Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. september 1983síða 7

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

BR mer pr soner ON GA 0 CE ÅHRIF KJARNAVOPNA - OG VARNIR GEGN ÞEIM VARNIR GEGN GEISLUN (SKYLISSTUDULL). 1/30 1100 „a, 1/200 AK bei SON Menniskjuni liva vid vitanini um, at eitt kjarnorkukriggj kann bresta å, men kortini gera vit okkum ikki klårt, at hetta kann gerast veruleiki. Besta prógv fyri, at slík våpn eru góðtikin er eitt yvirlit í islendsku telefonbókini, sum gevur ráð og vegleiðing um hvussu fólk skulu fyrihalda seg, um meguligt kjarnorkukriggj brestur á. Hetta er veruleiki, sum øll noyðast at taka stødu til. Hugleiðingar: Ræðandi Orð og myndir: Dagny Joensen veruleikin Sjónleikurin »Sidsta Royndin« viðger evnið, at fólk tryggja seg móti einum kjarnorkukríggi, við at byggja bumbuskýli. Men hvat skulu menniskjuni við einum bumbuskýli, um kriggj brestur á? Ber tað til at skriva um ein sjónleik, tá ein ikki skilir málið, ið framfert verður ? Nei...og kortini. Tá sjónleikurin „Síðsta Royndin«, eftir Svavu Jakobsdóttir varð frum- sýndur í Norðurlandahúsi- num mikukveldið, var tað ein uppliving í sær sjálv- um at vera áskoðari, hóast íslendska málið gjørdi, at tú ikki skilti, hvat sagt varð av pallinum. Framm- anundan hevdu áskoðararnir fingið frásegn, sum greiddi frá gongdini í leikinum, og tað gjørdi tað møguligt at fylgja við Onkur áskoðari, var kringur í íslendskum segði, at handritið var ein sonn perla og at hópin av »gullkornum« søgd av pallinum. Størsta partin av hesum skilti undirritadi at kalla liti og einki av, men kort- ini var upplivingin hetta kveldið ómetaliga rikandi, og gav hugsa um Ein kendur sum voru einum nógv at listamaður hevur einaferð sagt, at tað er óneyðugt at siga frá lidnum listaverki. Hesi eiga at ávirka einstakling- in, so hesin sjálvúr kann gera sær sínar metingar, uttan at tað verður litað av eðrum. Í feri sum sjón- leikurin >Síðsta Royndin« kann henda hugsan væl nytast. Rithøvundin hevur skrivad ein leik, sum i inni- haldi snýr seg um eini hjún og ótryggleikan at vita sær, at eitt kjarnorku- kríggj kann bresta á. Hjúnini eru væl fyri peningaliga — hava bygt hús og síðan fyri at tryggja seg fullkomiliga, eitt bumbuskýli í kjallara- num, sum bert hjúnini vita um. Í leikinum búgva tey í bumbuskýlinum sum Ari (Sigurður Karlsson) hevur bygt. Kona hansara Beta (Edda Tórarinsdóttir) undirvísir í tónleiki, og hevur næmingar, sum koma heim til hana at fáa undirvísing. Tey eru múgvandi og hava bygt upp rammurnar um hjúnalagið, men enn hava tey ikki havt stundir at fáa bern. Beta vil hava bern, men Ari hevur sagt, at tey fyrst skuldu hava húsini upp at standa og síðan kundu tey altíð fáa bern. Tá bumbuskylid0 er liðugt, skuldi næsta stigið verið barnið, heldur Beta, men nú vil Ari, at hjúnini skulu royna at búgva í bumbuskýlinum, eins og fyri at royna, hvussu tað kennist um tað skuldi hent, at ein kjarnorku- bumba bleiv slept yvir Reykjavík, har tey búgva. Fyri áskoðaran gevur hetta ímyndina, sum rit- hevundin helst eisini vil hava. Hví skulu fólk byggja bumbuskýli, um tað veruliga hendir, at kríggj brestur á. Tað vil í øllum ferum bert leingja um pínslur teirra? I grundini legið at