Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-06-14, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. juni 1983síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Summarhondbóltur: Kyndil og EB Summarkappingin Í dd hondbólti i kvinnudeildini og deildini fyri gentur 16 ár var á Eiði hetta viku- skiftið kvinnudeildini kom Kyndil víðari til finaluum- farið. meðan EB kom i finaluna í gentum 16 ár. Finalurnar verða leiktar í Kollafirði komandi viku- skifti Úrslitini á Eiði vóru annars hesi Kvinnur: GI—Søljan b 6—4 KIF—TB 6—4 ; ; EB—Kyndil 2—4 SK ég i GI—Kyndil 6—10 eb—TB 6 2 KIF—Kyndil 2—5 GI—EB 1 6 StiF —KiF 6 :B—Søljan b 2 : rer St p 2 ge | EB-KIF je EB—Kyndil 2 4 Gentur 16 år eg 1 Le GI—TB 8— 0 StíF—EB 2 3 EFA «tå á ; GÍ - Søljan b 6 4 KIF—Søljanb 4—92 ; sk KIF—TB 6— 4 GI-Kyndil 6—10 Fram—Royn, 2. deild: 0—4 (0—2): Vånaligt | 1 ; ánaligt spæl, men nógv mål Splid í dystinum millum Fram og Royn var vánaligt. Royn spældi ikki upp til sítt besta, men leikurin hjá hvalbingum var fleiri ferðir betur enn tann hjá Fram — ið hvorki líktist einum ella ødrum. Hóast spælið hjá Royn ikki var tað besta var skilligt at Royn-framherjarnir eru málsóknastu í Føroyum At Fram var eitt av odda- liðunum í 2. deild, var tor- ført at síggja, tá liðið hitti Royn í Gundadali leygar- dagin. Um eitt heilt lið kann hava em sonevndan »Ooftl- day<, so hevði Fram tað so avgjørt leygardagin. Royn spældi ikki upp til sitt besta — so langt frå — men 4—0 sigurin var ikki eitt einasta mål ov stórur. Spælið hjá Fram hekk als ikki saman, leik- urin var tilvildarligur fyri ikki at siga vánaligur og tað eydnaðist ikki Fram'- arunum at spæla seg fram til ein einasta veruligan målmøguleika í fyrra hålv- leiki. Royn-verjan hevði als ongar trupulleikar at steðga >tannleysu< Fram- álopunum Sum áður spældi Royn so langt í frá upp til sítt besta, men leikurin hjá hvalbingum var fleiri ferðir betri enn sagt so tann hjá Fram, og Royn kanska hevur ma!- sóknastu álopsleikararnar í Feroyum á liðinum, ' nd Michelsen og Svein- bjørn Danielsen, so var ongantið nakar ivi um úr- slitið Royn fekk stak góða byrjan í dystinum. Bert tveir min. vóru farnir, tá hvalbingar komu á odda 1—0. Um tað var hetta mál, ið tók leikhugin frá Fram er ilt at siga, men tað var eins og leikararnir ongantíð komu fyri seg í dystinum. Fyrsta málið kom, tá Royn-leikari avleverar hegt inn fyri málið úr hegru síðu av målteigi- num, har Sveinbjorn Danielsen setur hevdið undir bóltin, so at hesin endar í netinum. Næsta málið kom í 28 min., tá veika Fram-verj- an ikki fær sparka bóltin burtur úr egnum brots- teigi. Bólturin kemur til Sveinbjern, ið tó letur hann fara víðari til Andor Thomsen. ið stóð betur fyri. Andor misnýtti ikki meguleikan, men skeyt flatt skot í netið — millum Mikkjal Mikkelsen, Fram málverjan og instru stong Tá triðja málið kom 28. min. av seinna hálv leiki, var Fram-verjan eis- ini við í ti. Rólant Seren- sen uppfangar eitt mál- spark og roynir seg við skoti Bólturin verður steðgaður, men endar hjá einum púra fríum Vil- mund Michelsen, ið lætt »skorar« til 3—0. Fjórða málið, ið kom aftaná 26 min. av seinna hálvleiki, kom eisini aft- aná málspark. Mikkjal skeyt út til Kim Ejdes- gaard, men tað eydnaðist Rólanti at koma ímillum og fáa fatur á bóltinum og trygt skjóta hann í netið til 4—0, ið eisni gjørdist endaliga úrslitið. Eg havi altið ljós á sukkluni A Mm Nr. 67 — 14. juni 1983 itrottar- oddagrein Leygarkvøldid spældi islendska kvinnulands- liðið í fótbólti sín fyrsta dyst á vitjan teirra. Hetta er fyrstu ferð, at útlendskt kvinnu- landslið í fótbólti vitjar her á klettunum, so áhugin fyri, hvat hesar kvinnur kundu gera á fótbóltsvellinum, var stórur millum mong. Hesin fyrsti dystur teirra var móti bland aðum kvinnu- og unglingaliði, ein dystur, ið óiva nógv vildu síggja, eisini aðrastaðni frá enn úr Klaksvík. Men gakk! Dysturin verður lagdur leygarkvøld kl. 19.30 (seinni broytt til kl. 20.30). Seinasti fartur úr Klaksvík var túrurin við Ternuni kl. 19.20. Altso hevði tú ongan meguleika at síggja dystin, um tú av tilvild ikki búði í Klaksvík, ell har á leið, ella um tú ikki vildi nýta eina nátt á hotelli ella hjá kenningum í Klaksvík. Hver skuldi trúð, at tílík fyrireiking kundi fara fram í 1983? Hevði tað verið einhver annar dystur, kundi tað kanska funnist onkur umbering. Men her kemur eitt útlendskt kvinnulands- lið í fótbólti at vitja okkum. Okkum, sum ikki hava nakran kvinnufótbólt. Og so verður tað fyrireikað soleiðis, at bert eitt fátal av teim um áhugaðu kundu síggja dystin leygar- kveldið. Nú kann Fótbóltssambandið kanska siga, at tey, id ikki eru úr Klaksvík, kundu síggja dystin månakvøldid í Havn Men tað kunnu heldur ikki øll. Fleiri áhugaði munnu vera, sum orsakað av ar- beiði, venjing ella onkrum ødrum ikki fingu hevi at fara til Havnar mánakveldið, men sum kundu farið til Klaksvíkar, um fartur hevði verið leygarkvøldid. Hendan vánaliga fyrireiking. sum Fótbólts- samband Føroya hevur hevur lagt fyri dagin, hevur helst kostað FSF nógv í mistari inn- tóku av atgongumerkjasølu. Bert ti FSF ikki kundi leggja dystin ødrvisi ella latið Ternuna siglt eykatúrar í samband við dystin. Oman á alt hetta gremur FSF seg åført um, at teir hava alt ov fáar inntøkur, studningurin til teirra er alt ov lítil 0.s.fr. Men hvussu kann tað vera, tá leiðsla FSF's ikki dugir at síggja og gera brúk av teimum møguleikum, ið stinga seg upp?