hósdagur 11. august 1983síða 2
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða
Føroyska Heimahjålparskipanin:
tidindabladid
Katrin Christiansen, leidari å Heimahjålparstovninum i Godthåb: — Eg eri av ti
åskodan, at heimahjålparstovnurin i Føroyum er sera væl skipadur. Hetta kunnu vit
vid småum broytingum bråka sum fyrimynd i Grønlandi.
Í hesum døgum vitjar
Katrin Christiansen, leið-
ari á Heimahjálpini í
Godtháb, í Grenlandi, í
Feroyum.
Katrin Christiansen er
gift við Thue Christian-
sen, fyrrverandi lands-
stýrislimi í Grenlandi.
Hon er av feroyskari ætt
— mamma hennara er
Lina Rubbeksen úr Havn,
sum er gift og býr í Dan-
mark. Katrin Christiansen
sigur við Sosialin, at
ferðin hesaferð er at kanna
viðurskiftini innan út-
búgving av leiðarum fyri
Heimahjálparstovnin í
Grenlandi.
Í Grenlandi eru umleið
. 51.000 íbúgvar. Heima-
hjálparstovnurin varð
stovnaður har í 1982, og er
sostatt á byrjunnarstigi
enn.
Hetta hevur havt við
sær, at heimahjálparar í
byrjanini eru tiknir bein-
leiðis inn av getuni, sum
Katrin Christiansen
málber seg. Tí hava vit
brúk fyri eini útbúgv-
ingarskipan, sum er í tráð
við tað, sum vit hava brúk
fyri í Grenlandi.
Á ferðum áður í Feroy-
um hevur Katrin tí set seg
í samband við Heima-
hjálparstovnin í Havn, og
metir, at tann serliga út-
búgvingin sum er farin
fram á hesum eki í Feroy-
um, situr betri til viður-
skiftini í Grenlandi, enn
t.d. tann, sum er galdandi
í Danmark.
— Eg haldi ikki, at tað
er hóskandi at nýta eina
útlendska útbúgvingar-
skipan í einum landi, har
umstødurnar = eru so
ymiskar sum í Grenlandi.
— Tí er tað serstakliga
áhugavert at síggja,
hvussu tit hava skipað út-
búgvingina í Feroyum.
— Við smáum broytingum
er hon best hóskandi fyri
okkum í Grenlandi, sigur
Katrin Christiansen.
Samfelags-
trupulleikar
— Í Grenlandi eru viður-
skiftini viðvíkjandi okk-
ara gomlu og sjúku eins
og í Norðanlondum. Vit
hava fingið somu brek at
stríðast við. Tað verða alt
fleiri fólk í Grenlandi, sum
koma upp í árini, og hesi
krevja umsorgan.
Arbeiðsloysi og íbúðar-
trot hava vit eisini at berj-
ast við. Ungfólk noyðast
tí at flyta higar, arbeiði og
íbúð er at fáa. Úrslitið er,
at tey gomlu sita einsa-
møll. Tey eru ikki von við,
at onnur taka sær av teim-
um, og tí hevur hetta ætt-
arliðið verið gloymt sein-
astu árini.
Ødrvisi hevur verið við
ungdóminum, sum sein-
astu árini hevur verið
gjørt munagott arbeiði
fyri at studla og hjålpa i
eini broytingartid, ið
hevur sett síni grefligu
merki á unga ættarliðið.
130 húsarhald
Í Godtháb búgva umleið
10.000 íbúgvar. Av hesum
fáa 130 húsarhald vitjan
av heimahjálparum, sum
eru 90 í tali.
Av hesum eru 90 pst.
eldri fólk, meðan hin part-
urin er hjálp til brekað og
Orð og mynd:
Dagny Joensen
aðrar pleygusjúkling
Eins og i Feroyum er
trot á rektarheimi,
ein deild á Landssjúkra
húsinum, sum hevur pláss
fyri 20 rektarsjúklingum
Annars er ellisheim, sum
hevur pláss til 38 fólk
Síðan Heimahjálpar-
skipanin varð stovnað,
hevur verið skeiðvirksemi
fyri 60 heimahjálparum.
Hetta er fingið í lag í sam-
starv við skúlan fyri sosi
alpedagogar, sum er
stovnaður í Grønlandi.
Tað er í framhaldinum
av útbúgvingini, at
føroyska skipanin skal
nýtast.
Tryggleikin
Hvussu er at blíva gamal í
Grenlandi ?
— Tað er ikki í ellum
forum ein tryggleiki, tí
nógv av teimum eldru eru
flutt frá útsteðum til býin.
Tey hava mist sambandið
við umheimin, bernini eru
farin í hvert sítt herðas-
horn, og tey sita heima,
gloymd.
— Hetta royna vit innan
Heimahjálparskipanina at
beta um, við at fáa tey
gomlu út millum onnur.
M.a. verður farið á útferð í
fýra dagar uttan fyri
Godtháb, búgva í einum
legusmáttu hjá Kristelig
Forening. Vit vóna at tað
gevur teimum eldru eina
góða uppliving.
