týsdagur 13. september 1983síða 8
‹ fyrra síða allar 16 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
ÍF—Royn, 2. deild: 2—1 (1—0):
Tað må sigast at vera ein heppin sigur hjá ÍF i
Fuglafirði leygardagin. Royn heiði fleiri og
vandamikil álop enn ÍF, men ÍF royndist +.
drúgvari og vann dystin, og er harvið enn við í &
kappingini um uppflyting í 1. deild aftur
Ein »toppdystyr« var i
Eysturoynni leygardagin.
Nr. 3 í 2. deild, IF, metti
oddaliðinum, Royn, í
Fuglafirði
„Ein dystur um 1. deild«
varð tað onkur ið nevndi
dystin tað var tað
helst eisini. Um IF fram-
vegis skuldi gera seg gald-
andi í kappingini um at
koma í 1. deild komandi
kappingarár, máttu teir
dystin. Og bæði
stigini frá hesum dyst-
inum vóru eisini sera
týdningarmikil fyri Royn,
um teir nú skulu í 1. deild.
So tað stóð greitt, at
nógv stóð upp á spæl hjá
báðum liðum.
Bæði liðini royndu sítt
Og
vinna
ítarsta at fáa yvirvág í
leiki, men tað eydnaðist
hvergum. Hetta gjerdist
harafturímóti ein sera
javnur dystur.
7 minuttir vóru leiktir,
tá Royn fekk ein góðan
meguleika at leggja seg á
odda. Royn hevur horna,
sum kemur nokk so væl
innfyri. Fleiri av leik-
arunum hjá Royn royna at
fáa bóltin í netið, men tað
eydnast fuglfirðingum at
halda málið reint.
Tá 12 minuttir vóru
leiktir, fekk IF eitt frí-
spark beint uttan fyri
brotsteigin hjá Royn stutt
frá baklinjuni. Frísparkið
verður tikið innfyri, har
hann fer fram við fleiri
Landskappingin í 2. deild:
bæði IF- og Royn-leik-
arum. Bólturin endar hjá
Oddi Eliasen, sum setur
hann trygt í netið til 1—0
til IF.
Eftir hetta royndi Royn
av ellum alvi at javna út,
meðan ÍF setti enn sterri
trýst á fyri at ekja um
leiðsluna.
Tá 25 minuttir vóru
leiktir av fyrra hálvleiki,
fekk Royn ein sera góðan
málmeguleika. Royn
hevði spælt seg gjøgnum
stóran part av verjuni hjá
IF. Sveinbjørn Dánjals-
son avleverar bóltin fram
til Vilmund Mikkelsen,
sum er fríur, men Vilmund
gevur sær ikki nóg góðar
stundir, so hann skjýtur
NSÍ hevur bestu
møguleikarnar fyri
at gerast lið í 1. deild
NSÍ liggur nú einsamalt á odda í 2. deild og
hevur teir bestu møguleikarnar fyri at gerast
nýggja liðið í 1. deild komandi leikár
NSI liggur nú einsamalt á
odda í 2. deild, tvey stig
framman fyri nærmastu
mótsteðuliðini, Royn og
IF.
Hetta varð steðan
aftaná teir fýra dystirnar í
2. deild farna vikuskifti.
NSI spældi í Havn á
ovara velli í Gundadali
móti Fram, og var úrslitið
av dystinum at NSI vann
við fimm málum móti
ongum.
Striltið hevði annars
gingið hjá NSI at koma í
gongd. Hóast liðið hevði
sterra lut í leikinum var
torfert hjá teimum at fáa
hol á, og tað restaði ikki
nógv í, at Fram, hóast
færri álop og minni lut í
leiki, kom á odda.
Men einaferð í fyrra
hálvleiki bar at enda til
hjá NSI, ið fekk bóltin í
netið aftan fyri Fram-mál-
verjan Mikkjal Mikkelsen
til 1—0, ið eisini varð hálv-
leikssteðan.
Í seinna hálvleiki gekk
betur hjá NSI. Liðið fekk
fýra mál meðan Fram
einki fekk, og vann sostatt
dystin 5—0. Sigast skal
tó, at Fram-málverjin
Mikkjal Mikkelsen var so
óheppin, at hann breyt
hegra armin tá NSI var á
odda 2—0 og hann hevði,
plágaður av pínu sum
hann var, ongar megu-
leikar at bjarga, tá NSI
koma á odda 3—0.
