Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið Utgevari; p/f sosialurin 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Høgni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miiller Lýsingar: Árni Joensen Uppseting: p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Javnaðarflokkurin fekk rætt! | oddagrein AT SKULDSETA hetta landsstýrið fyri at arbeiða skjótt við t.d. at av- greiða mál, vildi verið ein ógvuliga ósaklig og skeiv skuldseting, so tað gera vit ikki. Vanliga hevur landsstýrið ongantíð vitað. hvat teir skulu gera, og er ein av lands- stýrisflokkunum komin við einum ella ðrum uppskoti, hevur annar staðið við paragraff 13 í hondini og kveistrað uppskotið av borðinum aftur. MEN EITT UNDANTAK er. Tað var tá fíggjarmálaráðharrin legði fram uppskotini viðvíkjandi eini komandi samtíðarskattaskipan. Tá var arbeitt í skundi. Uppskotini um samtíðarskattalógina og skattastigan vóru tveitt á tingborð og samtykt í størsta skundi, so- leiðis at tingmenn og fakfeløgini ikki fingusett seg inn í uppskotið. Men so var ikki spennandi longur. Nú hevði fíggjarmálaráðharrin í prinsippinum fingið grønt ljós at fremja sítt uppskot. TÁ VARÐ sagt, at samtíðarskatta- skipanin skuldi fremjast 1. januar komandi ár. At bera so skjótt av ávaraði m.a. Javnaðarflokkurin ímóti, tí hann helt tað vera ógvu- liga órealistiskt at rokna við, at ein tílík stórbroyting kundi fremjast við so stuttum skotbrái. Javnaðar- flokkurin førdi tá m.a. fram, at alt ov fáir upplýsingar vóru í máli- num. Eingin kostnaðarætlan var gjørd við felagið Elektron, sum skal skipa fyri tí praktiska í nýggju skipanini. Einki var upplýst, hvussu tað almenna var tryggjað mótvegis hesum felagi. Kundi Elektron siga sáttmálan upp, tá tí Postverkið lysti? Kann edv-felagið hækka prísin, tá tí lystir? Og so fram- vegis. MEN ALT hetta var sum at sletta vatn å gås. Verandi landsstyris- flokkar eru so »kl6kir«. Teir hava ikki brúk fyri góðum ráðum. Í FYRSTANI kundi roknast við, at alt landsstýrið var so dánt samt við fíggjarmálaráðharran í at fremja samtidarskattaskipanina. Nú kemur meira og meira fram, at hetta als ikki hevur verið so. TÁ STÓRA orðaskiftið var í tingi- num i vår um hetta mál, løgdu fólk til merkis, at sjálvur løgmaður helt seg burtur. Mussaskødi hansara er vanliga í lagi, men tå var tøgn, og enntá eftir at fíggjarmálaráð- harrin appelleraði til løgmans eftir hjálp. Longu tá hevur Sambands- flokkurin bakkað út. Í DAGBLAÐNUM í gjár sigur løg- tingsformaðurin, og formaður Fólkafloksins, Jógvan Sundstein, at kelduskattur verður eingin 1. januar. Haraftrat sigur hann, at um nøkur vón skal vera við at fremja hann 1. apríl, má arbeiðast ógvu- liga hart nú. Við ødrum orðum hevur nú eisini fólkaflokkurin bakkað út. Nú dugir eisini Fólka- flokkurin at sanna ávaringum Javnaðarfloksins um, at hetta kortini var ov stutt tíð til fyrireik- ingar av nýggju skattaskipanini. OG EFTIR situr nú ein einsamallur fíggjamálaráðharri. Maðurin hjá »kittflokkinum«, sum á sinni gjørdi Fólkaflokkinum og Sam- bandsflokkinum tað miklu tæn- astu at kitta verandi samgongu saman. Gráin tøkk. Men sjálvir hava teir verið úti um tað. og føroyskt mål Eitt sum mong, ið eru góð við málið, gleddu okkum til fór at henda, tá post- verkið gjerdist feroyskt var, at so kom tað í rætt- lag við málinum. Men so var ikki. Alt annað. Nú eru teir farnir at doypa bygdirnar um. Á baksíðuni í Sosialinum 6. í hesum mánaða stendur at lesa við stórum stavum, at bygdin Argir hereftir eitur Tórshavn II. Í staðin fyri at skriva á spjeldrini á post- sekkunum, at teir skulu t.d. til Fuglafjardar, til Sumbiar, til Haldórsvíkar, til Sands, so skriva