Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-08-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. august 1983síða 10

‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 91 — 11. august 1983 Landskappingin í hondbólti: Tjúgu lið færri í mun til í fjør Landskappingin í hondbólti byrjar 1. oktober. Í mun til í fjør hava 20 líð færri boðað frá luttøku. 17 feløg verða umboðað í landskappingini í ár. Talið av ítróttarhallum er okt. Vetrarkappingin, lands- kappingin, í hondbólti byrjar 1. oktober. Tilsamans 154 lið úr 17 feløgum hava boðað frá lutteku. Hetta eru 20 lið færri enn i fjør. Hond- béltskappingin endar vid finaluumførum 3. og 4. mars 1984. Síðani síðsta kappingar- ár eru tvær nýggjar ítrótt- arhallir komnar afturat, í Runavík og á Kambsdali. Og í november verður nýggja ítróttarhellin hjá Kyndli, Neistanum og Fleyr tikin í nýtslu í Havn. Frammanundan eru seks ítróttarhallir, ið m.a. verða nýttar til lands- kappingina í hondbólti. Hesar eru í Klaksvík, á Skála, í Havn, á Giljanesi, ÍTRÓTTUR Svimjilandsliðið: Svimjararnir stóðu seg væl Føroyingar vunnu sjey kapp- ingar og 16 nýggj føroyskt met vórðu sett. á Tveroyri og í Vági. Ein ítróttarhell stendur eisini i gerð i Vestmanna. Feroyingar stóðu seg sera væl í svimjikappingini í Fredericia leygardagin Sekstan feroyskir svimj- arar luttóku í kappingini saman við svimjarum úr Fredericia KFUM og Kolding Svemmeklub. Feroyingar vunnu sjey kappingar og ikki færri enn sekstan nýggj føroysk met vórðu sett. Kappast varð í einum fimti metra longum hyli. Í 200 m. medley fyri gentur komu feroyingar á ellum teimum trimum fremstu plåssunum. Nr. eitt varð Petra Gardar úr Klaksvík, tíðin hjá henni var 2 min. 51.7 sek., ið er nýtt feroyskt met. Nr. 2 var Katrin Machalsen úr Klaksvík og nummar trý var Mona Poulsen úr Havn. Í 100 m. ryggsvimjing varð Turið Weihe úr Havn nr. eitt. Tíðin var 1 min. 25,6 sek. Í 200 m. butter- fly vann Hanna Ziskason við tíðini 3 min. 6,8 sek. Símun Mortensen úr Klaksvík vann kappingina í 100 m. bringusvimjing fyri dreingir við tíðini 1 min. og 20 sek., meðan Suni Mortensen úr Vági varð nummar trý. Petra Gardar úr Klaks- vík vann kappingina í 200 m. crawl. Tíðin var 2 min. 36,7 sek., nummar tvey var Katrin Michalsen, eisini úr Klaksvík. Eisini kappingina í 200 m. crawl fyri dreingir vunnu feroyingar. Nummar eitt var Símun á Høvdanum úr Klaksvík við tíðini 2 min. 18,7 sek., nummar tvey varð Elmar Ósá úr Klaksvík og nummar trý Benadikt Ell- ingsgaard úr Havn. Har- afturat vunnu feroyingar kappingina í 200 m. bringusvimjing fyri dreingir, sum Suni Mort- ensen úr Vági vann. Tíðin hjá honum varð 2. min. 56,9 sek. Nummar tvey var Símun Mortensen, Klaksvík og nummar trý Gunnar Hjelm úr Vági. Í 200 m. medley fyri dreingir varð Heri Mortensen úr Vági nummar trý. Í 100 m. ryggcrawl fyri dreingir var Aksel Haraldsen úr Havn nummar trý og Benadikt Ellingsgaard úr Havn