløgd venj- ing er avgjørt neyðug, um góð úrslit skulu spyrjast burturúr Her skal ikki vera komið inn á venjingar- programmið innar tey ymisku ítróttarekini, men tað er av stersta týdningi, at tann íðkandi »målrætt- að< venur veddar, lið og konditiónsevnir, og ikki minni má vitanin vera hjá leiðara og venjara. Bæði viðlíkahald av eini venj- ingarsteðu og uppaftur- venjing eftir sjúku ella skaða krevur tilrættalegg- ing av einum tíðarskema við aktiviteti og breidd. Ein góð grundkonditión er av avgjørdum týdningi, og er hetta ávíst við kanning av maksimalu iltupptekuni í líkamið. Kanningar vísa, at ein tot- alur steðgur í venjing hjá mansbarn fekk passandi nogd av foði og motión, ikki ou lítið og ikki ov nógu, so var tað besti mátin at fáa eina góða heilsu« ungum fólki í bestu venj- ingarsteðu í 20 dagar (3 vikur) niðursetur evni at upptaka ilt frá 20 til 45%. Ti er tað tydningar- mikið at man við upp- afturvenjing leggur dent á grundkonditiónina áðrenn farið verður í holtur við kappingar. Ein góð grundkonditión pláss í okkara tíð. Moti- ónsítrótturin hevur ser- liga vundið nógv upp á seg seinastu tíðina í nærum ellum aldursbólkum, og er við at gerast ein náttúr- ligur partur av dagliga sunnheits og likamsrøkt- ini. Hetta er at fegnast um«. Sidani greiddi Oddmar frå eini kanning, sum var gjørd i 1982 i Hillerød i Danmark. Hetta var ein 1- árakanning yvir allar ítróttarskaðar í Hillered, sum er á stedd við Feroy- ar í fólkatali, ið fingu >Tað er týdningarmikið, at man við uppafturvenj- ing leggur dent á grund- konditiónina, áðrenn farið verður í holt við kappingar« fæst vid at hava javna konditionsvenjing alt árið. Ofta verður havt á lofti, um tað er gott ella neyð- ugt við toppítrótti ella elituítrótti. Tað finnast mong, sum hava tørv fyri at íðka ítrótt á hesum „plani“ og fegnast um tað. Hesi stimbra eisini ødrum at íðka itfott og hava stóran almennan áhuga millum fólk. Bæði elituítrótturin so- væl sum motiónsítrótt- urin eiga sítt náttúrliga viðgerð á skaðastovu. Tað vísti seg, at 6% av ellum viðgerðunum á skaðastovuni vóru av ítróttarskaðum. 62% av øllum ítróttar- skaðunum stavaðu frá fót- bólti og hondbólti, vísti kanningin. Fótbóltur, hondbóltur, ríðing, badminton, fim- leikur, flogbøltur og kurvabóltur tilsamans høvdu 95 av øllum skaðatilburðunum av ítrótti. Annars vísti kanningin, hl 4 Odmar Færø, lækni Nr. 53 10. maí 1983 »Tad er tryggari at fara i svimjihøllina enn at fara við bili at av ellum íðka 0,1 og 39 teimum, ið tráft får Itrott, iaa millum skaða, alt eftir hvørja tev idka Minst vandamikið er at svimja, vísir kanningin meðan kurvabóltur har afturímóti er tann mest vandamikli. Býtið millum tær ymsu ítróttargreinirnar av skað- um í % í mun til talið, ið íðkar hesar ítróttargreirir, itrottargrein er annars hetta, vísir kanningin: Fótbóltur 1,6% Hondbóltur 2,5% Riding 1,4% Badminton 0,3% Fimleikur 0,3% Flogbóltur 2,5% Kurvabóltur 3,9% Judo 1,0% Frælsur ítróttur 0,2% Svimjing 0,1% Súkkling 2,3% Innan ríðing var brot (beinbrot, armbrot o.s.fr.) umleið helvtin av ellum skaðunum, meðan tað annars fyri allar ítróttar- greinir var koyking og skursl, ið var tað mest vanliga. Kanningin vísti eisini, norður eftir at bert umleið 20 av øllum skaðunum koma á skaðastovu, og 55% fáa onga viðgerð, sum annars áttu at fingið viðgerð Annars kanningini, at 60 av skaðunum henda í fel- egunum, 20% í skúlunum og restin aðrastaðni Býtt upp í aldursbólkar sæst, at helvtin av skaðunum fáa tey, ið eru millum 11 og 20 ár. Býtið millum mann og kvinnu vísir, at upp til 20 ár eru skaðarnir javnt býttir, meðan hjá teimum, sum eru yvir 20 ár, eru tað fleiri menn enn kvinnur, ið fáa skaða. Tað vísir seg, at í aldrinum yvir 20 ár hugsa kvinnur meira skilagott enn menn og velja ítrótt- argreinir, ið eru minni vandamiklar. Um kostnaðin av skað- unum vísti kanningin, at 10% av førunum er ítrótt- arfólkið meira enn 5 vikur frá arbeiði, og í 10% av førunum verða tey inn- logd. Haraftnrímóti byrja 40% aftur at íðka ítrótt 2 vikur eftir skaðan. Men hugsa vit um allar sæst eisini av Framhald á síðu 9 >Kvinnur hugsa meira , skilagott enn menn i teirra vali av ítróttia