hósdagur 18. august 1983síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 94 — 18. august 1983
Lægsta medalinntøkan var í Hesti.
Hægsta
Tveroyri
Tórshavnar Uttanbígg-
ja kommuna hevði
hægstu persónligu
meðalinntekuna í
skattaárinum 1982-83.
Meðalinntekan fyri
skattagjaldararnar á
Argjum, Syðra- og
Norðadali var 82.914
kr.
Hetta er meira enn
tvífald so stór meðal-
innteka sum tær
lægstu smákommunur-
nar, ið hava eina
meðalinnteku upp á
40-50.000 kr. Lægstu
meðalinntekuna hevði
Hests kommuna, vísir
eitt yvirlit yvir skatta-
inntøkuna í farna
skattaárið í Arsfrá-
greiðingini fyri 1982.
Meðalinntekan var
34.150 í Hesti
Fyri at finna næst
hægstu meðalinn-
tekuna skulu vit leita
okkum norður í Sunda
kommunu. Har var hon
82.835 kr. Á triðja
plássi kemur hevuðs-
staðarkommunan við
78.313. Á fjóðra plássi
er Runavíkar
kommuna við 75.608
kr. Ta fimtsterstu
meðalinntekuna finna
vit í Kollafirði, har hon
var 75.517 kr. Síðan
kemur Klaksvík við
75.136 kr. Sum
nummar sjey kemur
Eiði við 74.496 kr.,
meðan Viðareiðis
kommuna er á áttanda
plássinum, 73.347 kr.
Nummar 9 og 10 eru
Getu og Vestmanna
kommunur við ávika-
vist 72.751 og 71.789
kr. í meðalinnteku.
Skattainntskan
Men persónliga meðal-
inntøkan sigur einki
um samlaðu skattainn-
tøkuna í teimumm
ymsu kommununum.
Samlaði skatturin
leggur seg í rættuliga
stóran mun eftir tali av
skattaprosentið er á
íbúgvum.
Í Havn var hon 283,7
mill. kr. Í Klaksvík
88,7 mill. kr. Í Runavík
36,2 mill kr Á
Tveroyri 32,0. Í Vági
24,3. Í Fuglafirði 24,2
mill. kr. Í Tórshavnar
Uttanbiggja 23,0 mill.
kr. I Vestmanna 22,8
mill. kr. Í Sørvågi 15,6
og í Getu 15,1 mill. kr.
Hyggja vit eftir tali-
num á skattgjaldarum
sær tað soleiðis út fyri
nevndu kommunur:
Tórshavn 9287, Klaks-
vík 3059, Runavík
1278, Tveroyri 1380,
Vágur 1139, Fugla-
fjørdur 948, Tórshavn-
ar Uttanbíggja 782,
Vestmanna 848, Ser-
vágur 660 og Getu 559
skattgjaldarar.
Skattaprosentið
Hvussu sær so skatta-
prosentið út í ymsu
kommununum. Tað
liggur líka úr 19 og
niður í 8 prosent. Ovast
liggja tær sterru
kommunurnar, meðan
tær smáu liggja niðast.
Hægsta skattapro-
sentið hevur Tveroyrar
kommuna, har tað er
19. Í Vági er tað 18,5. Í
Klaksvík 18,3. Í Havn
18,1. Meðan tað er 18,0
í Skopun og á Sandi. Á
Skála er tað 17,9. Í
Hvalba, Getu, Runavík
er tað 17,0. Í Vest-
manna er tað 16.8 pro-
sent. Annars liggur tað
í teimum nógvu komm-
ununum um 15—16
prosent.
skatturin í ferna
skattaári var 768,2
mill. kr. 452,2 mill. kr.
var landsskattur,
meðan 316 mill. kr. var
kommunuskattur.
Samlaða talið av skatt-
gjaldarum var 29.310.
Meðalinntekan fyri alt
landið var 70.952 kr.
jo-mo
„| Eisini fyrsti
var ónegdur við
manningartal
Men
Strandferðsluni á
manningarlógini.
landsstýrið gekk ynskinum frá
moti og gjørdi frávik frá
Umsóknir um undan-
taksloyvi frá manningarlógini fáa gjølliga
viðgerð, og dentur verður lagdur á hvat
skiparin sigur, upplýsir fulltrúi í lands-
7
styrinum
Bæði Skipura- og Naviga-
terfelagið og Maskin-
meistarafelagið verða
eftirspurd, tá landsstýrið
fær umsóknir um frávik
frá manningarlógini. Allar
umsóknir um serloyvi fáa
eina gjelliga viðgerð, upp-
lýsir fulltrúin í landsstýri-
num, sum hevur við mann-
ingarlógina at gera, Krist-
offer Thomassen.
Í eini grein um mann-
ingarviðurskiftini umborð
á Ternuni í Sosialinum
týsdagin kom m.a. fram,
at sambært útvarpssam-
reðu við skiparan siglir
Ternan undirmannað.
