Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. september 1983síða 21

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 Fyri 50.000 kr. einans: Keyp tær eisini eina »mini«- myllu tå tú byggir sethús Christian Riisager hevur gjørt ta fyrstu húsarhaldsvindmylluna. Hon verður nú víst fram á stórari stevnu í Danmark. Tað líður nú væl við kanningunum í Vágum av vindmegini og arbeiðir danski vindmylluni vindmyllubyggjarin, Samstundis Christian har. Riisager við at tekna nýg gjar vindmyllur. Eitt nú eina uppá 7—10 Kw, sum fer at kosta 50.000 kr. Tann stóra vindmyllan á Vesturtúgvu hevur nú staðið sína roynd. Hon er vælegnað til víðari fram- leiðslu. Hon er uppá 130 Kw. Nú verður bíðað eftir, at kanningarnar skulu vera lidnar. Við ferðamannaskipinum Norrenu hóskveldið fór fyrsta husarhalds- vindmyllan, sum er gjørd í Føroyum. Tad er darin Christian Riisagar, sum nú í meira enn 3 ár hevur búð í feroyum, ið hevur teknað hesa nýggju vind- mylluna. Hon er gjerd á verkstaðnum hjá J. K Joensen í Miðvági. Vindmyllan er ikki seld landinum. Hon skal arafturímóti brúkast til vekja áhuga millum eguligar vindmyllubrúk- rar um allan heimin. Hon skal vera við á eini tórari framsýning í Hern- tann inghellini í Danmark. Har koma fólk úr nógvum londum at hyggja at eitt nú, hvat nýtt er á vind- myllumarknaðinum. Henda vindmyllan, sum talan er um, varð miku- dagin og hósdagin sýnd fram á Tekniska skúla- heiminum í Havn. Har hevdu næmingar, lærarar og onnur áhugað meguleikan at síggja vindmylluna. 50.000 kr. Ikki er hon stór. Umleið 5 metrar í tvermáti. Veing- irnir eru úr lamineraðum træ. Myllan er millum 7 til 10 Kw. Hon er tí væl- egnað at brúka hjá einum ella fleiri sethúsum. Kostnaðurin verður einar 50.000 kr. Birgir Enni, ið starvast saman við Christian Riis- ager, sigur, teir hava fingið nógvar fyrispurn- ingar um hesa steddina á vindmyllu, og tí hevur Riisager nú í eina tíð ar- beitt við hesi nýggju myll- uni. — Eg rokni við, athon verður spard innaftur eftir kanska trimum árum, um so er, athon verður sett til eini sethús, sigur Birgir Enni. Hann sigur víðari, at myllan kann setast til el- netið og koblast frá heilt automatiskt. Hon kann verða brúkt bæði í sam- band við upphiting og el. Vegamót Arbeitt hevur nú verið í fleiri ár við at fáa í gongd Nr. 104 — 10. september 1983 Riisager við tekniborðið í Sandavági. Hesin framúrskarandi danski vindmylnubyggjarin hevur nú búð í Feroyum í skjótt fýra ár. Enn hevur arbeiði hansara í Feroyum ikki givið ítekilig úrslit, hvat selu av vindmyllum viðvíkur. Men nú er so okkurt við at henda. Kanska hesin danin fer at fáa sterri tydning fyri føroyskan ídnað, enn nakar av okkum í dag dugur at ímynda sær. eina vindmylluframleiðslu í Feroyum. Birgir Enni sigur, at skjótt vera vit á einum vegamóti, har avgerð kann takast um, um farast skal í gongd við hópframleiðslu av myllum í ymsum støddum. Tann fyrsta vindmyllan, sum varð gjerd í Vágum, stendur í dag á Vestur- túgvu í Sandavági. Ymiskt varð sum skuldi broytast á mylluni. Nú er hon so, sum hon skal. Birgir Enni: — Vit hava nú fingið eina framúr væl- egnaða vindmyllu. Hon er liðugt innstillað og kann koma uppá fulla effekt við 10—12 m/sek. Hon er uppá 130 Kw. Hon heldur til veðurlagið og riggar yvirhevur til fulnar. Kanningar Í letuni gera Orkuráðið og Steðisútbúgvingin kann- ingar av vindmegini og vindmylluni annars. Hes- ar kanningar eru komnar væl áleiðis. Birgir Enni heldur, at teir um einar tveir mánaðir kunnu siga nakað ítekiligt um kann- ingarúrslitið. Tá fer so at bera til at siga nær ein framleiðsla kann byrja av álvara. Fyri at kunna byrja eina framleiðslu er neyðugt við kanningunum, sum skulu prógva, at vindmyllan kann tað hon er ætlað til, at hon heldur til veður- lagið o.s.fr. — Tá vit hava hesi prógv at lata kund- unum ber til hjá teimum at fáa fígging til at keypa eina slíka vindmyllu. Hetta er so tað vit bíða eftir í løtuni, soleiðis at vit kunnu lata upplýsingar víðari til teir mongu, ið hava sett okkum fyri- spurning um keyp. Birgir Enni vónar, at tað fer at bera til at byrja framleiðslu av vind- myllum næsta ár. Megu- leiki er eisini at fara undir hópframleiðslu av vind- mylniveingjum úr trætil- fari. Her kann so eisini verða talan um útflutning av sjålvstødugum veingjum umframt myll unum. Í samband við framtíðar vindmyllufram- leiðslu hevur verkstaðurin í Miðvági keypt fleiri nýggjar maskinur. So nú gera vágamenn seg út til atm byrja eina veruliga framleiðslu av teimum nógv umreddu vind- myllunum m.a. jan