Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-05-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 12. mai 1983síða 4

‹ fyrra síða allar 14 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Útgevari: p/f sosialurin tíðindablaðið Postsmoga 76. 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd) | Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miitler Lysingar: Årni Joensen Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Við tógvið slit og bit oddagrein VIÐ tógvið slit og bit eydnaðist at fáa ein sáttmála millum Føroya Arbeiðara- felag og Føroya Arbeiðsgevarafelag stutt eftir døgurda í gjár. Tá hevði semingsstovnurin roynt at fáa semju í 16 tímar. NÝGGI sáttmálin hjá FA gevur ikki tað heilt stóru hækkingina í timalønini. Timalønin, sum er stivliga 52 kr., hækkar við 1,85 kr. 1. maí í ár og við somu upphædd næsta ár. FRAMMANUNDAN hevði FA slakað niður í tvær krónur árliga. Arbeiðsgev- ararnir gingu við til 1,85 kr. í hækking. men uttan ein spesialarbeiðara-sátt- mála. Alt hekk á honum. Men hann fekk FA við at enda. FA gav út fyri at fáa hann. Og FA-formaðurin við- merkti, at felagið við teimum 7000 lim- unum kundi ikki fara í verkfall upp á 15 oyru. Tað hevði ikki verið góðtikið Vøkur og snøgg góð og bilig KUFFERT í heilt stórum úrvali av limunum, meinti stjórnin í FA. MEN FA noyddist at sleppa nøkrum av høvudskrøvunum. M.a. at fáa eina nevnd at gera uppskot til eina avtalu um edv-skrásetingina á flakavirkj- unum. Henda skrásetingin, sum er komin inn á virkini, uttan at arbeiðs- fólkið er spurt og uttan at nøkur lóg- gáva finst á økjunum, verður ti érørd. Øll grannalondini hava fingið ymsar teknologiavtalur. Men føroysku ar- beidsgevararnir vilja ikki hoyra talan um eina slika. Teir komu vid uppskoti, einum neyðareggi, sum FA sjálvandi ikki kundi góðtaka. FA fekk kr. 3,70 yvir tvey ár. Henda upphæddin, sum er um 6—7 pst. í hækking yvir tvey ár, verður helst vegleidandi fyri restina av fakfeløgun- um, sum í løtuni liggja í samrådingum, og sum eru í verkfalli. Hækkingin er minni enn hækkingin, donsku fakfeløgini fingu. Men av sonnum kann sigast, at feløgini hava hildið aftur. Hetta eigur borgarliga landsstyr- ið at hava í geyma og ikki koma við teimum fráboðaðu tiltøkunum. pf Maria Poulsen & co. Torsgøta 10. Tif. 12000 og 12001 Nr. 54 — 12. mai 1983 A — byggingini á Sornfelli Fylkingin fólk fyri fridi« undirskrivaði saman við umboðum úr Íslandi, Sveríki, Finlandi og Dan- mark skjølini í samband við fólkakrevini um „Norðurlond sum kjarn- orkuvápnafrítt umveldi«. fundurin millum friðar- rerslurnar var hildin í Reykjavík. Ætlanin við tiltakinum er sum kunnugt at fáa Norður- landa stjórnirnar = at samtykkja, at tær í høvudsheitunum treyta seg til ikki: 1. at gera, royna ella framleiða kjarnorkuvápn, tað merkir m.a. at londini ikki taka lut í tílíkum virk- semi ella eru partur í av- talum uttan fyri geograf- isku umveldið (sonuna). 2. at fáa sær, taka ímóti ella hava kjarnorkuvápn í varðveitslu, í hesum sam- bandi verður eisini hugsað um ikki at loyva flutningi av kjarnorkuvápnum á skipum, sum eru í rutu og hoyra heima uttan fyri geografiska umveldið. 