hósdagur 19. mai 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Útgevari: p/f sosialurin
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Tórfinn Smith (ábyrgd)
Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller
Lýsingar: Árni Joensen
Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
tíðindablaðið
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Landsstýrið og eykarokningin
oddagrein |
AÐRASTAÐIR í blaðnum í dag
hava vit frágreiðing frá landsfundi
javnaðarfloksins, sum var sein-
asta vikuskifti. Somuleiðis er
prentað fundarsamtykt frá sama
fundi. Sum tað er nevnt í lands-
fundarfrágreiðingini var nógv tíð á
landsfundinum nýtt til at viðgera
skattamálið. Tað er ikki so legið, tí
er tað nakað mál, sum floksins
umboð hesar seinastu lands
fundirnir hava vidgjørt serliga
nógv, so er tað júst hendan spurn
ing
Á LANDSFUNDI floksins í 1978
varð samtykt, at flokkurin skuldi
virka fyri eini samtidarskattaskip-
an. Hetta mál hevur eisini verið
frammi á hverjum landsfundi. Tá
Javnaðarflokkurin var í landsstyr
INnum voru etsin! kanningar og fyr
reikingar gjørdar til eina tilika um
leggjan av skattainnkrevjingin
FLEST ØLL minnast, hvussu stórar
byrjunnartrupulleikar m.a. granna-
lond okkara høvdu, tá tey fóru
undir sína samtíðarskattaskipan.
Vit skuldu helst lært av teirra brek-
um og mistøkum, og tí var nógv
gjørt burturúr at kanna, hvussu
hesar skipanir virka nú. Tíverri
hendi so tað, at Javnaðarflokkurin
ikki kom at mynda seinasta lands-
stýr.ð og fekk tíansheldur ikki
nakra ávirkan á, hvussu hendan
skattaskipan kom at síggja út.
HVUSSU hetta landsstýrið vil
hava samtíðarskattingina at síggja
út vita vit harafturímóti. Hesum
kunnu vit ikki góðtaka. Vit kunnu
ikki góðtaka, at eitt privat edv-
virki og peningastovnarnir skulu
umsita almennu skattaskipanina.
Heldur ikki kunnu vit góðtaka, at
umleggingin verður gjørd so stig-
vís, at eingin veit, hvat endaliga
úrslitið verður. Eingin kennir løn-
takarafrádráttin, barnafrådråttin,
skattastigan, persónsfrádráttin
o.s.fr. Vit kunnu heldur ikki góð-
taka, at landsstýrið nú fyrilitar-
leyst skundar hesa skipan igjøgn-
um soleiðis, at vandi er fyri, at hon
als ikki kemur at virka. At lands-
stýrið so omaná alt nýtir høvi til at
leggja millum 60 og 70 miljónir á
fólk í skatti aftrat, kann heldur ikki
góðtakast.
FLESTU SKATTABORGARAR
hava nú fingið skattarokningina,
og fá munnu vera tey, sum íkki
hava undrast og ilskast yvir tey
tøl, sum har eru. Um landsstýrið
enn heldur, at teir vera førir fyri at
fremja samtidarskattin til kom-
andi 1. januar, svarar skattarokn-
ingin til ein eykaskatt uppá millum
400 og 500 kr. um mánaðin. So
snildisliga sett upp, at skattgjald
arin fær varhugan av, hann
sieppur
trimum seinastu gjøldunum, enn i
teimum fyrstu sjey
tað bíligari í teimum
MEN HETTA verður bert ikki so,
at tað veit landsstýrið eisini. Tey
trý seinastu gjøldini koma als ikki
fyri, sum tey standa á skattarokn-
ingini. Frá 1. januar -84 verða øll
skattaði eftir mettari inntøku fyri
1984 og verða tey verunligu tølini
ikki sum landsstýrið nú vil ímynda
fólki. Tey verða heldur ikki sum
tey hægru tølini — t.v.s. frå 1. til 7.
gjald — men tey vera enn hægri.
Við øðrum orðum verður aftur ein
eyka-eyka inntøka í skatti til
landskassan.
HINVEGIN má ein hugsa sær til, tá
ein sær skattarokningina, at um
landsstýrið meinar nakað sum
helst við hesi trý seinastu gjøldini,
hava teir longu uppgivið at fremja
nakra samtidarskattaskipan til
komandi årsskifti.
Teir átta i býráðnum — hitt
blinda liðið
Fólk eiga at vita hvat tey
gera, staða eigur bert at
vera tikin tá full vitan er
til um eitt mál.
