Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-07-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juli 1983síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Vestmenningur. Fyri aðru ferð í ár vann hann ein FM-róður. Sólmundur 12 4. Kollfirðingur 6 5. Páll Fangi 5 6. Hósvíkingur 3 8-mannafør stig I. Kvivikingur 16 2. Oyndri 14 3. Argjabåturin 11 4. Húsavíkingur 10 5. Postbáturin 9 6. Ørvur 5 Dreingirnir á Havfrúgvini vunnu fyri fyrstu ferð í ár 7. Sjóriddarin | 10-mannafør stig 1. Vestmenningur 18 DON Nólsoyingur 15 Vágbingur 11 Havnarbåturin 10 5. Tvørabåturin Nr. 79 — 12. juli 1983 6. Klaksvikingur 1 7. Sudringur | Landskappingin i 2. deild: Royn — á veg Royn, eitt av málsóknastu líð- unum i Føroyum liggur nú á odda í 2. deild. Hvalbingar »toppdystin« VUNNU NSÍ — stórsigur Upprunaliga dysturin millum Royn og NSI verða leiktur viku- skiftið 3. juli, men varð tá, orsakað av at A-landslidid fór til Grenlands, útsettur til 31. juli. Men hetta hildu bæði Royn og NSI vera óneyðugt og samdust um at flyta dystin aftur I vikuskiftið 10. juli — og eygardagin varð dysturin so leiktur i Hvalba Hetta vóru oddaliðini i 2. deild, ið hittust. Um NSI vann, vildu teir koma t t ] fyra stig fram um næsta liðið, ið framvegis vildi vera Royn ið tá kundi rokna við, at meguleikar- nir fyri oddasteðu, og við hesum uppflyting í J. deild, vóru burtur Av tí at tað vóru odda- liðini, ið mettust, varð roknað við einum jevnum dysti, men tá seinasta dómarabríkslið ljóðaði, var stórur munur á. Royn hevði vunnið stórsigur. Ikki færri enn tíggju mál komu í dystinum og hevdu hvalbingar ognað sær sjey av teimum so eftir úrsliotinum at dema skuldi ein trúð, at tað var eitt oddalið, ið leikti móti einum botnliði Royn prógvað, at frarherjararnir í føroysku kappingini eru at finna á liðinum hjá hvalbingum. Aftaná eina landskapp- ingarbyrjan, ið kanska ikki var heilt sum fólk í Hvabla høvdu hugsað sær, er verulig ferð komin á liðið. Royn er komið i eina reð av sigrum, og allir sigrarnir eru vunnir við stórum málmuni. Tað mál- sóknasta spæl, ið kom til sjóndar í útidystinum móti Fram, hevur víst seg at kunna halda fram. Sjálvt spælið er vorðið betur, og framherjararnir eru framvegis málsókn- astu í allari landskapp- ingini í vaksnamanna- deildini. Sagt verður, at Royn- leikararnir kenna bert ein veg, tá teir royna seg í dysti — og tað er móti hevur fyrr málsóknastu móti móti 1. deild ? ? málinum hjá mótsteðu- monnunum. Og nakað er kanska um tosið. Longu í fyrsta álopi eydn- aðist Royn at koma á odda eisini 1—0 bert hålvur min. varð leiktur. Og sama endurtók seg í seinna hálvleiki; aftaná at leikur hevði gingið í hálvan min. økti Royn til 4—2 Enn einaferð vístu Vil- mund Michelsen og Svein- bjørn Danielsson, at teir báðir eru vandamiklastu mótsteðumenn ein mál- verji hevur. Vilmund skeyt trý av málunum hjá Royn, meðan Sveinbjern skeyt tvey. Hini málini vórðu skotin Inga Mortensen og Rólant Ser- ensen. Rólant skeyt mál sítt uppá brotsspark. Málini hjá NSI skutu Sigmund Johannesen, ið skeyt tvey, ið Ingálvur Olsen. Úrslitið av hesum dysti, millum oddaliðini í 2. deild, hevur við sær, at Royn nú liggur á odda í deildini við 12 stigum. NSI er nummar tvey, somuleiðis við 12 stigum, men málúrtekan hjá Royn av er munandi betri. Nummar trý er ÍF við tíggju stigum; nummar fýra, Fram, hevur eisini tíggju stig. Sum nummar fimm liggur í letuni SIF við sjey stigum, meðan hitt vágaliðið SÍ er numm- ar seks við fimm stigum. Nummar sjey er EB við fýra stigum, meðan aftasta liðið, uppflytarar- nir Sumba, bert hava tvey stig. IF og Sumba hava tó bert leikt sjey dystir, meðan øll hini liðini hava leikt átta. Spennandi verður nú at síggja um sigursgongdin hjá Royn heldur fram aftaná summarsteðgin. Ger hon tað, hevur Suðuroyggin eitt nýtt 1. deildarlið næsta kapp- ingarár. Og um Royn hevur meguleikar at klára seg í 1. deild, ber til at dema um longu nú í heyt. Royn skal spæla móti HB í semifinaluni í kappingini um Ísafjarðarsúluni. Á heimavelli kláraðu hval- bingar seg ófera væl, men hvussu dysturin á útivelli fer at roynast er ilt at meta um. Somu liðini hava áður hitst í semifinaluni í steypakappingini. Tá royndist Royn eisiini gott lið á heimavelli, men tá liðini hittust í Gundadali taptu hvalbingar við átta málum. Men hetta fer neyvan at endurtaka seg. Til tess eru leikararnir hjá Royn ov royndir, og neyvan lata teir nervarnar fara við sær á hesum sinni. Í øllum ferum er okkurt at gleða seg til tá málsókn- asta liðið í landskapping- ini hittir eitt av oddalið- unum í 1. deild. so ———e—————m——————————. Vid endurskini sæst tu 100 m longur, tað kann týða liv eila deyð. | RAÐIÐ FYRI Í MIÐ FERÐSLUTRYGD ENDURSKIN | verjir bæði tey sum ganga og tey sum | koyra. | > / /