Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-08-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 27. august 1983síða 14

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 14 Við foroyskum leikarum: Nú koma fimm nýggir føroyskir ferðslufilmar Verða fyri fyrstu ferð sýndir á norðurlend- skum ferðslutrygdarfundi í Havn í næstu viku Í næstu viku verður fyri fyrstu ferð hevi at síggja fimm nýggjar feroyskar ferðslufilmar. Tað verður tó ikki almenningurin, sum sleppur at síggja filmirnar í fyrstu atlegu. Fyrstu skulu millum fremstu umboðini fyri ferðslutrygdarfelagsskap- irnar í Norðanlondum síggja filmarnar. Hetta verður á einum fundi, sum >Norðurlend- ska Ferðslutrygdar- nevndin« heldur í Havn í næstu viku. Tað er fyrstu ferð, at henda nevndin hevur ár- liga fund sín í Feroyum. Hetta skal skiljast sum ein viðurkenning av tí al- tjóða umboðan, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur fingið, sum limur av PRI, alheims ferðslu- trygdarfelagsskapinum. Harumframt eru vit vorð- in limir í tí norðurlendska felagsskapinum eisini. Trygdarbelti Tilsamans 10 umboð úr Sveríki, Finlandi, Dan- mark og Íslandi koma hendavegin. Harumframt luttaka formaðurin í Ráð- num fyri Ferðslutrygd, Niels Juel Arge, og Olivur Næs, sum er dagligur leið- ari á stovninum. Tað verður landsstýris- maðurin í samferðslumálu um, Páll Vang, sum setir fundin. Haraftrat skulu Hegni D. Joensen, lands- lækni og Atli Jensen, leiðari av Bileftirlitinum, halda fyrilestur. A fundinum mangt áhugavert Eitt nú skulu luttakarar- nir tosa um spurningin: — Skulu trygdarbelti nú eisini verða á baksetrinum verður tyr i bili? Olivur Næs, leidari av Ráðnum fyri Ferðslu- trygd, sigur í samreðu við Tíðindablaðið Sosialin, at tað kann virka eitt sindur legið, at hetta málið verður tikið upp til við- gerðar á einum fundi í Feroyum, tí sum vituligt er, so brúka vit als ikki trygdarbelti. Olivur Næs heldur sjálvur, at lóg eigur at verða gjørd, sum sigur, at trygdarbelti skulu vera í bilum í Føroyum. Tað må so vera upp til hvenn ein- stakan, um hann ynskir at brúka beltini ella ikki. num, soleiðis at øll børn í aldrinum 3 til 6 ár kunnu vera við í hesum fyribyrgj- andi ferðslutrygdararbeið- inum. Slíkur ferðsluringur virkar m.a. á tann hátt, at bernini fáa sendandi pakka við ymsum einfeld- um uppgávum at loysa saman við foreldrunum, um hvussu tey eiga at — fyrihalda sær i ferðsluni og hvussu ferðslan virkar Sjálvur heldur Olivur Næs, at hetta arbeiði kann lava storan tydning, men ein hevuðstreyt er tað, at að er gott samstarv mill- um foreldrini, bernini og Ráðið fyri Ferðslutrygd Fundurin Havn næstu viku skal eisini við- gera norðurlendska ferðslutrygdarárið, eitt nú um, hvat er komið burtur úr í teimum ymsu lond- unum. Lyktakanningin Annars byrjar vanliga lyktakanningin, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd skipar fyri, aftur tann 7. november. Hon varir í tvær vikur. Seinast var luttekan sera góð. Olivur Næs upplýsir at enda, at arbeiðið hjá Ráð- num fyri Ferðslutrygd nú er merkt av, at skúlarnir eru byrjaðir aftur. ØII bern, sum byrja í 1. flokki, hava fingið ein ferðslu- faldara. Harafturat vitjar leið- arin á Ráðnum á skúlum og sigur frá og leggur lag á. Eitt nú hevur hann vitjað næmingarnar á Læraraskúlanum. Olivur Næs og Osker Hermansson, sum hava verið við í arbeiðinum at gera fimm nýggjar ferðslufilmar. Filmar A fundinum verður eisini hevi at síggja teir sein- astu ferðslufilmarnar, sum eru gjerdir í teimum ymsu Norðanlondunum. Fimm slíkir filmar vórðu tiknir upp í Feroyum í vár, og teir eru nú komnir til Feroya. Tað eru norð- menn, sum standa fyri upptekunum, meðan feroyskir unglingar lut- taka. Olivur Næs og Oskar Hermanssen hava eisini verið við til at gera hesar filmarnar lidnar. Norðmenn skulu greiða eitt sindur frá teimum royndum teir hava havt við tí norska >Ferðsluringi Barnanna<. Hann er í ár 25 ára gamal. Olivur Næs sigur víðari, at tað er eitt ynski, at ein slíkur ferðsluringur verður stovnsettur í Førvyum frá nýggjári- på Framhald av sidu 10 skal hava gagn av eini slíkari framleiðslu, var hugað fyri at útvikla eina framleiðslu av rognum við einum slíkum tapi í byrj- anini, so var tað sjálvandi ein spurningur, um tað kortini ikki hevði verið rætt at bygt upp eina framleiðslu. Nýtt og arbeiðsskapandi — Givið er tað, at einhver nýggj framleiðsla, sum kann fáa fleiri krónur til landið, og sum skapar arbeiði, er positiv fyri bú- skapin. — Nú er Kovin konser- vesvirki. Eru íkki fleiri aðrir møguleikar enn rogn? åvisar vørur, mugu vit helst keypa nakad av maskinum aftrat. — Rognini eru steðgað eina tid. Hvat gera tit so? — Nú hevur