3. loyva eðrum londum at flyta inn, seta upp ella goyma kjarnorkuvápn síni innan fyri geografiska um- veldið, hetta fatar eisini um allan transitt gjøgnum umveldið á landi, í og á sjónum og í luftini. Ser- stakliga týdningarmikið í hesari vidtøku er, at for- bodid ber vid sær bann fyri, at flogfør ella krúss- aramissil ferðast í norður- lendskum lufthavi á veg móti onkrum máli. Enn eru vit í teirri stødu, at vit á landi ikki hava tól, ið beinleiðis kunnu brúkast í kjarn- orkuvápnakríggi. Tá talan er um havleiðirnar rundan um Føroyar, vita vit, at steðan er ein onnur. Smb. upplýsingum úr amerikonskum og donsk- um hernaðartíðarritum liggja bæði amerikanskir og sovjettiskir kavbátar við kjarnorkuvápnum uttan um Feroyar. Tað er eftir okkara hugsan bráðneyðugt, at Feroya Legting fylgir ver andi legtingssamtyktum upp um Feroyar sum her- naðarfrítt eki við at gera Feroyar til part av einum norðurlendskum kjarn- orkuvápnafríum umveldi. Í hesum sambandi vilja vit í fylkingini >Fólk fyri friðic mótmæla ætlaðu umbyggingina hjá NATO á Sornfelli, tí steðin longu nú ger Feroyar til álops- mål í einum meguligum kjarnorkuvápnakríggi. Nato og harvið steðin á Sornfelli má eisini skiljast sum líður í fyrireik- ingunum til kjarnorku- vápnakríggj, og steðin á Sornfelli fellur tí inn undir omanfyrinevndu sam- tyktir, sum krevja >Norðurlond sum kjarn- orkuvápnafrítt umveldi«. Fólk fyri friði Vónbrotin av Havnar Arbeiðs- mannafelag Tað er nógv fyri at hoyra formannin í Havnar Ar- beiðsmannafelag, Hr. Karl Johansen, standa og halda reðu 1. mai, har hann sig- ur, at tað er torført hjá ein- um arbeiðara at forsyrgja sínari familju. Hann hjálp- ir í hvussu er ikki upp á, at tað skal verða nakað sum helst betur. Eg bað hann síðsta heyst um at hjálpa til at fáa feriuløn, kr. 11.000,—, frá einum felag, sum var farið á heysin. Tá eg spurdi hann, hvat var hent, jú, hann hevði verið hjá sakferara. Svaið, hann hevði fingið, var at, har var einki at gera. Tað ljóð- ar ógvuliga legið, tí fyri páskir í ár var virkið, sum var farið á heysin, upp- gjørt í kr., og teir, sum hevdu skrivað til sakfer- ara, fingu sínar pengar (feriulenir). Men tann, sum bað hr. Karl Johansen, formann í Havnar Arbeiðsmanna- felag, um at hjálpa sær fekk onga. Nei, tað er ikki bara at standa uppi og brúka munnin, tað nyttar ikki Karl. Tú veit fullvæl, hver ið eg eri, so mær nýtist ikki at leggja navn til. arbeiðari Fjarrit Snildar tungur vilja vera við, at minst ein, helst fleiri, av tí russiska kav- bátaslagnum, hvers orm- veru gongulag vit hava sæð sporini eftir í sjón- varpinum, eisini skal hava gingið í Mjerkadalshaga- num í vár. Hesir, um vit siga tveir — hava somu eyðkenni sum greitt er frá í sjón- varpinum í seinastuni, ikki bert sum tveir dropar av vatni — báðir hava ver- ið ósjónligir. Vert er at nevna, at hetta er fyrstu ferð, at kavbátar hava opererað omanfyri garðarnar, í heila tikið; og kenir menn minnast onki líknandi til- felli enn hin gráa oksan í Trellhevda á sinni, sum nú á degum man svara til eina gravkúgv í mjerka. Lagt verður afturat, at hvekkur man vera komin á teir, í samband við ógvu- ligu = avdúkingarnar í svenska skergarðinum og í Hardangerfirði, at teir í bráskundinum oman til sjós, komu at rykkja tepp- ið undan Mjerkadals- monnum, sum nú sita á berum Kreftir eru enn einaferð, farnar undir at savna pjøkar, hesaferð at leggja undir NATO, sum sagt verður: „tað hevur sítt evindaliga undirlívsbe- tendilsi at dragast við !« Kánus