Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-08-09, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 9. august 1983síða 12

‹ fyrra síða allar 12 síður

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Lýsingar: Lýsingarmaður okkara er ráðgevari hjá fyritskum og einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður gjørt uttan meirkostnad fyri lýsaran. P — Titringja — vit skriva Er nakað á våsi? — lvamål? + Ein spurningur, ella tidindi, so ring til okkara. Vit eru til reidar! Itrottarskeid fyri lærarar i me = á Á Inspiratiónsskeið í små- barna barna- og ung- dómsfimleiki. Til allar ítróttalærarar og onnur, ið undirvísa í fimleiki. Eitt rýtt skúlaár er við at byrja og í hesum sam- bandi hava vit fingið ein vælkendan danska ítrótta- lærara, Ole Rasch at navni, hendavegin at halda skeið í skúlafimleiki. Ole Rasch er adjunktur og undirvísir á Danmarks Háskúla fyri Likamsvenj- ing og á Blágaardssemi- narinum. Best kendur er hann í sambandi við tær fimleikasendingar, hann hevur havt í tí danska sjón- og útvarpinum. Hesu ferð verður skeið- skráin ógvuliga fjølbroytt og kemur at umfata fim-. leik fyri småbørn frå 1.—4. flokk, barnafimleik frá 5.—7. flokk og ungdóms- fimleik frá 8.—10. flokk, so her er nakað fyri ell tey, ið undirvísa í fimleiki inn- an fólkaskúlan. Skráin verður hendan: Mikudagin 17/8-83 Kl. 9.30—12.00 Innan- og uttandura småbarnafim- leikur: Spøl, hularingar, ertraposar, bóltar, bond. Dansiskråir 12, 6, 15. Konditiónsfimleikur. Fim- leikur á smáum og stórum máttum. Kl. 13.30—16.00 Ung- dómsfimleikur 8.—10. flokk. Konditiónsdansur. Í form til jazz. Strekkíðkan. Íðkanir fyri 2 og 2 saman. Trygdarfimleikur. Renni- skráir. Styrkivenjingar. Fimleikur við tónleiki av Jørgen Ingemann. Fim- leikur vid tønleiki av Shu bi dua — bólka skrá. Hósdagin 18/8 Kl. 9.30—12.00 Barna- fimleikur 5.—7. flokk. Ymisk spøl, småspøl, skamlar, hoppibond, tann dovni lærarin, fjallaklint- ran, upphitan 2 og 2 sam- an, íðkanir i rimuuum, dansiskråir 1—3, 19 og vøddauthaldan — lop 2 og 2 saman. Kl. 13.30—16.00 Ung- dómsfimleikur Yvirslagsrørslur, kraft- lopsrørslur, ringar og bummar. Friggjadagin 19/8 Kl. 9.30—12.00 Amboðs- fimleikur Ringar, reck og barr — svarandi til skålafimleika- merkið. Teori/ideologi verður í sambandi við tim- arnar í fimleikahellini. Hugskot um bekur og tón leik til fimleik. Meguleiki er fyri at foto- prenta tilfari. Eisini er meguleiki at kopiera bond við tónleiki á til fimleik. Skeiðið verður hildið á Feroya Læraraskúla og byrjar mikudagin 17. august kl. 9.30 í høllini hjá Havnar Fimleikafelag. Meguleiki er at sekja Landsskúlafyrisitingina um fríloyvi hesar dagarnar. Seinasta freist at boða frá lutteku er 13. august í tlf. 14332 ella 11985. Luttøkugjaldid er kr. 100,-. Í danska blaðnum Poli- tikken hevur Erik Knud- sen, rithevundi skrivað grein um endamálið við arbeiðnum innan Friðar- rerslurnar. Erik Knud- sen er kendur fyri at virka fyri friði og av- vápnað. Hann skrivar: Hvat grundsjónarmið hava borgarligu politisku flokkarnir fyri, at 572 Cruise-rakettir og Pershing 2-rakettir verða settar upp í Vest- ureuropa ? 1) NATO eigur at sýna styrki og fastleika og semju í hesum máli. 2) NATO noyðist at svara aftur upp á hótt- anina frá sovjettisku SS- 20 rakettunum, við teim- um nýggju amerikonsku rakettunum. 