týsdagur 28. juni 1983síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Sovjet-Albania
— ræðandi domir í sogu mannaættarinnar
Vit hava nú í seinastuni
sæd í føroyskum fjøl-
miðlum ungar føroyingar
skrivað síðu upp og síðu
niður um tvey kommu-
nistisk »paradis« á jerð:
Sovjet og Albania. Heini
av Heini veit ikki hvussu
væl hann skal rósa Sovjet
og Mikkjal Dánjalsson í
sínum lagi Albania! Eg
skal ikki gera meg til dóm-
ara teirra millum, men pá-
standir teirra standa klárt
ímóti hverjum eðrum, so
hetta mál áttu teir at
greitt sínámillum fyrst!
Tað kennist hugstoytt
og heilt ófatiligt, at tveir
av allarbestu unglingum
okkara sum hava notið so
nógv gott og stórt persón-
ligt fr i her á klettum
okkar: ulu geva seg av
við at - rósa slíkum
ræðul astýrislagi
og id m kommu-
nisman fyri langari tíð
síðan sjálv hevur prógvað
a n er g etist! Og
hetta g í eini tíð,
har kið eystan jarn-
tjaldið fullkomiliga hevur
mist alt álitið á teimum
ráðandi og fullkomiliga
t trúnni1 uppá kommu-
n u
Aldri hevur heimurin
áður sæð slíka kúging,
SK: 1gstran, slika pin-
ing og so mong dråp, sum
tað ið kommuniskan
hevur klárað í ein mans-
aldur! Líkini teljast í milli-
ónum og aftur milliónum!
Hugsa bert um
Kampuchea har uml. 2,5
mill. av landsins íbúgvum
vórðu týnd av kommu-
nistunum fyri fáum árum
síðani! Hugsað um tað!
Hitler og hansara
týningartippir fána full-
komiliga móti teimum
ræðuleikum sum flóttar-
fólk vita at siga okkum
um kommunismunar
sanna andlit í dag. Lat
meg bert nevna ein: Sols-
Hitler og
hansara Auschwitz er
burtur, men kommunism-
unar Gulag er til ídag í
ellum sínum ræðuleika
alla staðir har kommunis-
man hevur tikið valdið.
Solsjenitsyn fortaldi
heiminum um hetta og
Shifrin hevur í bók kort-
lagt hesar meir enn 2000
legurnar í Sovjet. (Bókin
jenitsyn.
ættarinnar, men í staðin er
tað merkt av meira harð-
skapi og blóðúthelling enn
nakað annað árhundrað
undan okkum!
Sjálvur havi eg arbeitt
saman við einum jugo-
slava, sum var fluttur til
Danmarkar. Faðir
hansara var eitt ella annað
innanfyri »partiid«, men
tá ið eg spurdi hann um
viðurskiftini í heimlandi-
num, risti hann upp-
gevandi á hevdinum og
peikaði niðureftir við
timlinum! Hgar ynskti
hann seg ikki aftur!
— Og tó var hann ein av
teimum »priveligeradu«,
við tað at faðir hansara
hevi starv innan >flokk-
in«. Og har afturat er
Jugoslavia eitt tað mest
»liberala« av kommunist-
isku londunum — um ein
nú kann nýta hetta orðið i
hesum sambandinum!
Onginskal vænta sær
nakra »liberalismu« ella
»vår« handan Jarntjaldið
nú síðan kensluleysi KGB-
stjórin Andropov gjerdist
Sovjets hægsti maður.
Tað er ongin loyna, at
gjøgnumbrot Andropovs
stavar frá níðingagerð
hansara í Ungarn í 1956,
tá hann sum ambasaderur
hjá Sovjet har tók av-
gerandi lut í kvælingini av
tí ungarnska frælsisstríð-
num, við tað at hann
lumpaði Pal Maleter
verjumálaráðharra og
Imre Nagy forsætisráð-
harra — tveir av teimum
størstu hetjunum, sum
Ungarn nakrantíð hevur
fostrað, í eina fellu! Báðir
vórðu teir avrættaðir!
Eftir hetta einastandandi
»bragd« lá leiðin móti
toppinum opin fyri
Andropov! Tað, sum hann
stendur fyri og tann kúg-
ing, sum alt meira vindur
uppá seg í Sovjet, er ikki
førovingum ókunnug, so
tey depru viðurskiftini
har er ikki avgjert
neyðugt at nema meira við
her.
Albania
har afturímóti skal eg
loyva mær at koma við
nekrum upplýsingum um
„paradísið“ hjá Enver
Hoxha: "bania, sum
Mikkjal jalsson púr-
asta ma a „gloymt:
2
lógum sínum tryggja
íbúgvum sínum fult trúar-
frælsi — sjálvt um hetta
bert er ein frasa á pappiri-
num fyri at villleiða góð-
trúna Vesturheimin, so
fekk Albania í 1976 eina
nýggja grundlóg, sum
millum annað stutt og
greitt sigur, at øll religion
er forbodin!!
