leygardagur 14. mai 1983síða 10
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Uppskot landsstýrisins til samtíðarskatt:
Landsstýrið åleggur
ítróttarfelogunum skattskyldu
Sambært uppskoti landsstýrisins til keldu-
skatt, skulu ítróttarfelog, ungdómsfelog
0.0., sum hava inntøku av almennum at-
gongugjaldi, gjalda skatt av hesum vinn-
ingi.
Tað kann ikki vera av misgávum, at
hetta komið í lógina, tí landsstýrið hevur
heilt greitt skrivað í viðmerkingunum, at
hesi felog skulu skattast au hesum vinn-
ingi.
ÍSF veit
av ongum,
sigur Heðin
Mortensen, formaður. — Men ÍSF fer at
arbeiða hart ímóti hesum reglum, sum full-
komiliga fara at taka grundina undan tí
megnar arbeiði, sum gjort verður fyri ung-
dómin í felogunum kring landið
Í uppskoti landsstýrisins
til kelduskatt, sum varð
lagt fyri tingið í vár, og
sum nú verður viðgjert í
legtingsins skattanevnd,
er ein grein við, sum
kemur at fáa rættuliga
stóran týdning fyri
ítróttarfeleg, bygda- og
ungdómsfeleg, um hendan
verður samtykt.
Í 1. grein punktum 14 í
uppskoti landsstýrisins,
sum er um, hver hevur
skattskyldu, stendur:
sOnnur feleg, felags-
skapir, legat og aðrir
stovnanir í tann mun, tey
hava innteku av vinnu,
har ímillum rakstur,
burturleigu av ella tað at
lata annan hava í hondum
fastogn. Avlop, sum hesi
feløg, felagsskapir, legat
og aðrir stovnanir vinna
við at lata verur, tænastur
v.m. til limir, verður ikki
mett at vera vinnuligt«.
Og viðmerkingunum
til hesa grein stendur
»Skattskyldan er her
treytað av, at hesir felags-
skapir v.m. hava inntøku
av vinnuligum virksemi,
Sum vinnulig innteka
verður hér hugsað um inn-
tøku av øllum slag av
vinnuligum virksemi, eitt
nú rakstur ella burturleig-
an av fastogn v.m. Avliop,
sum hesi feløg hava av at
latta vørur til limir sinar,
verður ikki mett sum
vinnulig innteka. Aðrar
ikki vinnuligar inntekur,
sum kunnu nevnast, er
studningur frá almennum
myndugleikum, gávur og
limagjøld. Harafturímóti
má alment atgougugjald
o.t. metast sum vinnuligar
inntøkur«.
Feløgini skattast
Við hesum reglum i
nevndu lóg vil landsstýri
altso hava flestu av okk-
ara itrottarfeløgum og
ungdómsfeleogum o.t. at
gjalda skatt av inntek-
unum.
Nú kann nevnast, at
limagjald, gávur o.t
kemur ikki undir skatt-
skyldu, men flestu ítrótt
arfeløg, og ungdómsfeleg
hava eisini innteku av al-
mennum atgongugjaldi.
Tá ítróttarfeleg 0.0. her-
eftir skipa fyri almennum
dansi ella tilikum og tá at-
gongugjald verður tikið til
ein fótbóltsdyst ella aðra
ítróttarkapping, so verður
hendan inntekan, ið fel-
agið útvegar sær á hendan
hátt, skattskyldug, sigur
landsstýrið í uppskot-
inum
Tað er lítið at ivast í, at
hendan reglan í skattalóg-
ini kemur at taka grundar-
lagið heilt undan fleiri fel-
egum. Elsini er hendan
reglan illa samsvarandi
við tað, at stuttleikaskatt-
urin varð avtikin herfyri
fyri at m.a. nevndu feleg
skuldu fáa betri fíggjarlig-
ar umsteður. Nú verður
hesin bati tvífalt tíkin
aftur, sambært keldu-
skattauppskotið.
Sosialurin vendi sær til
Heðin Mortensen, for-
mann í ÍSF, og spurdi um
hansara viðmerkingar til
uppskotið.
— Tað er tó heilt fantas-
tiskt, at vit ikki fáa tílíkt
at vita, sigur Heðin
Mortensen. — Eg havi
ikki hoyrt um hasar regl-
urnar í uppskotinum, fyrr
enn tú segði mær tær, so
vit hava einki gjørt við
málið av góðum grundum
— Men tað er heilt
greitt, at vit fara at seta
okkum—við legtingsins
skattanevnd um málið,
heldur Heðin fram, — tí eg
má siga, at tað er heilt
órímuligt av landsstýr-
inum nú at skula skatta
tað sindri av inntekum
sum feløgini hava.
Landsstýrið mátti
hugsa um, at alt
verður
kunna
ungdómsarbeiði
gjørt ólent, og leiðararnir
nýta næstan alla sína
frítíð til hetta arbeiði.