3) Sovjettiska her- nadarøkingin er orsøk til dubbingina. Svar fridarrørslunar er: 1) Tær 572 rakettir- nar byta Vestureuropa i tviningar. Í alt fleiri londum er fólkameiriluti móti uppsetanini, men kortini halda stjórnirnar fram — hóast treiskni frá veljarum. 2) SS-20 rakettirnar eru ikki nýggj hóttan móti Vestureuropa, men eru heldur at skilja sum andsgerð móti ameri- kansku MIRV-rakett- unum (sum hevur fleiri stýrandi atomspreingi- hevd á somu rakett) — Eisini sum svar upp á FBS (langtberandi flog- fer við kjarnorkuvápn- um á hangarskipum og hernaðarsteðum í Japan, Korea. Filipinunum, Bretland, Vesturtýska- landi, Spania og Turka- landi), eins og fyri sjálv- steðugu nógv vaksandi kjarnorkudubbingina í Bretlandi og Fraklandi. SS-20 er nútímans her- mannaútgerð, meðan nýggju vápnini NATO er vandamikil hernaðardubbing. Pers- hing-2 rakettirnar eru — mótvegis SS-20 rakett- unum — vápn, ið kunnu nýtast móti hernaðar- ligum týdningarmiklum málum — og sum politiskt trýst. 3) Hernadarliga út- byggingin i Sovjettsam- veldinum er orsøk til dubbingina. Tu kanst við størri ella minni rætti halda tað mótsetta. USA kom fyrst við kjarnorkubumbuni, brintbumbuni, langt- gangandi bumbueflog- forum, kjarnorkukav- bátum, neutronbumbuni o.s.fr. Í Europa komu amerikumenn á fyrsta sinni við kjarnorkuvåpn- um longu í 1948. USA er ferandi innan vápna- teknologiina. Vápna- dubbingin i Vestur- heiminum fer at ekja um viðkvæmi Sovjetsam- veldsins fyri dubbing í 1980'unum (IISS — Det innan , "UCICI # Institut for STudier, nationale Strategiske rapport 1980). Friðarrerslurnar Beinleiðis at áseta skyld og ábyrgd fyri vápna- dubbingini er ikki fyri- brigdi, sum friðar- rerslurnar átaka sær. Eitt einoygt sjónarmið skal ikki setast ístaðin fyri eitt annað, men so mikið er fyri vist: Heykarnir innan NATO hava ikki grund at vera sjálvgóðir. Allar samanberingar millum vápnaskipanir- nar i Eyst og Vest, øll »trygg« tøl fyri hesum káva útyvir sannleikan: skipanirnar eru asymet- riskt uppbygdar og styrki kann vera so mangt: (umframt her- naðarstyrki: búskapar- ligt, teknologiskt, fólka- rerslur, propaganda, 0.a.). Javnvág er spurn- ingur um Þpolitiskan vilja. Kravið um linkan og avvápna kann bert lata seg gera, um vit „gerast nóg sterk“, botnar í falsan og sjálvs- falsan, og er tekin um at heimurin stýrir fram móti deyðsgonguni og kjarnorkukrígginum. Hver hevur rætt ? Hverjum skal ein trúgva og hverjum skal ein geva sítt viðmæli ? — Hvørki Eyst ella Vest. USA/NATO ella SOVJET/Warzawasam- gonguni, øll eru drigin inn i leikin i dubbingini Studla teir politikarar og flokkar í landi tínum, sum vilja frið og krevja: at NATO við USA á odda noktar at seta upp tær 572 rakett- irnar, at Andropov sleppur at halda orð sítt um niðurskurð í tali av SS-20 rakettum, ið sam- svarar bretsku og fronsku rakettynum. At Bretland og Frakland lata vera vid ætlanini um hernaðardubbing. At all- ar stjórnir taka stig til avvápna. Veruleiki og gerð — mótvegis óvit og at gera sum best. Soleiðis sum stødan er nú, kann ikki haldast fram. »Heimurin nýtist eina broyting«. Hetta er niðursteðan í lítlum bók- lingi >Sikkerhedspolitik og Forsvar«. Útlit eru til broyting- ar. Vit eru øll við í hes- um, sum ein líður í royndini = at broyta våpnadubbingina, um bert vit vilja tad sjålvi. Latið okkum tí ganga saman við teimum mongi túsund kvinnum og monnum, skulanæm- ingum, pensionistum, marxistum og kristnum, læknum og herovastum, sum í dag berjast fyri menniskjarættinum: rættin til at liva. Dag.