týsdagur 6. september 1983síða 6
‹ fyrra síða allar 12 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 6
tíðindablaðið
Utgevart; p/f sosiaturin
tíðindablaðið
Postsmoga 76,
3800 Argir,
telefon 11820
Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd)
Bladfélk : Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller
Lysingar: Årni Joensen
Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981
| oddagrein
GÓÐU RÁÐINI, sum Dagblaðið
hevur til sjónvarpið, eru ógvuliga
áhugaverd. Dagblaðið metir at
teir, sum fyri sjónvarpinum ráða,
hava stóra avbjóðing fyri framm-
an. Teir megu bera skjótt av. Alar
góðar kreftir mugu sameinast, so
vit fáa so dyggar sendingar sum
gjørligt, heldur blaðið og ávarðar
móti tí floymi av útlendskum sum
hóttir føroysku fólkasálini.
ALT HETTA ljóðar sera vakurt, og
munnu flestu fólk vera samd í øll-
um hesum. Tað sum tó undrar
mest er, at hesi orð júst koma frá
fólkafloksmálgagninum — Dag-
blaðnum. Tað eru heilt fá ár síðani
at løgtingid samtykti, at eitt sjón-
varpsfelag fekk loyvi at senda. At
sjónvarsfelagið skuldi fáa hetta
loyvið var serliga Fólkaflokkurin
sera heitur talsmaður fyri. Og bert
eitt eiti av eini reglugerð varð
gjørt. Harafturat legði Fólkaflokk-
urin sektina á, at tað sjálvandi bert
vóru útlendskar sendingar, sum
talan var um at senda. Tá var lítið
hugsað um vandan av útlendskari
hóttan.
MEN hóttanin kemur ikki bert frá
útlendskum sjónvarpi, tá tað
sleppur at senda fyrilitarleyst —
| sum hetta tó ikki hevur gjørt, men
j sum
teoretiskur meguleiki var
Í fyri, um nevndin ikki var nóg at
sær komin — men frá tí flóðaldu
av videokassettum, ið floymir yvir
landið
VIT skulu ikki sita eitt orð um,
hvat vaksin fólk síggja, ella hava
hug at síggja, tí tað skuldi verið
óneyðugt við slíkum sensuri. Hin-
vegin kann ikki góðtakast, at børn
— kanska umvegis — fáa loyvi at
leiga videofilmar við ringasta
harðskapi og skitnastu pornografi.
Her hevur borið til at útvegað sær
filmar, sum annars vóru sensurer-
aðir av Filmseftirlitinum.
HENDA stødan hevur staðið við
leingi. Men landsstýrið við tí ser-
liga mentannarliga sjálvsstýris-
manninum sum mentamálaráð-
harra hevur lítið og einki gjørt hes-
um máli. Tá Tingið vidgjørdi
spurningin, var stavnamaður
Fólkafloksins, blaðstjórin á Dag-
blaðnum, ikki sort lunkaður, sum
vanligt. Tá var líkt til, at hann
heldur hevði hug at renna sneisa-
ørindi fyri teir og tey, ið annað-
hvert vinna pening við at fram-
leiða videofilmar, ella teir og tey,
sum hava teir til leigu.
VIT mugu ásanna, at her hevur
nakað nýtt tikið seg upp. Nakað
sum fólk flest kunnu fáa gagn av,
um tað verður brúkt við skili, men
sum á vera undir eftirliti av eini
lóggávu, soleiðis at vit — og unga
ættarlið okkara — ikki verður koll-
rent.
EITT ANNAÐ mál, sum nakað
seinri kom á tingborð, var so-
kallaða TWR-málið. Her var tað
aftur Fólkaflokkurin, sum av øllum
alvi vildi avreiða útvarps-sjón-
varpsmál til eitt útlendskt felag.
Heldur ikki hesaferð var talað um
útlendska hóttan.
TAÐ TYKIST okkum tí heldur enn
ikki øvugt, tá Dagblaðið nú fer at
ávarða móti útlendskum ágangi
mentannarliga gjøgnum sjónvarp-
ið. Her er í hvussu er langt millum
orð og gerðir hjá Fólkaflokkinum.
Ein flokkur, ið liggur í mentannar
loysi!
Nr. 102 — 6. september 1983
" Halt á við tí »grønu« skrivingini Frits!
| Nær rakna »asfalt og
betong-menninir« vid?
Tað var serstakliga huga-
ligt at lesaa hugleidingar-
sum Frits Johanne-
Sosialinum
nar,
sen hevði í
hósdagin um ætlaðu vega-
gerðina í Fuglafirði. Fekk
handa reðan ikki »asfalt
og betong-menninar« at
raka við úr teirra skjótt-
gangandi ferðsludreymi,
so leggja teir sektin á
bygd, umhvervi og fram-
tíðina.
Teir átta »asfalt og be-
tong-menninar« í bygda-
ráðnum kunnu ikki hava
gjørt sær greitt, hvat teir
vilja.
Hava teir hugt eftir ell-
um bygdunum sum hava
fingið eina ferðsluæðr
gjøgnum seg?
Bygdin verður
Sambandið
báðar vegsíðurnar
hvervur. Vandin veksur
Foreldrini og ommur og
abbar fáa ampa av bern-
um og ófriðurin, larmurin,
gerst nógv verri. Hugsið
tykkum um, áðrenn tit
gera hasa skemdargerð-
ina!
Frits, tú skal eiga takk
fyri, at tú eisini vísir á um-
hvervið. Alt ov fáir
býtt í
tvey millum
Nýggj hús? j
sjálvandi eini H E LLU-H US
umhvørvis-
javnadar-
»grønir«
vinarligir
menn gera vart vid seg.
Halt bara á, tað eru nógv
sum taka undir við tær,
ikki bara í Fuglafirði,
Eysturoy, men kring alt
Føroya land
Tað er sum tú sigur
„Um henda erandi loysn
skal setast í verk, verður
torført um 100—200 år at
finna sannleikan. Tå
hevur Guð asfalterað
sannleikan og lívið.<
Grenur
HELLU-HÚSINI eru gjørd av elementum, ið eru sera
væl isolerað. Hetta ger so eisini, at byggitíðin verður
sera stutt og hartil bílig. — Ein annar fyrimunur er, at
ein ikki er bundin at ávísum modellum. Tygum
kunnu fáa húsini júst so sum tygum vilja hava tey.
Ringið til okkara, og vit senda tygum brochurur og
geva tygum allar upplýsingar.
kw
P/f HELLA
Torfinsgøta 41, tlf. 16477
HELLU-HUSID einasta loysnin