Sosialurinarkiv
Sosialurin 1983-09-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. september 1983síða 6

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ting? á Demmusi, og hetta var so stuttligt. at tú alt síðan hevur borið ein tingmann undir belti, sum sjálvandi er tungur burður at ganga tíðindablaðið Útgevari; p/f sosialurin Postsmoga 76, 3800 Argir, telefon 11820 Fyritaksstjóri og blaðstjóri: Térfinn Smith (ábyrgd) Blaðfólk: Hegni Djurhuus, Dagny Joensen, Jóhann Mortensen og Jan Miller Lysingar: Årni Joensen Uppseting : p/f sosialurin. Prent: p/f pressan 1981 Røktarheim og borgarlig skålkabrøgd oddagrein tey, SUM nú leingi hava arbeitt við ellis- og røktarheimsmålinum í Suður streymoy gjørdust stórliga bilsin, tá landsstyrismadurin knappliga sendi býráðnum í Havn bræv um hetta mål. Brævið gekk út uppá, at landsstýrið, sum higartil hevur avvíst øll uppskot um røktarheim í Suðurstreymoy, n ú ynskir at medvirka, men treytin er, at nýggj røktarheimsnevnd verður vald. Í hesa nevnd skuldi Tórshavnar byrådwvelja 3 limir og hinar bygdirnar í Suðurstreymi 4 limir. HETTA STIG er áhugavert, tí higartil hava so gott sum allir partar uttan borgarliga landsstýrið, sýnt hesum máli ans: áhugabólkurin hevur virkað og sosiala nevnd býráðsins hevur virkað. Hetta virksemi hevur ført til, at Tórshavnar býráð eftir tilmæli frá eini samdari sosialnevnd — minus fólka- flokkin — setti eina ellis- og røktar- heimsnevnd. HENDA NEVND, sum bæði telur politikarar og fakfólk, hevur gjørt neyðturviliga kanningar av tørvinum, eins og nevndin hevur fingið til vega skitsuprojekt og kostnaðarætlanir til ellisheim á Skålatrød og ellis- og røktarheim i Stoffalág. Nevndin er komin væl áleiðis og hevur sent øllum býráðslimum fyrstu úrslitini. Henda nevnd hevur gjørt eitt gott arbeiði og vit eiga øll at vera henni takksom fyri tað HVAT GER nú landsstýrismaðurin Eilif Samuelsen,sum á tingi mest hevur gjørt gjøldur burtur úr røktarheims- málinum, og sum sjálvur á tingi hevur gingið á odda við at fella uppskot frá javnaðarflokkinum um røktarheim i Sudurstreymoy og ødrum plåssum? Jú, hann kemur nú sum ketta upp úr høvdatrog og krevur nýggja nevnd setta! Ikki nóg mikið við tí, hann krevur í einari samrødu við Sosialin herfyri, at býráðsins røktarheims- nevnd skal lata hesi nýggju nevndini alt sítt tilfar ALT HETTA virkar legið og ódámligt. Tað einasta, sum skil var í í brævi landsstýrismannsins var, at bygdirnar máttu upp í hetta arbeiðið. HVOR ER orsøkin til, at landsstýris- Eyðun Mikal Mohr Viderø vid i åravis. Ti er tad ikki løgid, at tå vid Dagblads- ins hjålp ger alt fyri ikki at fara í gloymibókina til Tu sat ein krákumánað á sessinum hjá næsta val. Í miklu herferð tíni móti javnaðarmonnum var lítið maðurin nú knappliga er vorin á trem- ur við vælvild mótvegis røktarheims- málinum? Hvat var endamálið við sigi hansara og hví vildi hann slakta býráðsins røktarheimsnevnd og við hverjum rætti? Á BÝRÁÐSFUNDI hóskveldið, har himmalbræv Eilifs kom til viðgerðar, kom heilt týðuliga til sjóndar, at enda mál landsstýrismannsins var at seinka røktarheiminum í Suðurstreymoy. Longu frammanundan var avdúkað í Dagblaðnum, at