Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-08-27, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 1983síða 3

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

— Nr. 98 — 27. august 1983 Bussleidin einar 3,5 mill. årliga Nyggja Bussleidin fer at kosta um 6 mill. kr. årliga Bussleidin i Havn hevur kostað kommununi eitt tal millum 3 og 3,5 mill. kr. árliga. Hesa met- ingina gjerdi Poul Michelsen, býráðsfor- maður, á fundi hós- kveldið, tá onkur by- ráðslimur spurdi, hvat Bussleiðin hevði kostað Havnini. Býráðsformaðurin upplýsti, at árliga hevur raksturin kostað umleið tvær milliónir. Kurs- og rentutap fer helst at tátta í 1,5 mill. kr. har- afturat kemur ístandset- ingin av bussunum nú og eftirrokningin til P.f. Bil, ið rak bussarnar frá 1979 til í juni mánað. Helst um 700.000 kr. Enn hevur býráðið ikki fingið rokning fyri um- vælingarnar, men Poul Michelsen metti, at tær fara upp um eina mill. kr. Býráðið samtykti hós- kveldið tað endaliga samráðingarúrslitið um framtíðina hjá Buss- leiðini í Havn. Í hevuðs- heitum er broytingin hon, at nú taka fýra arbeiðstakarar raksturin á seg við hverjum sínum tveimum bussum. Fyri luttøkugjald lata hesir 60.000 kr. fyri hvønn bussin. Men kommunan skal hava eftirlit vid buss- unum og hava ovastu leiðsluna. Býráðið skal ti lata upp eina skrivstovu, har fyrisitingin skal halda til, og har mån- aðarkort og tílíkt skal keypast. Fyrimunir og vansar Býráðsformaðurin segði m.a., at við nýggju skip- anini við átta bussum eru fleiri fyrimunir, sam- stundis sum tað ikki er eydnast at vinna á nekr- um vansum. Leiðin er víðkað til at fara eftir Velbastað- vegnum og fáa nýggja býlingin á Norðasta Hornið, býlingin Undir Brúnni og Hotell Feroyar við. Meðan skiftingarmeguleikin á Hálsi, tá farast skal til Hoyvíkar ella oman, er burturdottin. Leiðin út yviri við Strond er tikin burtur og í staðin koyrir bussurin oman fyri Eysturskúlan og oman igjøgnum Dj. í Geilgøtu. Hetta ger, at eitt veg- arbeiði við Eysturskúlan skal øerast. Aðrar brovt- ingar fara eisini fram. Eisini visti hann å fyri- munin, at tad er ein skylda, at bussførararnir ikki skulu koyra meira enn 60 tímar, meðan teir áður koyrdu 80 tímar. Hann segði, at hetta hevði verið óforsvarligt, og hevði gjørt, at buss- førararnir blivu troyttir og kanska ikki tóku nógv væl ímóti teimum ferðandi. Tá tað varð avgjert at lata bussarnar yvir til fýra persónar ístaðin fyri at lata Bil reka bussar- nar, var ikki ætlanin at bussarnir skuldu koyra í vikuskiftunum eftir mið- dag leygardag. Men henda ætlanin er slept. Bussleiðin koyrir leygar- dag. Tó er ein tími mill- um bussarnar frá seinra- parti leygardag. Sum sjálvar bussarnar vísti Poul Michelsen á, at nú ber betur til at halda teir, tí tíðin er rúmsáttari, eins og buss- arnir koyra einar 30.000 km. færri árliga. Ikki einfaldari Bert smávegis viðmerk- ingar vóru til uppskotið. Jakup Sune Jacobsen metti ikki, at tað fer at vera lættari at skipa fyri Bussleiðini nú, tá fýra persónar skulu reka hana. Somuleiðis visti hann á, at fyrisitingin bleiv sterri og dýrari. Hann segði seg ikki dáma at blanda alment og privat saman, og helt at rættasta loysnin hevði verið, um komm- unan hevði yvirtikið alla Bussleiðina. Býráðsformaðurin svaraði, at áður lá alt hjá tí privata, meðan eingin í býráðnum hevði nakra beinleiðis ábyrgd av bussleiðini. Hann segði, at einar 10—15 mill. kr eru brúktar uttan nakra fyrisiting. Hann segði seg vera ímóti at ekja fyrisitingina, men tå talan er um so stórar upphæddir, eigur komm- unan at vera áhuga í at hava eitt so gott eftirlit sum meguligt. Bussleiðin er mett at kosta kommununi umleið 6 mill. kr. árliga. Sáttmálarnir við teir fýra ganga yvir trý ár. Samráðingar um nýggj- ar sáttmálar skulu byrja un, tvey ár. jo-mo Heimsins dýrasti jólatræs- fótur skal »fjernast« Er tað semiligt at seta eina standmynd, ið myndar fýra dansandi sprund, upp á »Glade Hjørn« beint yvir av sam- komuhúsinum Ebenezer ? Við einum líknandi setn- ingi royndi ein býráðs- limur, Zakarias Wang, at benda orðaskiftið um eitt uppskot frá mentanevnd- ini um eina standmynd inn á tað meira átrúnar- liga. Men hann fekk ikki við- hald. Ronald Poulsen segði, at tað var ikki synd at dansa. Hann vísti á, at í Bíbliuni dansa tey mangar ferðir. Hann vísti á, at dansur symboliseraði kæti og gleði. Zakarias Wang fekk kortini viðhald frá Peturi í Gong og Dánjal Larsen, sum helt tað vera ósemi- ligt at seta standmyndina upp á slíkum stað. Petur í Gong segði seg ikki duga at skilja, um uppskotið