fólk góð- taka slíkt óðamannaverk, og innrætta seg eftir hes- um, tá tað ivaleyst ikki er meguleiki at liva aftaná at bumban er brostin. Sum leikurin fer fram og hjúnini alt meira sýna sítt sanna andlit, verður áskoðarin varur við, at alt ikki ruggar rætt teirra millum. Tey eru ikki bert ímyndin á teimum vekru ríku og eydnusomu, men eisini ímyndin um lívs- lygning, at skapar tú tryggleika, so verður tú trygg. Um tryggleikin er at Leygardagur 3. september 1983 byggja rammuna um eitt eydnuríkt lív, uttan at menniskjansligu kenslur- nar verða tiknar við og skaptar eftir tí umhvervi sum tú lívir í, fellir grundarlagið burtur. I veruleikanum kundi ein hugsað sær, at sorgar- leikurin sum fór fram í bumbuskýlinum, eins væl kundi farið fram í eini snotiligari IKEA stovu, við trøllakambum og kertuljósum á rettum stað — so sum handilslýsingar siga okkum, at vit skulu gera Við at flyta sorgarleikin inn í bumbuskýlið vil Svava Jakobsdóttir helst vísa, hvussu absurd til- veran hjá nútíðar menniskjum myndar seg. Og kortini góðtaka vit tað, sum í »Kejserens nye klæder«, eingin vil verða við, og viðganga, at nú- tíðarsamfelagið ikki er til fyri at menniskjuni skulu kenna seg væl, men heldur at hetta er myndað so- leiðis, hver av eðrum liva má — og so bert royna Tá leikurin byrjar eru Ari og Beta ímyndin av teimum vekru, ríku og eydnusomu. So hvert sum leikur fer fram, sæst hvussu tilvera teirra verður niðurbrotin og vitloysið tekur ræði av teimum. Tá næmingurin finnur fram til Ari og Betu er sorgarleikurin ein veruleiki, og tað sum í byrjanini var spæl, hevur nú fullkomiliga avskeplað tilveru teirra. at táa sum mest burturur ! „Kanska er óttin fyri kjarnorkubumbuni hjá Ari og Betu ímyndin um hjúnarbandið, har ein ávís dubbing fer fram, fyri at fáa javnvág í samlívið. Tá Ari og Beta eru full- komiliga niðurbrotin av upplivingunum í bumbu- skýlinum, kemur ein næm- ingur hjá Betu fram á tey Tá kom vend í hjá hjún- unum, tí nú vóru eisini onnur medvitandi um at tey eru við undirlutan, og tí kundu tey ikki koma burturúr sorgarleikinum Hjúnarbandið sum her gerst sorgarleikur ímyndar fyribrigdi sum tá tvey stórveldi við jagstr anini eftir sjålvsøknum tryggleika, at enda noyð- ast at viðganga, at tey hava givið upp fyri skutul og nú einki hava at liva fyri Sum Beta sigur at enda í leikinum: »Nu kann einki bjarga okkum uttan kjarnorkubumban« Samanumtikið áhuga verdur leikur, sum gevur áskoðaranum nakað at hugsa um. Hóast flest ell, sum sóu frumsýningina segdu seg ikki skilja rættuliga nógv, so kom tað okkum til góðar, at Briet Tórarins- dóttir so framúrskarandi hevur stjórnað leikinum Her vóru ið hvussu so er fyribrigdi í uppsetanini, sum ikki hava verið sædd á palli í Feroyum áður Eisini leikararnir hug tóku áskoðararnar við sín- um listarliga góða spæli Tú hómaði leikararnar sum vóru teir »kliptir« út úr einum veruleika, og settir saman aftur til full komiliga at innliva seg í eitt spæl, sum skuldi geva tað úrslit, at fáa áskoð- aran at viðgera nakrar spurningar um nútíðarum- hvervi og meguleikarnar at bróta ónda sirkulin, sum vit øll tigandi góð- taka. ...og kortini skilti tú ikki orðini, men óhugnan og veruleikan á pallinum slapst ikki undan at taka steðu til.