eitt samlað landsstýri stendur ikki aftan fyri eilif, tí fólka- flokkurin krevur framvegis, at Eirar- garður skal takast fyrst til røktarheim, áður enn nakað verður bygt. Alt hetta kann ongan undra, sum kennur muruna i borgarliga alternativinum! TAÐ SUM heldur ikki kann undra nakran, var at fólkaflokkurin, sam- bandsflokkurin og sjálvstýrisflokkurin á býráðsfundinum als ikki duldu fyri, at høvudsendamålid við at velja eina nevnd, har býráðið bert hevur trý umboð, var at koyra javnaðarflokkin burtur úr øllum rektarheimsarbeið- inum. TAÐ. SUM stóð eftir, var, at Eilif Samuelsen og Poul Michelsen hava stungið hevdini saman, nú arbeiðið við røktarheiminum veruliga er komið undir land. Nú teir ikki longur kunnu forða hesum tiltaki, vilja teir í minsta lagi hava heiðurin av hesum tiltaki. HETTA AVDÚKAÐI býráðsformað- urin so týðuliga, at ein fekk prógv fyri, at teir borgarligu eru líka so ráðir og grovir í gerðum sum í orð og tal! Alt hetta kann ongan undra! men úrslitið av nevndarvalinum var, at ein åbyrgdarfullur meiriluti syrgdi fyri, at meirilutin í nýggju trýmanna- nevndini varð úr gomlu røktarheims- nevndini, so nú er at vóna at arbeiðið kann halda fram. Røktarheimsmålid er eitt álvarsmál og tað liggur nú ein stór ábyrgd á hesi nýggju nevnd. Hon skal fyrst og fremst syrgja fyri, at Eilif íkki sleppur at seinka røktarheiminum meira enn hann longu hevur gjørt. Vit ynskja nevndini góðan byr. Vit harmast um, at landsstýrið uttan nakra heimild hevur tveitt gomlu røktarheimsnevnd- ina frá og mæla nýggju nevndini til at taka gomlu røktarheimsnevndina við uppá ráð í arbeiðnum framyvir. gamla høgra-vinstra, Fólkaflokkurin bandsflokkurin ” leggur annan eftir at vera nýtt og enn minni satt at finna. Tú leggur fyri við tí niðurlagnum um samband- sjálvstýri. Tá tú sigur, at og Sam- hver longst til høgru, so eru vit púra samdir. Men tá tú sigur Fólkafl. at vera ein sjálvstýrisflokk og javn- aðarflokkin at vera sam- bandsflokk, ja so rilla bæði títt minni og tíni metingarevni. Vit kunnu taka nekur tilvildarlig demi upp úr gloymskuni: ] 1946, meðan tit vóru nógv stersti flokkur á tingi, estu tit Feroya fólk upp at atkveða fyri loysing og seta danakong frá. Tá so loysingin var veruleiki kom sjáltur á tykkum, og tit lótu tykkum, eins og seyð, reka heim av hesum sama kongi, tit dagin fyri hevdu sagt tykkum leysar av. So royndust garparnir, flokkurin minkaði eisini við 2/3 eftir hetta og hevur aldri fótað sær síðan. Undir krígnum var javnan at lesa í Dagbl. „Allir danir riknir av landi, sambandsmenn og javnaðarmenn riknir úr ollum álitissessum lands- ins«. Hetta kann tu fåa Ola at seta á prent, hann er jú so fittur at klippa úr gomlum Dagbleðum Í 1950 bitu tit hevdið av allari skomm og fóru í samgongu undir sam- bandsleidslu, og hava hverja ferð høvi býðst, veri tað síðan, og eru fram- vegis undir sambands- leiðslu - skikkiligir dreingir. Undir Klaksviksstriån- um vóru tit við til at boð- senda tí danska >Hunda- skipinum«, so at danskir politihundar i hópatali kundu bíta teir feroy- ingar, ið ikki »makkadu rætt< og aktaðu útlendsk harraboð. Einaferð hevdu vit hitt tiltykna „Sjálvstýris- landsstýrið“ undir