Gjalda skatt av
lenini
— Tað er í lagi, at teir
ítróttarvenjarar, sum fáa
løn fyri at venja ung-
dómin, verða skattaðir av
síni len, men tað kann
ikki koma upp á tal at
skatta felegini, sum
framman undan hava
tungt við at fáa endarnar
at rekka saman.
— Hvar skal ungdóm-
urin fara, tá landsstýrið
hevur tikið grundarlagið
undan ítróttarfelegunum,
spyr Heðin. — Tað er heilt
greitt, at skulu felegini,
hvers leiðarar nýta alla
sína frítíð til ungdóms-
arbeiði, skatta av sínum
fáu inntekum, heldur
hetta stóra arbeiði upp at
av sær sjálvum.
— Skulu vit so fara at
nýta tað danska >system-
ið<, har kommunan og
landið betalur fyri at hava
ítróttarfelegini í gongd.
Vit eru nú tað einasta av
Norðanlondum, sum
kyera okkara ungdóms-
arbeiði uttan stuðul frá
kommununum. Kommun-
urnar byggja vellirnar,
men tær eiga teir eisini.
Í samband við uppskot-
ið um frítíðarlóg hevur
ÍSF-formaðurin tosað við
landsstýrið um ætlanin er,
at ítrótturin eisini kann
koma undir hana, men tað
sigur landsstýrið, at
ætlanin ikki er.
— Sambært frítíðarlóg-
ina er tað soleiðis, at um
minst 8 fólk vilja læra seg
t.d. at spæla guitar,
harmoniku ella tílíkt, so
kunnu tey krevja, at
kommunan betalur einum
lærara len fyri at læra tey
Men ætlanin er ikki, at
ítrótturin eisini skal koma
undir hesa skipan, og vit
hava ongantíð heldur
ynskt tað, leggur Heðin
Mortensen afturat.
Men harafturímóti
kunnu vit heldur ikki góð
taka, at landsstýrið tekur
grundarlagið undan ítrótt
arfeløgunum, og vit ætla
at arbeiða hart ímóti t
9000 virkin ítróttar-
fólk
Landsstýrið veit ikki
hvat arbeiði verður gjørt
runt um í landinum a
ítróttarekinum, tá teir
koma við tílíkum
uppskoti. Til sammet-
ingar kann nevnast, at i
Tórshavnar kommunu
verður útgoldið millum 40
og 5 milliónir í lenum til
kveldskúlan, har 3 til 4000
fólk ganga. Í dag eru tað
tætt við 9.000 aktiv ítrótt-
arfólk runt landið, so tað
er ikki heilt lítið, ið spart
verður í lenum til allar teir
mongu ítróttarleiðararn,
sum nýta sína frítíð til
felegini.
— Um landsstýrið beinir
fyri — itréttarfeløgunum,
fær landið aðrar trupul-
leikar at takast við, tí
onkustaðni skal ungdóm-
urin vera, endar Heðin
Leygardagur 14. maí 1983 |
Mortensen viðmerkingina
til Sosialin.
Uppskot landsstýrisins
til kelduskatt er í letuni til
viðgerðar í skattanevnd-
ini. Sambært útvarpinum
í vikuni skal m.a. skatta-
nevndin leggja álit s
sítt fyri tingið mánadagin,
so lógin kann samtykkjast
í seinasta lagi týsdagin
ella mikudagin.
Tað vil siga, at enn eru
meguleikar at rætta upp á
hesa stóru »fadesuna«,
sum landsstýrið hevur
gjørt í kelduskattaupp-
skotinum, men tað er upp
til løgtingid, sum skal við-
gerða máli endaliga fyrst í
komandi viku.
sj.
Fótbóltsskráin
14. mai
1. deild
GÍ—B68
2. deild
iF—NSI
Fram—SI
SIF—Royn
Sumba—EB
3. deild
Skåla—B71
B68—B36
HB—VB
KI—TB
4. deild
TBb—HBb
VB—Sumba
B36a—AB
SIF—Streymur b
MB—SI
LIF—Framb
IF—GI
Kia—NSI
EB—B36b
IF—Fram a
KIb—SB
B68—Skála
Dreingir
B36a—Sumba
HBa—Royn
AB—B36a
SI—B71
Kla—B36b
HBb—SIF
KIb—GI
Skála—NSI
B68—EB
Smádreingir
B36a
NSIa
HBc—AB
KIb—GI
LÍF—B36b
SB—B68
SÍ—B71
MB—EB
HBb—SÍF
NSIb—Kla
Piltar
TBa—Sumba
TBb—Royn
SI—MB
HBa—SIF
B36a—NSÍa
B36b—ÍF
KÍa—GÍ
Skála—NSIb
HBc—B71
LIF—B36c
AB—B68
Småpiltar
TBb—TBa
B36a—NSIa
B68—HBa
B36b—IF
NSIb—LIF
KIb—GI
15. mai
1. deild
LÍF--KÍ
MB—HB
B36—TB
Unglingar
LIF—KI
Vágar—HB
SB—IF
NSI—TB
VB-B36
smádreingir
VB—B36a
NSIa—TB
SB—IF