nummar fýra. Í 100 m. bringusvimjing fyri gentur var Anja Joensen úr Klaksvík nr. tvey. Í 100 m. butterfly fyri gentur var Hanna Ziskasson nummar tvey og Mona Poulsen nummar trý. Í 200 m. ryggsvimjing fyri dreingir var Benadikt Ell- ingsgaard nummar tvey. Petra Gardar varð numm- ar tvey í 100 m. crawl fyri gentur, Aksel Haraldsen varð nummar fimm í 100 m. crawl fyri dreingir og Anja Joensen og Turið Weihe vóru ávikavíst nummar tvey og trý í 200 m. bringusvimjing fyri gentur. Allar tær omanfyri- nevndu tíðirnar eru nýggj føroysk met. Føroysku svimjararnir skulu i morgin kappast móti AGF úr Århus og koma heim aftur síðst i hesi vikuni. Sumba tapti Nevndi dystur var fluttur frá 1. juli 1983 til 31. juli 1983 vegna A-landsdyst Grønland— Føroyar. 28. juli tók ósemja seg upp millum Sumba og ÍF nær dysturin skuldi leikast. Fyri at beina hesa ósemju burtur, gjørdi FSF av, at dysturin skuldi leikast 31. juli 1983 kl. 14.30. Henda avgerð varð við fjarriti kunngjørd feløg- unum og dómaratrio. Tá dystur skuldi byrja 31. juli 1983 kl. 14.30, var bert útilið og dómaratrio mettir. Heimaliðið metti ikki upp. Sambært grein 13 í kappingarreglunum fyri fót- bólt, verður Sumba demt at tapa dyst nr. 920 0—3. Viðv. dysti nr. 855 - B71—TB 3. deild Eftir skipan skuldi omanfyri nevndi dystur verið leiktur 6. aug. 1983, men var ikki leiktur, orsakað av, at eingin dómaratrio (V felag NSÍ) ikki møtti. Kappingarnevndin hevur á fundi 9. aug. 1983 viðgjert omanfyri nevnda dyst. Samtykt var at NSÍ verður sektað við bót á kr. 1.000,- vísandi til grein í kappingarreglunum fyri fótbólt. ... onnur brot í kappingini kunnu sektast við bót, ásett av FSF. Omanfyri nevnda sekt skal vera goldin til FSF áðrenn leikumfar 20. aug. 1983. Viðv. dysti nr. 824 KÍ —Skála 3. deild Eftir skipanini skuldi omanfyri nevndi dystur verða leiktur 2. juli 1983, nevndi dystur var ikki leiktur, orsakað av at eingin dómara trio W (felag LÍF) ikki metti. Kappingarnevndin hevur á fundi 9. aug. 1983 viðgjert omanfyri nevnda dyst. Samtykt var at LÍF verður sektað við bót á kr. 1.000,- vísandi til grein 25 í kappingarreglunum fyri fótbólt.... onnur brot í kappingini kunnu sektast við bót, ásett av FSF. | Omanfyri nevnda sekt skal vera goldin til FSF áðrenn leikumfar 20. aug. 1983. Utbjóðing Fyri Sunda kommunu verður boð- ið út alment at gera kloakkarbeiði á Oyrarbakka. Arbeiðið umfatar í stórum: 1 stk. 4-kamar reinsiverk 400 m av skittvatnsleiðingum 100 m av regnvatnsleiðingum Lisitasjónin verður 2. september 1983 kl. 2 s.p. á teknistovuni hjá P/F Arnfinnur Setberg, ráðg. verkfr. Orknoyavegur 10 3800 Tórshavn TIf. 14654 haðani útbjóðingartilfar fæst. Fyri hvert útbjóðingarsettið skal latast kr. 500,- í depositum við krossaðum kekki. SKALFLEX betong- og strukturmáling Fæst nú í 12 ymiskum litum. Skalflex tættir rivur og slættar veggirnar og heldur í mong ár. Fæst frá Arna Samuelsen Klaksvík tlf. 55775