Avgerðin hjá býráðnum
í Havn um at geva loyvi
til at útbyggja og nú-
tímansgera steðina í
Mjerkadali er ein gerð,
sum avdúkar at meirilutin
einki veit um málið. Hetta
er ikki fyrstu ferð í Føroya
segu, tíverri, tað sama
hendi í 1959.
14. September bólkurin
í Keypmannahavn hevur
sett sær fyri at kannað
spurningin um vápna-
dubbing yvirhevur og ser-
liga hvussu hetta hóttir
Feroyar.
Tað er ikki tilfar sum
trýtur, serliga um viður-
skiftini vestanfyri, nakað
ringari er at fáa pálítilig
tíðindi um tað sum fer
fram í Sovjett.
Vit hava grivið tilfar frá
stovninum SIPRI. sum
verður roknaður ó;;vuliga
pálítiligur, ISS í London,
amerikonsk tíðarrit sum
Scientific American og
Marine Policy úr Onglandi
og ST.
Nýliga kom út bók eftir
svian Paul Claesson um
Grønland (Grønland —
Middelhavets Perle) her er
rúgvusmikið tilfar drigið
saman um Norðuratlants-
hav, eisini um steðuna í
Føroyum.
Hetta tilfar varð vist á
eini framsýning í Fer-
oysku Helunum í Keyp-
mannahavn 7.—8. mai, og
samstundis hevdu vit bið-
ið rithøvundan Paul Claes-
son koma at halda ein fyri-
lestur, við serligum atliti
at Feroyum.
Ringt at seta seg
inn í alt tilfarið
Tann sum fer undir at
kanna hetta ekið hevur
stórar trupulleikar. Stytt-
ingar, tilfarsrúgva, og
kanska serliga eitt ávíst
sjokk, at finna so nógv
stillført, kensluleyst tilfar
um hvussu risaveldini
leggja ætlanir fyri at lata
hundraðtals milliónir
doyggja. Men tað ber til
at kanna henda spurning
og við tí týdningi sum
hesin spurningur hevur
fingið júst nú, halda vit
tað vera av stórum týdn-
ingi at gera nakrar niður-
stødur júst nú, og eisini
royna at fáa framsýning-
ina til Feroya.
Hetta eisini fyri at fyri-
byrgja eitt tápuligt orða
skifti, har annar parturin
sigur alt sum kemur vest-
anifrå er gott, og hin part-
urin heldur vil góðtaka tað
sum kemur eystanifrå
Tað sum er avgerandi
er: Hver er sanna verjan
hjá Feroyum
Niðurstøður
Sum sagt, hesar niður
staður eru bygdar á kan:
ingum av tilfari og eisini á
teimum upplýsingum sum
Paul Claesson gav okkum
Hevuðskeldurnar hjá Pau!
Claesson eru úr ameri-
konskum skjelum, serliga
frá undirnevndini hjá
Kongressini og stovnum
undir USA stjórnini.
Niðursteðurnar
býttar % tveir partar.
A. Staðir í Feroyum
sum hava hernaðarligan
týdning og hvenn týdning
tær hava.
B. Týdningurin av fer-
oyskum sjógki í einum
bardaga millum risaveld-
ini.
Hernaðarligar
stødir í Føroyum
og tydningurin
av teimum
Fyrst er at nevna Stødina
å Sornflli. Hon hevur tvey
endamål.
At finna å radaranum
sovjettisk flogfør, sum
royna at sleppa fram móti
USA. At verða sambind-
ingalið í radiotænastuni.
Hetta verður gjert við ein-
ari serligari VHF skipan,
sum nýtir tropossferuna
heldur enn ionossferuna,
og tí ikki hevur trupulleik-
ar við óljóðið úr atmosfer-
uni.
Tað er týdningarmikið
at leggja sær í geyma, at
hesar skipanir ongan
týdning hava fyri at verja
eru
Feroyar, men bert ameri-
konsku eysturstrondina.
Eisini er tað týdningar-
mikið at leggja sær í
geyma, at uttan mun til
nøgdina av vápnum á hes-
ari stød, so hevur hon av-
gerandi hernaðarligan
tydning, um kriggj brestir
á, at tað ræður um hjá
mótpartinum (Sovjett) at
oyðileggja hana, og so-
statt verður Sornfelli upp-
lagt bumbumál.
Hin hernaðarliga týdn
ingarmikla steðin er Lor-
ansteðin á Eiði. Hesar eru
avgerandi fyri navigasjón-
ina hjá amerikonsku Pola-
ris og Trident kavbátu-
num. Og grundarlagið fyri
at teir kunna »krogva«
seg undan sovjettiskum
rakettum. Verða Loran-
steðirnar oyðilagdar,
mugu kavbátarnir upp
fyri at navigera, og vera
tá ógvuliga lættir at raka.