fólka- flokksleiðslu. Hetta varð kallað segulig hending. Men tað mest seguliga við hesum stýri var, at hetta Nr. 107 — 17. september 1983 er einasta stýri, hvar ikki var kvokkið ein tumma á sjálvstýrisleið. Jú, nú mundi eg gloymt: Tit „yvirtóku< jólaheilsurnar haldi mær til góðar. Í seinastuni hevur Dag- blaðið sigra á gomlu Dimmu í at lovprísa danska hervaldinum her á landi. Um tú ivast, so er hetta alt veruleikar, tú sjálvur kann finna fram til í t.d. tingsins gerabókum. Tað er kanska beiskt, men viðganga mást tú Eyðun at so gott sum alt ið hent er á sjálvstýrisleið er hent undir javnaðar- leiðslu. So er tú væl sjálvur maður at meta um, hver flokkur er sambands- kur ella ikki. Til seinast eitt meira heimligt demi til stutt- leika: Hvar mundi fyrsta foroyska flagg í heimbygd tíni veittra? Neyvan undir Gerðabrekku Eystanmaður Svar til »Bangin fyri konufolki« i brævkas sanum. Tad sexuella hoyrir til hjúnarbandið Um drongur gongur saman við gentu, nýtist tað ikki at hava nakað við tað sexuella at gera. Um drongurin er kristin og rættvísur í síni hugsan, so kunnu tey hava saman onnur áhugmál, eitt nú tey kristiligu. Tey kunnu arbeiða fyri Harran, tíðina tey ganga saman, tí nátt kemur tá eingin kann ar- beiða. Soleiðis kann hann hava sínar grundir fyri kynslig- um afturhaldi. Tað sexu- ella hoyrir hjúnarband- inum til! Tekk fyri upptekuna Kristin trúgvandi Fólkaflokkurin og sandingar Sambært almennar lýs- ingar koma nú sunnu- dagin Jógvan Sundstein og Páll Vang til Sandoyar at greiða okkum frá, hví tað teir lovaðu á fundi her í vár er so skammiliga mishildið. Fyri tað fyrsta varð einki innflutningsloyvi givið til trolara til sand- ingar. Fyri tað næsta var einki lán latið til flakavirkið á Sandi úr nøkrum al- mennum foroyskum grunni Fyri tað triðja gavst Smyril við at sigla til Sands 1.9.83 heilt ógrund- að. Fyri tað fjórða hevur henda samgongan sett alla bygdamenning nóg“ stig aftur í mun til tað, sum vunnið varð undir seinastu samgongu. Tað var líka frægt, at tit sótu heima. Á Sandi hava vit álíkavæl mist álitið á tykkum. Sandingur Skulabøkurnar hjá fyrsta- árs næmingi hækka 600 kr Sum kunnugt ætlar lands- stýrið at leggja uppskot fyri tingið um at seta 25% í tolli á innfluttar bekur. Hetta kemur næming- unum á Studentaskúl- anum og HF-skeiðinum í Hoydelum, eins og iva leyst nógvum eðrum næmingum kring landið sera illa við, tí sum nú er, mugu vit sjálvi gjalda allar skúlabekur okkara, meðan næmingar nógva aðrastaðni fáa bekur teirra til láns Sum demi kann nevn- ast: Ein fyrstaársnæming- ur i Hoydelum skuldi í fjør gjalda meiri enn 2.500 kr. fyri tær bøkur, hann nýtti. Verða tey 25% legd aftrat ådurnevndu upphædd, verður urslitid 3.125 kr., og er hetta bert fyri fyrsta árið. Hetta er bert eitt miðal demi Hver er tann skúlanæmingur, ið, sum næmingar flest, onga innteku hevur, sum so leingi, studningurin ikki hækkar samsvarandi, hevur ráð til hetta? Vit vilja tí harðliga mót- mæla hesum uppskoti, og vóna, at tingfólkið tekur undir við okkum, tá at- kvett verður. Hjálagdar eru undir- skiftir frá næmingunum í Hoydelum; tær eru 482 í tali Vegna Hoydelum næmingarnar í Næmingafelagsnevndin | —