leygardagur 20. august 1983síða 3
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
|
á
SISS...
Reynsatindur
brúkast til
spennandi roynd
Nýggjasta #8 stærsta
skipið í ferogska fiski
flotanum, svartkjaftatrol
arin Reynsstindur, ska!
sum tann fyrsti av sínum
slag í Vesturheiminum
brúkast til royndarfram
leiðslu av sonevndari
japanskari surimiveru
Japanarar hava teknað
eina linju) sum skal setast
upp umborð á Reynsa-
tindi, og hesar tekningar
eru nú á veg til Feroya
Tað eru bert heilt fá
lond uttanfyri Japan, sum
hava fingið loyvi at brúka
japonsku uppfinningina
við at gera sonevndar
»Komaboko« verur. Tað er
vanligt fiskafars, har feitt
ið verður vaskað úr og
sum síðani verður finmæl-
ið. Tað verður síðani til-
sett smakk ella juise frá
ymsum skeljaverum.
Tað kann ikki sigast
annað enn, at tað er við at
koma rættilig gongd á tað
samarbeiði, sum Ídnaðar-
stovan fyri ikki so langari
tíð síðani tók stig til. Um-
boð fyri japonsku fyritek-
una >-nippon Suisan
Kaisha«, ið er heimsins
størsta fiskivinnufyri-
tøka, hava fleiri ferðir
vitjað í Feroyum. Hesar
vitjanir háva havt sátt-
málar um selu av rækjum
o.ø. fiski við sær. Nú eru
japanarar hugaðir fyri at
føroyingar, sum nakrir av
teimum fyrstu i Europa,
fara undir at royndarfram
leiða — fyrst ráveruna
surimi og seinni lidnu
góðskaðu veruna, sum
hevur heitið Komaboko
Eftir spurningurin í
Europa eftir hesi veruna
er aisamt vaksandi, og i
løtuni er Føroya Fiskasøla
í ferð við at gera markn-
aðarkanningar í fleiri
londum
Gerst henda spennandi
ætlan veruleiki so fer ætl-
aða góðskingarvirkið
Dyllan í Kollafirði at fram-
leiða lidnar komaboko-ver-
ur, sum eitt tað fyrsta í
Vesturheiminum. Tað eru
fá ár síðani, at slík virki
vórðu sett upp í USA, og í
Europa eru bert bretar
byrjaðir uppá hesa fram-
leiðslu. Og alt bendir á, at
eftirspurningurin er vaks-
andi.
Men hví japanesarar
kanska fyrst og fremst
vise feroyingum áhuga
kemst helst av, at vit eiga
ein nútímans fiskiflota, og
tí vit hava svartkjaftin,
sum helst er vælegnaður
at brúka sum ráveru. Og
tá talan er um stórar
negdir, so ræður um at
hava bíliga ráveru. Og tað
er svartkjafturin í mun til
annan fisk.
Í næstu viku fer
Tíðindablaðið Sosalurin at
greiða nærri frá hesum
spurningum.
jan
Gera dygdar-
gott arbeiði
á Skála
Oftani hoyra vit, at tær
feroysku skipasmiðjur-
nar gera eitt dygdar-
gott arbeiði. Herfyri
sakk Geyti Reyði av
ókendum orsøkum.
Frammanundan eru
tvey onnur skip av
sama slag sokkin —
eisini av ókendum
orsøkum. Men gl!
skipini eru longd á
Skála og hevur hetta
fingið onkran at seta
spurningin:
- Kunnu leingingar-
nar á Skála vera orsek-
in til óhappini? Ole
Lauritsen, umboðs-
maður fyri klassingar-
felagið, ið hevur havt
eftirlit = við Geyta
Reyða, sigur soleiðis
um tað arbeiði, sum
verður gjert á Skála
skipasmiðju: | — Tær
royndir, eg havi á
Skála skipasmiðju sum
umboðsmaður fyri
Klassan siga mær, at
Skála Skipasmiðja er
millum tær fremstu at
gera eina dygdarveru
At smíða skip, tað
duga teir so sanniliga
Lesið eisini samreðuna
ás.8og9
Kápan av bókini er ein mynd av Erlendi og konuni
Morid
Erlendur
heiðraður
við vala bók
Tjóðveldisflokkurin heils-
ar í dag feðingardagsbarn-
inum, Erlendi Patursson,
við eini mætari bókaút-
gávu undir ti beinrakna
heitinum >Sjón og seiggj«.
Erlendur hevur, alt
síðan hann fór at gera vart
við seg á samfelagsliga
ekinum sum ungur les-
andi, havt visiónir, átt
hugskotini, havt hugsjón-
ir og hevur sæð fram eftir
politiskt, grundað á stóra
seguliga vitan og feroysk-
an siðaarv. Og hann hevur
sanniliga við stórum toli
stríðst fyri sínum hug-
sjónum í skrift og í talu
ferð eftir ferð, ár eftir ár.