Hvussu er figgjarstødan
innan Heimahjáparstovn-
in?
— Við fíggjarligu
steðuni gongst betur. Vit
hava ikki merkt niður-
skurð á sama hátt sum her
og í Danmark. Heima-
hjálparstovnurin fær
tað sum hann hevur brúk
fyri. Um vit hava nýtt
meira enn ásett, so hava
vit ikki higartil fingið
noktað tann fíggjarliga
stuðul, sum hevur verið
tervur á.
Heimahjálparskipanin í
Grønlandi hoyrir undir
sosialstýrið í Danmark og
er stýrt av sosialskriv-
stovunum í teim ymsu
kommununúm. Skipanin
er galdandi í ellum landi-
num.
Skálafjarðar-
stevnan og
kappsigling
Skálafjarðarstevnan verður 27. og 28. august.
Sunnudagin 28. august skipar Lions Eysturoy
fyri kappsigling á stevnuni. Luttakararnir til
kappsiglingina skulu tekna lutteku í seinasta lagi
hósdagin 25. august hjá Odmar K. Olsen,
Strendur, telefon 4 73 86.
Málið kemur at verða bryggjan í Saltangará.
Startað verður annaðhvert inni ella úti á fjørd-
inum, alt eftir hvussu veðrið verður, men upplýs-
ingar um hvussu siglt verður fáast á telefon
473 86 sunnumorgunin kl. 10.
reikararnir minna á allir luttakararnir skui
hava bjarfinga f
| stevnur meðan kappsiglingin fer fram
verða lutaseðiar seldir til frama fyri Barnabata
Fyrireikararnir av stevnuni: Støkk, N.S.I. og
teir gulu skótarnir siga, at teir í ár miðja fram
i at hava eina so fjølbroytta stevnu sum gjer-
ligt. Seinasta hondin verður legd á fyrireikingar-
nar í letuni, og verður skráin kunngjerd i blað-
unum
Umframt kappsigling verða m.a. hesi tiltek á
stevnuni: fólkafundur, skrúðgonga, tivoli, hond-
bóltur, fimleikur, undirhald, bjargingarroynd,
dansur, kveldseta 0.s.fr.
Sirkus í august
Aftur í ár vitjar CIRKUS ARENA í Feroyum.
Annars hevur verið vitjað í Íslandi í juli mánaða,
og eru sirkusfólkini nú á ferð til Føroya.
Av tí at myndugleikar í Feroyum ikki loyva at
flyta inn djór, sum sirkus annars er kent fyri at
nýta nógv í framferslum, so hevur CIRKUS
ARENA ístaðin sett saman eina skrá, ið fevnir
yvir sirkusfólk, sum hava eitthvert annað at sýna
fram. T.d. kemur springbólkur frá tjóðarsirkusi-
num í Bukarest. Hesin bólkur hevur fingið gull
heiðursmerki fyri framfersluna. Onnur framfersla
er HUTERER bólkurin, sum telur átta fólk. Hesi
»flågva« upp til níggju metur upp undir loftið i
sirkustjaldinum, meðan salto, dupultsalto og
trídupult salto verður roynd. Hetta eru bert tvey
dømi um tað tey vitjandi fara at sýna í Føroyum.
Framferslurnar vara í umleið tveir tímar.
Sum nakað nýtt í ár, so verður CIRKUS
ARENA eisini at síggja í Klaksvík og á Tveroyri.
Í Klaksvík við Ítróttarvellin i døgunum 19. til
21. august.
Á tveroyri við nýggja skúlan í Trongisvági 23.
og 24. august, og í Havn við Eysturskúlan frá 26.
til 31. august. Des.
Nr. 91 — 11. august 1983
Góð arbeiðsmegi
Hevur tú nekur ynski fyri
skipanina, sum kann
koma at virka sum frálíð-
ur?
— Ja, her havi eg serliga
skeitt til viðurskiftini í
Havn, her heimahjálpin
vitjar í fleiri heimum dag-
liga. Hetta er ómetaliga
stórt og vælskipað arbeiði
sum vit ikki kunnu nýta í
Grenlandi fyribils. Ein
roynd hevur verið gjerd,
men tíanverri verða
heimahjålparar 6tryggar
vid støduna. Tær hava ikki
yvirlit yvir virkið, tå so
nógv er at fara um. Her
eru feroyskir heimahjálp-
arar komnir ómetaliga
langt.
— Tó vænti eg, at hetta
eru byrjunnartrupul-
leikar, sum seinni eru at
vinna á.
Í dag arbeiða heima-
hjálparar í tveimum heim-
um dagliga — eitt fyrra-
part og eitt seinnapart.
Hetta er m.a. eisini tí vit
hava torfer viðurskifti við
eitt nú klæðnavaski. Í
Godtháb eru tvey almenn
vaskaríir, og tí er ein long
bíðireð at sleppa til. Vit
hava tí sett av fýra tímar
um vikuna, bert fyri at
heimahjálparar kunnu fáa
avgreitt vaskiklæðini hjá
teimum, sum tey arbeiða
hjá, sigur Katrin Christi-
ansen at enda.