Aðrenn
undir
landið kom
kommunistiskt
juntavald i 1945 vóru
tvær stórar religiónir í
landinum: islam og kristi-
dómurin. Landið var ein
asta muslimska landið í
Europa! Muslimar 70%,
Ortodox 19%, Rómversk
katólsk 10% og eitt sløg
av protestantum. Alban-
arar tosa ymiskar dia-
lektir, mest gegiskt har
norðuri landinum og
toskiskt har suðuri í landi-
num. Toskiskt er ríkismál
Landið hevur verið tað fá-
tækasta og mest til-afturs-
komna landið í Europa,
men tey seinastu árini er
farin fram ein týðiligur
framburður við hjálp frá
Kina. Grundgeving fyri
miseydnaðum »5-åra-
ætlanum« verður søgd at
vera »imperialistisk-
revisionistisk blokada«!!
Stjórnin er tann mest
harðrenda og miskunnar-
leysa kommunistiska
stjórnin í Europa. Landið
er eitt enn meira aftur-
latið land enn hini kommu-
nistisku londini í eystur-
europa. Stjórnin kunn-
gerð, at landið er fullkomi-
liga ateistiskt og verður
stýrt hareftir! Landsins
sjálvsekta ekstrema isola-
tión frá umheiminum gav
stýrinum gott hevi til
ósædd at beina fyri allari
organiseraðari religión
undir »kultur-kollvelting-
ini« í 1966—67, eins og vit
kenna tað frá Kina. Tað,
sum Hitler, Stalin, Mao og
aðrir harðrendir einaræð-
isharrar ikki vóru ferir
fyri, hevur tað eydnast
Enver Hoxha at gjøgnum-
ført! Hvat var so »man-
sømiliga bragd« hansara?
Ju, øll religión varð for-
boðin! 2169 bygningar,
sum vórðu nýttir til átrún-
aðarlig endamál, sum t.d.
kirkjur o.a., vórðu antin
oyðilagdir ella tiknir frá
eigarum sínum uttan
endurgjald og. nýttir til
onnur sokallaði »sam
fjós, biohellir
KKI longur iry!
g lokabrøgd kirkjunnar:
Albania
tapt slagið!- (Radio
Tirana, 11. okt. 1980). Og
tíðarritið >Nentori< sló
fast, at >Albania er vorðið
tað fyrsta ateistiska
landið í heiminum!< og at
allir religiesir bygningar
o
Religiónin hevur i
nú vóru yvirtiknir av
»ungdéminum« (reyðgar-
distunum!).
Allir prestar og aðrir
kristnir leiðarar eru
fongslaðir, mangir eru av-
rættaðir og uppaftur aðrir
bara »hvurvu« á sama
hátt, sum vit kenna tað
frá Latínamerika, har fólk
bara púrasta »hvørva«!
Ongin veit hvar tey eru.
Myndugleikarnir siga seg
onki vita um hesi fólk og
hvat ið vorðið er av teim-
um, men uttan iva ery tey
tikin av døgum av mynd-
ugleikunum sjálvum. Tað
eru prógv fyri tí! Hetta
sama hendi mongum
prestum og eðrum kristn-
um leiðarum í Albania!
Þeir, sum ikki vórðu tiknir
opinlýst, »hvurvu«
bara!!Ongin veit síðan
nakað frá teimum at siga.
Um hetta kunnu vit t.d.
lesa í >Buletini Katholik
Shqiptar« — eitt blað,
sum verður útgivið av
eksilalbanarum í USA.
Flóttarfólk siga frá
Sjálvt um landið fullkomi-
liga er stongt fyri Evan-
geliinum, so vitna tær fáu
raportirnar sum finna veg
út, at har enn er ein kirkja
fyri hvenn Jesus Kristus
er Hin góði Hirðin. Al-
bansk flóttarfólk vita at
siga okkum um kristin,
sum uttan nakra formella
rættargongd verða
fonglsaði, pínd og inni-
stongd í konsentratións-
legum vegna trúgv sína!
Frá eygnavitnum hava vit
fingið at vita um fylgjandi
lagnur: Ein prestur hvers
navn var Stefan Karti,
varð handtikin, ákærdur
og demdur — ikki fyri at
hava gjert seg sekan í ein-
hverjari kriminellari gerð,
men hoyr nú og halt tær
gott fast, tí ákæran ljóðaði
soleiðis: Stefan Kurti
verður hervið ákærdur
fyri at hava doypt eitt
barn!!!
Tað var alt!
