Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-05-10, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. mai 1983síða 13

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Norðurlanda- -3 húsið Guðmundur Jónsson, operasangari í Íslandi framferdi kantatuna saman við Sonnu Waagstein-Johansen og tí stóra Feroyakórinum. Hann er best umtókti listamaður í Íslandi og var millum teir fyrstu sum leitaði sær út- búgving uttanlanda og sum legði lunnar undir tónleika- lívið í heimlandinum ekinum, so var tað stór uppliving at sannfera seg um, at Feroyar tó eigur nógv fólk, sum fáast við eitthvert skapandi, i hesum føri i tónleikaheim- inum. Tu kendi ein åvisan stoltleika tå vit å hesum serliga håtidardegi kundu bjóða útlendingum so vak- ran og væl samansjóðaðan kórsang. Hetta var so byrjanin og tey sum ikki vistu, hvussu heildin í framfersl- unum var gjerd, vóru helst negd við hetta. — Tá kom stóra »visu- ella« sjónnæma uppliv- Amfi leikhús er serligur partur i Norðurlandahúsinum, har áskoðarnir sita rundan um ingin, at palltjaldið aftan- fyri Feroyakórið fór frå! Tú visti ikki, at salurin var sterri og nú fluttu sangarnir seg soleiðis, at teir eins og sveimandi fyltu hetta helið aftanfyri palltjaldið, sum er ein stórur pallur. Hetta var eftir mínum tykki stórsta upp- livingin henda dagin. Nú varð Kantata eftir Karstin Hoydal við tón- leiki eftir Vagn Holmboe og stjórnað av Ólavi Hátún framferd Á pallin kom Gudmund- ur Johansen, operasangari saman úr Íslandi og við Sonnu Waagstein-Johan sen úr Havn Myndadi leiklutin hjá kvinnum Sanna Waagstein Johan- sen hevur ríka manga letu við serstakliga vælvandu songredd síni, men her var upplivingin eins og í sterri VAVI, og tóktist á ser- ligan hátt at mynda leik- lutin hjá feroysku kvinn- uni gjøgnum tíðirnar við liviumstødum og um- hvervinum her Eg haldi ikki, at tað kann verða ov nógv sagt, at áskoðararnir vóru berg- tiknir hesa letuna og at kantatan fylti eins og heilt upp undir tekjuna. Eftir reðuna hjá Paula Ellefsen, legmanni, kom Sønderjyllands Symfoni- orkester å pallin og fram- førdi Festpolonaise eftir Johan Svendsen. Orkest- urleiðari var John Frand- pallin. Henda dagin var borðreitt fyri gestunum á hesum stað Her leita nakrir av gestunum eftir sessi. Millum teirra sæst Jógvan Asbjern Skaale, sjónvarpsstjóri og Flóvin Jacobsen sen. Sýndi hvat húsið megnaði Eins og alt sum fyri- fórst henda dagin í Norðurlandahúsinum, so var tað skipað fyri at sýna hvat húsið megnaði. Her er serliga at við- merkja avbera góðu ljóð- viðurskiftini, sum so fyri- myndarliga komu fram- ferslunum til góðar - Tað er áhugavert at síggja hvat onnur Norðan- lond hava at bjóða á tón- listaøkinum, og var væl, at symfoniorkestrid hevði møguleika at koma henda- veg at spæla. Framførslan var avbera góð, serliga tå vit vita, at slíka uppliving kenna flestu av okkum bert frá sjónvarpinum Her var meguleiki at samanbera og tað kemur ikki sjónvarpinum til góðar. Nú var so meguleiki at spåka í stóru forhøllini, sum er at kalla kring stóra salin og Amfi sjónleikar- pallin Fólk høvdu nú megu- leika at hittast og práta eina letu, og norður- lendsku tungumálini hoyrdust sum hugaligt fylgispæl til prýðiliga um- hvervið. Tað kann á ymsan hátt koma okkara egnu fólkum tilgóðar, at hava megu- leikan at nýta hetta prýði liga húsið við so nógvum meguleikum, sum vit als ikki hava yrkislært fólk til at taka av, men vónandi kemur tað okkum til góðar, at húsið nú er komið, á tann hátt, at vit kunnu taka til okkum og læra av tí, sum tey meira vandu fara at sýna á teimum lista- og ment- anarligu ekjunum. Ein ferðandi úr Eystur oynni, sum ofta hevur koyrt framvið Norður- landahúsinum í tíðar- skeiðnum hetta hevur verið í gerð, tók soleiðis til: »I byrjanini sýntist Norðurlandahúsið sum eitt tjald, men so hvert sum fráleið fór tað alt meira at líkjast eini mold- rúgvu!<. Ynskiligt er tí, at so nógvir feroyingar sum gjørligt fara at leita sær inn í Norðurlandahúsið at kanna, hvat -moldrúgv- an« inniheldur. Aftaná framferslurnar var hevi at umreða tað sum áskoðararnir hver sær hava fingið burturúr. Her er tað Ebba Hentze og Ingi Mohr. Aftanfyri sæst Leivur Johannesen