leygardagur 13. august 1983síða 24
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tit ringja — vit skriva
Er nakað á vási? — ivamál?
Ein spurningur, eila tíðindi, so ring til okkara.
Vit eru til reiðar!
MBF vitjan úr Skotlandi:
Ein roynd at
skapa samveru
millum brekað
Í letuni hevur MBF (Meg-
infelag teirra brekaðu í
Føroyum), vitjan av 10
fólkum úr Skotlandi
Hetta er liður í royndini
at skapa samveru millum
brekað í Feroyum og út-
landið.
Í juni mánaða í ár vóru
10 brekað úr Feroyum í
Skotlandi og vitjaðu
Nekur av teimum, sum
vitja her, hava feroyingar-
nir hitt áður
Á tíðindafundi friggja-
morgunin greiddi Poul
Lee, leiðari á ferðini
Feroyum, um tað sum
gestirnir hava upplivað
— Vit hava vitjað á Frí-
tíðarheiminum, Verkstað-
num Vón og Eirargarði
Hetta eru stovnar, sum
eru á hædd við okkara,
Tó er Verkstaðið Vón
nógv betur utgjørt, enn
vit hava meguleikar at
bjóða okkara brekaðu
sigur Poul Lee.
— Hóast vit hava nógv
sterri royndir við okkara
brekaðu — einamest tí
ferovingar hava verið
sendir til Danmarkar, og
tí slíkir stovnar í Feroyum
eru rættuliga ungir, so
meti eg, at vit kortini hava
nógv at læra av tykkum
Eitt nú heldur Poul Lee,
at MBF er tiltak, sum teir
kunnu læra av
— Vit hava bert smá
Poul Lee, leiðari á ferðini í Feroyum, sigur, at feroy-
ingar hava nógv at læra landsmenn sínar. Eitt nú eru
tey í Skotlandi ikki komin so langt, at eitt meginfelag er
fyri tey brekaðu.
Orð og myndir:
Dagny Joensen
feløg, sum hvert hevur sín
Lerv
Nakað av tí vit fara at
royna, tá vit koma heim
aftur, er at fáa savnað fólk
úr øllum feløgum saman,
so samstarv kann fáast í
lag
Tað er Asa Winther
Poulsen, Karin M. Joen-
sen-Næs og Trúgvi Jacob-
sen, geil limir í starvs-
nevndini hjá MBF, saman
við fimm hjálparum, sum
hava staðið fyri gesta-
vitjanini
Tey 10 brekaðu fólkini
ir Skotlandi eru í aldurs-
bólkinum frá 17 ár og upp
il 39 ár
Umframt útferðin um
dagarnar, so hevur verið
skipað fyri hugnakveldum
Hoyvíkar skúla, har
feroyingarnir, sum vitjaðu
Skotlandi fyrr í ár og
nnur hava verið við
Undirhald og
hevur eisini verið.
Men gestirnir og vinir-
nir í Feroyum hava eisini
havt áhuga fyri at síggja,
hvussu onnur ungfólk
skemta sær í Havn. Tey
hava tí eisini verið á disko-
tek í býnum, sum teimum
øllum dámdu serstakliga
væl.
cansur
Lýsingarmaður okkara er ráðgevsri hjó fyritskum og
.
einstaklingum í lýsingaspurningum. Hetta verður
gjørt uttan meirkostnað fyri lýsaran.
Gestirnir høvdu eisini til uppgåvu at borðreiða og vaska
upp aftaná máltíðirnar. Tað gekst avbera væl, og hildu
fyrireikararnir, at gestirnir voru ógvuliga húsligir
Tíðindafundurin hjá MBF var í kekinum í Hoyvíkar
skúla, samstundis stum tey stákaðust við at gera klárt
til útferð. Ása Winther Poulsen og Karin M. Joensen-
Næss, skipa her fyri.
Lions Club letur:
70.000 krónur
til Bla-
krosstovnin
A ólavseku skipaði Lions Club í Tórshavn fyri
einari modellskipaframsýning í Norðurlandahúsi-
num. Framsýningin var opin í seks dagar, og
henda framsýning var saman við vanligu ólav-
sekuframsýningini, sum eisini var í Norðurlanda-
húsinum, tað tiltakið, sum savnaði flest fólk á
ólavseku.
4.200 fólk sóu modellskipaframsýningina um-
framt ein hópur av bernum. Ágóðin av framsýn-
ingini verður út við 85.000 krónur.
Lions Club avgerð á fundi tann 6. september
hvar peningurin skal fara, men tað er avgjert at
hann fer til eitthvert góðgerandi endamál.
Túnadansurin gav 70.000 krónur
Í juni mánað skipaði Lions Club fyri tí árliga
túnadansinum í kommunuskúlagarðinum. Pen-
ingurin, sum her kom inn er nú uppgjørdur, og á
sama fundi, tann 6. september, verður peningurin
latin Johs. Alvheygg, leiðara í Blá Krosstiltaki-
num í Kongagetu.
Veðrið var ikki til vildar henda leygardagin,
túnadansurin var, men kortini var ágóðin 70.000
krónur, sum nú fara til Blá Krosstiltakið.
Klaksvíkar Sjonleikarfelag:
Størsta leik-
projekt higartil
Framføra sjónleikin „Jóia eftir íslendska rithevundin
Kjartan Ragnarsson. Klaksvíkingar keypa leiktjøld og
fáa Asdis Skúladóttir, leikstjóra, hendavegin at seta
leikin upp.
Kjartan Ragnarsson er
kendur leikrithevundi í
Feroyum. Hann hevur
skrivað leikirnar »Seymi-
stovan< og >Barnalótir<,
sum Havnar Sjónleikar-
felag hava framfert.
Tá umboð fyri MáF í
summar vóru á NAR
fundi í Íslandi, hitti Jógv-
an E. Ósá, formaður í
Klaksvíkar Sjónleikara-
felag, Kjartan Ragnars-
son. Hann spurdi rithev-
undan, um hann ikki átti
eitt leikrit at lata klaks-
víkingum ?
Kjartan Ragnarsson
valdi beinanvegin leikin
»Jøi«, sum hann sjálvur er
sera vælnegdur við.
— Klaksvíkingar vildu
eisini hava leikstjóra, og
tá Ásdis Skúladóttir var
hjálparleikstjóri, tá rit-
hevundin sjálvur setti
leikin upp á fyrsta sinni í
Íslandi, so var tað greitt
beinanvegin, at vit spurdu
Ásdis, sigur Jógvan E
Ósá.
Seinasta vetur fram-
ferdi Havnar Sjónleikar-
felag leikin »Tilvildin«,
sum Asdis Skúladóttir
setti upp, og tey vóru væl-
negd við hana, so her var
heldur einki at taka seg
aftur í, sigur Jógvan E.
Ósá.
Sjónleikurin »JOi« er um
brekaðan 26 ára gamlan
drong. Foreldur hansara
eru bæði deyð. Jói hevur
systkin, men tey vita ikki,
hvat tey skulu gera av
dronginum
Leikurin er tragi-kom-
iskur, sigur Jógvan E.
Ósá, men við so nógvum
álvara aftanfyri, at hóast
Orð og mynd:
Dagny Joensen
áskoðarin flennur í kýki,
so fær hann hópin at
hugsa um.
Sjey leikarar eru á palli-
num, trý konufólk og fýra
mannfólk, sigur Jógvan E.
Oså, men hesi eru ikki sett
enn.
Frumsýningin er ætlað
at verða í seinnu helvt av
oktober. Asdis Skúla-
dóttir kemur til Klaks-
víkar seinast í august
mánaða, tá venjingarnar
skulu byrja.