Hann duldi heldur ikki
fyri at so var. Og eftir at
hann síðan varð funnin
sekur í hesi »brotsgerå«,
varð hann demdur til
deyða og varð avrætt-
aður við skjóting! Eitt
annað flóttarfólk Mark
Ndocaj, hevur sagt frá um
biskoppin Coba, sum varð
ir í konsentrationsle E
una Paperr tætt vid byin
nsKa 1øroy
deyður. I eini aðrari kor
sentratiónslegu vita vit
um aðrar prestar. Ég
hugsi her um leguna tætt
við Tepelena, sum liggur
stutt frá havnabýnum
Vlora har biskuppurin i
Cisamo, Nikoll Troshani
og prestarnir Pieter Mash-
kally, Anton Luli, Mark
Hasi, Simon Jubani og
eldri bróður hansara Lazer
Jubani vóru innibyrgdir.
Tó vita vit ikki við vissu
um hesir eru á lívi enn.
Hóast hesi torferu viður-
skifti, sigur Mark Ndocaj,
at tey samlast til loynilig
metir í privatum heimum.
Hetta prógvar, at Jesu
Kristi kirkja í Albania ikki
hevur tapt slagið! Tað
síðsta vit vita frá Albania,
er um ein prest, sum eisini
varð dømdur til deyða fyri
at hava doypt einar tví-
burðar. Hann æt Ndoc
Luli. Mamma tvíburðanna
varð demt til átta ára
arbeiðslegu!! Hetta hendi
í 1980. Í Albania. Í
Europa — okkara egna
heimsparti! Hetta er sann
leikin um tað sum hendir
aftanfyri andlitið
óhugnaliga juntastýrinum
hjá Enver Hoxha og telini
hjá Mikkjal Dánjalsson!
Hver mótmælir ?
Sjálvt um henda total:
bannlysingin av allari re!
gión er i stríð við allar
internationalar avtalur, so
hevur onki land gjert
nakað við hetta málið
Hitt sokallada >kristna-
Europa svevur sín seta
blund í njótan, egoismu
leysalevnað, veikleika og
eftirlæti á ellum økjum!
Europa, Europa og verðs-
ligu og andaligu leiðarar
tess, sum ikki vita hvat
teir skulu, frá tær er ljósa-
stakin fluttur! Albania er
enn limur í ST uttan at
verða boykottað á sama
hátt sum Suður-Afrika og
Ísrael! Europeisk lond,
sum sjálvi kalla seg >krist-
in lond«, halda áfram við
og víðka um handilin við
Tirana. Ongin métmælir!!
Stutt eftir at Hoxha
kom við kunngerð síni um
fullkomiligt religións-
bann, skuldi 500 ára
dagurin fyri deyða
Skanderbergs feirast —
tann albanska tjóðarhetj-
an, sum vegna fyrimynd-
arligu mótsteðu sína móti
Nr. 73 — 28. juni 1983
mer
turkumt av já van
ekk i ð Kris
a« r eru Kri
hetjur dag? Tú finnur
tær absolut ikki innanfyri
topppolitikkin í dag! Hver
mótmælir at 2169 kirkjur
og líknandi bygningar í
1967—68 vórðu umbygd
ella oyðilegd? Hver mót-
mælir viðvíkjandi avrætt-
indunum av prestum tí
teir hava doypt bern,
soleiðis sum tað hendi við
Stefan Kurti og Ndoc
Luli? Hver mótmælir
viðvíkjandi drápinum av
biskupinum Ernest
Coba?? Hver mótmælir á
rettum stað, at kristni
arvur albanska fólksins
verður týndur og fólkið
sekulariserað við vápna-
megi?
Ikki passiv
Vit-mugu ikki vera passiv.
Vit mugu arbeiða meðan
dagur er. Politikararnir
koma ikki at bjarga heimi-
num, men harafturímóti
tey kristnu, sum eru Jesu
Kristi Kirkja á jerð.
Albania er eitt afturlatið
land fyri okkum — soleiðis
tykist tað nú, men Orð
Guds sigur, at fyri Guðs
fólk finnast ongar
stongdar dyr, ja, ikki ein-
gang Helheimsins portur
sku! standa seg móti
Guðs Kirkju! Tí hava vit
gott treysti og góðar vónir
um framtíðina og Albania!
Enver Hoxha er nú 74 ár
og skal skjótt standa til
svars fyri gerðir sínar fyri
Guði. Albania vil eftir
burturferð hansara broyt-
ast ikki sert og hin anda
liga landvinningin bera
stórar sigrar fyri Guðs
Ríki. Hetta verður longu
nú fyrireikað og er í ferð
við at henda
Upplýsingar
Ongin lati seg villa av
»årslitum« og »tølum«
um frålikleika kommunis-
munar, men einhvør leiti
sær sannan kunnleika um
hvat ið fjalir seg aftanfyri
propagandatelini og -úr-
slitini! Tann, sum hevur
áhuga fyri at fáa meir at
vita um sonnu viðurskift-
ini í kommunistiska heimi-
num, kann frå Bibliu-
skúlanum Ein-Karem,
3815 Kollafjørdur, lána
fylgjandi upplýsingar til-
far. Hetta er absolut
ókeypis.
Kajfinn Hammer
Gk
A fb GGA
øm