Sovjett má tí royna at
oyðileggja Loransteðirnar
í einum bardaga. Loran-
steðirnar eru ti bumbu-
mál.
Hernaðarligi týdningur-
in hevur sostatt einki at
gera við talið av hermonn-
um, vápnum, ella av tí, at
steðirnar eisini kunnu
gera nyttu fyri navigasjón
hjá skipum ella sivilum
flogførum Hernadarligi
tydningurin kemur av at
tær eru »eygu« og »rødd«
nma einum amerikanskum
NATO álopið eila
svarið móti
jett at »Dlinda« og »munn
binda« mótsteðumannin.
Føroyaøkid sum
vigvøllur i einum
kavbåtabardaga
millum risaveldini
Hin stóri vandin fyri Før-
oyar er at vit liggja —
bart út — í einum hermóti
hjá risaveldunum. Front-
urin millum kavbátaflot-
arnar, sum hava so avger-
andi týdning í dag, gong-
ur úr Grenlandi, um Ís-
land og Feroyar til Skot-
lands. Henda GIUK-
smogan, sum hon verður
rópt, hevur líka so stóran
týdning sum t.d. donsku
strætini.
Føroyskt sjóski er
longu í dag sett við ameri-
konskum lurtitólum, og
sonevndir jagara-kavbát-
ar, sum skulu finna og
oyðileggja kavbátar hjá
fíggindanum eru longu í
dag á føroyskum sjóeki.
Tveir meguleikar eru.
At sovjettiskir kavbátar
royna at sleppa út á opið
hav, ella at amerikanskir
kavbátar skulu troðka seg
longur norður ímóti Bar-
entshavinum. Brestir bar-
dagin á, so er sostatt allur
tjansur fyri, at roynt verð-
ur at oyðileggja kavbátar-
nar hjá mótpartinum á
føroyskum sjøøki.
Aftur er neydugt. at
undirstrika, at hesin
vandin einki hevur at gera
við at verja Feroyar. Tað
er bert talan um at rísa-
Nr. 57 — 19. maí 1983
veldini skulu royna at
steðga hverjum eðrum so
langt frá meginlandinum
sum gjerligt.
Er nakað svar
upp á hetta
Vandin fyri Feroyar er at
vit eru liður í verju (og í
størri og sterri mun) sum
álopsmegi hjá eðrum risa-
veldinum USA. Er nú
nøkur hugsandi loysn,
sum hevur nakran sum
helst tjans at vinna frama.
Hitt týdningarmesta er
sjálvandi at forða fyri at
vit vera drigin meira upp
í, at forða fyri at útbygg-
ing fer fram, uttan mun til
um tað bara verður kallað
nútímansgering. Sostatt
eiga feroyskir myndug-
leikar at fylgja legtings-
avgerðini frá 1970, og
stuðulin fyri hesum eigur
at vera sterkur millum
fólk.
Paul Claesson (og við
honum Owen Wilkins
sum hevur arbeitt fyri
SIPRI stovnin í Svørik
vísur á, at her er bert ein
meguleiki, sum hevur ein
realistiskan tjans, og sum
kann gerast veruleiki, um
stuðulin er nóg sterkur
millum fólkið í Norður-
atlantshavi. Tað er at
flyta hernaðarútgerðina
ávarðingartólini og sam
bindingarliðini, sum finn
ast í Feroyum
Grønland: frå øGrun
frá at gerast eitt
hjá øårum
hernað:
ligt tól part
num, verða eitt slag
»fridarvaråveitandi« ]
taki, sum kann halda eyga
við og geva upplýsingar
um rakettir og álop frá
báðum risaveldum, og
taka upp tann tráð, sum
hevur verið at fáa risa-
veldini at avmarka kapp-
dubbingina, og síðani
kontrollera at hetta hend-
ir.
Hetta hevði fingið Fer-
oyar burtur úr vandanum,
at verið liður í kappdubb-
ingini. Rørslur ið stuðla
hesum eru við at taka seg
upp í Skotlandi, Íslandi
og Grenlandi, og høvdu
hesar í apríl eisini stevnu í
Skotlandi, har tó eingir
føroyingar luttóku.
Útgangur
Vit eru vís í, at um fólk
veruliga vistu hvat fyri-
gongur, um tey vístu
hverjir pengar og hernað-
arútgerð eisini hóttir okk-
ara samfelag, so hevdu
tey víst alt sum dregur
okkum tann vegin frá sær.
Vit heita tí á fólk um at
kunna seg um málið og
krevja at ongar avgerðir
vera settar í verk, sum
leiða okkum blint inn í
eina krigstelving, vit ong-
an part eiga í.
14. September-bølkurig:
í Keypmannahavn