var pent ella ikki, men hann mælti til at seta hana á eðrum stað. T.d. við Sjónleikarhúsið. Men »Glade Hjørn« — ella Káta Hornið, sum Finnur Johansen mælti til at kalla tað — hevur altíð verið staðið , har fólk, ung og gomul, hava savnast fyri at tosa og hugna sær. Tí hildu bæði Poul Michel- sen og Heðin Mortensen, at »Glade Hjørn« var tað rætta staðið. Teir vístu á, at Vaglið er tað meira hátíðarliga, har fólk savnast til ymisk há- tíðarhald. Teir kundu tí ikki taka undir við uppskotinum um at seta eina standmynd av einum gomlum havnarmanni, einum traðarmanni, við t.d. haka og leypi, á »Glade Hjørn«. Meiriluti fyri Mein ein meiriluti i byråd- num — 9 fyri og 3 ímóti — samtykti at taka undir vid uppskoti frå meiriluta i mentanevndini. Menta- (SVN BYGGITILFAR á TA Ta Ta A Q R HAVNAR TIMBURHANDIL . y 5" —-— NR. * hr, PISTOLAR og nevndin bad fyri einum tveimum árum síðan Fritjof Jcensen gera eitt uppskot til eina stand- mynd. Uppskotið er gjørt. Tað eru fýra dansandi ungfólk í einum gos- brunni. Runan um skal bonkur verða. Formaðurin í menta- nevndini, Heðin Morten- sen, segði, at listamaðurin metti kostnaðin til einar 150.000 kr. Peningur er settur av til endamálið, 200.000 kr. Listamaðurin kann fara undir arbeiðið beinanvegin. Tí ráddi um at fáa uppskotið samtykt. Fyrrverandi formaðurin í mentanevndini, Finnur Johansen, ið upprunaliga bað listarmannin gera uppskotið, mælti heldur til at gera eitt uppskot til eina standmynd av Aar- stovubreðrunum, Hans Andreasi og Janusi Djur- huus. Men hesum tóku bý- ráðslimir ikki undir við. Teir tóku undir við tanka- num — samstundis sum teir flestu vístu á, at hevuðsstaðurin er fá- tækur upp á standmyndir — men teir hildu, at Áar- stovubreðurnir hoyra heima á eðrum staði. T.d. har sum Áarstova stóð — norðan fyri Gongina ella Knútsstovu og Verts- húsið. Flestu fegnaðust um uppskotið, men Zakarias Wang var eitt sindur ivingarsamur og mælti frá. Hann vísti á, at tá vesturættin leikaði í, fóru fólk, sum komu framvið, at fáa ein skvamp á seg. Men hesin ivin var harð- liga burturvístur. Sagt varð, at so nógv skal tað ikki sproyta og at tað ber til at skrúa fyri. So tá hetta uppskotið íkki Fritjof Joen- sen, lista- maður, hev- ur gjørt uppskotið til stand- myndina fekk undirtøku, royndi hann aðru ferð við trúðar- samkomunni, men hetta vann heldur ikki frama Dýri jólatræs- fóturin má rúka Samtyktin ber í sær, at núverandi gosbrunnur, ið bert virkaði nakrar fáar dagar, má rúka. Men hetta harmaði ikki býráðslimir. Onkur teirra fegnaðist um, at heimsins dýrasti jólatræsfótur skuldi »fjernast«, sum hann mál- bar seg. Ongin nevndi prísin, men fyrr er komið fram, at hann kostaði nógv, og at eingin hevði samtykt, at hann skuldi gerast. M.a. kostaði pumpan til vatnið fleiri túsund krónur, men hon virkaði bert fáar dagar. Tað var nevniliga ikki rennandi vatn í brunninum. Vatnið var har og tað varð so pumpað upp. Hetta gjerdi so tað, atonkur fekk sær ein smakk av vatninum, ið onkur annar hevði spýtt — ella gjørt tað ið verri er — í sama vatn. jo-mo ææ BYGGIMARKNADUR Sr eN Ætla at keypa urtagarð Tórshavnar býráð fer nú at royna at fáa hendur á einum urtagarði afturat við Tinghúsvegin, so- leiðis at ætlanin hjá kommununi at samskipa urtagarðarnar við Ting- húsvegin fer at rekka longur niðan Ognin hjá Knud Lambaa er til selu og bý- ráðið fer at samráðast um keyp av urtagarði- num einsamellum. Frammanundan eigur kommunan tær niðaru ognirnar Heinesens og Sloanshús. Enn er einki samtykt, nær kommunan skal fara at gera urtagarðarnar. Íbúðar- bygging nærkast Líkt er til, at tann ætl- aða íbúðarbyggingin vestan fyri Sundsvegin er við at koma undir land. Tórshavnar býráð valdi hóskveldið Essa Arge, Petur í Gong og Leiv Johannesen í eina nevnd, ið skal viðgera uppskotið sum er gjert. Eftir at hava viðgjert tað, skal nevndin koma við einum tilmæli til bý- ráðið. Talan er um eina bygg- ing við íbúðum til eldri og yngri. Byggingin skal heilt — ella partvíst — fremjast eftir lógini um Íbúðargrunnin. Meguligt at spæla fótbólt á kveldi Stadionnevnd Tórs- havnar býráðs er sinnað at seta upp ljós við ovara vellin í Gundadali, so- leiðis at fótbóltur eisini kann spælast á kveldi Byrådid samtykti hós- kveldið, at stadion- nevndin kann fara at brúka av teimum 175.000 kr., ið er seti av til ætlanina, til at gera kanningar, projekt og kostnaðarætlan Tórshavnar Havn fitt avlop Tórshavnar býráð sam- tykti hóskveldið rokn- skapin fyri Tórshavnar Havn. Inntøkurnar hjá Havnini vóru 9,0 mill. kr. Utreiðslurnar vóru 8,2 mill. kr.