„Sjón og seiggj< er eitt
úrval av greinum, og reð-
um, ið Erlendur skrivaði
frá 1938 til 1954, tá hann
er valdur inn á legtingið.
Bert tríggjar greinir eru
yngri. Tvær teirra eru
skrivaðar í ár: Eitt asna-
spark“, um Jlagnuna
Feroyar fingu í Norður-
landaráðnum, og »Hetta
vil tjóðveldisflokkurin-,
ið stóð í 14. September á
Grækarismessu.
Greinirnar eru úr
Búgvanum, bóklinginum
Stjórnarmál, og tíðarrit-
inum Samíelagsrit, ið
hann sjálvur var við at
stjórna í seinri helvt av
fjørutinum, Dagblaðnum,
Fiskimannafelagnum og
fyri meginpartin úr 14.
September, ið hann var
blaðstjóri á í eini 18 ár.
Umframt úrvalið av
greinum eru tríggjar kvød-
ur til Erlends í bókini. Tær
eru frá D.P. Danielsen
H.D. Joensen, og Karsteni
Hoydal
harafturat kemur for-
mæli hjá teimum báðum,
ið hava lagt bókina til
rættis Steinbjern B
Jacobser og Heðin M
Klein
Ofta verður sagt um Er-
lend Patursson, at hann
tykist sc einstáttaður, og
fólk flest kennast við hug
takið »plåtan hjá Er-
lendi«. Men í fororðunum
vísa rithevundarnir á, at
hann hevur verið ógvuliga
fiølbroyttur í samfelags-
liga virki sinum, og hevur
virkað fyri málum frá fjøl-
broyting av fiskivinnuni
til barnabókmentir. Men
teir vísa á, »at hann í við-
gerðini av samfelags
málum aisamt hevur
stavnhaldið í huga
feroyska tjóðveldið, veru
ligt fólkastýri.=
Í formælinum vísa
Steinbjern og Heðin eisini
á, at hann hevur havt stór-
e ávirkan á feroyskan
politikk. Steðugt og
áhaldandi hevur hann lagt
fyri, í tinginum og í 14.,
hevur ótroyttiligur víst á
ymsu vandamál samfelag-
sins, so almenni ansurin
fyri teimum vaks seg at
enda so mikið sterkan, at
málini kravdu eina loysn.
— »Tol og ótol< eitur ein
grein í bókini. Hetta ber
eisini eitt lyklaorð í polit-
iska virki Erlends. Tað
neyðuga tolið hevur hann
átt, og tað lika so óneyð-
uga ótolið. Um hugsjónar-
menninir skrivar hann
einastaðni, teir »sum einki
leggja í, hvussu gongst í
letuni, bert teir vita, at
stevnt verður móti enda-
målinum«, skriva
rithøvundarnir m.a.
be SP
Erlendur hevur verið
politikkari og biaðmaður
burturav. Bert stutt skeið
hevur hann havt sokailað
borgarligt yrki. Men við
íni útbúgving kundi hanr
kanska havt valt sær aðra
lívsleið, sum D.P. Daniel
sen sigur: >Hjá mær stóð
valið ímillum at sieppe
hugflognum og fáa em
bætismannasess í nýggju
umsitingini undir heima
stýrislógini. Ella fara við
Gustavi á Sundi
Takkarlenin kemur ikki
altíð so beinanvegin.
Kanska um hundrað ár
yrkti Janus
Men onkuntíð man onk-
ur fara at takka tær fyri,
at tú valdi kalvalínuna hjá
Gustavi«
Uttan beinleiðis at vita,
hvat D.P. sipar til, skilst
meiningin.
„Sjón og seiggj« er
åhugaverd. Serliga hjá
okkum yngru, sum ikki
hava stóran kunnleika til
politisku skrivingina í
fjeruti- og fimtiárunum,
hjá samfelagsáhugaðum
og hjá ellum sjálvstýris-
sinnaðum.
Bókin var liðug í gjár, so
tað hevur bert borið til at
lesa onkra hissini grein.
Greinirnar, ið eru fjøll-
broyttar í úrvali, eru
merktar av tí eldhuga, ið
framvegis eyðkennir
Erlend, og í mun til blað-
skrivingina í hesum árum
tykjast tær sakligar og
væl grundaðar.
Tiltakið at heiðra Er-
lend á 70 ára degnum við
hesi bókini er ikki bara til
gleði fyri hann .sjálvan,
men mong onnur.
„Sjón og seiggj« kemur
út í dag. Hon er prentað á
14. September. Innbundin
hjá Kára Olsen. Útgevari
er Tjóðveldisflokkurin.
Í bókini eru nakrar myndir av formanni Tjóðveldisfloksins. Undir myndini
stendur: »Erlendur og Øssur halda vakt yvir flagginum allan dagin, og Pauli
Dahl yvirlækni bar teimum mat.« Tíverri stendur ikki í hverjum sambandi
myndin er tikin og nær.