Mikkjal mátti á sjúkra-
húsið har hann varð inn-
lagdur og útileikarin Eyð-
finn Hansen mátti í málið
fyri at royna seg. Hóast
hann gjerdi tað hann
kundi, mátti hann í
tveimum førum dvína fyri
NSI-royndunum.
NSI-leikararnir vóru
glaðir fyri sigurin, men
teir vóru nærum eins
glaðir fyri úrslitið í Fugla-
bóltin við síðuna av mál-
inum.
Tveir minuttir seinni
hevði Royn aftur ein upp-
lagdan møguleika, men
enn eina ferð við síðuna av
málinum.
Og fyri at tað ikki skal
vera lygn, so kom hin
triðji meguleikin tá 30
minuttir vóru leiktir, tá
Ingi gerst leysur og rekur
fram móti málinum hjá
IF, men av onkrari ófatu-
ligari orsek seplar hann
bóltin til ein IF-ara, sum
er skjótur at sparka hann
langt vekk. Tríggir upp-
lagdir meguleikar, men
onki mál.
firði har IF vann á Royn
við tveimum málum móti
einum (sí umreðu aðra
staðir), tí hetta úrslit
hevði við sær, at NSI kom
atliggja einsamalt á odda,
tvey stig framman fyri
Royn og IF.
Nu tad resta tvey leik-
umfør sær ut til at NSI
hevur bestu meguleik-
arnir at vinna deildina og
harvið tryggjað sær leik-
rætt í 1. deild komandi
leikár.
Men tað er ikki bert um
uppflyting at dystast
verður. Spenningurin í
niðaru helvt av stigatalv-
uni er eisini stórur, og
javnt er millum niðast
steddu liðini.
Leygardagin var dystur
í Sandavági millum tvey
av liðunum í niðaru helvt,
SIF og EB, og var úrslitið,
at EB, sum annars ikki
hevur roynst av bestu
liðum í ár, greiddi javnleik
móti sandavágsingum.
SIF kom annars á odda
fimm min. undan hálv-
leiksloki við máli, ið Jon-
hard Joensen skeyt, men
tá hálvur tími var farin av
seinna hálvleiki eydnaðist
Poul Knút Ejdesgaard at
javna til 1—1, ið eisini
varð endaliga steðan.
Eina stigi, ið EB fekk,
hevði við sær, at EB kom
burtur frá niðasta pláss-
inum og kom eitt stig
fram um Sumba, ið ikki
skuldi spæla fyrr enn
sunnudagin móti SI.
Nr. 105
Javnleikur
Seks minuttir vóru leiktir
av seinna hálvleiki, tá
Royn endiliga fekk mál.
Tað var Vilmund
Mikkelsen, sum endiliga
fekk sett bóltin í netið hjá
IF
Tá 14 minuttir vóru
farnir, var Royn nær við
at leggja seg á odda, tá
teir hevdu eitt skot á
stongina, men teir fingu
einki mál á hesum sinni.
Tá 28 minuttir vóru
leiktir av seinna hálvleiki
fekk IF eitt brotsspark,
sum Herman Midjord
setti í netið, so IF nú lá á
odda 2—1
Fleiri mál komu ikki í
Men gleðin hjá eiðis-
monnum varð stokkut.
Úrslitið av dystinum i
Sumba varð, at Sumba
vann við einum máli móti
ongum. Málið kom tá 25
min. vóru farnir av fyrra
hálvleiki og tað var Jákup
Frá FBF
— 13. september 1983
PP
dystinum, so IF fekk bædi
stigini. Teir liggja nú
ájavnt við Royn í stigum,
men tvey stig aftan fyri
NSI. Bæði IF og Royn
hava enn meguleikan at
flyta upp í 1. deild, men
NSI liggur væl betur fyri
nú bert tvey leikumfer eru
eftir.
Um dystin í Fuglafirði
kann annars sigast, at
hann var javnt leiktur.
Bæði liðini royndu sítt
ítarsta, men sigast kann,
at Royn hevði fleiri vanda-
mikil álop enn IF, meðan
IF fekk meira burtur úr
sínum álopum.
Samanumtikið ein hepp-
in sigur hjá IF.
Poulsen sum skeyt.
Hetta úrslit hevði við
sær, at Sumba kom burtur
frá niðurflytingarpláss-
inum og at EB aftur ligg-
ur aftast í deildini við seks
stigum, einum færri enn
sumbingar.
Lið, ið ætla at luttaka í 3. deild í
vetur, skulu boða skrivliga frá
áðrenn 19. september.
Flogbóltssamband Føroya,
boks 1021, Tórshavn