Fiskasølan fingið rættuliga skila- góðar sáttmálar um sølu av posteium. Vit hava eisini fingið at vita frá Fiskaseluni, at ein ávísur enskur keypari longu hevur bílagt fyri í ár og nekur ár fram. — Hvat er ein postei ? — Fyri at gera tað ein- falt, so kenna allir feroy- ingar livurpostei. Har er livur hevuðsráveran Ístaðin fyri livrina, verður so fiskur koyrdur í sum hevuðsrávera. Í verandi selusáttmála er talan um fýra sleg, eitt við laski, eitt við sílum, — Kovin kann gera eitt við rækjum og eitt næstan hvat tað skal vera slag við hýsu í. Hetta er so av konservesverum. byrjanin. Annars kunnu Skulu vit byrja at gera gerast ómetaliga nógv - Leygardagur 27. august 1983 | sjøg av slíkum posteium Longu i år skulu latast >00.000 lósir til Ong- lands. Keyparin hevur ongu sagt, at hann skai hava mill. dósir næsta ár, til hann 1986 skal 1ava 2,5 mill. dósir Kann virkið bera seg við bert hesi fram- leiðsluni ? Tað kann tað ikki, men vit hava fingið at vita, at aðrir eru hugaðir fyri hesum posteium eisini. Livurin góð — Hvussu við toskalivrini sum tit einaferð tosaðu um at gera veru burturúr ? — Hetta var við í upp- runaliga projektinum, men varð so tikið burtur úr tí aftur. Hetta komst av tí, at menn meintu, at livur kundi ikki brúkast í Feroyum, tí ov nógvur sandmaðkur var í, og tí hon ikki kundi fáast fesk nokk til virkið. Nú eru vit so lidnir við okkara kanningar, og hava gjert einar 1000 dósir, av livur fråsymsum ; » bátum og við lívur sum er nýggjari og eldri. Það er einki til hindurs fyri at brúka livrina, um hon er upp til trý samdegur gomul, um hon verður hagreidd upp í rætta mát- an. Kanningarnar av livr- ini annars vísa, at tað er ein sera frísk livur, sum fæst í feroyskum sjógvi. So har eru vit klárir at fara í gongd, tá ein skila- góður selusáttmáli fyri- liggur. — Men verður tað ikki eins trupult at selja livur sum rogn? — Vit hava gjørt okkara kanningar, sum visa, at tað ber til at fáa eina góða veru. Nú er upp til selu- liðið, um tað kann selja okkara veru. Vit fara ikki í gongd, fyrr enn vit á papp- írinum kunnu síggja, at tað lenar seg. 8 mill. kr. — Hvussu størur skal um- setningurin verða hjá Kovanum, fyri at virkið kann bera seg? Í projektinum hava vit mett tað til 8 mill. kr. —Og tað fyrsta árið ? Hann er lítil. Hann man vera 2—3 mill. kr. — Hver skal rinda hall- ið? Vit fingu hampuliga góða íígging til rakstrar- lán og allur okkara likvidi peningur er farin til rogn- ini. So tað koyrir tungt hjá Kovanum í letuni. Higar- til hevur Kovin sjálvur við viðhaldi frá teimum van- ligu stovnunum goldið undirskotið. Men vit mugu nú til at sekja land- ið um pengar til at klára hallið. Ég vil meta undir- skotið at vera einar tvær mill. kr. Vit hava ikki koyrt alla tíðina Hava tit hugsað um at steingja virkið heilt ? Fad hava vit ikki gjert. Nú er tað tíbetur soleiðis vid feroyiongum, it gongur tað fyrsta ikki, so verður farið í gongd við tað næsta. Mugu góðska Hvussu tá við framtíð- ini og Kovanum ? — Mín áskoðan er tann, at tað má lata seg gera her í Feroyum at góðska fiska- veruna meira. Vit kunnu ikki blíva við at selja í »posum«. Fyrr í tidini kundi ein taka dupult so nógvar fiskar, um ein ynskti at selja fyri tað dupulta. Í dag er loft í veiðinegdini. Nú mást tú fáa dupult so nógvar krónur burtur úr tí eina og sama fiskinum. Tað hevur verið mítt sjónarmið alla tíðina. Tað trúgvi eg fram- vegis uppá! Eftir míni metan er tað tó ikki heilt rætt, at ein ávís fyriteka skal rinda alt tað, sum tað kostar í kann- ingum og marknaðar- fering at byrja eina nýggja framleiðslu. Hetta gagnar jú landinum í sein- asta enda, og tí haldi eg, at tað eisini skal bera ein part av byrðuni. — Tú heldur tí ikki tað er órímuligt at fara til landskassan nú og biðja um pengar fyri at klára undirskotið ? — Nei tað haldi eg ikki er órímuligt. Annars sigur Gardar Joensen, at teir kunnu gera aðrar verur enn bert heilkonserves. Teir kunnu gera hálvkonserves eisini, t.d. ymsar verur í plast- bakkum og foliubakkum o.l. Eisini hava teir hugsa um at gera meira burtur úr laksinum. 10 fólk nú Hann sigur at enda: — Tað var spell, at rogn- ini ikki fingu betri prís, tí ætlanin hjá okkum var at brúka rognini sum »arbeidsheyst«, meðan vit so kundu brúka nakað av tíðini við síðuna av til at kanna óg útvikla aðrar verur. Nú rognini fyribils eru steðgað, so ber ikki til at brúka Kovan til eitt kanningarvirki einans. Tað hava vit ikki ráð til. Vit mugu royna at fáa í hvussu so er eina fram- leiðslu, sum ber seg. Í dag arbeiða 10 fólk á Kovanum. Í byrjanini vóru tey 15. Gardar rokn- ar við, at tey verða 15 aftur í oktober, tá fram- leiðslan av posteium byrjar av álvara. jan