teir, at sekkurin skal til Fugla- fjørdur, til Sumbø o.s.v. Tad er ikki ti eg skrivi hetta. Teir eru »kløkari« enn so, at teir lurta eftir mær, men eitt er víst, at tá postverkið og kanska aðr- ir við hava beint fyri bend- ingunum í málinum, tá er einki føroyskt mål eftir sum líkist nekrum. gamal A S0SjalUrin í Nr. 104 — 10. september 1983 Løgin hugsunarhåttur Mær tøktist tad heldur enn ikki legið at lesa grein á ítróttarsíðunum í Sosi- alinum týsdagin um at formaðurin í dómaradeild- ini hjá FSF hevði lagt frá sær Ikki tað, at hann hevði lagt frá sær, men upprun- in til uppsókn hansara. Orsekin til athann nær- um var koyrdur úr hesums tarvi var, at hann er nú- verandi formaður í einum fótbóltsfelagi. TEir, ið hevdu ilt av hesum, vóru »maådurin á gøtuni« og so ikki minst teir ymisku nevndarlimirnir í FSF Eitt er at >maðurin á gøtuni« kanska hevur ilt av hesum. Ti >maðurin á gøtuni« kann vera hver sum helst, og hesin um- boðar allarhelst ikki fjøld ina av fótbóltsáhugaðum í hesum máli. Men at pampararnir i FSF skulu vera so mis- trúnir inn á formannin i eg vil siga — tydningar- mestu deild FSF's, er heilt ófatuligt. Eg meti ikki at teir kunnu loyva sær hendan mistanka, tí eru teir so feilfríir, at teir kunnu loyva sær at seta niður á onnur ? Neyvan Tað at hesin nú fráfarni formaður í dómaradeildini er valdur til formann fyri eitt fótbóltsfelag í eini av sterstu bygd í Feroyum, má harafturímóti metast sum ein stór álitisváttan til hann Men toppurin á kransakekuni, og fyri at søguna enn meira stuttliga varamaður sum gera hansara er venjari hjá ein- um eðrum fótbóltsfelag í landinum ! Lat tað vera púra greitt, at eg avgjert meti hansara kvalifikatiónir til hesa nevnd at vera sera góðar, eins og hjá fyrrverandi formanninum. Men hvar er munurin á objektiviteti- num, tá hugt verður eftir steðum teirra í feroyska fótbóltsheiminum ? At enda: eg haldi tað vera út av lagi frekt, at FSF skal sita og meta um hver er nóg góður at sita í eini av undirdeildunum, sum er fult lógliga vald av aðalfundi FSF's, sum er hægsti myndugleiki Fót- bóltssambandsins ! Fótbóltsáhugaður Meira av føroyskum tónleiki Tá útvarpið fór undir nýggja táttin, sum teir kallaðu fyrrapartslegini, var hetta eitt gott hug- skot. Mangir av teimum, sum hava skipað fyri, hava verið óferir, og hugnaligt hevur verið at hava >musikk til arbeidi«. Tað er tó eitt, sum hevur verið at funnist at. Tað er, at alt ov lítið av føroysk- um tónleiki hevur verið at hoyra í hesum sendingum. Tað hevur tí verið dupult gleðiligt nú at hoyra send- ignarnar hjá Jóhannus á Rógvi Joensen, har hann hevur spælt feroysk leg. Vit hava hoyrt feroyskar sangarar Vit vita, at vit hava ein heilan hóp av frálíkum sangarum í Feroyum, sum vit hoyra lítið og einki til. Her hevði útvarpið kunnað gjert nakað í fyrrapartsløgunum, og takk skal Jóhannus hava fyri at hava sett hol á. Meðan eg eri við tón- leikin, so eitt annað hjartasuff. Mær dámar væl, at tónleikurin er komin so væl innan skúla- gátt sum hann er komin, og stuttligt er at síggja og hoyra allan henda skúla- ungdómin hver við sínum ljóðfari. Hinvegin haldi eg tað vera spell, at meguleikin til lættaru instrumentini so sum guit- ar, ikki er so atkomuligur fyri skúlaungdómin, sum t.d. violinin. Vit mugu minnast til, at tað eru so mong, sum kanska hevdu vilja roynt seg við t.d. einum guitari og sum ikki hætta sær undir violinina. negdur lurtari 4l': 9 4 rytjitibga ty i Í seg sum - Undirritadi teknar haldara av Sosialinum Navn: Bustadur: H Kannað posthusinum Í ud i] ERE BEEAR Í tåbllideredite "Ro MBD Í | | (SOSIALURIN rindar | postgjaldib) 19 Postbox 76 = 3800 Tórshavn t firi i i ' 11