Somuleiðis kom fram, at
Strandferðslan hevur sekt
um, at Ternan siglir við
undantaksloyvi frá mann-
'ingarlógini. Eftir mann-
ingarlógini skal Ternan
hava 9 mans, men bert
fýra sigla við í senn.
Kristoffer Thomassen
upplysir, at tå Ternan
varð sett i sigling, varð
greitt sett upp av STrand-
ferðsluni, hvussu hon
meinti, at Ternan kundi
Men táverandi skiparin
á Ternuni gjørdi vart við
seg í landsstýrinum, tí
hann var ikki negdur.
Kristoffer Thomassen
sigur, at hann tosaði sjálv-
ur við hann um spurning-
in. Men steðan, ið varð tik-
in á landsstýrisskrivstov-
uni, gekk ynskinum hjá
Strandferðsluni á meti.
Spurdur, um landsstýr-
ið av eintingum fer at taka
spurningin uppaftur, nú
Ternan so ofta hevur verið
fyri óhappi, og skiparin
sigur, at orsøkin er undir-
manning, sigur Kristoffer
Thomassen m.a., at tað er
greitt at Strandferðslan
hevur fingið nakað at
hugsa um.
Fáa nógvar
umsóknir
Annars verður upplýst, at
landsstýrið fær nógvar
umsóknir um at sleppa at
víkja frá manningarlógini,
tí tað er tervur á kvalifi-
seraðum fólki.
Kristoffer Thomassen
upplýsir, at roynt verður
at avmarke in og
at viss krev
verða sett.
Umsóknirnar fáa gjelliga
viðgerð og lurtað verður
eftir báðum þertum.
Sambært fulltrúanum
landsstýrinum verður eis-
ini dentur lagdur á, hvat
skiparin heldur, tí hann
hevur ábyrgdina av skipi-
num, og hvussu tað er
mannað.
Men ofta kunnu tey,
sum fáast við serloyvini,
vera í iva, tí sum víst
verður á, kann ein maður
við góðum pappírum royn-
ast illa, meðan ein maður
við ongum ella vánaligum
pappírum vera fult so góð-
ur ella betri.
Annars upplýsir
Kristoffer Thomassen, at
tað hevur verið upp á tal
at broyta manningarlóg-
ina. Negdin av undantaks-
loyvum vísir, at lógin ikki
er tíðarhóskandi. Gald-
andi lóg er frá 1966.
— Nogvir góðir sjómenn
hava dispensatión og teir
flestu liva upp til álitið,
teir hava fingið. Men
óhapp kunnu altíð henda,
sigur Kristoffer Thomas-
sen.
Sambært tí sum skiparin á Ternuni segði í útvarpssamreðu, so siglir Ternan
undirmannað við lít —
bert við helvtini av tí hon skal. Starvsmannafelagið
ynskti við seinastu sáttmálasamráðingar at fáa tveir dekkarar umborð
afturat, men landsstýrið kveistraði ynskið av borðinum, upplýsti formaðurin
í Starusmannafelagnum, Ernst Hansen, í Sosialinum týsdagin
rr TT
Ráfiska-
nevndin
fingið
nýggjan
formans-
skap
Kvinna er vara-
formaður
Nevndin fyri Ráfiska-
grunnin hevur fiugið
nýggjan formann
Jákup Merkere, ið
varð valdur til for-
mann fyri umleið
tveimum árum síð-
ani, hevur fyrr í ár
sagt seg úr starvi-
num frá nú av.
Seinastu tíðina
hevur hann verið
burturstaddur, og
varaformaðurin,
John Danielsen,
hevur rekt starvið.
Nevndin fyri Ráfiska-
grunnin hevur nú
valt John Danielsen
til nýggjan formann í
nevndini
John Danielsen,
sum er búskaparfreð-
ingur, starvast sum
fulltrúi í landsstýri-
num.
Nevndin fyri Rá-
fiskagrunnin hevur
eisini valt nýggjan
varaformann. Tann
nýggi varaformað-
urin er Marjun Han-
usardóttir. Hon
starvast sum deildar-
leiðari á Heilsufreði-
ligu Starvsstovuni.
John Danielsen er
fjórði formaðurin í
nevndini fyri Ráfiska-
grunnin síðan hann
varð stovnaður í
1975. Fyrsti
formaður var Heðin
Samuelsen, handils-
skúlastjóri. Hann bar
seg tó skjótt undan
starvinum og Eyðun
av Rógvi varð síðan
valdur, og eftir hann
tók Jákup Merkere
við.
Annars er nevndin
víðkað í ár sambært
stýrinum. Hinir báðir
eru Trúgvi Árting
og Jákup í Gerðinum.
Sum umboð fyri vinn-
una sita Egil Tofta-
gaard og Torstein
Vilhelm, meðan Óli
Jacobsen og D.P
Danielsen umboða
fiski- og útróðrar
menninar
jo-mo
—"